Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mars 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 58 - 24. mars 2004 Nr. 58 - 24. mars 2004 9 Føroysk arbeiðspláss vilja læra seg at vinna pening við at fáa meira burtur úr hvørjum arbeiðstíma og venda niðurbrót- andi ósemjum til uppbyggjandi samstarv FØRLEIKAMENNING Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Eitt er kapitalur og eitt er tøknifrøði; men einki til- feingi hevur so stóran týdning sum tað humana, og at læra eina organisatión at fáa sínar ólíku medar- beiðarar at samstarva opti- malt er sambært teim klóku tann veruligi lykilin til lønsemi. Nakað soleiðis er tankin hjá teimum norsku ráðgevunum í útbúgvingar- fyritøkuni FloodRocks, sum í hesum døgum hava úr at gera á okkara leiðum. Eitt fleirtal av føroyskum fyritøkum og stovnum, teirra millum SEV, hava nevniliga nýliga latið øll síni starvsfólk, frá hægstu stjórum til lægstu fótfólk, gjøgnumganga skeið í læra seg sjálvan at kenna sum yrkismenniskja, finna sítt rætta leiklut í samspælinum við onnur á arbeiðspláss- inum, stýra sínari arbeiðs- tíð sum best og uppdaga sínar eginleikar í broyting- argongdum. — Tað ræður um at økja um lønsemi gjøgnum at fáa eitt uppfinningarsamt og skapandi umhvørvi á arbeiðsplássinum, sigur føroyingurin Kaj Magnus Klein, ein av ráðgevunum hjá FloodRocks. — Tú kanst kalla tað effektivitet, men av tí at hetta orð fyri mong er løtt við negativum dámi, vilja vit siga tað upp á ein annan máta: Tað snýr seg um, hvussu fólk relatera til síni umgevilsi og síni med- menniskju, hvussu tey fáa sum mest burtur úr sínari arbeiðstíð. Ósemjur, mis- skiljingar og óhepnar mannagongdir kosta ar- beiðsplássum nógv í mist- ari tíð, orku og peningi; við at seta fingurin á nøkur viðkomandi punkt í hesum sambandi ber til at venda tílíkum til positivar kreftir og vinna nógv. Tað snýr seg ikki um at renna skjótari, tuska meira ella møða seg meira, men heldur hinvegin at fáa meira burtur úr teirri tíð sum verður brúkt uttan at leggja størri orku í. Varandi stig At einans útbúgva leiðsluna dugir ikki. Aftan á trý verk- skeið, sum allir medarbeið- arar á jøvnum føti sleppa at gjøgnumganga, verður skipað fyri einum upp- fylgjandi leiðaraskeiði, sum skal tryggja, at tey nýggju arbeiðstól, ið organ- isatiónin soleiðis hevur útvegað sær, ikki gleppa aftur av hondum so skjótt íblásturin frá verkskeið- unum hevur lagt seg. — Royndir vísa, at tað hjálpir ikki at einans út- búgva leiðsluna, fyri at hendan síðani skal útbúgva restina av medarbeiðarun- um. Lønsamt arbeiðslag snýr seg í stóran mun um motivatión millum med- arbeiðararnar, og tí má alt fólkið við; lærdómurin tekur ofta ikki veruliga við, um hann bara verður intro- duseraður frá toppinum og niður… Hinvegin má leiðslan vera við, tí uttan at leiðslan er við ber tað snøgt sagt ikki til at gjøgnumføra eina veruliga menning av organisatiónini; leiðslan má taka ábyrgdina av at leiða og skal tí ganga á odda. — Eitt er at fólk aftan á eitt spennandi skeið kenna seg endurnýggjað og nýút- gjørd við møguleikum á arbeiðsplássinum. Men at fáa alt tað nýggja at hanga við, soleiðis at tað verður arbeitt grundliga inn, tað er ein heilt onnur avbjóðing. Tí hava vit eisini hetta leiðaraskeiðið, har nøkur fólk verða vald burturúr at, saman við stjórn, deildar- leiðarum og øðrum leið- andi personali, standa fyri tí uppfylgjandi arbeiðinum, ið skal fáa tær nýggju meginreglurnar innarbeidd- ar á varandi stigi. Ólíkskapur Hugtakið ‘Z processir’ verður brúkt fyri at lýsa samanspælið í einum væl virkandi toymi. Her er ólíkskapur