mikudagur 19. september 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. september 2012 · Nr. 109
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Fáur hevur ímyndað Havnar
Bóltfelag so sterkt og leingi,
sum Jógvan á Lað. Hann
byrjaði har sum hálvvaksin
og var har til sín deyð nú 90
ára gamal. Hann var einasti
heiðurslimur, sum nakrantíð
er kosin í HB. Tað var í 1992,
tá hann fylti 70.
HB og fótbóltur mólu altíð
í høvdinum á Jógvani. Tí var
hann at síggja í Gundadali
bæði gerandis og heilagt.
Hann fylgdi øllum dystum
hjá besta liðnum og nógvum
dystum hjá øðrum liðum
við.
Á ellisárum var hann fast
ur fúsur til venjingarnar hjá
teimum ungu liðunum, og
hann legði sær altíð eina við
at heilsa upp á venjarar og
leiðarar, fritta um støðuna
og útlitini og eggja teimum
til. Tí var tað natúrligt, at
pengarnir fyri kransar og
blómur í hansara føri fóru til
ungdómsarbeiðið í HB.
Havnarmaður á Sorø
og í Keypmannahavn
Jógvan var havnarmaður,
men borin í heim heima á
Sandi, haðani mamman Tina
var. Pápin var Diaba hjá Karl
á Lað, ið doyði tíðliga í tríati
árunum. Jógvan fór ungur at
spæla fótbólt í HB. Spældi sín
fyrsta dyst 15 ára gamal í 1937
á 2. liði. Tað var í Klaksvík,
har hann hevði ættarbond
í Gerðum, og seinni kom at
spæla mangan dyst móti
Zakaris á Reyðhúsi og øðrum
køppum.
Sama ár fór hann á Sorø
at ganga á studentaskúla.
Spældi nógvan fótbólt har og
kom beinanvegin á skúlaliðið
saman við kunningunum úr
Havn Jóannesi Simonsen og
Jóannesi Toftum. Teir vóru
allir berandi kreftir á lið
num.
Stríðsárini búði Jógvan
í Keypmannahavn. Gekk á
Polyteknisk
Læreanstalt,
har hann tók prógv sum
civilverkfrøðingur. Frítíðina
brúkti hann í Ítróttafelagnum
Føroyar, sum stóð seg væl
í
kappingini
hjá
Dansk
Arbejder Idræt. Eftir kríggið
kom Jógvan heim við donsku
konu síni Irmgarð, sum hann
giftist 2. jólakvøld í 1944.
Verkfrøði og fótbóltur
Eitt stutt skifti eftir heim
komuna hevði hann heitið
sum
landsverkfrøðingur.
Á hesum stovni starvaðist
hann fram í trýssini, tá hann
og fleiri stovnaðu Lands
byggifelagið at ráðgeva um
tey mongu vega- og havna
arbeiði, sum vóru í eygsjón.
Hann kom nógv runt í land
inum. Búði t.d. í Runavík frá
1949 til 1952, har hann stóð
fyri keibyggingini, sum var
tað veruliga frambrotið hjá
bygdunum har á leiðini.
Frítíðin í Føroyum varð eis
ini brúkt til fótbólt. HB var
illa fyri eftir kríggið. Fekk
næstan ikki mannað 1. lið
í 1945. Jógvan var millum
teirra, sum nú løgdu rygg til
at føra felagið víðari við tí
gamla formanninum Jógvani
Rasmussen við róðrið eina
ferð enn. Havi hoyrt sagt frá,
at treiskaðust ikki Jógvan og
Meinhardt, farbróður, í HB
tá, so er óvist, um felagnum
beyð bøtur.
Trupul byrjan
Jógvan á Lað kom við nógvum
íblástri av Flatlondum og
var sjálvur ein góður og
sermerktur spælari. Í 1948
ummæltu Ítróttatíðindi hjá
ÍSF hann sum spælara:
“Ov nógvir av okkara
leikarum leika ov nógv fram
eftir fummum og meira
bróta seg fram við bóltinum
enn leika. Jógvan leikar seg
fram við bóltinum, glíður
til viks og fram við mót
støðumanninum við smáum
fintum. Hetta er vakur og
klókur leikur, men ikki fæst
nógv burtur úr honum, tá tú
ikki hevur partamenn, sum
duga og skilja hendan leik.
Jógvan var tey fyrstu árini
at kalla einsamallur, hinir
herjarnir skiltu hann ikki,
og tí kom mangan lítið av
skafti”.
Tað bragdaði umsíður, og
tað hjálpti væl, at dreingja
deild varð sett á stovn í 1947.
