mikudagur 24. mars 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 58 - 24. mars 2004
Nr. 58 - 24. mars 2004
5
Ivi hevur tikið seg
upp um tað vrður
neyðugt at umskipa
tey ymsu
arbeiðarafeløgini, nú
kommunur leggja
saman. Men tað er
ikki neyðugt,
staðfestir Føroya
Arbeiðarafelag
KOMMUNU-
SAMANLEGGING
OG FAKFELØG
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í hesum døgum verður
nógv burturúr at leggja
kommunur saman ymsa-
staðni í landinum. Men fara
hesar kommunusamanlegg-
ingar at ávirka fakfeløgini?
Tað var ein spurningur,
sum varð reistur á aðal-
fundi í Føroya Arbeiðara-
felag um vikuskiftið.
Spurt
varð,
um
tað
kanska fór at vera neyðugt
at leggja lokalfeløgini um
fyri at fylgja kommunu-
markinum.
Spurt var eisini um limir
í eini kommunu, kunnu
velja, hvørjum felag, teir
vilja vera í, um fleiri feløg
eru í eini kommunu.
Men svarið frá Føroya
Arbeiðarafelag er eitt greitt
nei.
Ingeborg Vinther vísti á
tað feskasta dømi sum kom
upp á tal, nú Kollafjørður
fór upp í Havnina.
Hóast nógvar ágangandi
royndir vórðu gjørdar at fáa
Kollafjarðar
Arbeiðs-
mannafelag upp í felagið í
Havn, varð hetta av ongum
og felagið í Kollafirði er
sostatt framvegis limur í
Føroya
Arbeiðarafelag,
segði Ingeborg Vinther.
– Tá varð avtalað gjørd
um, at Kollafjarðar Ar-
beiðsmannafelag
skuldi
framhaldandi
vera
eitt
sjálvstøðugt felag og síðani
hevur onki stríð verið um
tað.
Tað varð eisini upplýst, at
skuldi tað verið okkurt
lokalfelag, har tað ikki heilt
er greitt ásett, hvat øki,
felagið umfataði, var tað
bara at broyta lógina so at
tað greitt kom at standa,
hvat øki felagið fevnir um.
Hinvegin kunnu feløg altíð
gera av at leggja saman og
tað er hent hjá onkrum
lokalfelag.
Nevnt varð eisini, hvussu
verður, nú allar kommun-
urnar í Sundalagnum leggja
saman, men har var onki
frammi um, at arbeiðarafel-
øgini ætlaði at leggja sam-
an.
– Tað ber eisini væl til at
ymisk feløg gera avtalur
sínamillum um, at limur
kunnu frítt arbeiða inni á
økinum hjá hvørjum øðr-
um.
Hinvegin ber tað eisini til
hjá Føroya Arbeiðarafelag
at staðfesta, hvar øki hoyrir
undir hørt av lokalfeløg-un-
um, men tað ber eisini til.
– Tá ið Landsstýrið
ætlaði at taka
arbeiðsloysisgrunnin,
fekk Ingeborg
Vinther eitt tips frá
einum embætismanni
VERKAMANNA-
GRUNNUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað var ein embætismaður í
Landsstýrinum, sum bjarg-
aði Arbeiðsloysisgrunnin-
um hjá Føroya Arbeiðara-
felag.
Hesa áhugaverdu avdúk-
ingina kom Ingeborg Vint-
her, forkvinna í Føroya Ar-
beiðarafelag við á aðal-
fundinum um vikuskifti.
Arbeiðsloysisgrunnurin
var ein grunnur, sum var
rættiliga gamal. Talan var
um ein grunn, sum Lands-
stýrið varð við til at betala
til. Talan var um stuðul til
tey stóru fakfeløgini og
ætlanin var, at hann skuldi
brúkast til arbeiðsloysi.
Men tá ið tær ringu
tíðirnar komu í nítiárunum
og tá skeyt landsstýrið upp,
at peningurin úr grunninum
varð brúktur til at íløgur í
arbeiðspláss.
– Vit svaraðu aftur, at vit
høvdu so nógv lokalfeløg,
at skuldu vit býta peningin
sundur ímillum tey, bleiv
onki í part, so tað hildu vit
ikki var nøkur loysn.
– Men so ringdi ein em-
bætismaður úr Tinganesi og
gav okkum tey góðu ráð, at
vildu vit bjarga grunninum,
máttu vit ikki taka hann
upp á tungu aftur, tí partar
av landsstýrinum høvdu í
kvittanum at taka grunnin
til arbeiðsloysisskipanina.