eitt lyklaorð - tað er, ólíkskapur sum styrki. Ístaðin fyri at koma í sínamillum konflikt, kom- plementera fólk hvørt annað. — Ofta er tað ólíkskapur, ið fær fólk at klandrast, misskilja hvønn annan og arbeiða út frá skeivum for- treytum. Men, við rættari samanseting í einum ar- beiðsbólki, verður ólík- skapurin ein fyrimunur, ein fyritreyt… Tað er tey toym, ið eru mest ymiskliga samansett ið vísa seg at hava ta størstu kraftina. Á okkara skeiðum læra allir medarbeiðarar at hugsa um hesi hugtøk og, fram um alt, at finna sítt pláss í teimum týdningarmiklu, skapandi Z processunum. Saman analysera vit hesar processir og býta í hesum høpi medarbeiðararnar upp í fýra sløg av fólkum, eins og teir fýra endarnir í einum Z: nýskaparin, ádrívarin, foredlarin og útinnarin. Við at betur skilja teir sera ymisku, ofta sínámillum mótstríðandi, leiklutirnar hjá hesum sera ymisku pørtum, slepst undan nógvum ósemjum og øðrum orku- og tíðarkrevj- andi spilli. At tað loysir seg hjá fyritøkum og stovnum at lata sínar medarbeiðarar gjøgnumganga hetta slag av førleikamenning, ivast Kaj Magnus Klein ikki í. — Bara ein sparing av spilltíð upp á í miðal upp á fimm minuttir um tímum per medarbeiðara gevur eitt ógvuliga stórt útslag bú- skaparliga - fimm minuttir mótsvara jú ein tólvtapart ella 8,3 prosent av arbeiðs- tíðini. Miðskeiðis í apríl ætla FloodRocks at skipa fyri einari ráðstevnu í Havn undir heitinum ‘Diversity - Betri meistring av menn- iskjuligum og mentanar- ligum ólíkskapum.’ Ráð- stevur verða eisini hildnar í Noregi og í samanhangin- um kemur tann kenda Armida Russel á vitjan úr USA. Hennara stóra tema er ‘Global Diversity’ og talan er í stuttum um at greiða frá um tað sokallaða Head, Heart og Hands prin- sippið sum bót móti spenn- ingum, ið uppstanda av ólíkskapum, til dømis inn- an: starv og positión á ar- beiðsplássi, útbúgving, heilsu, átrúnaligari bak- grund, politiskari støðu, kyni, búskaparligum grundstøði, tjóðskapi, aldri, klæðum, útsjónd, kynsligari orientering og mongum øðrum. Stjórin á SEV held- ur fast við, at einki samband er millum skeið í førleika- menning og við- tøkur um nýskip- anir og opinleika BROYTINGAR Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com At SEV hevur sent øll síni starvsfólk, frá ovast til niðast, gjøgnum skeið, ið skulu lyfta andan á orkuveitarans arbeiðs- plássum, eigur ikki verða blandað saman við tær avgerðir, sum nýliga eru tiknar um størri opin- leika og leiðslubroyting- ar í tí interkommunala felagsskapinum. Tað sig- ur Klæmint Weihe, stjóri í SEV, sum svar upp á spurning okkara um eitt hugsandi samband mill- um skeiðini hjá norsku FloodRocks og tey al- ment kunngjørdu tíðind- ini um broytingar í SEV. — Vit tóku longu í fjør avgerð um at fara undir førleikamenning í sam- starvi við FloodRocks aftan á at vit høvdu test- að teirra skeið í Suðuroy, segði Klæmint Weihe, og avvísti samstundis spurn- ingin um, at førleika- menningin hongur saman við avgerðini á eyka um- boðsnevndarfundi her- fyri um, at allir fundir í Umboðsnevndini í prin- sippinum nú skulu vera almennir samstundis sum bygnaðurin í leiðsluni skal broytast og atlit til náttúru og umhvørvi skal hava hækkaða raðfesting í sambandi við útbygg- ingar. — Hesi skeiðini hjá FloodRocks eru nakað heilt annað… Vit spurdu okkara starvsfólk í Suð- uroy um teirra royndir aftan á, at tey høvdu ver- ið ígjøgnum hesi skeið, og tey lótu ógvuliga væl at, so væl at vit avgjørdu rættiliga skjótt at taka øll okkara starvsfólk gjøg- num somu skeið. Men hetta var fyri árslok… Klæmint Weihe sigur seg bæði vóna og