mikudagur 19. september 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 19. september 2012 · Nr. 109
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fólkaflokkurin vil styrkja
barnafamiljunar. Sterkar
familjur geva ein tryggan
og sterkan høvuðstað.
Sum altíð er og verður
tað Fólkafloksins uppgáva
at lækka skattin í hesum
landinum og eisini í Tórs
havnar Kommunu.
Vit hava víst á, at
kommunan skattar lágu
inntøkurnar
ov
hart.
Hetta vilja vit broyta.
Vit unna familjunum
væl, at tær skulu fáa
fíggjarligu endarnar at
røkka saman, og her vilja
vit veita eina hjálpandi
hond við nýggja barna
kekkinum og við hækk
aðum botnfrádrátti.
Í
lesarabrævi
spyr
Heðin Mortensen, hvørj
ar íløgur skulu niður
raðfestast fyri at kunna
geva
barnakekkin
og
skattalættan til láglønt.
Okkara svar til Heðin
er, at tann einasta íløg
an, sum ikki skal niður
raðfestast, er íløgan í
barnafamiljunar og teirra
trivna. Barnakekkurin er
ein rein íløga í familjur
nar.
Í veruleikanum skulu
barnafamiljurnar
bara
sleppa at varðveita fleiri
av teimum krónunum,
sum tær hava arbeitt
fyri.
Útreiðslurnar
hjá
kommununi eru hækk
aðar 65% eftir 7 árum við
Heðini.
Fólkaflokkurin hevur
virðing fyri, at brúktu
pengarnir eru tiknir frá
vanligum familjum. Tí
bjóða vit okkum til at taka
stýringina í kommununi
og fáa tamarhald á út
reiðslunum aftur.
Vit tosa ikki um nið
urraðfestingar ella upp
sagnir, men at hereftir skal
ansast eftir vøkstrinum í
útreiðslunum.
Tá ovasta leiðslan í
kommununi ikki hevur
virðing fyri pengunum,
hevur tað lyndi at for
planta seg víðari.
Væl fíggjað lyfti
Barnakekkurin
kostar
25 mió.kr, og hækkaði
botnfrádrátturin kostar
28 mió.kr., tilsamans 53
mió.kr.
Fíggingin er tað eina
skattaprosentið hjá Boða
nesheiminum sum gevur
30 mió.kr. og væntaði inn
tøkuvøksturin á 20 mió.kr.
í 2013. Sostatt er fíggingin
tilsamans 50 mió.kr.
Íløgan í barnafamilj
unar og tey lágløntu er so
statt bert 3 mió.kr. netto.
Hetta má sigast at vera
eitt sera hóvligt vallyfti.
Tó lova vit eisini, at
botnfrádrátturin
skal
hækkast
líðandi
upp
til 65 t.kr., sohvørt sum
inntøkurnar í kommununi
hækka.
Treytin er tó, at Fólka
flokkurin verður vald
ur sterkt inn í býráðið,
soleiðis at vit kunnu fáa
tamarhald á útreiðslu
vøkstrinum.
Skemtilig mótstøða
Skemtiligt er tað tó, at
Javnaðarflokkurin,
við
Heðini á odda, av øllum
alvi verjir ein skatta
lætta, har tey sum vinna
mest fáa mest. Men vit
í Fólkalokkinum mugu
berjast fyri at fáa eina
lagaligari
skatting
av
teimum
lágløntu
og
barnafamiljunum.
Vit vilja styrkja familj
urnar og vónandi hjálpa
familjurnar
okkum
á
býráðsvalinum
13.
no
vembur 2012.
Barnakekkur
in er ein íløga
í familjunar
Heðin
Jógvan Poulsen
grannskoðari og formaður
í Havnar Framburðsfelag
Jørgen rennur framvegis
undan veruleikanum
Aksel V. Johannesen
løgtingsmaður
Samgongan vil vera við, at
flatskatturin
hevur
havt
positiva ávirkan á lands
kassan. Hetta passar ikki.
Hinvegin hevur flatskatturin
havt negativa ávirkan, tí
hann var ikki fíggjaður.
Lat tað vera sligið fast
beinanvegin, at Javnaðar
flokkurin ynskti eisini skatta
lætta. Men hesin skuldi koma
teimum til góðar, sum høvdu
størsta tørvin, also lág- og
meðalinntøkunum.
Eisini hevði tað týdning
fyri Javnaðarflokkin, at ein
skattaumlegging var fult
fíggjað. Tí er hon ikki fíggj
að, verður neyðugt at fremja
ógvusligar skerjingar innan
almennar tænastur og væl
ferðarskipanir.
Í
tveimum
umførum
havi eg sett Jørgen Nicla
sen fyrispurningar um av
leiðingarnar av flatskatt
inum.
Hettar
hevur
tó
verið úrslitaleyst, tí Jørg
en kemur ikki við einum
veruligum svari (sí fyri
spurningar
og
svarini
her: http://www.logting.fo/
casewrittenquestion/listDoc.
gebs?menuChanged=55&ca
seWrittenQuestion.id=291
h t t p : / / w w w. l o g t i n g . fo /
casewrittenquestion/listDoc.g
ebs?menuChanged=55&caseW
rittenQuestion.id=299 ).
