mikudagur 24. mars 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 58 - 24. mars 2004
Nr. 58 - 24. mars 2004
11
Heidi Petersen
løgtingskvinna fyri
Tjóðveldisflokkin
Til viðgerðar í dag er løg-
tingsmál nr. 38/2003. Upp-
skot til løgtingslóg um at
byggja lista- og ítróttar-
skúla við Meginskúlan í
Sandoynni.
Við lógini fær lands-
stýrismaðurin heimild at
byggja skúla, ítróttarhøll og
næmingaheim við Megin-
skúlan í Sandoynni. Lógin
gevur landsstýrismannin-
um heimild í mesta lagi at
nýta 39 mió. kr. til bygg-
ingina.
Endamálið við lógini er
at staðfesta undirtøku ting-
sins fyri at fremja hesa ætl-
an, sum umfatar skúla,
ítróttarhøll og næminga-
heim, sum hevur rúm fyri
40 næmingum.
Um gongdina í málinum
er vert at føra fram, at í
løgtingslóg nr. 62 frá 9.
juni 1988, sum seinni er
broytt við løgtingslóg nr. 49
frá 3. apríl 2001, er ásett
bygging av einum skeiðs-
háskúli á Sandoy. Í 2002
setti landsstýrismaðurin í
mentamálum arbeiðsbólk
at gera álit um skipan og
innihald fyri ein listaskúla í
Sandoy.
Niðurstøðan hjá arbeiðs-
bólkinum var, at fimm
ymiskar listabreytir vera at
velja ímillum á skúlanum,
nevniliga myndlist, tónlist,
tóvirki og margmiðlalist.
Her skal so ein breyt gerast
afturat, og verður tað
ítróttarbreyt, og haldi eg
hetta vera skilagott fyri at
víðka
um
næminga-
grundarlagið hjá skúlanum.
Ætlanin er, at skúlin skal
skipast á háskúlastøði, tað
er sostatt ein skúli, sum
ikki endar við próvtøku og
gevur soleiðis møguleika
fyri eini meira eksperi-
menterandi undirvísing og
einum breiðari næminga-
grundarlagi enn annars.
Sum tað framgongur av
viðmerkingunum til lógar-
uppskotið, er ætlanin eisini
at byggja næmingaheim og
læraraíbúðir, og má hetta
metast sum ein fyritreyt
fyri, at skúlin skal kunna
fáast at virka eftir ætlan.
Ítróttarhøll í Sandoynni.
Umframt hetta er tað hent,
at Mentamálaráðið hevur
givið tilsøgn um stuðul til
bygging av ítróttarhøll í
Sandoynni, og á fundi í no-
vember
2003
millum
Annitu á Fríðriksmørk,
fyrrverandi mentamálaráð-
harra, og kommunurnar í
Sandoynni, var semja um,
at kommunurnar eru sinn-
aðar at fara inn í eina felags
verkætlan millum Føroya
lista- og ítróttarskúla um
bygging og rakstur av
einari ítróttarhøll við til-
knýti til skúlan. Sum fram-
gongur av hesum er áhugin
sera stórur fyri at víðka um
skúlan til eisini at umfata
ítróttarbreyt, og kann ein
slík verkætlan verða við at
menna
alla
oynna
og
grundarlagið fyri livilíkind-
unum har yvirhøvur.
Lista- og ítróttarskúlin í
Sandoynni fer at geva eitt
fjølbroytt og virðismikið
undirvísingartilboð til ser-
liga tey ungu í øllum Før-
oyum innan list, ítrótt og
mentan yvirhøvur, men
kann hann eisini virka sum
skeiðsdepil við tilboðum til
aðrar bólkar í samfelag-
num, eitt nú vaksnin menn-
ingartarnað og ymiskar
áhugafelagsskapir í Føroy-
um, sum dømi kundu vit
nevnt Barnabata, Javna,
ítróttarfeløg,
Føroya
Kommunufelag, Fótbólts-
sambandið, Hondbóltsam-
bandið bert fyri at nevna
nøkur. Her er bert hug-
flogið og ágrýtni hjá teim-
um, sum stíla fyri, sum setir
mørk.