Tað vildu vit ikki góð-
taka, tí hini feløgini, sum
høvdu fingið úr grunnin-
um, høvdu brúkt sínar
grunnar og vit vildu ikki
góðtaka, at vera einasta
felag, sum skuldi brúka
grunnin til ALS.
– Tí settu vit ístaðin uppá
at fáa fult ræði á grunn-
inum.
Tað endaði við, at rokn-
skaparleiðarin í Føroya Ar-
beiðarafelag fór ein dagin
oman í Tinganes og har
setti hann seg og gav lands-
stýrinum tey boð, at hann
fór ikki avstað aftur, fyrr-
enn hann hevði fingið vátt-
an frá landsstýrinum um, at
Føroya Arbeiðarafelag fekk
fulla heimild yvir grunn-in-
um.
Tá ið hann hevði sitið í
tríggjar tímar, fekk hann
sín vilja, so soleiðis varð
tað Føroya Arbeiðarafelag,
sum einsamalt fekk heim-
ildirnar yvir grunninum.
Føroya Arbeiðara-
felag hevur nú stað-
fest, hvør kann verða
roknaður at verða
virkin limur í teimum
ymsu lokalfeløgunum
FØROYA
ARBEIÐARAFELAG
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú hevur Føroya Arbeið-
arafelag staðfest, hvør kann
verða roknaður at vera
virkin limur í einum av
lokalfeløgunum
kring
landið, sum eru limir í
Føroya Arbeiðarafelag.
Tað gjørdi felagið á aðal-
fundi í Føroya Arbeiðara-
felag um vikuskiftið.
Tá samtykti aðalfundur-
in, at virkin limur eru teir,
sum eru á arbeiðsmarknað-
inum.
Men tey eru eisini at
meta sum virknir limir,
sum eru givnir á arbeiðs-
marknaðinum vegna sjúku,
arbeiðsvanlukku, ella øðr-
um, men sum framvegis
eru virknir limafelag hjá
Føroya
Arbeiðarafelag,
antin sum nevndarlimur
ella tí at teir hava annað
álitisstarv innan felagsøki
hjá meginfelagnum.
Somuleiðis eru teir rokn-
aðir sum virknir limir, ið
rinda lívstryggingargjald til
Føroya Arbeiðarafelag og
eisini teir limir, ið rinda til
egna eftirløn. Og harafturat
eru eisini tey mett sum
virknir limir, ið eru ar-
beiðsleysir, men sum kort-
ini rinda prosentgjald til
limafelagið
og
Føroya
Arbeiðarafelag.
Samstundis hevur hvørt
lokalfelag atkvøðurætt á
aðalfundinum í Føroya Ar-
beiðarafelag eftir talinum á
teimum virknu limunum.
Kommunusamanlegging ávirkar
ikki arbeiðarafeløgini kring landið
Kommunusamanlegging fær onga ávirkan á bygnaðin í Føroya Arbeiðarafelag, fekk fundarfólkið
at vita á aðalfundi í Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið
Ingeborg fekk gott tips frá
embætismanni í landsstýrinum
Skulu hava betri
tamarhald á limunum
Øll lokalfeløgini í
Føroya Arbeiðarafelag
hava nógvar limir,
sum ikki eru virknir.
Men nú er staðfest,
hvør kann roknast at
vera virkin limur og
eftir hesum limatali
fær verður
atkvøðutalið hjá
hvørjum lokalfelag á
aðalfundi í FA,
roknað út. Her
atkvøða tey á
aðalfundi í Føroya
Arbeiðarafelag um
vikuskifti
Mangt fer fram handan leiktjøldini, sum vit lítið vita um. Á
aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag avdúkaði Ingeborg
Vinther fyri fundarfólkinum, at hon fekk eitt tips frá einum
embætismanni í Tinganesi og tað bjargaði arbeiðsloysisgrunn-
inum hjá felagnum
– Orsakað av neyðugu
inntøkunum og
hørðu kappingini við
loftmiðlarnar er
ógjørligt at minka um
tíðindaframleiðsluna
á bløðunum, sigur
Jan Müller, ábyrgdar-
blaðstjóri á
Sosialinum
FJØLMIÐLAR
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Eing og stjórin á Dimma-
lætting tekur oddamaðurin
á Sosialinum heldur ikki
undir við uppskoti menta-
málaráðharrans at skerja í
blaðútgávunum.
