Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mars 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 58 - 24. mars 2004 Nr. 58 - 24. mars 2004 3 Leygarkvøldið verður kvøldið fyri tey ungu í Sørvágs Bio UNDIRHALD Tíðindaskriv Aftan á eitt sera væleydnað kvøld í Virkinum á Sandi gongur leiðin vestur til Vágar. Tað snýr seg um kar- aoke-kvøldið og dj-showið, sum seinasta vikuskiftið var á sandi. Komandi leygarkvøld verður tiltakið í Sørvágs Bio. – Tey ungu í Vágoynni kunnu sostatt gleða seg til eitt sera stuttligt kvøld, har tey sjálv vera beinleiðis partur av undirhaldinum, sigur Mark Joensen, fyrireikari. Hann sigur, at tey ungu fáa nevniliga møguleikan at koma upp á pallin at syngja ein góðan og við stuðli frá áskoðarunum sum fylgja við á stórskýggja. – DJ-Switch, sum nú hevur sligið seg fastan sum besti DJ-scratcharin í Føroyum, stendur fyri tónleikinum. Hann dugur sera væl at velja tónleik, ið fjøldini dámar, og afturat tí er hann ein snillingur tá ið tað snýr seg um at »scrat- cha«. Mark Joensen sigur, at sum nakað nýtt verður skipað fyri busssambandið út Havn vestur til Sørvágs, og er túrurin til Sørvágs Bio og aftur til Havnar ókeypis um nóg nógv tekna seg. Tað er Jákup Jacobsen sum verður frásøgumaður. Tórshavnar og Nólsoyar komm- unur fara í kvøld at skriva undir enda- ligu kommunu- samanleggingina KOMMUNUSAMAN LEGGING Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Nólsoyar Kommuna og Tórshavnar Kommuna fara nú hvør í sínum lagi at halda fund um komm- unusamanleggingina, sum nólsoyingar sam- tyktu á fólkaatkvøðu um vikuskiftið. Í Nólsoy heldur kommunan eyka týs- kvøldið, meðan Tórs- havnar býráð heldur eyka býráðsfund í kvøld, mikukvøld. Á báðum fundum verður støða tikin til uppskotið um samanlegging av Nóls- oyar og Tórshavnar kommunum. Bygdarráðsfundurin í Nólsoy týskvøldið var kl 19:30, meðan fundurin í Havn í kvøld verður kl 19. Eftir býráðsfundin í Havn verður sáttmálin um samanleggingina undirskrivaður í býráðs- salinum í Havn. Karaoke og DJ-show í Sørvági Undirskriva samanlegging Jógvan Thomsen, borgarstjóri í Nólsoy og Jan Christian- sen, borgarstjóri í Havn, fara í kvøld at skriva undir endaligu komunusamanleggingina Fríggjadagin kom- andi verður árliga barnakórstevnan í høllini í Sørvágs skúla BARNAKÓRSTEVNA Tíðindaskriv Tilmeldað eru nakað oman fyri 200 børn úr ymsum skúlum kring landið. Tað, sum sungið verður hesaferð eru sangirnir úr Loppugrasi eftir Sólrun Michelsen og Paula Hansen. Barnakórstevnan hevur nú fimm ár á baki. Fyrstu ferð, hon varð hildin, var í Læraraskúlahøllini. Síðani hevur hon verið hildin í ítróttarhøllini á Kambsdali, í Fríðrikskirkjuni á Toftum, aftur í Læraraskúlahøllini í fjør og nú í Sørvági. Føroya Sanglærarafelag og Landsmiðstøðin (LMS) hava staðið fyri hesum til- taki farnu árini, og eini 1200-1300 børn hava lut- tikið tilsamans. Í ár er samarbeiðið víðk- að, soleiðis at umframt Sanglærarafelagið og LMS er eisini Tórshavnar Mus- ikkskúli við og lata tey tón- leikarar til tiltakið. Eitt evningshold í Eysturskúla- num hevur málað stórar myndir til sangirnar, og Sørvágs skúli stendur fyri øllum tí praktiska, og har- umframt syrgja tey fyri musikalskum undirhaldi fyri børnunum, tá ið steðg- ur er millum venjingarnar. Sum sæst, eru