mikudagur 19. september 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. september 2012 · Nr. 109
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ofra nógv
fyri fullkomna
kroppin
– Vit leggja ikki í, um fólk halda okkum vera sjálvsøkin og alt ov ekstrem,
tí venjingin ger, at vit hava tað gott. Tað siga tey bæði, Jónina Tegeder og
Robin Jønsson, sum um vikuskiftið gjørdust FM vinnarar í fitness
Rannvá G. Fossaberg
Hon er 40 ára gomul, starvast
sum skrellikona og er omma at
trimum børnum. Hann er 22 ára
gamal, útbúgvin studentur og
starvast í eini venjingarmiðstøð.
Í felag hava tey eina ítróttargrein,
sum tey brenna fyri – fitness.
Seinastu vikurnar hava verið
strævnar hjá Jóninu og Robin.
Teir 24 tímarnir í samdøgrinum
hava ikki bjóðað upp á nógv
annað enn svøvn, harða venjing
og nógvar, lítlar proteinríkar
máltíðir. Leygardagin luttóku tey
saman við níggju øðrum í fyrstu
føroysku
føroyameistarakapp
ingini í fitness. Tá dómararnir
høvdu talt stigini saman og gjørt
heildarmeting av luttakarunum,
vórðu tað Jónina, sum býr í
Kvívík, og Robin, ið er av Nesi í
Eysturoynni, sum nú kunnu siga
seg vera tey bestu innan fitness
í Føroyum. Um hálva triðju viku
skulu tey til Danmarkar at luttaka
í DM í fitness.
Vegurin til plássið ovast á
fitnessrókini hevur kravt nógvar
tímar
í
venjingarmiðstøðum,
eymar vøddar í dagavís og løtur,
ið hava verið so harðar, at tey
næstan hava givið skarvin yvir.
Tey hava eina jarnharða disciplin
og ein dreym um at hava tann
fullkomna kroppin.
– Tað er ótrúligt at síggja,
hvussu kroppurin kann broytast
við harðari venjing og røttum
kosti. Hetta er ein ítróttur, sum
veruliga gevur mær vælveru,
sigur Robin, og Jónina leggur
afturat:
– Hetta er tað, sum ger meg
glaða og gevur mær orku í ger
andisdegnum. Tí treni eg fitness.
Útsjóndin hevur týdning
Hóast tey eru tey bestu innan fit
ness í Føroyum, er hetta ikki ein
ítróttur, tey altíð hava íðkað.
– Fyri at siga sum er, so byrjaði
eg at venja fitness miðvíst fyri
umleið tveimum árum síðani, av
tí at eg vildi síggja betri út, sigur
Robin og heldur fram:
– Eg havi altíð íðkað ítrótt, og
tá eg valdi at gevast við kapp
róðri í 2009, vildi eg gjarna halda
kroppin við líka, uttan at tað
skuldi vera ein ítróttur við kapp
ing, greiðir Robin frá. Hann hevur
sum yngri íðkað eitt nú hondbólt,
bogaskjóting, fimleik, svimjing,
frælsan ítrótt og spælt fótbólt.
Sum 15 ára gamal leikti hann á
U15 landsliðnum í fótbólti.
Øðrvísi er við Jóninu, sum ikki
hevur fingist stórvegis við ítrótt
fyrr enn seinastu 7-8 árini.
– Eg havi ongantíð verið serliga
áhugað í ítrótti. Eg royndi bæði
svimjing og hondbólt, tá eg var
tannáringur, men tað var ongan
tíð eg. Tá eg bleiv vaksin byrjaði
eg at renna rættiliga nógv, men
tað var ikki fyrr enn í 2004, tá eg
flutti til Føroya, at eg byrjaði at
venja fitness, sigur Jónina, sum
er úr Íslandi.
Hóast tað fyrst og fremst snýr
seg um vælveru og at fara væl
við kroppinum, so dylja tey bæði,
Jónina og Robin, ikki fyri, at tey
eisini venja fyri útsjóndina.
– Eg havi tað soleiðis, at er
tað okkurt, tú ikki er heilt nøgd
við, so mást tú gera nakað fyri at
broyta støðuna. Sum flestu aðrar
kvinnur haldi eg viðhvørt, at okk
urt á mínum kroppi kann síggja
annarleiðis út, og so venji eg fyri
at fáa ta útsjóndina, eg vil hava,
greiðir Jónina frá.
Vilja ikki kallast
sjálvsøkin
Hóast tey siga seg ikki sjálvi hava
upplivað tað, so eru Jónina og
Robin greið yvir, at tað eru tey
fólkini, sum halda, at tey bæði
brúka ov nógva tíð upp á at dyrka
sín egna kropp og harvið eru alt
ov sjálvsøkin.
– Eg má siga akkurát sum er, at
eg leggi ikki í, hvat onnur halda.
Hetta gevur mær vælveru og
er tann ítrótturin, sum eg tími
at íðka, sigur Robin avgjørdur.
í meldrinum
– Sum flestu aðrar kvinnur haldi eg viðhvørt,
at okkurt á mínum kroppi kann síggja annarleiðis út,
og so venji eg fyri at fáa ta útsjóndina, eg vil hava
...framhald á síðu 6
– Eg havi tað soleiðis, at er
tað okkurt, tú ikki er heilt
nøgd við, so mást tú gera
nakað fyri at broyta støðuna,
sigur Jónina Tegeder
Mynd: Eiler Fagraklett