Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. september 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. september 2012 · Nr. 109 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Samhaldsfasti skal eftir øllum at døma bara brúkast til at savna pening saman til fram­tíðina. Tað staðfestir Arni Thor­steins­son, formaður í landsfelagnum hjá pen­sjón­ ist­un­um. Hann heldur, at útgjaldið úr Samhaldsfasta eigur at økj­ast munandi. - Tað liggur í kortunum, at hereftir skulu øll rinda ein ávís­an part av lønini til sína egnu pensjón, staðfestir Arni Thor­steinsson. - Í framtíðini verður so­ statt ikki so nógv brúk fyri Sam­halds­fasta Arbeiðsmark­ nað­ar­eftir­løn­ar­grunni­num, sum hann formliga eit­ur, hó­ ast hann vanliga bara verð­ur nevndur Sam­halds­fasti. - Tað er nú, at tað er tørvur á at hækka pensjónirnar og tí taka vit fult undir við, at út­ gjaldið úr Samhaldsfasta, sig­ ur formaðurin í Landsfelag Pen­sjónistanna. Blaka ábyrgd frá sær Hann staðfestir, at sein­astu nógvu árini er fólka­pen­sjón­ in útholað við tað, at hon er als ikki hækkað í sama mun, sum prísirnir í samfelagnum eru hækkaðir. Arni Thorsteinsson held­ur seg eisini hóma í kort­unum, at tað eisini verður gongdin frameftir, at fólkapensjónin so við og við fánar burtur, so hvørt sum útgjaldið úr Sam­halds­ fasta og øðrum pen­sjóns­ skipanum, hækkar. - Í veruleikanum hava politikararnir kast­að ábyrgd­ ina fyri pen­sjón­ist­unum frá sær við at máa støðið undan fólkapensjónini í takt við, at útgjaldið úr Samhaldsfasta er hækkað. - Men okkara ættarlið hev­ur goldið skatt alt lívið, eisini til fólkapensjónina, og vit skilja als ikki, hví Sam­ halds­fasti bara skal brúkast til at tryggja framtíðina við, tá ið øll kortini hava fingið sína egnu pensjón. - Men tað ringasta er, at sam­stundis hava politikarar tikið pensjónspengar frá fram­tíð­ini fyri at brúka í dag. - Tað er torført hjá okkum at skilja, hvussu tann sama krón­an, sum verður brúkt í dag, eisini kann verða tøk um ein mansaldur. Arni Thorteinsson sig­ ur, at í dag er veruleikin, at helvtin av øllum pen­sjón­ist­ um hava bara fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av og tað røkkur ikki so kanska til tað mest neyðturvuliga. - Tey, sum bara hava fólka­ penjón og Sam­halds­fasta, eiga at fáa minst 2.000 krón­ ur meiri at liva fyri um mán­ að­in, heldur hann. Alt hetta eru sjónarmið, Lands­felag Pensjónistanna hev­ur ført fram nógvar ferð­ ir, men fyribils hevur tað ver­ ið fyri deyvum oyrum. - Vit hava bíðað í alt ár og vit bíða framvegis. Arni Thor­steins­son, for­ma­ð­ur í Lands­felag Pen­sjón­is­t­an­na, ætl­ar ikki, at sam­gongan skal slep­pa undan lyfti­num at pen­sjón­ir­nar skulu hæk­ ka tað sama, sum løn­ir­nar á ar­beiðs­mark­naði­num ann­ars, eru hækk­aða­r. Fyrr hækkaðu Pensjónirnar sjálv­virk­ andi 4% um árið. Tað hev­u­r Løgtingið síðani lækk­að so líðandi og nú er øll tann sjálvvirkandi hækkingin avtikin heilt. Men samstundis lovaði samgongan, at hækka lønirnar á arbeiðs­mark­ nað­num annars, skuldi pen­sjón­irnar hækkast sam­svarandi. Annika Olsen, land­ stýriskvinna í al­manna­ málum, hevur stutt síðani sagt við Sosialin, at hetta lyft­ið skal haldast. Hon sigur, at runt roknað eru lønirnar hækk­aðar 1% í ár og skulu pen­sjón­irnar hækka sam­ svar­andi, svarar tað til einar 32 krónur um mán­ aðin, tí tað eru bara við­ bøtur­nar, sum hækkað, tí grund­upphæddin liggur føst. Men enn eru pen­sjón­ ir­nar ikki hækkaðar og Arni Thorsteinsson sigur, at enn bíða tey eftir, at lyft­ið verður hildið. Men hann vil hoyra tal­ an um, at pensjónin bara skal hækka 32 krónur. - Tað kann als ikki góð- tak­ast, staðfestir hann. Hann sigur, at tað spildur­nýggja í seinastu sam­ráð­ingunum ímillum Fíggj­ar­mála­ráðið og fak­ feløg­ini, er, at í sein­as­tu lønar­hækk­ing­unum varð farið burtur frá at rokna hækkingina út í prosent, tí nú skuldu øll fáa líka, nevniliga 220 krónur um mánaðin. - Tí verður tað einki minni enn eitt krav frá okk­um pensjónistum, at pensjónirnar hækka minst tað sama, ella 220 krón­ur um mánaðin við aftur­virk­andi kraft til 1. okto­ber í fjør. - Tað er politikkurin hjá sam­gonguni, at øll, sum for­vinna undir 30.000 krón­ur um mánaðin, skulu hava líka nógv í lønar­hækk­ing, nevniliga 220 krónur um mánaðin. Tey, sum forvinna yvir 30.000 krónur um mán­ að­in, hava so fingið eina min­ni lønarhækking. - Tí kann tað als ikki góðtakast, at pen­sjón­ist­ ar­nir, sum hava minst, skulu hjálpast við 32 krón­ um um mánaðin, sigur Arni Thorteinsson. - Hetta merkir bara tað, at tann, sum hevur minst, skal eisini fáa minst. Tað er heilt bíbilskt, leggur hann afturat. Meiri um hetta í grein­ ini: Fingu ongi lyfti frá Anniku Olsen. 220 krónur Tann, sum hevur minst, skal eisini fáa minst Í veruleikanum hava politikararnir kastað ábyrgdina fyri pensjónistunum frá sær Best at brúka pengarnar nú ÓSKILJANDI Útjaldið úr Samhaldsfasta eigur at hækkast beinanvegin, tí um nøkur ár verður ikki líka nógv brúk fyri honum, heldur formaðurin í landsfelagnum hjá pensjónistunum 2.000 krónur - Tey, sum bara hava fólkapenjón og Samhaldsfasta, eiga at fáa minst 2.000 krónur meiri at liva fyri um mánaðin, heldur Arni Thorsteinsson, formaður í landsfelagnum hjá pensjónistunum