HB helt seg hava vunnið FM
í 1949, men misti tað aftur
til stóra iðran hjá Jógvani
og feløgum. Men hann var
framvegis oddamaður og
liðskipari, tá HB vann sítt
fyrsta FM í 1955 og annað í
1960. Jógvan var eisini við
til teir mongu steypasigr
arnar í kappingini um Ísa
fjarðarbikarinn frá hálvum
fimmtiárunum.
Hann var fastur maður á
landsliðnum móti Hetlandi
frá 1948 til 1957, og var tann
fyrsti, sum fekk gullnálina
hjá ÍSF fyri fimm dystir. Í 1962
vóru neyðsendarboð eftir
honum sum 40 ára gamal at
tørna til aftur á landsliðnum
fyri ein yngri miðverja, sum
fekk forfall.
Nýtt ættarlið tók nú meir
og meir yvir. Ikki minni
enn trý FM aftrat vórðu
vunnin til HB í trý ár á rað
í sekstiárunum. Samstundis
fóru tær yngru deildirnar á
flog til eina glæsiliga fram
tíð.
Formaður fleiri ferðir
Jógvan sat stundum í nevnd
ini í HB. Kom fyrstu ferð inn
har í 1948 og var formaður
í 1949. Í 1954 var hann aftur
í nevndini. Árini 1962-1964
var hann formaður og aftur
árini 1970-1972. Bæði skeiðini
vórðu FM vunnin, og seinna
skeiðið bygdu teir HB-húsið
við Gundadalsvegin, sum
var eitt stórt framstig eftir
mong ár í reyða HB-húsinum
longur uppi við ánna.
Jógvan á Lað var altíð tøk
ur til at veita HB ein beina og
átti sín lut í glæstriborgini,
sum seinni varð bygd við
Ovaravøll. Tann vøllin mundi
Jógvan hava sín lut í at pro
jektera eins og vestara skýlið,
sum var fyrsta veruliga stad
ionskýli í Føroyum. Og Ovari
vøllur var fyrsta víðkan
av fótbóltsumstøðunum í
Gundadali síðani 1911!
Jógvan var eisini virk
in í samskipanini av før
oyskum ítrótti. Hann var
í fleiri ár í fimmtiárunum
annaðhvørt næstformaður
ella stjórnarlimur í Ítrótta
sambandi Føroya, og í 1954
var hann kappingarstjóri.
Tað var eitt starv, sum altíð
kravdi sín mann.
Jógvan var sera takk
samur á 75 ára veitsluni hjá
HB, tá eg sum ÍSF-formaður
takkaði felagnum fyri tað
týðandi arbeiðið, sum HBarar
í størri tali enn onnur høvdu
lagt í ÍSF sum nevndarlimir
og
hjálparfólk
gjøgnum
tíðirnar. Kanska var tað tí,
at tøkkirnar vóru ikki so
nógvar, sum nevndarlimir og
sjálvboðin hjálparfólk fingu
yvirhøvur.
Ein stríðsmaður
Eftir virknu fótbóltsárini
var Jógvan á Lað altíð á
síðulinjuni. Hann gekk upp
í fótbóltin við lív og sál.
Onkuntíð var hann á ferð við
landsliðnum, eitt nú suðuri
á Møltu, og hann stríddi
seg oman í Gundadal til tað
seinasta. Nú tók hann ikki
altíð allan dystin. Tá hann
helt seg hava fingið vissu
fyri, hvønn veg tað bar, helt
hann, at hann við góðari
samvitsku kundi fara til hús
at fáa hita aftur í kroppin.
Jógvan var ein íbirtari og
ein eggjari við tí góða orð
inum, hvar hann kom millum
HBarar.
Men í sínari tíð kundi hann
meir enn so hevja røddina
og seta knyklar í brýr. Hann
var kendur fyri áhaldandi at
rópa sínum meðspælarum
ordrar, og tað hendi seg eis
ini, at hann hevði hug at
rætta upp á bæði dómara og
mótstøðumenn. Eina ferð
gyppaði hann bóltin oman
í Plantasjuna og noktaði at
fara eftir honum aftur. Tá
fór dómarin til hús - og kom
ongantíð aftur.
Jú, jú, Jógvan á Lað var
eisini ein altíð stríðsfúsur
HBari, sum vildi vinna.
Nú hvílir hann í friði, men
søgan fer at liva um navnan
og skyldmannin.
Jógvan Arge
Til minnis um verkfrøðingin og fótbóltsmannin
Jógvan Johansen á Lað