nógv fólk við í fyrireikingunum. Tað er Joanna Johansen, ið stjórnar barnakórinum í ár. Konsertin, sum er ó- keypis, er kl. 16 fríggjadag- in 26. mars í høllini í Sør- vágs skúla. – Vónandi møta fólk líka væl upp til konsertina, sum tey hava gjørt hini árini, siga fyrireikararnir. Barnakórstevnan í Sørvági fríggjadagin Fleiri enn 200 børn er teknað til barnakórstevnuna, sum verður í Sørvági fríggjadagin Tá Sosialurin kom á handilshillarnar mánadagin seinna- part og ÚF- sendingin Hvat nú? hjá Elis Poulsen eisini fór í luftina, gjørdist rættiligur telefonstormur á Hotel Føroyum TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Orsøkin var, at í bæði blað og sending varð boðað frá, at kendi danski bólkurin Kandis kemur á vitjan í mai og spælir á Hotel Føroyum. Á Hotel Føroyum verður upplýst, at eftir stuttari tíð vórðu eini 200 atgongumerki seld, eftir at Sosialurin og Hvat Nú? bóru tíðindini um, at Kandis spæla á Hotel Føroyum tann 7. mai í ár. Bólkurin er hin fremsti innan dansitón- leik í Danmark og er eis- ini kendur í grannalond- unum og sjálvandi eisini í Føroyum. Eittans kvøld spæla teir á ferðini til Føroya, nevniliga 7. mai. Longu kvøldið eftir eru teir aft- ur á palli í Danmark og søgur siga, at bólkurin, sum er stovnður í 1989, hevur eina spæliskrá, ið upptekur teir eini 4 ár framyvir. Umframt góðan dans á Hotel Føroyum 7. mai, so verður eisini búgvið borð og m.a. verður oks- akjøt úr Koltri at fáa. Enn ber til at ogna sær atgongumerki til stóra kvøldið á Hotel Føroy- um. Telefonstormur á Hotel Føroyar um Kandis Støddin á príshækk- ingini á laksi verður avgerandi fyri, hvussu nógv laksút- flutningsvirðið mink- ar í ár. Verður príusin oman fyri 24 kr kilo, væntast útflutningur- in »bert« at minka við 100 mió kr ALIVINNA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Nú hómast glottar í ali- vinnuni – og føroyskir alar tjena aftur pengar. Vinnuhúsið skrivar á heimasíðu síni, www.industry.fo, at prísur- in fyri tær góðu støddirnar í síðstu viku var væl oman fyri 20 kr kilo. Sambært Vinnuhúsinum merkir hetta, at alivinnan nú aftur kastar av sær. – Prísútlitini fyri tær næstu vikurnar eru eisini, at prísirnir fara at hækka enn meira. Kanska er tað nú, at marknaðurin vendir, verður sagt frá Vinnuhúsi- num. Alivinnan er í svárari kreppu, og tað er tí kær- komið, at prísurin sær út til at hækka. Í síðstu viku var prísurin so mikið høgur, at alarar hava tjent pening. Tað er langt síðani síðst, at so var. Eisini er væntandi, at prísurin hesa vikuna fer at hækka enn meira. Orsøkin til prísvøksturin er, at útboðið ikki er so stórt sum tað hevur verið. Norska alifelagið FHL sig- ur, at tøkan í Norra í ár verður 6% minni av laksi og heili 30% á sílum. Hetta vil allarhelst føra við sær, at prísurin verður á einari hægri legu í ár, og alivinn- an fer tí aftur at kasta av sær. – Hetta fer at merkja, at alarar aftur fáa dirvi til at halda fram og tí kann vænt- ast, at smolt verður sett á sjógv í ár. Kanska ikki her í vár, men í heyst. Um prís- urin verður sum nú, kann kreppan í alivinnuni varða styttri enn vænta. Um so er, at væl av smolti verður sett á sjógv í heyst minkar tøk- an og útflutningurin av ali- fiski bara í ár og næsta ár, meðan tøkan í 2006 aftur fer at vaksa, sigur