mikudagur 19. september 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 19. september 2012 · Nr. 109
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fríggjadagin 21. septembur
eru 90 ár liðin, síðani Christ
ian Høgnesen, Christian úti
á Oyri, fyrstu ferð sá dagsins
ljós í heiminum í Niðrustovu
á Norðoyri. Christian er son
ur Kristionnu og Jóan Karl,
mamman var av Kirkju og
pápin av Oyri. Christian vaks
upp í stórum systkinaflokki
á Oyri, har hann eisini aldist
til mans.
Barna- og ungdómsár
Barnauppaling og tilveran hjá
børnum tá Christian vaks upp
í tjúgunum og tríatiárunum
var nokk so nógv øðrvísi
enn í dag. Húsarhaldini vóru
sjálvbjargnari tá í tíðini enn
nú, tá talan var um mat, klæði
og brennievni. Tá var kúgv
í hvørjum húsi, og mjólkin
var álitið í húsarhaldinum.
Klæðini bæði til børn og
vaksin vóru eisini virkað við
hús av ullini, ið seyðurin gav,
og hitin í húsunum var fingin
av tí torvi, ið familjan skar.
Heimið eisini
arbeiðspláss og skúli
Pápi plagar at siga, at heimið
hjá sær var ikki bara eitt heim,
men eisini eitt arbeiðspláss
og skúli. Tríatiárini, tá pápi
vaks upp, vóru sera ringar
tíðir og pengar vóru eingir
millum fólk. Úr handlinum
keypti tú bara tað allarmest
neyðturviliga, ið ikki kundi
fáast til vega heima við hús.
Tað hevði tí sera stóran týdn
ing at fáa sum mest burtur
úr øllum tilfeingi og at fara
væl um tað, tú hevði, og
hetta hevur merkt pápa alla
hansara tíð, hann dugir so
sera væl at fáa væl burtur úr
øllum.
Abbi var bóndi, og tey
fingu nógv av landinum,
men har vóru nógvir munnar
at metta, og øll skuldu hava
klæði á kroppin. Matur og
klæði vóru virkað við hús
og burtur úr tí, ið landið
gav. Eins og onnur børn tá í
tíðini vóru pápi og systkin
hansara hildin til arbeiðið,
tá ið tey vóru so fræg, kropp
urin skuldi venjast, fínmoto
rikkurin mennast og sans
irnir skerpast. Pápi plagar
at siga frá, tá ið abbi lærdi
hann og brøðurnar at ganga
skorarnar. Oftast tók abbi
teir við sær tveir og tveir, og
fyri hvørja ferð gingu teir
longri enn frammanundan.
Tá abbi helt, at nóg mikið
var fyri smádreingirnar, bað
hann teir sita pinnastillar á
rókini og bíða, til hann kom
aftur eftir teimum. Nakrar
hundrað metrar dygst nið
ur fyri var bláa havið, og
smádreingirnir
lærdu,
at
hetta var ikki spæl, men lív
sins djúpa álvara.
Børnini lærdu skjótt at
arbeiða, tí tey sóu tilburðin,
meðan arbeiðið fór fram, og
foreldrini tosaðu hart um
tað, ið gjørt var, so at børnini
skuldu skilja, hví tey gjørdu,
sum tey gjørdu.
Hetta var ein tíð, har før
oyingar livdu nógv nærri
náttúruni enn í dag og lív
bjargaðu sær av tí, ið fekst
úr bø og haga, úr bergi og
av sjónum. Tey livdu eisini
eftir árstíðunum, og føðin og
torvið máttu fáast til vega,
tá líkindi og umstøður vóru
til tess. Eggini máttu fáast
úr bjørgunum í eggjatíðini,
fuglurin í fuglatíðini, torvið
í torvtíðini, hoyggingin á
sumri, flettingin á heysti
og spinningin um veturin.
