Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mars 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 58 - 24. mars 2004 Nr. 58 - 24. mars 2004 7 Vanlig fólk í Ísrael skilja ikki rættiliga, hví júst Ahmed Yassin varð dripin mána- morgunin. Tey halda ikki avgerðina verða serliga væl umhugs- aða, sigur kona fyrrverandi trygdar- leiðaran í Ísrael YVIRGANGUR Edvard Joensen Hatta er ørt. Hatta er ikki fyrireikað við høvdinum, men við búkinum, sigur ísrealska Sari Gillon um hendingina, tá Hamas leið- arin, Ahmed Yassin, varð dripin mánamorgunin. Sari Gillon er gift við Carmi Gillon, sum er fyrr- verandi leiðari í trygdar- tænastuni Shin Bet og eis- ini hevur verið ísraelskur sendimaður í Danmark. Tey búgva í dag í býnum Meva- seret Zion beint uttan fyri Jerusalem, har Carmi Gillon er borgarstjóri. Hon sigur, at nógv ísraelsfólk halda, at tað er skeivur maður, sum tikin er. Tað var ikki klókt at drepa hann. Heldur skuldu aðrir, sum standa ovari á listan- um, verðið tiknir. Gamaní er talan um ein leiðara í einum yvirgangsfelags- skapi. Men tað eru so nógv- ir aðrir í hasum bólkinum, sum eru vandamiklari enn hann, sum nú varð dripin, heldur Sari Gillon. Ariel Sharon og Benja- min Nethanyahu standa aftan fyri avgerðina, sigur hon. Og tað eru eisini fólk í Ísrael, sum taka undir við tí, sum hent er. Men tað eru rættiliga nógv fólk, sum ikki skilja avgerðina og ikki halda hana vera rætta, sigur hon. – Vit royna at fáa tað besta burtur úr støðuni her niðri, sigur Sari Gillon. Vit eru so von við eit sindur at hvørjum, at tað ávirkar okkum ikki so øgiliga nógv longur. Mánadagurin var nakað løgin, men longu í dag (týsdagin, blðm.) er støðan sum vanlig aftur, sigur hon. Tað ber ikki til at vera bangin, um ein skal búgva í Ísrael, sigur Sari Gillon. Vit mugu taka tað, sum kemur og fáa tað besta burturúr. Palestinar hava lovað hevnd og deyða til hvørt hús í landinum, siga altjóða tíðindastovurnar. Men tað taka tey eisini rímiliga róligt í Ísrael, sigur Sari Gillon. – Tað ljóðar altíð nógv ógvusligari úti í heimi, enn tað, vit uppliva, sigur hon. Fólk, sum bara fáa tíðindi frá CNN og slíkum støðum, fáa ofta eina eitt sindur ein- státtaða mynd av støðuni. Veruleikin er ofta eitt sind- ur øðrvísi, sigur hon. Men fólk hugsa kortini um støðuna og um, hvat teir kunnu finna upp á, nú páskirnar nærkast og nógv fólk fer at savnast í Ísrael. Tað er helst eingin ivi um, at fleiri fara at vera enn meira á varðhaldi, enn tey vanligt eru, heldur Sari Gillon. Gongufaldarin, sum Ferðaráð Føroya herfyri fekk virðisløn fyri á ferðavinnu- messu í Berlin, fæst ikki á flogvøllinum, har eini 150.000 ferðafólk árliga koma og fara FERÐAVINNA Edvard Joensen Flogvøllurin: Tað bar ikki til at fáa virð- islønta gongufaldaran hjá Ferðaráðnum við kunning- ardiskin á flogvøllinum. Boðini vóru, at Ferðaráðið vildi ikki, at hann skuldi latast út haðani. Blaðmaðurin stóð sum Kánus. Tað kundi ikki bera til, at ein reklamufaldari fyri gonguferðir í Føroyum skuldi vera loyniligur? Nei, tað var hann heldur ikki segði fryntliga av- greiðslukvinnan inn fyri diskin. Men boðini vóru, at hann skuldi seljast fyri 10,- krónur, men ikki á flogvøll- inum, tí tað gjørdi, at sølan