Vinnu- húsið. Tøkan í ár verður góð 30.000 tons og um mett verður, at prísurin verður nakað oman fyri 20 kr/kg minkar útflutningurin á laksi kanska við 200 mió. kr. Um so verður at prísurin verður 24 kr/kg minkar út- flutningurin bert við 100 mio. kr. Sostatt er støddin á príshækkingin avgerandi fyri, hvussu fellið verður í útflutninginum. Sølan í 2005 verður tó væl lægri, tí ov lítið varð sett á sjógv seinasta ár. Útflutningurin í 2005 verður sostatt væl lægri, men um alivinnan setir smolt á sjógv í ár fer ali- vinnan aftur at vaksa í 2006. Laksaprísurin farin væl upp um 20 kr kilo Hækkingin í laksaprísinum kann bøta um afturgongdina í alivinnnuni. Heldur prísurin sær á 20 kr/kg, verður aftur- gongdin 200 mió kr. Men fer prísurin upp um 24 kr/kg, minkar afturgongdin til 100 mió… Ferðaráðið og Fornminnissavnið eru farin undir eina felags verkætlan, ið skal gera Sandoy, Skúvoy og Dímun meira sjónligar. Ætlanin byggir á fornfrøðiligu virðini og føroyingasøgu FERÐAVINNA Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Føroyingasøga, fornlutir, frásøgnir og náttúran eru grundarsteinar undir verkætlanini, ið Ferðaráð Føroya og Føroya Forn- minnissavn eru farin undir, og sum tekur støði í Sandoy, Skúvoy og Dímun. Verkætlanin, ið er part- ur av eini felags norður- lendskari og ES-verkætl- an, ber heitið »Søguslóð- ir – søgur og frásøgnir«, á enskum »Destination Viking – Saga Lands – Sagas & Storytelling«. Skelting Ætlanin er at gera so- nevndar søguleiðir, bæði fyri føroyingar og útl- endska ferðamannin. Túrar, har greitt verður frá søgu, har gomlu sagnirnar verða knýttar uppí, og har komið verð- ur inn á føroysku mentanina. Ætlanin er at gera túrar eftir gomlu varðagøtun- um í Sandoynni, skipast skal fyri túrum til Skúv- oyar og til vestursíðuna av Sandoynni og eisini skal skipast fyri frásøgu- túrum, har greitt verður frá funnu fornlutunum við kirkjuna á Sandi. Í hesum sambandi ætla Ferðaráðið og Fornminn- issavnið, saman við Nátt- úrugripasavninum, at skipa fyri umfatandi skelting í Sandoynni. Tá komið verður í land av Teistanum í Skopun, skal eitt stórt skelti greiða frá oynni og hvat hon hevur at bjóða og í hvørjari bygd skulu bygdatalvur setast upp. Eisini skulu skelti greiða frá gomlu bygdagøtun- um, tvær søguligar talv- ur, har millum annað greitt verður frá forn- frøðiligur virðunum við kirkjuna á Sandi, skulu setast upp, og til seinast skulu 12 søgu- og nátt- úruskelti setast upp. Hesi seinastu skulu hvør sær fortelja eina søgu um eitthvørt áhugavert har á staðnum. Harumframt skulu faldarar gerast, umframt at peningur skal nýtast til marknaðarføring. Ætlan- in er at ein samskipari skal taka sær av uppgáv- uni í tríggjar mánaðir. Seinasta fríggjadag varð ætlanin løgd fyri umboð fyri kommunurn- ar í Sandoynni, og um kvøldið varð almennur fundur á Sandi, ið snúði seg um forna útgrevstur- in við kirkjuna og um ætlaninar at fáa fleiri vitjandi í oynna. Fígging Samlaði kostnaðurin av skeltingini er 812.000 krónur. Leysliga mett letur felags norður- lendska og ES-verkætl- anin 120.000 krónur, Landsverkfrøðingurin letur rammurnar til skelt- ini, ið hava virði uppá umleið 50.000 krónur, og ætlandi skulu kommun- urnar í Sandoynni bera tilsamans útvið 150.000 til skelting osv. Sostætt mangla framvegis