Sum
ein
náttúrligur
partur av einum slíkum
skúla eigur samstarv at
fáast í lag við Meginskúlan
og ítróttarfelagið í Sand-
oynni, B 71 og harafturat
við alla oynna um mentan-
arlig, ítróttarlig og listarlig
tiltøk fyri borgararnar, so-
leiðis at lívsdygdin í oynni
verður ment.
Til at tryggja at øll
áhugamál og krøv til ein
slíkan skúla verða røkt,
eigur ein faklig nevnd at
setast við umboðum úr
Ítróttarsambandi Føroya,
Listafólkasambandi Føroya
og
Mentamálaráðnum.
Umboð fyri kommunurnar
í Sandoynni eiga eisini at
vera umboðaðar í eini
slíkari nevnd.
Innihaldið í einum tílík-
um skúla er væl lýstur í áliti
um listaskúla í Sandoy, og
eigur landsstýrismaðurin
bert at víðka hetta við eini
lýsing av innihaldinum á
eini ítróttarbreyt afturat.
Eisini eigur landsstýris-
maðurin beinanvegin at
seta eina skjóttarbeiðandi
bygginevnd at lýsa hølis-
tørvin á øllum økjum bæði
til skúla, ítróttarhøll, næm-
ingabústaðir, lærarabústað-
ir, sum eisini umfata allar
funktiónir, sum hoyra til
ein tíðarhóskandi skúla t.d.
umsiting, matstovu, bóka-
savn, leikpalli o.a.
Menningarætlan og
fíggjarkarmar.
Seta vit lista- og ítróttar-
skúlan í Sandoynni í eitt
breiðari høpi, so er hann
ein liður í eini størri menn-
ingarætlan Tjóðveldisflok-
sins av framhaldsskúlum
um alt landið. Av Mið-
námsskúlum hava vit stu-
dentaskúla og handilsskúla
í Eysturoy, í Klaksvík hava
vit H.F. skeið og Tekniska
skúla, og Tjóðveldisflokk-
urin hevur borið uppskot
niðan í tingið um útbygging
av hesum skúla. Í Suðuroy
er stór verkætlan sett í verk
viðvíkjandi byggingini av
Miðnámsskúlanum í Vági.
Tjóðveldisflokkurin hevur
eisini sett bygging av fiski-
vinnuskúla í Vestmanna á
dagsskrá, og verður hetta
mál viðgjørt í tinginum
fyrsta dagin. Tá ið so upp-
skotið um skúladepil á
Marknagilinum í Havn,
sum eisini er ávegis frá
Tjóðveldisflokkinum, verð-
ur lagt fyri tingið, hava vit
bert eitt øki í landinum, ið
ikki hevur miðnámsskúla
ella háskúla, og tað eru
Vágarnar. Tjóðveldisflokk-
urin fyrireikar í løtuni
uppskot um at byggja ein
Miðnámsskúla í Vágunum,
Vandi er fyri at stríðið í Miðeystri fer at herast upp-
aftur meira, nú ísraelskar deildir hava dripið ein av
ovastu andaligu leiðarunum hjá tí partinum av
palestinum, sum hoyrir til víðgongdu Hamas rørsl-
una. Morðið verður fordømt av nógvum stjórnar-
leiðarum og her serliga av fleiri av EU-londunum,
sum halda, at Ísrael við at taka hetta stigið, hevur
sett enn eina kíla í friðartilgongdina.
Hinvegin verja ísraelar seg við, at Hamas leiðarin
persónliga hevur givið boð um hópin av sjálv-
morðsatsóknum móti sivilum ísraelum. Tað var
Sharon sjálvur, sum gav boðini um morðið.
Palestinar lova nú hevnd og siga, at Sharon við hesi
gerð hevur latið porturini upp til Helviti.
