mikudagur 19. september 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 19. september 2012 · Nr. 109
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit gera nógv burtur
úr at koma fram til tað
rætta
brandið,
vøru
merkið, fyri Føroyar, so
vit fáa fleiri ferðafólk.
Men brandini kunna eis
ini vera fleiri.
Fátt hevur sligið Før
oyanavn so væl fast í
útheiminum sum før
oyskur ítróttur. Tað veri
seg
fótbóltslandsliðið,
svimjarar og ítróttafólk
úr ÍSB v.m. Hetta eru
eisini føroysk brand.
Tann fremsti pallurin
fyri teimum føroysku
ítróttabrandunum
er
Tórsvøllur. Her koma
javnan heimsins bestu
fótbóltslið
og
onnur
góð lið at kappast móti
okkara landsliðnum, og
stundum taka vit tey á
bóli.
David og Goliat
Tórsvøllur er karmurin
um bardagarnar millum
Dávid og Goliat, sum
hugtaka fólk niðri á tí
stóra
meginlandinum
og aðrastaðni. Sent
verður fleiri ferðir um
árið beinleiðis higani
inn í stovurnar hjá fólki
í fleiri heimspørtum.
Tað sigur seg sjálvt,
at okkara fremsti sýnis
gluggi út í heimin má
vera up to date. Tí leggja
Tórshavnar kommuna
og Fótbóltssamband Før
oya saman við altjóða
fótbóltssamgongunum
UEFA og FIFA rygg til at
dagføra vøllin.
Tá jarntjaldið fall fyri
um 20 árum síðani, fóru
vit at ferðast eystur um
við fótbóltslandsliðnum.
Stadion har vóru øll
niðurundirkomin, gom
ul og slitin, men eitt
var felags fyri tey: tey
høvdu klassiskan stíl.
Nú eru tey langtsíðani
nútíðargjørd, og í dag
kemur tú til líka fram
komnar
ítróttavøllir
eystanfyri sum vestan
fyri, og tað hevur ikki
verið ókeypis.
Føroyar hingið eftir
Eitt land hevur hingið
eftir. Tað eru Føroyar.
Tórsvøllur varð gjørdur
eftir førimuninum, sum
var.
Stórt
sjálvboðið
arbeiði varð gjørt fyri at
fáa hann í lag og halda
hann
gangandi,
men
sum
undirtøkan
var
tá í fótbóltsheiminum
og
millum
almennar
myndugleikar,
kundi
hann neyvan endað øðr
vísi enn hann endaði.
Tórshavnar
komm
una
hevur
yvirtikið
hann
frá
Tórsvallar
grunninum, og skula
vit gera okkum vónir
um at varðveita hendan
fram úr sýnisgluggan
út í heim og fáa meiri
gagn
av
honum,
so
mugu tøkini takast nú.
Havnin og Føroyar fáa
tað flerfalt aftur.
Tað er eisini hugaligt,
at við hesum tøkum
fáa
fótbóltsfeløgini
í
høvuðsstaðnum
nógv
fleiri vallartímar enn
áður. Tað tænir bæði
ungdóminum og ítrótt
inum.
Tórsvøllur
brandar
Havnina og
Føroyar
Jógvan Arge
formaður í
mentamálanevnd
Tórshavanr býráðs
Visjónin um Boðanesøkið
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Okkara visjón um umhvørv
ið í Tórshavnar Kommunu
hevur leingi verið, at um
hvørvið skal vera reint, og
at orkunýtslan, ið hongur
neyvt saman við umhvørv
isverndini, skal vera so av
markað, sum til ber.
Málið er, at allar áir, vágir,
strendur og fjøra skulu ger
ast reinar, og yvirskipað
skal alt vatn vera reint, tá
tað rennur á sjógv. Ikki fyrr
enn hetta er rokkið, er um
hvørvisstøðan hesum við
víkjandi nøktandi.
Arbeiðið at løggilda klo
akkirnar hevur hildið fram. Í
ár verður kloakk liðugtgjørd
út á sjógv á Argjum og sum
partur av at reinsa Hoydalsá
verður nýggj kloakk gjørd
frá
Óluvugøtu
oman
til
Svartafoss.
Tá kloakkin frá Óluvugøtu
oman í Svartafoss er liðug,
rennir onki skitið vatn í Hoy
dalsá, sum rennir út niðri við
Boðanes. Tá nøkur onnur
smáarbeiði eru liðug nú í
2012 ber til at siga, at alt, sum
rennir úr Havnini, er reint.
Grøn øki, har fólk trívast,
verða framhaldandi ment
við gøtum og planting í
størri mát, og arbeitt verður
við at gera náttúru- og frí
tíðartilhaldsstøð nærhendis
íbúðarøkjum.
Arbeitt
verður
eisini
við ætlanum at gera gøtur
framvið
sjóvarmálanum
Yviri við Strond, og harvið
at knýta eitt enn størri øki
upp í stóra og vælumtókta,
samanhangandi náttúruøkið
framvið Hoydalsá, líka frá
Boðanesi niðan gjøgnum
Villingardal.