um- leið 500.000 krónur, til øll skeltingin skal gerast veruleiki. Birita Nolsø, ið hevur samskipað ætlanina vegna Ferðaráðið, hevur vónir um at tað fer at eydnast at fáa fígging til vega. Í næstum verður søkt um pengar úr ymsum grunnum og frá felagsskapum, og síðan verður farið til verka. Ætlanin er at hava øll skelti klár og sett upp á vári næsta ár. Eisini arbeiða Ferðaráðið og Fo r n m i n n i s s av n i ð , saman við fólki á staðnum, við ætlanum um at kveikja lív í aftur frásøgukynstrið, har fólk á staðnum at greiða frá søgum haðani. Søguslóðir í Sandoynni Forngrevsturin á Sandi er so áhuga- verdur, at ætlanin er at fáa útlendskar granskarar hendaveg- in í summar at kanna fornu búsetingarnar saman við okkum, sigur Símun V. Arge, fornfrøðingur SØGA Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Seinasta summar var eitt al- tjóða granskingarlið á Sandi fyri at kanna fornu fláirnar, ið vóru funnar undir bakkanum við kirkj- una í bygdini fyri nøkrum árum síðan. Fláirnar, ið stava frá búseting, eru upp til tveir metrar tjúkkar, og í teimum finnast eitt nú væl varðveitt bein av djóri. Tær stava frá fyrstu víkingatíð- ini, tvs. umleið ár 800 til umleið ár 1100-1200. – Beinini, ið vit funnu í fláunum, vóru sera val varðveitt, og tað er sera sjáldsamt, sigur Símun V. Arge, savnsvørður á Føroya Fornminnissavni. Hann vísir á, at talan er um bæði fuglabein, bein av neyti og fiskabein. Har- umframt vóru bein av grísi funnin, og tað í sær sjálvum er áhugavert, metir Símun V. Arge. Hann kom í samband við eina stóra bretska náttúru- frøðiliga verkætlan, ið nú umfatar bæði Føroyar, Ísland og Grønland. Her var føroyska tilfarið mett at vera so áhugavert, at ein amerikanskur ser- frøðingur, Tom McGovern úr New York, kom til Før- oya síðsta summar, saman við øðrum, at gera kanning- ar. Ótu fugl Fyribilsúrslitini frá kann- ingunum seinasta summar benda á, at føroyingar hava etið nógvan fugl, bæði lunda og lomviga. Eisini hava forfedrarnir etið tosk, men eisini laks og síl. Kanningarnar av fláun- um vísa, at svín vóru í Sandoynni tá á døgum. Tað áhugaverda í hesum sam- bandi er, vísir Símun V. Arge á, er at tey hava verið í oynni í eitt langt tíðar- skeið. Í útnorði hevur ann- ars verið vanligt, at svínini komu við landnámsfólkun- um, men at tey síðan hvurvu skjótt aftur. Halda fram Kanningarnar síðsta summ- ar vóru forkanningar, og skulu eftir ætlan vera grundarlagið undir størri rannsóknum. Símun V. Arge vísir á, at eitt øki uppá umleið 80 metrar fram við bakkanum er rættuliga áhugavert, og at talan tilsamans er um umleið 6-7000 fermetrar stórt øki, ið eigur at kannast nærri. Skulu rannsøknirnar halda fram í summar krevur tað fígging, og í løtuni verður arbeitt við at fáa amerikanska og bretska fígging til at halda fram, sigur Símun V. Arge. Tiverri er ikki gjørligt at fremja fornfrøðiligar rann- sóknir í Føroyum, sum eru fíggjaðar av tí almenna, staðfestir Símun V. Arge. Økið við kirkjuna á Sandi er so áhugavert, at fornfrøðingurin sær fyri sær eina stóra rannsøkn, og eitt tvørvísundaligt sam- starv, ið eigur at fevna um næstu 3-5 árini. Eitt tað mest áhuga- verda fornfrøðiliga granskingarumhvørv ið í landinum er á Sandi. Undir Junkar- insfløtti og undir Breytasandi eru funnir fleiri lutir frá