Jan Müller sigur, at tá tað
undir kreppuni gjørdist
neyðugt at økja útgávutalið
upp í fimm, vísti hetta seg
at vera ein røtt avgerð, sum
bjargaði føroysku bløðun-
um. Men sambært Jan
Müller eru aðrar orsøkir
enn tær fíggjarligu.
– Vit liva m.a. av at selja
tíðindi, og tíðindi eru ikki
avmarkað til bara nakrar
ávísar dagar um vikuna.
Fólk vilja vita, hvat hendir í
samfelagnum, og her eru
vit noydd at fylgja við í
kappingini við loftmiðlarn-
ar, sum koma út við tíðind-
um so gott sum hvønn dag,
sigur Jan Müller.
Ábyrgdarblaðstjórin
á
Sosialinum vísir á tað
funktión, bløðini hava í
dag, bæði sum almenn tæn-
asta
fyri
felagsskapir,
stovnar, feløg og einstakl-
ingar, men eisini sum gar-
antur fyri nýggjum tíðinda-
flutningi og orðaskifti.
– Allar hesar uppgávur
gera tað alneyðugt, at vit
geva blaðið út ofta, tí um-
framt, at fólk ikki lesa
gomul bløð, er hetta eisini
neyðugt fyri lýsingarinn-
tøkurnar, sigur Jan Müller.
Fyri at menna blaðheimin
mælir leiðarin á Sosialinum
í staðin til, at stuðul verður
latin til bløðini.
– Í grannalondum okkara
verður týdningurin av bløð-
unum mettur at vera so
stórur, at stuðul verður
veittur, men í Føroyum
finst eingin slíkur, sigur
Jan Müller at enda.
– Sogið í føroyska
blaðheiminum er alt
ov tunt, og um bløð-
ini høvdu lækkað um
mongu útgávurnar,
høvdu vit fingið nógv
betri góðsku í tíð-
indatilfarinum, sigur
Jógvan á Lakjuni,
mentamálaráðharri
FJØLMIÐLAR
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Fyri nøkrum vikum síðani
varð fakfestivalur á Sjó-
mansskúlanum í Havn fyri
føroyska fjølmiðlaheimin-
um. Stórur partur av lands-
stýrismanningini var til
staðar, og millum røðararn-
ar á festivalinum var lands-
stýrismaðurin í mentamál-
um, Jógvan á Lakjuni. Í
stuttari viðmerking nevndi
hann tá, at framleiðslan í
føroyska
blaðheiminum
tyktist vera ov stór, tá hugt
varð at góðskuni í somu
bløðum.
Bløðini slaka við
góðskuni
Spurdur, hvat hann ítøki-
liga meinti við hesi útsøgn
fyri nøkrum vikum síðani,
heldur mentamálaráðharrin
fast við, at við eini skerjing
í hópframleiðsluni hevði
støðið hækkað munandi.
– Sogið í føroyska blað-
heiminum er í løtuni alt ov
tunt. Hetta er tengt at
mongu útgávunum, sum
hvørja viku eru á skránni
hjá stóru bløðunum, og tá
kann tilfarið ikki gerast nóg
gott,
sigur
Jógvan
á
Lakjuni.
Hann undirstrikar, at
hann als ikki ynskir at vera
negativur yvirfyri føroyska
blaðheiminum, men vil
hann heldur vísa á, hvussu
góðskan í størri mun kundi
verðið sett í hásætið, um
farið varð frá núverandi
fimm útgávunum og niður í
eitt lægri útgávutal.
– Tá eitt so lítið samfelag
framleiðir so nógv tíðinda-
tilfar, kann úrslitið ikki
vera betri, enn tað er, og
tískil skuldi verðið um-
hugsað at skorið niður í
framleiðsluni, heldur lands-
stýrismaðurin í mentamál-
um. Hann heldur tað vera
ein náttúrlig niðurstøða, at
bløðini høvdu verið betri,
um framleiðslan minkaði.
Spurdur, um fíggjarliga
ikki er veruleikafjart fyri
bløðini, heldur Jógvan á
Lakjuni fast um, at bløðini
kunnu gerast betri.
– Hóast tað møguliga
botnar í fíggjarligum viður-
skiftum, har bløðini noyð-
ast at útvega neyðugu inn-
tøkurnar, verður tað eftir
mínum tykki slaka á økin-
um, sum viðvíkur blað-
góðsku, slær Jógvan á
Lakjuni fast.