Úti við Boðanes er eitt
grótbrot, sum stendur sum
eitt sár í landslagnum. Nakað
av peningi er settur av til at
fríðka og møguliga skapa
okkurt í økinum. Her eru
ótrúligir møguleikar í hesum
náttúruvakra øki til at skapa
nakað, sum er púra øðrvísi,
sum kann vekja altjóða ans.
Her hava ráðgevin og
grafikarin spælt sær við
tankanum um eina konsert
høll, eina Concerto Grotto
Hall við plexiglashválvi. Eitt
spennandi uppskot, har fólk
við hepnari hond hava megn
að at skapa nakað burturúr,
uttan at gera stór inntriv í
náttúruna, men heldur at
brúka náttúruna sum part av
arkitektonisku heildini.
Slíkar visjónir eiga at elva
til kjak. Okkum tørvar opið
kjak um viðuskifti sum hesi.
Tí tað eru málini, vit seta
okkum - visjónirnar, ið skapa
framtíðina.
Ein spennandi kommunalan fólkaskúla!
Jákup av Skarði
Høvuðsstaðurin skal bjóða
næmingunum umstøður og
tilfar, at næmingarnir trív
ast í einum spennandi og
avbjóðandi fólkaskúla. Hetta
verður við til, at barnafamiljur
støðast, samstundis sum tal
an er um arbeiðsskapandi
øki og nógvar skattakrónur
til kommunala kassan.
Fólkaskúlin er øki, ið á
ein hátt fellur uttanfyri bý
ráðspolitikk, og tó er av al
stórum týdningi fyri flestu
borgararnar - eisini í Tórs
havnar kommunu. Sum er,
standa kommunurnar fyri
bygningum og tilfari, meðan
landið hevur lærarar og
leiðslur undir sær - og soleiðis
eigur tað framhaldandi at
vera.
Sjálvsagt verður kapping
millum kommunur, at fáa
skúlunum amboð og tilfar,
ið geva næmingunum møgu
leika at sleppa at arbeiða við
teim tólum, ið hóska best til
ymsu lærugreinirnar. Hetta
er galdandi fyri allar læru
greinir, men fokus hevur nú
verið á teldum, og ymiskt
er, hvat skúlar bjóða næm
ingunum. Teldur, ella tað,
vit nevna "KT-økið", eigur at
verða samskipað betur, og
skipast má, at kt-vørðir í skúl
unum hittast at menna kt-
økið saman við kt-deildini.
Tórshavnar
kommuna
eigur at samskipa kommunalu
skúlarnar, soleiðis at útboðið
er
breitt,
avbjóðandi
og
spennandi. Hol er sett á ein
skúlareform, men vit eiga
eisini at skipa skúladagarnar,
at næmingar hittast, og at
lærarar í kommununi fáa
høvi at hittast og tjakast um
skúlamøguleikar.
Landið eigur at skipa fyri
at kappingin í minsta mun
órógvar læraran. Vit mugu í
Føroyum ansa eftir, at lærarin
hevur ein ásettan standard, ið
umfatar útbúgving og amboð.
Síðan verður tað til læraran at
nýta førleika sín á fullgóðan
hátt út frá tí, skúlin bjóðar.
Skulu vit á bestan hátt
styrkja og menna føroyska
fólkaskúlan, mugu vit har
afturat menna og manna
Mentamálaráðið. Ein ábyrgd,
kommunalpolitikkarar hava,
er at vísa landspolitikkarum
á øki, neyðug eru at arbeiða
við - Mentamálaráðið og
fólkaskúlin er eitt. Tað, sum
skal til nú, er, at landið gevur
sær betri far um sína ábyrgd
at førleikamenna lærarnar
og at fáa í lag, at lærarar hava
og duga at nýta nútímans
arbeiðstól.
Tí eiga kommunalu poli
tikkararnir at seta út í kortið
týdningin av einum sterkum
og avbjóðandi skúla, ið síðan
verður nýtt sum grundgeving
og samstarvi við lærarafelag
og mentamálaráð. Í einum
dialogi millum land og komm
unu kunnu vit fokusera á
styrki og møguleikar, heldur
enn at tvassa í kegli um "grá-
sonu" og trupulleikar.
Skulu vit koma á mál,
er ein fortreyt, ið liggur hjá
løgtinginum og landsstýr
inum: Mentamálaráðið skal
mannast við í hvussu er trim
um fólkum afturat á fólka
skúladeildini! Upp í saman
verður prátað um at fáa fólk
at støðast og starvast - her
er ein møguleiki: Lýs eftir
trimum fólkum, ið ynskja at
samstarva og seta út í kortið
tiltøk saman við fólkaskúla
deildini, ið betra arbeiðs
viðurskiftini innan skúlans
gátt - tá styrkja vit føroyska
fólkaskúlan!
Lat kommununa fram
haldandi skipa hølisviður
skifti og tilfar - men legg ikki
læraran út til kommununa!
Gjald fyri valgreinar
Frá fríggjadegnum 21. september at rokna taka vit gjald fyri valgreinar í sambandi
kommunuvalið. Valgreinar eru greinar frá valevnum og greinar, sum blaðstjórnin
metir sum valgreinar. Kostnaðurin er í lutfallinum 1.000 kr fyri fjórðingssíðu.