aðrastaðni fór at minka so nógv, at aðrar kunningar- stovur fingu ov lítið butur úr søluni, tí so nógv fólk kom um flogvøllin. – Hetta ljóðar heilt løgið, og er avgjørt eisini ein misskiljing, sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya. Hann veit ikki, hvør hevur givið slík boð, men sigur, at tað skal rætt- ast beinanveg. Sjálvandi skal faldarin fáast har, flestu ferðafólkini koma, sigur hann. Avgjørt varð, tá faldarin kom út, at hann skuldi seljast fyri hesar tíggju krónurnar, sum kunningar- stovurnar so sjálvar fingu í sín part. Hetta varð roknað sum eitt slag av stuðuli frá Ferðaráðnum, sigur Heri Niclasen. Vanligt hevur annars ikki verið at tikið pengar fyri reklamu, sigur hann. – Tað kann sjávandi henda, at kunningardiskur- in á flogvøllinum fer at selja fleiri faldarar, enn aðrar kunnignarstovur, men tað eru so treytirnar. Hasa misskiljingina skulu vit beinanveg fáa burtur- beinda, sigur Heri Nicla- sen. Sostatt skuldu útlit verið fyri at virðislønti gongu- faldarin eisini verður at fáa á flogvøllinum í framtíðini. Vesturvón kom um vikuskiftið aftur av fyrsta túrinum eystanfyri í ár. Teir høvdu góð 800 tons av flaki inni Fiskiskapur Edvard Joensen Sørvági: Vesturvón kom aftur úr Brentshavinum um vikuskiftið. Hann hevur fiskað 810 tons av flaki, sum verða løgd upp hjá Kloosterboer í Kollafirði og verða send til Onglands við farmaskipi. Ólavur Petersen, reiðari, sigur, at hesin fyrsti túrurin í ár vardi umleið hálvantriðja mánað. Teir royndu fyrst í norskum sjógvi, sigur hann, men fluttu síðan í rusiskan sjógv. Slagið er toskur og hýsa umframt eitt sindur av upsa. Prísurin er lækkandi í løtuni, sigur reðarin. Men hann metir, at lastin man hava eitt viðri, sum liggur oman fyri 20 milliónir krónur. Manningarparturin plagar at liggja um 10 prosent av samlaða søluvirðinum. Lastin er ikki seld enn, sigur hann. Tað verður hon ikki, fyrr enn hon er komin til Grimsby. Vanliga plagar Vesturvón at fara til Onglands við lastini, men so verður ikki hesaferð. Vanliga plaga teir at bunkra í Onglandi, har oljan er bíligari enn hjá okkum. Men tað ber ikki til hesaferð, tí skipið skal á beding í Føroyum, og tá skal tað vera tómt og lætt fyri at kunna verða tikið upp. Talan er um vanligt eftirlit og viðlíkahald, sigur Ólavur Petersen. Farið verður avstað aftur, beinanveg skipið er klárt. Teir eiga ein túr eftir eystanfyri, sigur reiðarin. Skilja ikki rættiliga drápið Gongufaldari við avmarkingum Vesturvón góðan túr Á ferðavinnumessu í Berlin fyri stuttum, fekk Ferðaráð Føroya virðisløn fyri gongufaldaran. Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráðn- um, tók í móti virðislønini Vesturvón hevur góð 800 tons av flaki inni. Teir komu aftur úr Barentshavinum um vikuskiftið og hava verið burtur í umleið hálvantriðja mánað Mynd: Edvard Joensen Sari Gillon, sum saman við manni sínum, Carmi Gillon, hevur vitjað í Føroyum, sigur, at fleiri ísraelsfólk halda, at tað var skeivur maður, sum varð dripin mánamorgunin Vágaskot kostaði drongi lívið Eftir at listaframsýn- ingin Fram í Ljósið hevur hingið upp í knappar tvær vikur, kann út frá undir- tøkuni og áhuganum staðfestast, at tørv- urin á eini tílíkari framsýning so avgjørt hevur verið og er tilstaðar FRAMSÝNING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: 60 luttakarar, 235 listaverk og 1.500 vitjandi. Harvið er tørvurin á eini listafram- sýning fyri ókend og minni kend listafólk staðfestur. Hetta er niðurstøðan hjá Gunnari Nolsøe, marknað- arleiðara í Norðoya Spari- kassa, sum skipaði fyri framsýningini, í sambandi við eftirmeting av framsýn- ingini Fram í Ljósið. Gunnar sigur, at aftur- meldingarnar frá fólki hava verið sera positivar, og leggur hann dent á, at tað er sera hugaligt at skipa fyri slíkum, tá undirtøkan og móttøkan eru so góð. Sum sagt vórðu 66 lista- verk seld á framsýningini. Millum teirra vóru seks landslagsmyndir evnaðar til úr fiskaskræðu, og tær vórðu allar seldar. Hendan framsýningin var ikki bert lokal. Av teimum 60 luttakarunum vóru 14 uttan fyri norðoyggjar. Undirtøkan var góð, og øll sum teknaðu seg til innan evsta mark, sluppu við. Nøkur fá vóru ov sein at tekna seg, og tey fingu noktandi svar, tí undirtøkan var so góð. Gunnar Nolsøe torir ikki at siga, um Norðoya Spari- kassi aftur fer at skipa fyri eini tílíkar framsýning, men hann slær bara fast, at tørvurin hervið er stað- festur. Tørvurin er staðfestur Mánadagin seinn- apartin fekk løg- reglan á Tvøroyri fráboðan um, at ein drongur av ósketni hevði skotið seg sjálvan í einum húsum á Sevmýri VANLUKKA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Ein skotvanlukka mána- dagin kostaði einum 15 ára gomlum drongi á Tvøroyri lívið. Drongurin var staddur í kjallaranum, tá vanlukkan hendi. Løg- reglan kom á staðið og staðfesti, at skotið hevði rakt hann í høvdið, og hann var deyður á staðn- um. Trý ungfólk vóru hjá- stødd og sóu vanlukkuna. Hesi trý stóðu uttanfyri, tá løgreglan kom á staðið, og fingu tey bráðfeingishjálp beinanvegin. Hvussu vanlukkan hendi er kortini ógreitt, tí ongin teirra sá júst, hvussu skotið gekk av. Drongurin helt byrsuna framman fyri sær og skuldi helst seta hana frá sær, men so er skotið gingið av á ein ella annan hátt. – Um hann kom til at slíta ketuna á boylanum ella hann hevur sett hana ov harðliga niður í gólvið, ber ikki til at staðfesta. Men talan er um eitt vágaskot, greiðir sýslu- maðurin frá. Tilbúgving Beinanvegin eftir, at vanlukkan var hend, fingu avvarðandi hjálp. Foreldur at floksfeløgum, floksfel- agar, prestur og løgreglan savnaðust til eina løtu, har tey tosaðu um vanlukkuna og høvdu eina andakt. Men hjálpin til familjuna og tey nærmastu hjá dreinginum verður fyri seg sjálva. – Tey hava fingið ein ógvusligan skelk, so tey koma inn í hesa tilbúgv- ingina nakað seinni. Men tey verða so als ikki slept hesum viðvíkjandi, sigur sýslumaðurin. Avrátt var so eisini, at haldast skuldi fram við hesum í skúlanum dagin eftir. Og týsdagin kom eis- ini sálarfrøðingur úr Havnini suður til Tvør- oyrar at hjálpa. Tvøroyar skúli hevur eina tilbúgvingarætlan, sum skúlin fylgir í hesum sambandi – umframt at til- búgvingin á Landssjúkra- húsinum beinanvegin varð sett í verk eftir van- lukkuna. – Vit hava so roynt alt, tað vit kunnu, men hetta er ein skelkur fyri alla oynna, sum fer at taka tíð at koma yvir, sigur sýslumaðurin á Tvøroyri. Í síðstu viku kom fram í Sjónvarpi Føroya, at Listasavn