mikudagur 19. september 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. september 2012 · Nr. 109
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
í meldrinum
Familja og vinfólk stuðla honum,
men tá Robin stendur framman
fyri speglinum og spennir vødd
ar, vilja beiggjarnir onkuntíð
flenna.
– Onkuntíð poseri eg framman
fyri speglinum heima við hús,
og tá hava beiggjarnir hjá mær
onkuntíð hug til at hyggja eitt
sindur skeivt at mær og flenna,
sigur Robin og flennur. Og júst
tað at venja framman fyri einum
spegli er nakað, sum Jónina
heldur gevur fólki eina skeiva
fatan av fitness.
– Tað eru summi, sum halda, at
vit venja framman fyri speglinum
bara fyri at hyggja eftir, hvussu
flott vit eru, og hvussu venjingar
klæðini sita, men soleiðis er tað
avgjørt ikki. Innan fyri henda
ítróttin er umráðandi, at tú gert
venjingarnar á rættan hátt og
hevur ein ávisan teknikk, tá tú
brúkar hesi ymsu amboðini at
venja við. So at siga, at vit eru
sjálvsøkin, tí vit hyggja eftir okk
um sjálvum í speglinum, er rætt
iliga langt frá veruleikanum, tí
tað er ein orsøk til tað.
Kosturin fyllir nógv
Jónina og Robin byrjaðu í vár
veruliga at venja fram til kapp
ingina, sum var hildin leygar
dagin í Norðurlandahúsinum.
Kosturin hevur allatíðina havt
ein avgerandi leiklut, men sein
asta mánaðin upp til kapping
ina, hava tey fylgt eini heldur
óvanligari kostætlan. Í hvussu
so er hava tey ikki seinastu tíðina
etið matvørur, sum flestu aðrir
føroyingar eta dagliga.
– Eg havi etið nógv kjøt og fisk.
Tað snýr seg um at fáa nógvar
proteinir, og so næstan skera
heilt niður upp á kolhydratir. Eitt
sindur av feitti skal kroppurin
hava, men tað er umráðandi, at
tað er tað sunna feittið, og tað
fær mann millum annað við at
eta feitan fisk og nøtir, greiðir
Robin frá. Á sama hátt sum
Robin hevur Jónina havt eina
kostætlan.
– Breyð, pasta, eplir, rís og
smør hevur verið púra bannað.
Eisini havi eg so vítt gjørligt
hildið meg frá øllum salti. Eg havi
etið nøkunlunda tað sama sum
tað, ið Robin hevur, men eg havi
eisini drukkið ein til tveir protein
shakes hvønn dag, sigur Jónina,
sum heldur tað vera strævið at
hava eitt krevjandi arbeiði, venja
hart og hava eina familju at taka
sær av, samstundis sum tú skalt
fylgja eini kostætlan.
– Tað er øgiliga roksut. Maturin
fyllur so nógv í gerandisdegnum,
soleiðis at alt lættliga snýr seg
um, hvat tú etur, og ikki minst
hvat tú ikki etur. Tað er trupult,
serliga tá tú hevur eina familju,
sum sjálvandi skal hava allar tær
vanligu máltíðirnar við vanligum
mati. Men tey vita, at soleiðis má
tað bara vera beint nú, líka inntil
DM er yvirstaðið, sigur Jónina,
og Robin leggur afturat:
– Tá tú sum vit skalt fylgja
eini slíkari kostætlan, ræður tað
allatíðina um at fáa nóg mikið
av tí rætta kostinum. Tí havi
eg aftan á morgunmatin brúkt
rættiliga fitt av tíð upp á at gera
máltíðirnar klárar til restina av
degnum, og ja, tað er rættiliga
roksut.
Ekstremari verður tað ikki
Tann nógva venjingin og serliga
kostætlanin hava í allar mátar
ávirkað gerandisdagin seinastu
tíðina hjá Jóninu og Robin.
– Dagarnir hava allir verið
rættiliga eins. Eg fari upp, eti
morgunmat, geri máltíðirnar til
restina av degnum klárar, og so
gangi eg ein túr. Síðani styrkivenji
eg, áðrenn eg fari til arbeiðis.
