Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. september 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. september 2012 · Nr. 109 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Stanley Samuelsen er mað­ ur­in, sum er við í rætti­liga nógv­um tiltøkum í Fugla­ firði, nú mentanarvika er. Longu fyrrapartin í gjár, sum mentanarvikan varð sett klokkan 17, hevði Stanley longu verið við í tveimum til­tøk­um. Klokkan 9 vitjaði hann á Studentaskúlanum á Kambs­dali, har hann spældi í hálv­an tíma fyri øllum næm­ ing­unum har. - Hetta var eitt stórt upp­ livil­si, sigur hann. Á tíðindafundinum fyrra­ partin týsdagin spældi hann eisini tvey løg og hevði eina stutta frásøgn um løgini. - Annað lagið ”Tá eg verði gamal” snýr seg um longsul – tað at leingjast heim og koma heimaftur til tær gom­ lu gøturnar. Kona mín hevur ein stóran leiklut í hesum sangi. Nú eg eri farin um tey seksti, hugsi eg eisini um, hvussu tað verður, tá meg­i­n fer at ganga undan, og hvussu eg fari at orka at koma heim til Fuglafjarðar og Føroyar at vitja. Tá verður gott at hava ein við sína lið sum styðjar og hjálpir, sigur Stan­ley. Hin sangurin, sum Stan­ ley sang á tíðinda­fundi­num, kall­ast ”Kærleiki til móður­ jørð”. - Sangurin snýr seg um tvær bátsvanlukkur, sum hendu yvir stutta tíð, og eg haldi, at tað var í 1913. So vítt mær er sagt, og sum eg haldi meg minnast úr søguni, vóru tað tríggir útróðrarbátar, sum ikki bóru boð í bý. Nógv­ ir mans í góðum árum doyðu, og eftir teir sótu fleiri enn 30 faðir­leys børn undir 15 ár. Hann sigur, at tað var í sam­bandi við hesar hend­ing­ ar, at abbi hansara, Andrass Samuelsen, gjørdi eina yrk­ ing, sum Stanley sjálv­ur hev­ ur gjørt lag til. Í gjárkvøldið hevði Stan­ ley Samuelsen saman við Lív Næs eina ókeypis konsert í Mentanarhúsinum. Sambært skránni hevur hann aftur verið í gongd longu í morgun, tá hann hev­ur sungið fyri børnum í barna­garði­num – og fyrra­ part­in í morgin fer hann at hava konsert í Ribarhúsi fyri skúla­næmingum. Í annaðkvøld verður kon­ sert og beatles-jam, sum tey rópa tað, í John’s Café, og hetta tiltak verður millum klokk­an 15 og 17. Teir næstu dagarnar verð­ ur Stanley Samuelsen eisini á fleiri pallum, og eisini fer hann hin 21. september klokk­an 16 at hava workshop um guitarspæl á John’s Café. Tey seinastu tiltøkini, sum hann verður partur av, verður kon­sert hin 22. september klokk­an 21.30 saman við strúkar­um og Bárði á Lakjuni í Men­tan­ ar­húsinum – og sein­asta tiltakið verður sam­bært skránni ein tón­leika­guds­ tæn­as­ta í Fuglafjarðar kirkju klokk­an 11 sunnu­ dagin. Gleði og æra Stanley Samuelsen sigur, at tað er honum ein stór gleði og æra at kunna vera við á so mong­um pallum á mentan­ ar­vikuni. - Hetta kennist so bestemt ikki sum nøkur byrða. Eg havi sagt við tey, sum fyri­ reika, at tey kunnu seta meg til tað, sum tey halda seg hava brúk fyri, og so skal eg nokk fylgja við. Stanley Samuelsen sigur, at hann - um­framt kon­sert­ ina í Mentan­ar­húsi­num týs­ kvøldið - eisini verður við til at spæla til dans og minnast gamlar dagar saman við Absurdi Fair og Silly Boys. Aktivur á palli Stanleyg sigur, at hann fer at stórtrívast í Fuglafirði hesar dagar, og tað ger tað ikki verri, at hann býr í sínum gamla barnaheimi í bygdini. Har eri eg føddur, og tað er dei­ligt at koma heim her og vera í barnaheiminum, hvørja ferð eg komi upp til Før­oyar. Kendi tónleikarin úr Fugla­ firði hevur búð í Dan­mark í meiri enn fýrati ár, og hann er eisini rættiliga aktiv­ur í Danmark og øðrum lond­um. - Eg haldi sjálvur, at eg eri sera aktivur. Eg ferðist nógv og havi longu verið á Kreta, eg havi verið í Íslandi. Nú eri eg her í Fuglafirði – og seinni skal eg eisini til ein festival í Litava, síðan til Skotlands – og í desember komi eg heim­aftur til Føroya, har eg í øllum førum skal spæla á eini kirkjukonsert í Hoyvíkar kirkju. Stanley Samuelsen held­ ur, at hetta er eitt stórt til­tak, sum er reist á føtur í Fugla­ firði, nú mentanarvika er. - Tiltakið savnar tað mes­ta sum er av mentan í Fugla­firði, og eg eri sann­førd­ur um, at hetta er topp­urin á ísfjallinum, sum vit plaga at taka til. Tað eru iva­leyst fleiri sum goyma sín­ar gávur og ikki vilja fram við teimum. Skráin er bæði rúgvus­mikil og fjølbroytt, og eg vóni, at fólk fara at stuðla upp­undir hesi tiltøk, sum eru í skránni. Tað er stórt, sum øll hesi tiltøk eru løgdu inn í gerandis­dagin, sigur Stanley Samuel­sen, tónleikari. Tá eg verði gamal Tá eg verði gamal ....
 Og sólin fer í kav....
 Góða vilt tú hjálpa mær ....
 At sigla yvir hav....
 Eg skal vitja gamlar gøtur ....
 Hitta vinir við....
 Minnast aftur góðar løtur....
 Og finna sálarfrið....
 Tá eg verði gamal....
 Og hárið verður grátt....
 Smíla tíni vøkru eygu....
 Tú teskar góða nátt....
 Eg droymi meg í eydnuríkið....
 Tú ert drotning her....
 Næsta morgun vakni aftur....
 Síggi at so er....
 Tá eg verði gamal....
 Og dagur verður nátt....
 Sálarfriðurin er komin....
 Inn um duragátt....
 Tíni vøkru eygu spegla tína sál....
 Tak so báðar mínar hendur....
 Og fylg tú mær á mál.... Tað er mær ein gleði og æra at vera við - Tað kennist so bestemt ikki sum nøkur byrða at vera so nógv við á mentanarvikuni í Fuglafirði. Eg havi sagt við tey, sum fyrireika, at tey kunnu seta meg til tað, sum tey halda seg hava brúk fyri, og so skal eg nokk fylgja við, sigur Stanley Samuelsen, sum er við á nógvum pallum á mentanarvikuni í Fuglafirði Stanley Samuelsen er aktivur tónleikari, og nú mentanarvika er í Fuglafirði, er hann við á nógvum ymiskum pallum