Pápi sigur, at hetta var ein
stríggin, men góð tíð. Tey
vóru ikki so fremmandgjørd,
tá tað snúði seg um føði og
klæði, sum fólk eru í dag. Har
umframt logaði so nógv uppi
við arbeiðið. Tað vóru ikki
blankar krónur og penga
seðlar at vinna, men tey sóu
úrslitið av arbeiðnum og
gleddust, tá væl hildnaðist.
Og um kvøldið fóru tey móð
og glað til songar, takkaðu
Guði og løgdu seg í Harrans
hendur.
Kríggið tók mannalív
og gav pengar
Pápi var um 17 ára aldur,
tá 2. heimsbardagi brast á
og lærdi tá múraraarbeiði
hjá pápa sínum Jóan Karl,
Óla hjá Húsa Póli og Jens
Vilhelm. Eitt arbeiði, ið pápi
var við til undir krígnum var
at gera fimleikarhøllina til
táverandi skúla í Klaksvík.
Hetta var stórarbeiði í Klaks
vík tá, ið pápi hansara, Jóan
Karl, Óli og Jens høvdu
átikið sær. Tá pápi hevði
lært múraraarbeiði, lærdi
hann eisini húsasmíð hjá
teimum trimum, pápanum,
Óla og Jensi. Pápi plagar at
siga, at kríggið hevði stórar
broytingartíðir við sær, eisini
í Føroyum. Undir krígnum
vóru nógvir pengar millum
fólk, og nógv kundi keypast
fyri pengar. Hentleikar, ið
ikki vóru vanligir fyri kríggið,
men sum gjørdust populerir
undir krígnum, vóru m.a. WC
og baðikør.
Undir
krígnum
bygdu
klaksvíkingar sær hús úti í
Grøv, niðarlaga í Gravardali,
sum skjól fyri bumbuflog
førum. Tilfar mátti fáast til
vega, men vegur var og er
eingin til hesi hús. Í Niðri
stovu á Oyri høvdu tey hest,
og pápi fór við hestinum
av Oyri at hjálpa til at fáa
tilfarið niðan til hesi húsini,
og pápi minnist aftur á, at
so nógvir pengar vóru tá
millum fólk, at bæði hann
og hesturin fingu tímaløn.
Hetta var næstan óhoyrt.
Føroyingar vunnu nógvan
pening
undir
krígnum,
men rindaðu eisini dýrt við
mannalívum, og nógv mistu
forsyrgjara og næstrafólk, og
tey vóru ikki væl fyri; tá var
heldur eingin almannahjálp.
Nógv kundi keypast fyri
pengar, men ikki lívið.
Manndómsárini
eftir kríggið
Tá kríggið var um at vera
av, var pápi komin til mans,
og tá tráaði honum eftir at
sleppa á sjógvin. Her var
hann heppin og slapp við
Føroya bestu fiskiførum.
Fyrsta skipið hann var við
var Skálanes hjá Dáva úr
Gerðum, og tá fiskaðu teir
við bátum í Íslandi. Hetta var
summarið 1944. Skálanes lá
um heystið, og tá slapp pápi
við trolaranum Dragabergi
hjá Kjølbro, ið royndi við
Norrakystina, í Hvíthavinum,
við Bjarnoynna og í Íslandi.
Við hesum fiskiførum vann
pápi sær so mikið av peningi,
at hann kundi hugsa um at
fara upp á skúla. Ein dagin
á veg úr Havn til Klaksvíkar
hitti pápi Enniberg, ið var
skúlastjóri í Klaksvík. Pápi
hevði hoyrt, at sjómansskúli
var í umbúna í Klaksvík, og
hann spyr Enniberg, hvat
hann veit um hetta. Enniberg
vísir honum á Fischer Heine
sen, ið eisini var við á túrin
um, og sigur, at hatta var rætti
maðurin at spyrja. Pápi tosar
so við Fischer, og Fischer
sigur, at hann skal skriva
hann upp sum næming á
Klaksvíkar
Sjómansskúla.
