mikudagur 19. september 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. september 2012 · Nr. 109
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Samhaldsfasti eigur at verða
bygdur út, so at hann kann
gjalda munandi meiri út til
pensjónistar.
Tað heldur Ingeborg Vint
her, sum er limur í stýrinum
fyri Samhaldsfasta.
Har umboðar hon verka
mannafjøldina og hon sigur,
at arbeiðarafeløgini hava alla
tíðina hildið, at einasta rætta
er at styrkja Samhaldsfasta,
so at hann verður veruliga
álitið í eini framtíðar pen
sjónsskipan.
Tað eigur at verða gjørt
við at inngjaldið í Samhalds
fasta verður hækkað mun
andi, tí so kann útgjaldið
eisini hækkast munandi.
- Tað hevði verið tað tað
einasta rætta, tí tað hevði
verið tað mest samhalds
fasta, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sipar til, at øll rinda í
grunnin eftir inntøkuni, men
øll fáa tað sama úr honum
aftur.
- At so summi s kortini
hava
sína
egnu
eftirløn
afturat, er so ein onnur søga.
Men hetta er ein politisk
ur spurningur, leggur hon
afturat.
Men hon tekur ikki undir
við, at fólkapensjónin verður
avtikin, tí hana hava øll
vunnið sær rætt til.
Misbrúka støðuna
Hinvegin er hon ikki fegin
um gongdina hesi seinastu
árini, tí hon heldur, at
politikarar hava misbrúkt
støðuna.
- Seinastu árini hava fak
feløg tikið eitt stórt tak fyri
at rinda sínar egnu eftirløn.
Men høvdu fakfeløgini vitað,
at politikarar fóru at brúka
hetta sum eina umbering
fyri at niðurlagað fólkapen
sjónina, høvdu tey neyvan
farið undir tað.
Ingeborg Vinther heldur,
at politiska óvissan um pen
sjónsøkið seinastu nógvu
árini hevur fingið nógv
fakfeløg at aftra seg við at
styrkja sínar egnu pensjóns
skipanir.
Og nú pensjónirnar eru
skattaðar
við
innggjald,
hevur tað elvt til enn størri
óvissu, leggur hon afturat.
Ráð til meiri
Annars dugir hon væl at
skilja sjónarmiðið um, at
Samhaldsfasti átti at rinda
meiri úr grunninum nú tá ið
nógv lítla og onga pensjón
hava sjálvi.
Hóast
arbeiðarsfeløgini
vilja tað øðrvísi, er gongdin
tann,
at
mestsum
allir
politikarar tvíhalda um, at
øll skulu rinda til sína egnu
pensjón.
- Soleiðis, sum rákið er,
verður ikki líka nógv brúk
fyri Samhaldsfasta um 20-30
ár, sum tað er nú, staðfestir
Ingeborg Vinther.
Tí dugir hon væl at skilja,
at nógv halda, at Samhalds
fasti átti at rinda meiri út nú
fyri at givið pensjónistum
ordilig livikor nú, ímeðan teir
hava brúk fyri tí.
- Samhaldsfasti hevði utt
an iva eisini havt ráð til tað,
leggur hon afturat.
Men eisini tað er ein polit
iskur spurningur.
Áki Bertholdsen
-
Bæði
inngjaldið
og
útgjaldið úr Samhaldsfasta,
eigur at verða minst trýfald
að.
Tað sigur Sonja Jógvans
dóttir, samskipari í Samtaki,
sum umboðar fiskimenn
og alla arbeiðarafjøldina í
Føroyum, uttan Havnar Ar-
beiðskvinnufelag.
Hon sigur, at í Samtaki
hava tey altíð hildið, at Sam
haldsfasti eigur at verða
bulurin í eini framtíðar pen-
sjónsskipan.
Í løtuni er inngjaldið í
Samhaldsfasta 3,5%, har
løntakarar rinda 1,75 av
sínari løn í grunnin og ar
beiðsgevarar eisini rinda
1,75% av øllum útgoldnum í
grunnum.
