Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. september 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 19. september 2012 · Nr. 109 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Samhaldsfasti eigur í dag 800 milliónir krónur. Tað staðfestir Sigurð Poulsen, sum er for­mað­ur í stýrinum fyri Sam­halds­ fasta. Men fyri tað, ber ikki til at hækka útgjaldið utt­ an víðari. - Hvussu útgjald og inn­gjald skulu skipast, er ein politiskur spurningur og stýrið fyri grunnin ar­ beið­ir eftir tí setningi, tað hev­ur fingið, sigur hann. Í løtuni er útgjaldið 2.770 krónur um mánaðin. Men Sigurð Poulsen vísir á, at stýrið leggur stóran dent á, at skipa út­gjaldið soleiðis, at tað ongan­tíð verður neyðugt at lækka tað aftur. - Eg eri sannførdur um, at tað tey ikki verðið góð­tikið at útgjaldið úr Samhaldsfasta verð­ur lækkað og tað er for­treyt­ in, vit arbeiða eftir, so­leið­ is, sum lógin er skrivað, si­g­ur hann. - Tað er ein grundregla hjá stýrinum at áseta gjal­ d­ið soleiðis, at tað ongan­ tíð skal verða neyðugt at lækka tað aftur. Stýrið ger sjálvandi sínar útrokningar fyri, hvus­su útgjaldið og gongd­in í fólkatalinum verð­ur framyvir. Í løtuni er útgjaldið 85% av inngjaldinum, men tað veksur støðugt. Men sum út­rokn­ing­ ar­nar eru nú, verður javn­ vág í inngjaldi og út­gjald­ ið í 2025-2030 og tá verður útgjaldið størri enn inn­ gjaldið, tí talið á eldri, sum skulu hava útgjald, veksur lutfalsliga nógv, aftrur­ímóti teimum, sum rinda inn. - Tá fer ognin at minka, men av tí, at tað verða færri ung tá, verða tað so eisini seinni, færri pen­ sjón­ist­ar, sum skulu hava út­gjald og soleiðis klárar grunn­urin seg, sigur Sig­ urð Poulsen. Áki Bertholdsen - Tað verður neyðugt at trygg­ja, at allir føroyingar fáa eina góða pensjón, eisini í fram­tíðini. Tað staðfestir Kristina Há­foss, tingkvinna fyri Tjóð­ veldi. Í hesum sambandi kanna tey nú eftir um Sam­halds­ fasti kann verða ein berandi stuðul í eini framtíðar pen­ sjóns­skip­an. - Arbeitt hevur verið við eini nýggjari pensjónsskipan í fleiri ár, men enn er ikki komið á mál, staðfestir Kris­ tina Háfoss. - Men nú hevur sam­gong­ an kollvelt pen­sjóns­skipan­ ina við at skatta pensjónir við inngjald, har tað higartil hev­ur verið skattað við út­ gjald. - Tað hevur broytt allar for­treyt­irnar fyri eini fram­ tíð­ar pensjónsskipan og nú er óvist, hvat tað endar við, sigur løgtingskvinnan fyri Tjóð­veldi. Tvífaldað Hon sigur, at tað alla tíð­ ina hevur ligið í kort­un­ um, at framtíðar pen­ sjóns­skip­an­in skuldu bygg­ja á tríggjar súlur, nevni­liga fólkapensjónina, Sam­halds­fasta og privatar pen­sjón­ir, har hvør sparir sam­an til sína egnu pensjón. - Men i arbeiðnum, sum nú er, verður mest tosað um pri­vat­ar pensjónir, staðfestir Kris­tina Háfoss. Men hon heldur ikki, at tað ber til at taka ta einu súluna burtur úr, tí pens­ sjóns­skipanin eigur at byggja á eina heild, har allar tríggjar súlur­nar verða viðgjørdar und­ir einum. Tí eru tey nú farin at kanna, hvønn leiklut Sam­ halds­fasti kann fáa í eini nýggj­ari pensjónsskipan. - Sostatt eru vit farin at savna inn tilfar um Sam­ halds­fasta og at fáa nakr­ar útrokningar, sigur tjóð­veldis­ kvinnan. Men, hvat úrslitið verður, veit hon ikki. Í løtuni er gjaldið inn í Sam­haldsfasta 3,6%, har løn­ tak­ar­ar rinda 1,75% av lønini og arbeiðsgevararnir rinda 1,75% av útgoldnum lønum. Men ein spurningur, sum kundi verið áhugaverdur at kan­na er, hvussu útgjaldið hevði verið, um so varð, at inn­gjaldið í grunnin varð tvíð­fald­að upp í 7%, heldur Kris­tina Háfoss. - Eitt, sum vit kanna, er, um tað ber til at fáa Sam­ halds­fasta at virka sum eitt slag av fólkapensjón, leggur hon afturat. - Spurningurin er um Sam­haldsfasti skal verða tann veruliga fólkapensjónin og so kunnu fólk hava sína sína egnu pensjón afturat. - Tað ber ikki til at vit bara skulu tosa um, at hvør skal hava sína egnu pen­sjón, tí vit noyðast at taka støðu til spurningin sum heild og sostatt eisini til fólka­pen­ sjónina og Samhaldsfasta. Samhaldasti er ein skipan við nógvum fyri­mun­um. Øll rinda í grunnin eftir føri­ muni, men øll fáa tað sama úr honum aft­ur, so hann er rætti­liga sam­halds­fast­ur. Samstundis er hann ógvu­ liga bíligur í umsiting og so liggur hann uttanfyri fíggj­ ar­lógina, so politikarar hava onki ræði á grunninum, stað­ fest­ir hon. Men hvat sigur tú til prát­ ið um at hækka gjaldið úr Samhaldsfasta nú fyri at tryggja teimum, sum onga pen­sjón hava, eina hampi­liga intøku á ellisárum, tí tá ið øll rinda til sín egnu pen­sjón, verð­ur ikki brúk fyri Sam­ halds­fasta? - Tað er sjálvandi vert at hava við í myndini. Men gera vit tað, skulu vit vera greið yvir, at so hava vit sam­ stundis tikið avgerð um, at sam­haldsfasti skal avtakast, sigu­r Kristina Háfoss. Vit ætlaðu eisini at fáa orð­ið á Aksel V. Johannesen í Javn­að­ar­flokkinum, men tað eyd­nað­ist ikki. Ein spurningur, sum kun­di verið áhugaverdur at kanna,er, hvussu út­ gjaldi­ð hevði verið, um so varð, at inngjaldið í grunnin varð tvíðfaldað Vita um Samhaldsfasti kann hækka enn meiri PENSJÓNIR Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin kanna nú møguleikan fyri at gera Samhaldsfasta til eitt slag av fólkapensjón Samhaldsfesti - Vit eru farin at kanna, hvønn leiklut Samhaldsfasti kann fáa í eini nýggjari pensjónsskipan og um hann kann verða eitt slag av fólkapensjón, sigur Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi Útgjaldið má aldrin lækka ÚTGJALD Tað er ein grundregla, at útgjaldið úr Samhaldsfasta verður skipað soleiðis, at tað ongantíð skal verða neyðugt at lækka tað aftur Tá ið útgjaldið úr Samhaldsfasta til pensjónistar fyrst er hækkað, fer tað aldrin at verða góðtikið, at tað verður lækkað aftur og tí skulu neyvar metingar gerast á hvørjum ári, sigur formaðurin í stýrinum fyri Samhaldsfasta Samhaldsfasti eigur í dag 800 milliónir krónur