Á heysti 1947 var Klaksvíkar
Sjómansskúli
settur
á
stovn, og pápi var í fyrsta
flokkinum. Veturin 1947/48
tekur hann setskiparaprógv,
og veturin 1948/49 tekur
hann so longdina, eisini á
Klaksvíkar
Sjómansskúla.
Hesar próvtøkur lata upp
nýggjar dyr, og eftir próv
tøkurnar mynstrar pápi sum
bestimaður, m.a. við Poppy,
ið sigldi úr Klaksvík við út
róðrarfiski á bretska mark
naðin.
Settu búgv á
Gerðareiði
Í 1954 giftist pápi við mammu
okkara Jóhonnu Frederikku
Joensen frá Gjógv, og tey
búsettust í nýggju húsum
sínum á Gerðareiði í Klaksvík.
Tá pápi var giftur, gavst hann
við skipslívinum og fekk sær
útróðrarbát saman við bróð
urinum Dia og sváginum
Jóan Paula, fyrst Sævarenni
og síðani Brattenni. Pápi róði
út í nógv ár, men tíðliga í
sjeytiárunum vendi hann aft
ur til handverkið og arbeiddi
sum húsasmiður í fleiri ár.
Mamma og pápi fingu
tvær døtur, Kristinbjørg og
Jórun. Saman skaptu tey eitt
sera gott heim fyri okkum,
og eru tey okkara fyrimyndir
í mongum førum í dag.
Mamma andaðist í 2004, og
síðani tá hevur pápi húsast
einsamallur.
Lívskunstnari
Mamma segði altíð, at pápi
dugdi so væl at eldast. Hann
settist ikki hendur í favn,
um aldurin bleiv høgur.
Hann dugir at laga seg eftir
aldrinum og fæst altíð við
okkurt, sum honum dám
ar væl: heldur bátin við
líka, umvælir súkkluna og
fær veiðuna til høldar. Pápi
hevur altíð verið sera ar
beiðssamur og hevur egnt
nógvar stampar á Stong
unum líka til dagin í dag.
Hann fylgir væl við útróðri
og fiskiskapi og øllum sam
felagsviðurskiftum, og hann
harmast um stígin, nú er
komin í útróðurin. Pápi hevur
eisini fingist nógv við seyð og
havt mangar góðar løtur úti á
Oyri eins og í maskinbátinum
á Boroyðarvík, og mangan
hevur hann fylt ikki bara
sína egnu frystiboks, men
eisini okkara við góðum
fiski.
Í Klaksvík er pápi næstan
vorðin býarmynd við síni
gomlu Yamaha knallert, sum
hann ferðast aftur og fram
við nærum hvønn dag. Við
reyðari húgvu á høvdinum
og fartelefon í lummanum
strýkur hann gjøgnum býin,
og tað er ikki so sjáldan at
síggja hann í hugnaligum
práti við fólk, hann møtir á
vegnum.
Nýtur lívsins
vesturskin
Øll, ið kenna Klaksvíkina,
vita, hvussu heitt, fjálgt og
vakurt vesturskinið er her. Tá
tú rundar tey níti skerst ikki
burtur, at lívssólin er farin
at ganga vesturum, men vit
mugu siga, at pápi gleðist
um at kunna njóta lívsins
vesturskin saman við sínum
eftirkomarum, familju, vin
um og kenningum.
Góði pápi ! Vit ynskja tær
hjartaliga til lukku við níti ára
føðingardegnum og ynskja
tær eitt blítt lívskvøld. Takk
fyri alt tað, sum tú ert fyri
okkum og familjur okkara.
Føðingardagurin verður
hildin leygarkvøldið 22. sep
tember í hølum Klaksvíkar
Húsmøðrafelags, Bøgøtu 3 í
Klaksvík kl. 18. Øll eru hjarta
liga vælkomin.
Døturnar
Christian úti á Oyri 90 ár
Ein tíðarmynd og heilsan
Pápi við langabbasoninum Mikkjali
Mamma og pápi