- Fáa vit okkara vilja,
verður inngjaldið trý-faldað
upp í eini 10%, har arbeiðs
gevarar og løntakarar rinda
hvør sína helvt.
Tað hevði givið eitt út
gjald uppá væl yvir 8.000
krónur um mánaðin.
Sonja Jógvansdóttir sig
ur, at tey halda upp á, at
Samhaldsfasti skal styrkj
ast, tí tað er ein samhalds
føst skipan.
Øll gjalda í grunnin eftir
førimuni, alt eftir, hvussu
nógv tey vinna og øll fáa
tað sama lrónutalið úr hon
um aftur, tá ið tey verða
pensjónistar, sama, hvørja
inntøku tey høvdum, tá ið
tey arnbeiddu.
- Sostatt er Samhalds
fasti eitt sera hent amboð at
býta virðini í samfelagnum
javnari enn tey eru nú,
heldur
samskiparin
í
samtaki.
Missa 1500 krónur
Sonja Jógvansstovu vísir
á, at samstundis sum pen
sjónsskipanin er løgd um
og skattað við inngjald,
liggur eisini í kortunum, at
eykainntøkur skulu mót
roknast í fólkapensjón-ini
næstan beinanvegin.
- Útrokningar vísa, at
avleiðingin av hesum er,
at um nøkur ár fer eitt
vanligt verkafólk at fáa
einar 1.500 krónur minni í
pensjón um mánaðin, enn
tað annars hevði fingið.
- Tí er stórur tørvur á
Samhaldsfasta nú, men hjá
nógvum verður minst líka
nógv brúk fyri honum í
framtíðini.
Hn hugsar um allar teir
pensjónistar,
sum
hava
lágar, privatar pensjónir.
- Tað besta hevði verið, at
Samhaldsfasti bleiv høvuðs
bulurin í eini framtíðar pen-
sjón.
Men tað næstbesta er, at
Samhaldsfasti verður mun
andi styrktur, so at kravið
um privatar pensjónir verð
ur kanska eini 5%.
-
Tað,
sum
liggur
í
kortunum nú, er, øll skulu
betala 15% av lønini til sína
egnu eftirløn, men Sonja
Jógvansdottir heldur, at tað
verður ein tung byrða hjá
lág- og miðalløntum.
Samstundis kann fólka
pensjónin mótroknast so
leiðis, at tey, sum hava góðar
pensjónir, lítla ella onga
fólkapensjón fáa, tí tey hava
ikki tørv á tí.
- Tað, sum er umráðandi,
er at lyfta lyfta pensjónina
hjá lág- og miðalinntøkum
upp á eitt hóskandi støði,
sigur samskiparin i Samtaki.
Sum rákið er, verður ikki
líka nógv brúk fyri Sam
haldsfasta um 20-30 ár
Fáa vit okkara
vilja, verður inngjaldið
trýfaldað upp í eini 10%
STØRRI ÚTGJALD Tað einasta rætta er at styrkja Samhaldsfasta, so at hann verður álitið í eini
nýggjari pensjónsskipan, heldur Ingeborg Vinther, limur í stýrinum fyri Samhaldsfasta
Álitið
Samhaldsfasti skuldi verðið útbygdur, so at hann
gjørdust álitið í eini framtíðar pensjónsskipan,
saman við fólkapensjónini, heldur Ingeborg
Vinther, stýrislimur í Samhaldsfasta
Tríggjar ferðir so stórt útgjald
SAMHALDSFASTI Útgjaldið úr Samhaldsfasta til pensjónistar
eigur at verða trýfaldað, heldur Sonja Jógvansdóttir
Samhaldsfasti skal vera
álitið hjá teimum gomlu
Býta virðini
Samhaldsfasti eigur at verða styrktur munandi, tí tað
kann tryggja lág- og miðalløntum eina góða pensjón og
so er tað ein góður máti at býta virðini í samfelagnum
javnari, sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki