mikudagur 19. september 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. september 2012 · Nr. 109
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Nevnliga at okkara fiski
málaráðharri ístaðin fyri
at leggja makrelfiski
skapin soleiðis til rættis,
at vinnan bæði á sjógvi
og landið fekk optimala
úrtøku, so hevur fiski
málaráðharrin
bein
leiðis lagt so ógvusligar
forðingar fyri makrel
flotanum, at uppsjóar
virkini bert hava fingið
eina helvt at tí, tey
kunna arbeiða undan. At
skiparar beinleiðis skíra
hjáveiðuprosentið á sild,
sum fiskimálaráðharrin
hevur ásett, fyri eina
beinleiðis fellu, tað vísir
manglandi vit og skil
fiskimálaráðharrans
í
hesum álvarsmáli.
Hetta kann koma at
kosta vinnuni og sam
felagnum, um kvotan
ikki verður uppfiskað.
Líka so álvarsligar er
gitingarnar um útblak
ing,
tá
menn
innan
fiskivinnuna av berari
frustratón av manglandi
áræði fiskimálaráðharr
ans fær teir til at leypa
fram av, og siga tað
sum betri var ósagt. At
so stjórin í fiskiveiðu
eftirlitinum í fjølmiðl
unum í dag, fer so langt
sum at siga, at nú er tíð
uppá, at onkur ( f...............
in ) má vakna, ja, tað er so
langt úti, at handfaringin
av makrelkvotuni átti at
fingið avleiðingar fyri
fiskimálaráðharran.
Tað má sigast at
vera lagnunar speisemi,
at
makrelsamgongan
fekk av grovfílini av
sama manni seinasta
heyst, har hann við
síni vanligu arrogansu
ákærdi ta samgonguna
fyri at hava handfarið
makrelkvotuna so vána
liga, at samfelagið hevði
mist eina hálva milliard
orsakað av hesum. Hetta
hóast øll kvotan varð
uppfiskað,
og
lands
kassin fekk ut í móti 100
mill. kr. í sín part, eins og
manningarnar á skip
unum fingu eina góða
úrtøku.
Víst
vóru
mistøk
gjørd, tí skoðbráið var
stutt, nakrar fáar vikur,
meðan
løgmaður
og
sitandi
fiskimálaráð
harri høvdu eitt hálvt ár,
har kjakast var um eitt
tilfeingisgjald sum bleiv
av ongum. Hervið hevur
løgmaður
tveitt
alla
ábyrgd frá sær í samband
við makrelfiskiskapin,
har hann segði seg vera
garantin fyri, at soltni
landskassin skuldi fáa
eitt tilfeingisgjald.
Vónandi eyðnast tað
makrelflotanum í elliv
inta tíma, at fáa so gott
fískarí,
at
uppsjóar
virkini fáa tað opti
malt burtur úr makrel
fiskiskapinum, eins og
manningarnar fáa eina
góða inntøku, í samband
við henda fiskiskap.
So rakti
Hanus
seymin á
høvdið
Frank Davidsen
Fyrispurningur viðvíkjandi
at tryggja føroyska
dansinum dygga framtíð
Bjarni Djurholm
løgtingamaður
1. Hevur landsstýrismaðurin
ætlanir um at virka fyri
at føroyski dansurin fær
javnbjóðis
møguleikar
við tey tónleika- og ment
anartilboð, sum eru á § 7 á
fíggjarlógini?
2. Fer
landsstýrismaðurin
í eini umraðfesting av
mentanartilboðunum at
veita dansifeløgunum í
landinum árliga játtan,
sum tryggjar føroyska
dansinum
eina
dygga
framtíð?
3. Føroyski dansurin er eitt
av okkara sereyðkennum,
er mentanararvur. Fer
landsstýrismaðurin
at
fylgja ásetingunum hjá
UNESCO, sum hevur álagt
hvørjum landi at varðveita
sín tjóðararv?
4. Føroyski
dansurin
er
einasti av sínum slagi,
yvirhøvur.
Fer
lands
stýrismaðurin
at
rað
festa játtanir soleiðis, at
dansurin verður sjálv
sagdur partur avokkara
marknaðarføring
sum
ferðamannaland?
Viðmerkingar:
Føroyski dansurin er aldar
gamal og hevur sín uppruna í
Suðureuropa í 1200 árunum.
Sum tíðin er liðin er hesin
aldargamli dansur burtur
blivin allastaðni uttan í
Føroyum, her hann gjørdist
mentanarberin burturav, og
man vera ein høvuðsorsøkin
til, at føroyska málið ikki fán
aði burtur.
Sæð í søgunnar baksýni,
so er føroyski dansurin
einasti av sínum slagi, sum
er til. Tí hava vit ábyrgd av
at varðveita og brúka hann.
At gera umstøðurnar sol
eiðis, at føroyski dansurin
framhaldandi
kann
vera
ein av mentanarvitunum í
samfelagnum, har kvæðini,
vísurnar
og
dansispølini
eggja
ungum
sum
eldri
at njóta stevið og sosialu
samveruna, tá kvøðið verður.
Har fólk eru aktiv, lurta, læra
og uppliva.
At føroyski dansurin er
partur av okkara samleika
hevur eisini týdning í okk
ara tilvitan sum fólk. Tí er
føroyski
dansurin
eisini
sjálvsagdur í okkara markn
aðarføring sum ferðamanna
land, har vit umvegis dansin
og dansispølini kunnu geva
fremmandafólki
ábending
um okkara ríka mentanararv,
sum ikki finst nakra aðra
staðni.
At vit soleiðis í framkomna
informatiónssamfelagnum
kunnu njóta og vísa fram
henda dýrgripin av okk
ara mentan, gevur ríkar
upplivingar, sum fremmanda
fólk kunnu undrast yvir og
fáa tokka til.
Hóast dansurin soleiðis
er ein eyðsýndur mentanar
dýrgripur og ein gluggi inn
í føroysku sjálvsfatanina,
so hevur hann ikki havt
bestu korini at virka undir,
og eru tað mestsum bert
dansifeløgini, sum eiga æruna
av, at føroyski dansurin
framvegis er fólkaogn.
Yvirhøvur dáma flestu
føroyingum føroyska dansin
og kenna samleika við kvæði,
løg og stev, hóast tey ikki eru
virkin í dansifeløgunum
Kortini tykist kunnleikin
um føroyska dansin at vera
av avmarkaður. Nakað, sum
frálíður kann tálma neyð
uga áhugan millum manna
at varðveita føroyska dansin
sum ein sjálvsagdan ment
anararv.
Í
fólkaskúlalógini
er
ásett, at næmingarnir skulu
læra føroysk kvæði. Kortini
tykist hetta ikki at vera nóg
mikið, og eigur landsstýrið
at
uppraðfesta
kvæðini
og føroyska dansin, so at
hann verður javntstillaður
við
onnur
tónleika-
og
mentanartilboð, sum árliga
verða játtað á fíggjarlógini.
Eisini kundi verið hug
sandi, at fólkaskúlin í størri
mun fær góðar kvøðaðar og
dansarar sum leiðbeinarar,
skiparar og instruktørar til
at hjálpa lærarum at kvøða
og dansa við børnunum.
Ein góður kvøðari dugir
helst eini tvey-trý túsund
ørindi. Hann brúkar kanska
líka nógva tíð til at læra og
minni seg aftur á kvæðini,
sum ein góður tónleikari (á
klaver, gittara, violin, fagot
o.s.fr.)
áhaldandi
brúkar
at menna sínar førleikar.
Kortini man kvøðarin neyvan
njóta somu virðing fyri sín
dugnaskap.
Tað er spell og ein missur
fyri okkara mentanararv.
Veruliga skuldu góðir kvøð
arar havt møguleikan fyri
samsýning at ferðast runt
skúlarnar og lært frá sær og
dansa føroyskan dans við
skúlabørnunum.
UNESCO
hevur
álagt
hvørjum landi at varðveita sín
tjóðararv. Føroyski dansurin
er okkara, og átti tí sjálvsagt
at havt størri rúmd í almenna
mentanarpolitikkinum
og árligu játtanini á fíggj
arlógini.
Tí eigur landsstýrið á
komandi fíggjarlógum at
geva
føroyska
dansinum
javnbjóðis møguleikar við
tey tónleika- og mentanar
tilboð, sum eru á § 7 á fíggj
arlógini, og verður tí heitt
á
landsstýriskvinnuna
í
mentamálum um at kanna
hvussu føroyski dansurin
- tvs. Sláið Ring, landsfelag
føroyskum dansi at frama
- í eini umraðfesting av
mentanartilboðunum, kann
fáa árliga játtan, sum tryggjar
føroyska
dansinum
eina
dygga og bjarta framtíð.
Sendið viðmerkingar til post@sosialurin.fo