Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. september 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. september 2012 · Nr. 109 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak 17. septembur 1983 var dagurin Perlan varð tikin niður. Tað eru sostatt 29 ár síðani og ikki er nógv broytt síð­ ani tá. Vit eiga at rað­festa tónleikin hægri, tí vit eru øll brúkarar av hon­ um og hann er ein stórur partur av okk­ara mentan í dag. Eitt konserthús er arbeiðsplássið hjá tónleikarum har listin verður skapt, men tað er hús­ið til borgaran at hoyra og uppliva list. Vit eiga at hava eitt kon­ sert­hús til tónleik burturav. Vit eiga at seta pening av til rakstur. Hetta eru smáðar upphæddir ið skulu til, men tær høvdu gjørt stóran mun. Afturfyri høvdu vit fingið eitt livandi og ríkt tón­ leikaumhvørvi og eina spennandi og fjøltáttaða tón­leika­ mentan til gleðis og gagns fyri øll. Vit eiga at rað­ festa tón­ leikin Rógvi á Rógvu Innkoyring til og frá Tórshavn Vit mugu frá politisk­ari síðu fáa skil á at­komu­vegnum til og frá Tórshavn, tí hetta fer at lætta munandi um ferðsluna, sum fer at økjast munandi í sam­bandi við ein kom­andi nýggja Studenta­skúlan við Markna­gil og komandi Skála­ fjarða­tunnilin. Hetta mugu vit myndugleikar finna útav í góðum treysti. Eg havi funnið fram til, at tað koyra millum 10.000 – 11.0000 akfør inn í høv­ uðsstaðnum um døgnið og talið økist fyri hvønn dag sum tíðin gong­ur. Eg havi eisini leita meg fram til ymiskar ætlanir um atkomuvegir og verkætlanir kring høv­uðsstaðin. Eitt av tí fyrsta eg kom fram til, var um verk­ætlanina “Ytri ring­vegur”, sum eg skilji á lagnum er ein gomul 27 ára gomul verkætlan. Henda verkætlan er steðga upp, tí ósemja er mill­ um myndug­leik­arnar hvat skal gerast, hvussu tað skal gerast og hvør skal tað fíggja verkætlanina. Sum eg havi skilt á lag­ num, er talan um, at leggja nýggja vegin gjøgnum bygd øki ella gera ein tunnil á sama øki. Ella møguliga finna eina heilt aðra loysn, hevur eisini verið uppá tal, hesi seinastu árini. Eg fari ikki inni á nú, hvat er tann rætta loysnin hesum við­víkj­andi. Men eitt er vist og tað er at land og komm­una noyðast, at síggja veruleikan í eyguni og finna eina loysn á hesum álvarsmálið. Vit mugu taka hædd fyri einum nýggjum kom­andi Studentaskúla við Marknagil og ein­um kom­andi Skála­ fjarðar­tunnli, sum fer at økja ferðsl­una upp­aftur meira kring høv­uðs­staðin. Vit eru eisini vitandi um, alla ferðsluna sum nú er í Tórs­havn, serliga til og frá ar­beiði. Røðin av akførum á Hvíta­ nes -vegnum, á Vegnum Langa og í mið­býnum eru óvan­liga stórar. Somuleiðis kenna vit tíverri til fleiri ferðslu­vanlukkur á hes­um økjum. Eg fari, at arbeiða hart fyri at finna ein skila loysn á hesum um­fatandi málið, sum í núverandi støðu, rakar alla ferðslu í okkara høv­uðsstaði. Trýsti á ferðsluna kring land­ ið av hesum óloysta ferðslu trupulleika økist somu­leiðis. Nei, vit mugu fáa skil á okkara høvuðsvegi til og frá Tórshavn. Vit mugu eisini leggja ein langtíðar fígging frá politiskari síðu, fyri at loysa atkomuvegum til og frá okkara høvuðs­staði. Við nýggjum stu­denta­ skúli við Markna­gil og nýggj­ um Skála­fjarðatunnli, verður upp­aftur meira ferðslu- ruðu­ leiki. Vit kunnu ikki út­seta henda ferðslu trupulleika enn fleiri ár. Lat okkum nú finna eina loysn fyri allar partar til frama fyri Tórshavn og land okkara. GG.Eg frøðist tó um, at vit í kvøld hava samtykt, at dagføra Sundsvegin og at vit fara gera ein rund­ koyring. Havast skal í huga, at har kemur ein nýggj­ur mussikskúli at liggja og evt útbygging av kring­varps­ húsinum, tí eru hesa ábøtur sera átrokandi. Men enn er langt eftir á mál, sum vit sum býráð og landssins myndug­ leikar mugu loysa nú. Vit hava ikki ráð til at enn 27 ár skulu ganga, áðrenn hetta verður loyst. www.levimork.com Visjón um eina miðbýarloysn Vit kenna flestu orsøkirnar til at fólk flyta av landinum. Vantandi útbúgvingartilboð er ein orsøk. Har tykist vend spakuliga koma í, nú til­ gongdin til føroysku læru­ stovnarnar er størri enn nakrantíð. Tað eru aðrar orsøkir, men tá um Havnina ræður, so er eingin ivi um, at bú­ staðarkostnaðurin og vant­ andi útboð av smærri íbúðum er nógv størsta orsøkin. Kommunan hevur roynt allar snildir við alternativari bústaðabygging. Men í dag sita peningastovnarnir á keypi, sølu, mekling og endur­sølu av øllum húsa­ ogn­um og stýra harvið bæði prísi og rentu. Tí fellir prís­ urin ikki. Útbúgvingartørvurin ann­ars í fólkaskúlanum í bý­num verður loystur við nýggja Vesturskúlanum, sum m.a. kemur at yvir­taka allar skyldur, sum Komm­ unu­skúlin hevði. Komm­unu­ skúlin hevur tænt sínum endamáli væl seinastu seksti árini. Samstundis siga fólk, at miðbýnum tørvar fólk, tí fólk skapa lív. Og miðbýnum tørvar lív, fólkinum tørv­ar parkeringsøki og hand­ils­ lívinum tørvar kundar. Her er eitt uppskot, sum kanska loysir ein stóran part av øllum hesum trupul­ leikum. Arkitekturin ímyndar sær at bygdur verður ein bústaðarbygningur/kolleg­ ium har, sum kommunuskúlin í dag stendur. Í hesum uppskotinum einsa­møllum eru 45 íbúð­ir og ein hópur av par­kerings­ økjum, flestu teirra undir jørð. Kanska kundi hetta upp­ skot loyst ein part av bústaða­ trupul­leikanum, útvegað hóp av parkeringsøkjum, sam­ stundis sum hetta hevði flutt útivið hálvthundrað ungar familjur mitt inn í hjartað á býnum. Tað hevði eisini økt um virksemið hjá handilslívinum og matstovuvinnuni í mið­ býnum og soleiðis yvirhøvur skapt ein meira livandi mið­ bý. Tað eru slíkar visjónir, ið elva til kjak. Okkum tørvar eisini opið kjak um viðurskifti sum hesi. Tí tað eru málini, vit seta okkum - visjónirnar, ið skapa framtíðina. Heðin Mortensen borgarstjóri Levi Mørk Formaður í byggi og býarskiparnarnevndini Vit mugu taka hædd fyri einum nýggjum kom­ andi Studentaskúla við Marknagil og ein­um kom­andi Skála­fjarðar­ tunnli, sum fer at økja ferðsl­una upp­aftur meira kring høv­uðs­staðin.