vænta við, at SEV fær nógv burtur úr skeiðunum, men hann viðgongur, at tað enn er heldur tíðliga at draga nakrar niður- støður. — Skeiðini snúgva seg um at læra seg sjálvan at kenna á arbeiðsplássin- um, at finna sín rætta leiklut í samspælinum við onnur og, ikki minst, at brúka tíðina rætt… Vit hava øll verið á skeiði, øll á jøvnum føti, uttan mun til positión á ar- beiðsplássinum, og eg haldi hetta er nakað sum øll kunnu fáa nakað burturúr. Hetta eigur at kunna geva ítøkiligar spin-off effektir… — SEV skal, búskap- arliga sæð, kunna vinna nakað veruligt burtur úr hesum, og tað vóni og vænti eg eisini vit gera, rættiliga skjótt… Vit ætla ikki at hetta skal vera eitt one-off fyribrigdi, men heldur nakað, ið vit kunnu fáa varandi nyttu av. So tað ræður um at føra víðari tað vit lærdu, og tað er júst tað vit royna við nøkrum upp- fylgjandi leiðaraskeið- um, ið skulu tryggja at vit kunnu implementera og víðariføra hetta… Men, tað er ómøguligt at siga nakað sum so um nyttuna í hesum og hvussu væl hetta veruliga er eydnast, fyrr enn um seks mánaðir; tá skulu vit kunna síggja, hvønn mun tað hevur gjørt til ta tíð. Meira nyttu burtur úr minni møði »Ítøkiligar spin-off effektir…« Kaj Magnus Klein (vinstru megin), ráðgevi, saman við stjóranum Morten Selven, FloodRocks Starvsfólk hjá SEV á jövnum föti, í gongd við arbeiðs- uppgávu á skeiði á Hotel Föroyum Jógvan Thomsen, bygdarráðsformaður: – Eg fegnist um greiða meirilutan Jógvan Thomsen, bygdarráðsformaður í Nólsoy, sigur, at stórur spenningur var eina løtu undir upp- teljingini á fólkaat- kvøðuni leygar- kvøldið. – Í byrjanini var lítil munur á ja og nei-atkvøðunum, tí nei-atkvøðurnar komu líkasum í ein- um "klumpi". Nei-at- kvøðurnar vóru tó ongantíð fleiri enn ja- atkvøðurnar, sigur Jógvan Thomsen, sum fegnast um, at meirilutin var so greiður, nú Nólsoyar kommuna verður løgd saman við Tórs- havnar kommunu FÓLKAATKVØÐA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Stóri meirilutin, sum var fyri at leggja Nólsoyar kommunu saman við Tórs- havnar kommunu á fólkaat- kvøðuni leygardagin, kom ikki til sjóndar beinanvegin undir uppteljingini. Tað vísti seg nevniliga eina góða løtu, at rættiliga javnt var millum tey, sum valdu "samband" og tey, sum valdu framhaldandi "sjálv- stýri". Fult bygdarhús Jógvan Thomsen, bygdar- ráðsformaður, sigur, at bygdarhúsið var fultsett undir uppteljingini, og stór- ur spenningur var um úr- slitið, tá ið tað eina góða løtu gekk stavn um stavn millum ja og nei-veljarar. – Hóast tað var ein ávísur munur allatíðina – og nei- veljararnir ongantíð vóru fleiri enn ja-veljararnir, so var einki avgjørt ta fyrstu løtuna. Hann sigur, at tað vísti seg, at nei-atkvøðurnar hesa løtuna komu líkasum í einum "klumpi". Men tá ið avtornaði í Nólsoy leygarkvøldið, var tó eingin ivi um greiða úr- slitið: 117 veljarar vóru fyri samanlegging og 41 ímóti. Ein atkvøða var blonk. Jógvan fegnast Jógvan Thomsen sigur, at valluttøkan var 78,33%, og í prosentum vóru sløk 73% av veljarunum fyri saman- legging og 25% ímóti. – 203 veljarar eru í Nólsoy, og tá ið 117 vóru fyri, er hetta meira enn 50% av øllum, ið høvdu valrætt. Bygdarráðsformaðurin sigur seg fegnast um greiða úrslitið, sum ger alt nógv lættari og behagiligari, sum hann tekur til. – Tað hevði nú verið keðiligt, um bygdarráðið, sum einmælt hevur mælt til samanlegging, sat eftir við einum meiriluta uppá eini 5 ella 10 fólk. Spurdur, hví luttøkan ikki var størri, sigur Jógv- an: – Tað er sjálvsagt ilt at siga, men eg haldi, ein or- søkin er, at ein partur av tí eldra fólkinum helt, at