fornari búseting. Aftur í summar koma útlendsk vísindafólk væntandi at kanna fláirnar við kirkjuna heima á Sandi SØGA Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Líka síðan 1863 hevur økið við kirkjuna á Sandi havt stóran søguligan áhuga. Ta árið vóru nevniliga funnar 98 silvurmyntir, ið stavaðu frá 11. øld, við kirkjuna. Onga aðrastaðni í landinum eru líknandi myntir funnar. Í 1970 varð farið undir at gera rannsøknir í og undir kirkjuni á Sandi, og tær vístu, at fimm kirkjur hava áður staðið har, ið verandi kirkja, sum er bygd í 1839, nú stendur. Kirkjurnar hava staðið júst á sama stað, og tann elsta, sum var ein lítil timburkirkja, varð bygd einaferð í 11. øld. Rann- søknirnar góvu eina vitan um, hvussu føroyska bygd- arkirkjan hevur útviklað seg frá fyrstu kristnu tíðini til okkara tíð. Úr gamlari tíð var van- ligt, at kirkjan stóð millum húsini í bygdini, men so er ikki á Sandi, har kirkjan stendur rættuliga einsa- møll. Hetta fekk fornfrøðingar at ivast í, hvørt ein býlingur ikki mundi hava ligið har á staðnum frá fornari tíð. Síðan sjeytiárini hava rannsøknir verið gjørdar í økinum við kirkjugarðin á Sandi, ið hava givið fleiri áhugaverd úrslit. Seinnu árini hava kanningar verið gjørdar av bakkanum, norður frá kirkjuni. Forn búseting Kanningarnar geva greiðar ábendingar um víkinga- aldarbúseting við kirkjuna á Sandi. Eisini eru 11 forn- ar gravir funnar við fleiri áhugaverdum gripum, so sum knívar, ringar, blýlodd og ein arabisk silvurmynt. Myntin er tann fyrsta av sínum slag, ið er funnin í Føroyum. Hon er tíðarfest onkunstaðni millum ár 747 og 771 eftir kristi føðing, og stavar antin frá Irak ella Norðurafrika, á leið har Tunis liggur í dag. Og ser- frøðingar meta, at myntin er komin í grøvina heima á Sandi umleið ár 850-900. Tó kunnu serfrøðingar ikki heilt útihýsa møguleikan- um fyri, at talan er um eina eftirgerð, ið er umleið 100- 120 ár yngri. Ein tann mest áhugaverdi gripurin er eitt spenni ella brosja úr bronsu, ið var funnin í eini av fláunum undir Junkarinsfløtti. Nær- masta, ein kemur nøkrum líknandi, er í nøkrum vík- ingagrøvum í Íslandi, har tey spennini eru tíðarfest til 10. øld. Annars eru tílík spenni sum so ikki at finna í Norðurlondum, men stava helst úr baltisku londunum. Í nítiárunum vóru gjørdar sonevndar fosfatkanningar, ið góvu ábendingar um um- fatandi búseting í lendinum við Junkarinsfløtti. Tá bakkin her skrædnaði, summarið 2000, gjørdi Før- oya Fornminnissavn eina skráseting, ið staðfesti, at tær niðastu bústaðarleivd- irnar í Junkarinsfløtti stava heilt aftur frá umleið ár 800. Sostætt eru hesar elstu fornfrøðiligu leivdir, ið staðfestar eru í Føroyum. Harumframt er líkt til, at forna búsetingin ikki er órógvað av seinni bygging á staðnum, og tí verður økið, bæði søguliga og fornfrøðiliga, mett til eitt tað mest áhugaverda forn- rannsóknar og tvørfrøði- liga granskingarøki í Før- oyum. Altjóða granskingarlið til Sands Spennandi útgrevstur Símun V. Arge, savnsvørður á Føroya Fornminnissavni, hevur verið við til nógvar rannsóknir í bakkanum við kirkjuna á Sandi Umleið 100 fólk vóru til kunnandi fundi á Sandi fríggjakvøldið, har greitt varð frá um fornfrøðiligu virðini við kirkjuna í bygdini, og ætlaninar um at fáa fleiri ferðafólk í oynna. C M Y K 3 2