Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. september 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 19. september 2012 · Nr. 109 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í dag, mikudagin 19. sep­temb­ er, verður Sámal í Skorini á Eiði 60 ár. Sámal var í mong ár rektari á Eystu­royar Stu­ dentaskúla og HF skeiði. Vøggan stóð í høvuðs­ staðnum. Foreldrini vóru Ragnhild og Pól í Skorini. Mamma hennara var Else­ beth Malena hjá Garða Peturi í Svínoy, og pápi hennara var Sámal í Gong. Tey búðu í Havn, og har búsettust Ragnhild og maður hennara Pól í Skorini av Eiði, tá ið tey í 1947 gingu saman í hjúna­lag. Ragnhild og Pól fingu tveir synir – Róland í 1948 og Sámal í 1952. Ragnhild doyði frá manni og synunum á sumri í 1957. Tá fór Sámal norður til ommuna á Eiði, Annu Elisabeth, sum var úr Leynum, systir eitt nú Dánjal Jákup í Skipshandlinum og Christian Holm. Abbin, Rasmus í Skorini, fórst við Tór 2 í 1942. Eftir at pápin var giftur upp aftur við Miu á Dul, flutti hann suður aftur, og so kom systurin Ragnhild aftrat í 1965. Úr Kommunuskúlanum fór Sámal í Hoydalar, har hann leyk matematiskt stu­ dentsprógv í 1972. Á lærda háskúlanum í Aarhus las Sámal evnafrøði og alisfrøði, og eftir loknan lestur fluttu hann og konan, Maria, til Klaksvíkar, har hann hevði fingið starv á HF skeiðnum. Maria er dóttir Judith fødd Ja­cobsen og ættað av Fløtt­ inum í Klaksvík og Jógvan Hansen úr Nornastovu í Mikladali. Maria vaks upp í Klaks­ vík, og tí var tað í hennara føðistaði, at tey bæði bú- settust. Steðgurin í Klaksvík gjørdist tó ikki so langur. Í august 1982 varð Sámal settur í rektarastarvið í Studentaskúlanum, sum tá var settur á stovn í Eysturoy og helt til – fyribils varð sagt – í gamla skúlabygninginum við Gøtugjógv. Ferðasambandið um Leir­ víksfjørð var ikki so lagaligt tá, sum tað er nú. Tí flutti 29 ára gamli og nýsetti rektarin við familju til Søldafirðar, og næstu mongu árini raðfesti hann avbjóðingina ógvuliga høgt at menna nýggja studenta­skúlan. Og tað var vorðið sum avbjóðing, tí burð­urin var tungur. Fleiri umsøkjarar vóru til rektarastarvið, og skriv­ ing og politisk øsing og endur­lýsing vóru á skránni, áðrenn starvssetanin kom í rættlag – nakrar dagar und­ an fyrsta skúladegi! Bygdarleiðir vóru ikki til, Leirvíkstunnilin var ikki bygdur, og tað vóru ikki hissini avbjóðingar hjá rekt­aranum. Hann setti seg í sambandi við busseigarar um at koyra næmingarnar til og frá bygdunum í oynni og norðastu bygdunum í Norðstreymi og til Gøtugjáar. Ferðaseðlarnir vórðu seldir á skrivstovuni í skúlanum, inntil bygdarleiðir, sum skúl­ in og rektarin kunnu sig­ast at hava verið við til at slóða fyri, komu í fasta legu mið­ skeiðis í áttati árunum. Áhugin fyri at sleppa í skúlan var stórur og øktist skjótt. At fáa skikkaðar lær­ ar­ar at undirvísa úti á bygd var ikki bara sum at siga tað. Fyrstu árini vóru nógvar útskiftingar í starvsliðnum, og okkurt árið var neyðugt at lesa meiri enn helmingin av tímunum á donskum. Stríðið fyri at fáa tak yvir høvdið var støðug í næstan tíggju ár. Eitt skifti varð hildið til í sjey ymiskum hølum við Gøtugjógv – í 1889 og 1929 skúlabygningunum, bygninginum