Føroya ikki veit, hvar 80 listaverk hjá savninum eru LIST Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Listasavn Føroya hevur arbeitt í eina tíð við at gera eina dataskráseting yvir teirra málningar, og tá arbeiðið var liðugt, var greitt, at áttati málningar eru so at siga horvnir. Tað vil siga, at Listasavnið veit ikki, hvar teir eru, ella hvat er hent við teimum. Hetta harmast tey nógv um á savninum, og tí koma tey fram við hesum við vón um, at fólk fara at hyggja at málningum, sum tey hava hangandi. – Skuldi tað so víst seg, at tað stendur Listasavnið á onkrum av teimum, so vil eg so staðiliga heita á fólk um at siga okkum frá. Ella um onkur er, sum møguliga veit, hvat kann verða hent við onkrum av málningun- um, sigur Helgi Fossádal, stjóri á Listasavni Føroya. Hann sigur, at síðani tíðindini bórust um, at málningar manglaðu, hevur Listasavnið fingið onkra fráboðan, men tað eru ikki nógvar. Og Helgi vónar tí, at tað fara at koma fleiri. Dataskráseting Horvnu málningarnir hjá Listasavninum eru flest allir gamlir málningar. Tað vil siga, at teir eru frá fyrr enn 1970, tá savnið fekk egin høli. Men onkur er kortini nýggjari. Áðrenn tað hevði savnið onki fast høli, og tí vórðu málningarnir spjaddir runt um, har teir kundu hanga. Listasavnið hevði eina pappírsskráseting, sum tey nú hava gjørt til eina dataskráseting, og tað er sum sagt í hesum samband- inum, at tey eru varðug við horvnu málningarnar. Listasavnið veit sostatt av hesum málningum, men veit bara ikki, hvat er vorðið av teimum gjøgnum árini. Og tað vilja tey fegin fáa staðfest. – Vit mugu sum stovnur gera alt tað, vit kunnu fyri at fáa málningarnar aftur ella staðfest, hvat er vorðið av teimum, sigur Helgi Fossádal. Undirtøkan og móttøkan av framsýningini Fram í Ljósið, sum Norðoya Sparikassi skipaði fyri, vóru avbera góð, og er tað ein staðfesting av tørvinum, heldur Gunnar Nolsøe, marknaðarleiðari í sparikassanum Vilja finna málningarnar aftur Kórstevnan 2004 Árliga kórstevnan verður í Føroya Læraraskúla í døg- unum 15. - 18. apríl TÍÐINDASKRIV post@sosialurin.fo Hóast tað eru kórini í Kórsambandi Føroya, sum skipa fyri árligu kór- stevnunum, so er hon fyri allar áhugaðar sangarar - eisini teir sokallaðu "kór- leysu". Um hesi hava ætlanir at luttaka eiga tey at boða frá luttøku hjá nevndar- limum kórsambandsins á telefon 311819, 332318 ella 424439 seinasta lagi 29. mars. Danski kórmaðurin Mogens Dahl verður kór- leiðari hesaferð. Lut- takaragjaldið 150 kr skal gjaldast á kontu 6460- 4656999. Bankakvittanin verður luttøkuprógv. Markið fyri, at kór- stevnan verður av nøkrum, er, at minst 100 sangarar eru skrásettir 29. mars. Tónleikaliga innihaldið á stevnuni hesaferð verð- ur burtur úr syrpuni Liebeslieder hjá Johannes Brahms fyri kór og klav- erfylgispæl. Jóhannes Andreasen og ein av næmingum hansara spæla undir. Og norðurlendskar kórperlur. Stevnuskráin Hóskvøldið 15. apríl: venjing kl. 19.00 - 22.00 Fríggjakvøldið 16. apríl: venjing kl. 18.45 - 21.30 Leygardagin 17. apríl: venjing kl. 9.30 - 12.30 og kl. 14.00 - 18.00 Aftaná verður hugnaløta í læraraskúla kantinuni Sunnudagin 18. apríl: Venjing kl. 14.00 Framførsla í læraraskúlaskálanum kl. 17.00 C M Y K 7 6