av- gerðina eiga tey, ið eru virkin. Kanska hava nøkur, ið annars høvdu atkvøtt blankt, valt at sitið heima. Hugsandi er, at hesi høvdu ætlað sær at staðfest av- gerðina, ið tey, sum fóru á val, nú einaferð fór at taka. Staðfesta sáttmálan Í gjárkvøldið var bygdar- ráðsfundur í Nólsoy, har eitt einmælt bygdarráð vænt- andi fór at samtykkja sátt- málan, sum Nólsoyar kommuna og Tórshavnar kommuna hava gjørt. Tórshavnar býráð fer at samtykkja sáttmálan í kvøld, og seinni í kvøld verður sáttmálin um sam- anleggingina so undir- skrivaður. Jógvan Thomsen sigur, at á fundinum í gjárkvøldið skuldi bygdarráðið eisini velja eygleiðara at møta á fundum í Tórshavnar bý- ráði og eygleiðaraumboð í tær nevndir, sum Tórshavn- ar býráð hevur. Í Nólsoy eru bert 5 bygdarráðslimir, so hugs- andi er, at onkur av limun- um fær eygleiðarastøðu í fleiri nevndum. Sáttmálin um samanlegg- in verður galdandi frá 1. januar 2005 at rokna. – Greiða úrslitið á fólkaat- kvøðuni ger alt nógv lættari og behagiligari, sigur Jógvan Thomsen, bygdarráðsfor- maður í Nólsoy – Eg sigi sum bygdar- ráðsformaðurin í Oyndarfirði segði: Nólsoy verður altíð Nólsoy. Vit fara at leggja dent á at varð- veita tey sermerki, sum bygdin hevur og vísa virðing fyri tí máta, nólsoyingar hava livað uppá, sigur Jógvan Thomsen, bygdarráðsformaður SAMANLEGGING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jógvan Thomsen veit ikki at siga, hvussu gomul Nólsoyar kommuna er. Men hann heldur, at áhuga- vert hevði verið at kannað hesi viðurskifti og síðan skrivað okkurt um søguna. Hann veit tó at siga, at gerðarbøkur hjá Nólsoyar kommunu eru varðveittar heilt aftur til 1910. Sum kommuna verður Nólsoyar kommuna ikki nógv eldri, enn hon er í dag, tí 1. januar 2005 verður hon løgd saman við Tórshavnar kommunu. Í selskapinum – Avgerðin, sum nólsoy- ingar tóku á fólkaatkvøðuni leygardagin, merkir, at vit nú eru við í tí stóra selskap- inum, sum Jógvan tekur til. Hann heldur, at søgdu nólsoyingar nei, hevði Nólsoyar kommuna sett seg uttanfyri og hevði við tíðini verið ein gloymdur partur av Føroyum. – Eg beri ikki ótta fyri, at vit fara at hvørva í tí stóra meldrinum, og vit fara at leggja dent á at varðveita bygdina og tey sermerkir, hon hevur. Vit fara at virða tann máta, nólsoyingar hava livað uppá. Jógvan heldur ikki, at Nólsoy skal gerast ein alt ov nútímans forstaður til Havnina, men skal varð- veita síni sermerki – uttan tó, at hesi skulu gerast ein forðing fyri menning. – Fáa vit hesi viðurskifti at ganga uppí eina hægri eind, so haldi eg, at væl stendur til, sigur hann. Livandi eind Bygdarráðsformaðurin vís- ir á, at ein kommuna ella eitt bygdasamfelag er eitt livandi eind, sum flytir seg, soleiðis sum borgarin nú einaferð ynskir tað. – Eg haldi, at stemning- urin her úti er góður, og nú fara vit at leggja alla orku í at fáa sum frægast burtur úr hesum samstarvinum, sum nú er sett á kjøl, sigur Jógv- an Thomsen, sum hevur góðar vónir um, at eitt gróðrarríkt samstarv verður í samanløgdu kommununi. Ein partur av sáttmálan- um, sum nú verður undir- skrivaður, bindir saman- løgdu kommununa at byggja ein nýggjan barna- garð í Nólsoy í komandi setu (2005-2009). Ein ann- ar partur er, at arbeiðir skulu gerast í Nólsoy í hesum árinum fyri eina miljón krónur. Eru við í tí stóra selskapinum – Eg haldi, at stemnnigurin her úti er góður, og nú fara vit at leggja alla orku í at fáa sum frægast burtur úr hesum samstarvinum, sum nú er sett á kjøl, sigur Jógvan Thomsen, sum hevur góðar vónir um, at eitt gróðrarríkt samstarv verður í saman- løgdu kommununi C M Y K 9 8