Eftir loknan arbeiðsdag eri eg
aftur farin ein gongutúr, greiðir
Robin frá. Tann serliga kosturin
samantvinnað við umleið trimum
tímum við harðari venjing hvønn
dag hevur havt við sær, at Robin
næstan støðugt hevur verið
troyttur.
– Tað sigur seg sjálvt, at tá
tú etur minni og samstundis
venur hart, so tekur tað nógv
upp á kroppin. Serliga seinastu
dagarnar upp til kappingina var
eg allatíð móður. Tá tað er so
ekstremt, sum hetta, so koyrir tú
upp á viljan, og tað havi eg gjørt,
sigur Robin. Soleiðis hevur eisini
verið hjá Jóninu, sum eisini hevur
merkt, hvussu serligi lívsstílurin
ávirkaði hana sálarliga beint áðr
enn kappingina.
– Seinasta vikan var hørð, og
tá vóru løtur, har eg bara hevði
hug til at kasta handklæðið í
ringin. Fjúsið var stutt og eg
hevði ótrúliga lætt við at blíva
rørd og tára, greiðir Jónina frá
og hevu hug at flenna. Eins og
Robin hevur hon brúkt nógva
tíð upp á venjing.
– Eg havi vant seint seinna
partar og um køldarnar. Typiskt
hevur tað verið umleið 3-4 tímar
hvønn dag sjey dagar um vikuna,
sigur Jónina, sum ikki heldur
tað hava verið serliga torført at
fylgja kostætlanini.
– Eg brúki nógva tíð upp á at
gera mat og fyrireika allar mál
tíðir, men eg havi klárað at hildið
meg 100 prosent til tann matin,
sum eg skal eta, sigur Jónina.
Sindur øðrvísi er við Robin.
– Viðvíkjandi kostætlanini so
havi eg snýtt eitt sindur. Tað er
ikki nakað eg havi gjørt ofta, men
tað er komið fyri, at eg havi etið
okkurt, sum ikki hevur staðið á
kostætlanini. Tvær vikur áðrenn
kappingin skuldi verða, át eg tó
bara tað, kostætlanin loyvdi,
sigur Robin.
Skulu luttaka í DM
Sum FM vinnarar innan fitness
skulu tey í næstum til Danmarkar
at luttaka í meistarakapunum
har. Kappingin verður um hálva
triðju viku, og tískil hava Jónina
og Robin ikki veruliga kunnað
tikið sær av løttum, eftir at FM
sigurin kom í hús leygardagin.
– Eg helt frí sunnudagin, men
mánadagin var eg longu í gongd
aftur við venjingini og rætta kost
inum, sigur Jónina. Robin hevur
heldur ikki hildið leingi frí.
– Sunnudagin og mánadagin
gjørdi eg einki við venjing og át
rættiliga nógv. Nú hevur kropp
urin vant seg við ávísar mat
vørur, so hasar báðar dagarnar,
eg helt frí, merkti eg tað væl á
kroppinum og fekk tað faktisk
ikki so gott, greiðir Robin frá.
Harða venjingin er av álvara
byrjað aftur, og tey bæði hava
góðar vónir um at gera seg gald
andi til meistarskapið í fitness í
Danmark.
– Vit eru nakrir 20 mans, sum
luttaka, og vit verða bólkaðir í
tveir bólkar eftir hædd. Eg eri 1
metur og 76, so eg skal luttaka
í bólkinum við monnum yvir 1
metur og 75. Har verða innleið
andi umfør, og komi eg í final
una, eri eg væl nøgdur, sigur
Robin. Hjá kvinnunum eru færri
luttakarar.
– Sum eg havi skilt á lagnum,
verða vit bara tríggjar, sum fara
at kappast. Eg fari við fyri at fáa
ta upplivingina, men sjálvandi
vil eg eisini klára meg væl. Møtir
tú upp, hevur tú ein kjans at
vinna, og bara eg ikki endi sum
nummar trý, so verði eg glað,
sigur Jónina.
rannva@sosialurin.fo
Myndir: Eiler Fagraklett