Saknar útbúgving
Í framhaldi av hesum vísir
Jógvan á Lakjuni á, at polit-
iski myndugleikin sjálvsagt
ikki kann blanda seg í, hvat
privatu bløðini gera, og tí-
skil er talan bert um hug-
skot og eygleiðingar, sum
bløðini sjálvi mugu taka
støðu til.
– Tað er grundlegggjandi
øðrvísi at tosa um almennu
og privatu fjølmiðlarnar, og
sjálvsagt kunnu vit politik-
arar ikki blanda okkum ov
nógv í privatu viðurskiftini,
vísir mentamálaráðharrin á.
Jógvan á Lakjuni eftirlýsir
eisini fleiri tíðindafólk við
útbúgving, og júst hetta var
eisini uppi at venda á áður-
nevnda fakfestivali, sum
Synergi skipaði fyri. Tá
varð víst á, at einki annað
land í heiminum hevur so
nógvar journalistar, sum
ikki hava journalistiska út-
búgving, og hetta heldur
mentamálaráðharrin sæst
aftur.
– Talan er sjálvsagt um
ein trupulleika, vit ikki eru
harrar yvir, men fleiri
teirra, sum skriva, duga
einfalt ikki nóg væl, heldur
Jógvan á Lakjuni. Við færri
blaðútgávum hevði hesin
trupulleikin sambært lands-
stýrismanninum heldur ikki
verið eins sjónligur í før-
oyska blaðheiminum.
– Men sum sagt er hetta
ikki nakað, politikarar eru
harrar yvir, men hesar
áskoðanir mínar eru einfalt
eygleiðingar, sum eg so
havi gjørt niðurstøður til,
sigur Jógvan á Lakjuni.
Talan er í roynd og veru
um eitt gamalt og støðugt
afturvendandi kjak, sum
helst hevur sín uppruna í
fíggjarligu
fortreytunum
hjá bløðunum, men menta-
málaráðharrin heldur tó
fast við, at føroysku bløðini
slaka, tá góðskan í útgávum
verður raðfest.
Mentamálaráðharrin:
Føroysku bløðini eru ov tunn
Jógvan á Lakjuni er her avmyndaður, tá hann á fakfestivali
fyri føroyska blaðheimin segði, at færri bløð skuldu verðið
givin út til frama fyri góðskuna. – Sogið er ov tunt á stóru
bløðunum, og er hetta ein avleiðing av, at heili fimm útgávur
eru á skránni um vikuna, sigur mentamálaráðharrin
Mynd: Jan Muller
Stuðul hevði ment bløðini
– Fólk vilja vita, hvat hendir í
samfelagnum, og her eru vit
noydd at fylgja við í kapp-
ingini við loftmiðlarnar, sum
koma út við tíðindum so gott
sum hvønn dag, sigur Jan
Müller á Sosialinum
– Góðskan
hevði ikki hækkað,
um vit minkaðu
útgávutali, tí so
noyddust vit av
fíggjarligum orsøk-
um samstundis at
skerja arbeiðs-
orkuna samsvar-
andi, sigur Ingi
Samuelsen, blað-
stjóri á Dimma-
lætting
FJØLMIÐLAR
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Blaðstjórin á Dimma-
lætting tekur á ongan
hátt undir við metingum
mentamálaráðharrans at
menna góðskuna í før-
oyska blaðheiminum.
– Vit hava einfalt ov
nógv brúk fyri inntøkun-
um til aftur at kunna
skerja
útgávutalið
á
blaðnum, eru fyrstu við-
merkingarnar hjá Inga
Samuelsen á Dimmalætt-
ing. Hann leggur afturat,
at um útgávutalið verður
skert, má medarbeiðara-
manningin skerjast sam-
svarandi, og tískil hevði
góðskan verið tann sama,
meðan færri bløð komu
út.
-– Um mentamálaráð-
harrin vil menna blað-
heimin, má hann finna
betri grundgevingar og
hugskot,
heldur
Ingi
Samuelsen.
Hann vísir á, at ein-
staki journalisturin sjálv-
sagt hevði havt betri
stundir at gera sær ómak,
men tilfarið í blaðnum
hevði hinvegin verið
munandi minni, og hetta
hevði
hvørki
verið
áhugavert fyri keypara
ella lýsara.
Óhugsandi
at skerja
– Um menta-
málaráðharrin vil
menna blað-
heimin, má hann
finna betri
grundgevingar og
hugskot, heldur
Ingi Samuelsen,
blaðstjóri á
Dimmalætting
C
M
Y
K
5
4