sum varð bygd­ur oman á svimjihylin, í kommunala skúlanum, har Petur Eli Mikkelsen, skúla­ stjóri, sáli, var eldhugaður stuðul hjá rektaranum, og niðanfyri vegin í húsunum hjá Halduri, har umsitingin hjá Eystur kommunu nú er, í garaguni og í Losjuni. Tá ið avgerðin um at byggja á Kambsdali endi­ liga varð tikin og skúlin pro­ jek­teraður, skolaði krepp­ an yvir samfelagið. Tað bar sparingar við sær, og studentaskúlin á Kambs­ dali man vera besta dømið um kreppubyggjarí. Tað bøtti um, tá ið tað seinni eydn­aðist rektaranum at fáa játtan til skúlahøll og góða sang­stovu. Hóast nógvan turbolens í hølisspurninginum og fyrstu árini nógvar útskiftingar í starvsliðnum, so hevur tað altíð verið aðaleyðkenni fyri skúlan, at trivnaðurin mill­um næmingar, lærarar, starvsfólk annars og leiðslu hevur verið stak góður. Eingin ivast í, at rekt­ arin átti størsta lutin í hesum. Sámal var fyri­kom­ andi og áhugaður í skúl­ anum, starvsfólkunum og næmingunum. Inn­litið í og áhugin fyri sam­felags­viður­ skiftum í breiðasta týdningi er stórur, og eyðkennið fyri leiðsluna hjá Sámali var, at hann hevði stóran myndug­leika samstundis sum hann var fryntligur og fyrikomandi, hann var altíð at hitta, og hann tók allar spurningar – stórar og smáar – í størsta álvara og legðist ongantíð á boðini. Í umsitingini og hjá polit­iska myndugleikanum hevði tað sjálvsagt nógv at siga, at hava royndan rekt­ ara, sum visti alt um stu­ dentaskúlaskipanina, og at hava skúlaleiðslu, sum tað ongantíð var neyðugt hjá at biðja um játtan á eyka­ fíggjarlóg. Nú hevur í nøkur ár verið arbeitt við nýggjari skipan fyri allar miðnámsskúlarnar í Føroyum. Á vári í 2011 varð Sámal í Skorini sett­ ur í verkætlanarstarv í Menta­málaráðnum. Setn­ ingurin var at standa á odda í fyrireikingunum av lógaruppskotinum, kunn­ gerðunum og øllum øðrum, sum skal til, um ætlanirnar skulu verða veruleiki. Tað er ikki at undrast á, at tey í MMR valdu Sámal til hetta arbeiðið. Neyvan nakar hevur so stórt innlit í hetta økið, sum hann hevur, og tað er sjálvandi stórur fyrimunur, at hann er miðvísur og greiður, at hann hevur góð evni at sam­starva og kennir væl politiska, fakfelagsliga og um­sitingarliga telving. Tá ið avbjóðingarnar í arbeiðnum eru stórar, er tað týdningarmikið at hava ítriv at spenna frá í. Í Søldarfirði hevði Sámal bát, og hann var ofta á floti. At flóta var ikki ókent. Pápin hevði bát, og í lestrarárunum sigldi Sámal í fleiri summarfrítíðum við Sámali Jacobsen, sum førdi Norðborg. Fyri átjan árum síðani fluttu Maria og Sámal við børnunum – Judith, Ragn­ hild og Jógvan – norður til Eiðis, og harvið kom Sámal aftur í Skorina, har hann búði sum smádrongur. Barna­børnini eru fimm í tali, og tey fylla, sum rímuligt er, nógv hjá abbanum. Á Eiði er Sámal partur av lokalsamfelagnum. Hann er fastur fúsur í samkomuni Mizpa, hann er í valnevndini, hann er óðalsmaður, og í mong ár hevur hann røktað fyri Norðanvál, sum haga­ parturin verður nevndur, ið eitt nú fevnir um norðaru síðuna av Slættaratindi og økið, har Loranstøðin er. Hjartaliga til lukku á 60 ára føðingardegnum, skyld­ maðurin, og takk fyri gott samstarv og vinalag. Jóannes Hansen Nøvn Sámal í Skorini 60 ár