mikudagur 19. september 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 19. september 2012 · Nr. 109
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tað var Kristina Toftegaard
Larsen, forkvinna í menta
málanevndini hjá Fuglafjarð
ar kommunu, sum beyð væl
komin á tíðindafundinum
týsmorgunin, sum varð fyri
skipaður í Ribarhúsi í sam
bandi við mentanarvikuna í
Fugalfirði.
Eftir at Kristina hevði sagt
nøkur orð, greiddi Brynhild
Næs Petersen, samskipari av
mentanarvikuni, yvirskipað
frá skránni og grundarlag
num undir hesum stóra til
taki.
Ikki ávíst fokus
- Eg haldi, at tað hevur verið
ótrúliga stuttligt at hava
verið við til at skipa hesa
mentanarviku. Hetta hevur
gingið eitt sindur skjótt fyri
seg. Vit hava arbeitt við til
takinum í einar 3-4 mánaðir.
Tað er heilt ótrúligt, sum fólk
og felagsskapir eru spent upp
á hetta, og áhugin avspeglar
seg so avgjørt aftur í skránni
fyri mentanarvikuna.
Brynhild Næs Petersen
vísti á, at tey hava ikki lagt
nakað ávíst fokus á mentan
arvikuna.
- Vit hava hinvegin hugt
upp á, hvat vit hava her í
bygdini, og hvussu vit kunnu
vit menna hetta og okkum
sjálvi - hvussu kunnu vit
koma hvørjum øðrum við.
Slagorðið
fyri
mentanar
vikuna er ”Livandi mentan,
har vit koma hvørjum øðrum
við...”.
Hon segði, at fólk í Fugla
firði skulu koma hvørjum
øðrum við, tí tað er ein stór
styrki, tá bygdin stendur
saman, sum tey eisini hava
sæð, nú arbeitt hevur verið
við at skipa hesa mentanar
viku.
- Eg tori ikki at siga, at
hetta tiltak verður á hvørjum
ári, og hvussu umfatandi tað
verður eina aðru ferð.
Brynhild Næs Petersen
segði, at tað hevur víst seg
so nógvastaðni í bygdini, at
hetta hevur verið eitt gott
høvi at fingið ting av bakka
stokki – at fáa hugskot til
veruleika.
Hon helt eisini, at tað er
ein fyrimunur fyri slík tiltøk,
at Fuglafjarðar kommuna
hevur yvirtikið Mentanar
húsið, og Ólavur Larsen er
vorðin leiðari og fer at koyra
eitt virkið mentanarlív í
Fuglafirði.
-
Mentanarhúsið
er
soleiðis ein týðandi partur
av kørmunum á mentanar
vikuni, sigur hon.
Troyta potentiali
Brynhild Næs Petersen sigur,
at arbeiði at skipa mentan
arvikuna hevur verið sum at
vent hvørjum steini í fjøruni.
- Vit, sum hava verið í
fjøruni og spælt sum børn,
vita, at um vit geva okkum
stundir og læra okkum at
hyggja rundan um okkum,
so síggja vit eina heilt nýggja
verð, sum er at finna í fjøruni.
Tað er tað, vit hava gjørt her.
Vit troyta okkara potentiali,
og vit bjóða øðrum við, segði
Brynhild Næs Petersen á tíð
indafundinum í Ribarhúsi
týsmorgunin.
Tað var Kristina Toftegaard Larsen, forkvinna í mentamálanevndini hjá Fuglafjarðar kommunu, sum beyð vælkomin – og síðan greiddi Brynhild
Næs Petersen, samskipari, yvirskipað frá skránni og segði nøkur orð um, hvussu arbeitt hevur verið við at fáa alt upp á pláss
- Hetta hevur verið
sum at vent hvørjum
steini í fjøruni
Brynhild Næs Petersen, samskipari, segði
á tíðindafundi í Ribarhúsi týsmorgunin, at
mentanarvikan er eitt gott høvi at fáa ting av
bakkastokki – at fáa hugskot til veruleika