Tá Jørgen ikki vil svara
spurningunum, sum verða
settur honum, má eg royna
sjálvur.
1. Hvørjar vóru inntøkur
landskassans fyrstu sjey
mánaðirnar av 2011 frá
vanligum
landsskatti,
meirvirðisgjaldi, tolli og
øðrum avgjøldum?
Svar: Inntøkurnar vóru
1.707 milliónir krónur.
2. Hvat metti Fíggjarmála
ráðið vanliga landskattin,
meirvirðisgjaldið, tollin og
onnur avgjøld til í fíggjar
kørmunum fyri 2012, sum
Løgtingið samtykti á vári
2011?
Svar:
Inntøkur
landskassans
frá vanligum landsskatti
og avgjøldum fyri 2012
vóru mettar til 3.179 mill
iónir krónur.
Í fíggjarkørmunum fyri
2012 var ein ávísur inn
tøkuvøkstur
væntaður.
Hetta er heilt vanligt. Um
vit hyggja at føroyska
búskapinum og inntøkum
landskassans yvir tíð,
kunnu vit staðfesta, at
hesar vaksa javnt og
samt. Til dømis er før
oyski
búskapurin
og
inntøkur
landskassans
nærum tvífaldaðar sein
astu 15 árini. Hetta or
sakað av inflatión og
øktari framleiðslu.
3. Hvørjar vóru inntøkur
landskassans fyrstu sjey
mánaðirnar av 2012 av
vanligum
landsskatti,
meirvirðsgjaldi,
tolli
og
øðrum
avgjøldum,
tá sæð verður burtur
frá skattinum av pen
sjónsinngjøldum?
Svar: Inntøkurnar vóru
1.609 milliónir krónur.
4. Hvussu stór er hækk
ingin/lækkingin (í krón
um og prosentum) av
vanligum
landsskatti,
meirvirðisgjaldi,
tolli
og
øðrum
avgjøldum
fyrstu sjey mánaðirnar
av 2012 samanborið við
somu mánaðir í 2011,
tá sæð verður burtur
frá skattinum av pen
sjónsinngjøldunum?
Svar: Inntøkurnar vóru
98 milliónir krónur ella
5,75 prosent lægri fyrstu
sjey mánaðirnar av 2012,
samanborið
við
sama
tíðarskeið í 2011.
Síðani spurningurin varð
settur, hava vit eisini
fingið inntøkutølini fyri
august, og taka vit tey
tølini við, so kunnu vit
sambært
heimasíðuni
hjá TAKS staðfesta, at
inntøkur
landskassans
fyrstu átta mánaðirnar
av 2012 vóru umleið 150
milliónir krónur lægri
samanborið
við
sama
tíðarskeið í 2011.
5. Hvussu stór er hækk
ingin/lækkingin (í krón
um og prosentum) av
vanligum
landsskatti,
meirvirðisgjaldi,
tolli
og øðrum avgjøldum í
mun til metingarnar hjá
Fíggjarmálaráðnum
í
fíggjarkørmunum
fyri
2012, tá sæð verður burtur
frá skattinum av pen
sjónsinngjøldum?
Svar: Sambært fíggjar
kørmunum varð mett, at
landskassin fór at fáa 3.179
milliónir krónur inn í 2012.
Verður hetta umroknað
til sjey mánaðir, gevur
tað 1855 milliónir krónur.
Vit kunnu staðfesta, at
landskassin fekk 1609
milliónir krónir fyrstu
sjey mánaðirnar av 2012.
T.v.s. at landskassin hev
ur fingið 246 milliónir
krónur ella 13,25 prosent
minni inn, enn mett í
fíggjarkørmunum.
Síðani spurningurin varð
settur, hava vit eisini
fingið inntøkutølini fyri
august mánað. Taka vit
tey tølini við, kunnu vit
staðfesta,
at
inntøkur
landskassans
fyrstu
átta mánaðirnar av 2012
hava verið umleið 300
milliónir lægri enn mett
í fíggjarkørmunum.
Sum tølini vísa, so er tað
als ikki rætt, tá ført verður
fram, at flatskatturin hev
ur havt positiva ávirkan
á
landskassan.
Tvørtur
ímóti staðfesta tølini, at
flatskatturin
hevur
havt
katastrofalar fylgjur fyri
landskassan, og tí verður
helst neyðugt við ógvuslig
um skerjingum í okkara væl
ferðarskipanum
komandi
árini.
Lat tað vera sligið fast,
at Javnaðarflokkurin
ynskti eisini skatta
lætta. Men hesin skuldi
koma teimum til góðar,
sum høvdu størsta
tørvin, also lág- og
meðalinntøkunum
post@sosialurin.fo
Gjald fyri valgreinar
Frá fríggjadegnum 21. september at rokna taka vit gjald fyri valgreinar í sambandi
kommunuvalið. Valgreinar eru greinar frá valevnum og greinar, sum blaðstjórnin
metir sum valgreinar. Kostnaðurin er í lutfallinum 1.000 kr fyri fjórðingssíðu.