Fyri okkum, sum bara eru fjasrskotnir eygleiðarar til
eina slíka støð, vil tað oftani vera ringt at taka dagar
ímillum, hvør nú ber seg rætt at og ikki. Men líta vit
kring okkum, so halda leiðarar í fleiri vestur-
lendskum londum, eitt nú Onglandi og Fraklandi, at
Ísrael er farið ov langt. USA hinumegin heldur, at
Ísrael má hava møguleika fyri at verja seg móti
ágangi og endurtekur, at Hamas er ein terror-
felagsskapur.
Eingin ivi er um, at hetta seinasta morðið á ein
leiðandi palestina fer at fáa avleiðingar. Vit kunnu so
vænta okkum uppaftur fleiri blóðugar sjálvmorðs-
atsóknir og tað, sum kanska verri er. Kann tað
hugsast, at Al Qeida fer at stuðla palestinum í tess
terroratsóknum, ikki bert móti Ísrael men eisini
móti teimum, sum stuðla Ísrael! Eftir tað, sum hendi
11. september og tað, sum nú hendi í Madrid, eiga
vit at kunna rokna við øllum. Tað er rætt, at vit mugu
ikki geva eftir fyri terrorfelagsskapum, men í sama
viðfangi eiga vit eisini at gera alt vit eru ment fyri at
loysa upp fyri kreppum sum henni í Miðeystri.
Spurningurin er um vit gera tað!
Eftir okkara tykki er einasti partur, sum kann gera
nakað við hetta málið, nú USA ikki vil ávirka
høgrastjórnina í Ísrael nokk til at taka eg aftur av
hersettum økjum og geva palestinum meira frælsi,
ST. Vit síggja, hvussu eitt nú USA hevur broytt
støðutakan til ST í spurninginum um Irak. Fyrst
vildi USA halda ST heilt burtur frá gongdini í Irak,
men í dag dugur tað at síggja, at bert við ST luttøku
ber til at fáa loyst upp fyri trupulleikunum í Irak. Vit
kunnu so bara vóna, at tað sama fer at henda við
støðuni í Ísrael. Her mugu stórveldini tvinga Ísrael
til at góðtaka, at ST fær ein størri leiklut. Nú
hevndin er vorðin eitt mál í sær sjálvum og hon
fullkomiliga fæstlæsur støðuna, og nú USA heldur
fast við sína støðu ikki at blanda seg, so er bara ein
møguleiki eftir, og hann er at fáa ST uppí.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Álvarslig støða – ST má uppí
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Ikki tann
rætti Erling
Á hesi síðu í blaðnum í
gjár stóð grein, ið Er-
ling Simonsen hevði
skrivað.
Eisini
var
mynd
av
Erlingi
Simonsen, fyrrverandi
tannlækna.
Men tað var nú kort-
ini ikki tann Erling
Simonsen, ið skrivað
hevði, men ein navna-
bróðir hansara.
Umberið mistakið!
blaðstj.
Lista- og ítróttarskúli við Meginskúlan
í Sandoynni
Framhald á næstu síðu
sum hevur ferðavinnu sum
høvuðsmál.
Hyggja vit at fíggjarligu
karmunum hjá landinum í
løtuni, so er ongin ivi hjá
Tjóðveldisflokkinum um,
at íløgur eiga at verða rað-
festar sera høgt. Tá ið virk-
semið í landinum hevur
hug at dala, eiga lands-
myndugleikarnir at gera
munandi íløgur, fyri at tey
náttúrugivnu sveiggini ikki
gerast ov ógvuslig fyri
samfelagið
alt.
Eisini
verður skúlabyggingin sett
á skránna nú íløgurnar í
samferðslu hava verið sera
stórar seinastu árini, og vit
vita øll, at tær 111 mió. kr.,
sum Smyril kostar í íløgu í
ár, ikki vera á fíggjarlógini
fyri komandi ár. So okkara
meting er avgjørt at halda
fram við almennu íløgun-
um, og at tað nú eru skúl-
arnir kring landið, sum eiga
tørn.
Orsøkirnar, til at vit
halda útbyggingar av slík-
um miðnámsskúlum og há-
skúlum kring alt landið,
hava so stóran týdning, eru
sjálvandi fleiri. Høvuðsor-
søkin er, at ein slíkur skúli í
roynd og veru kann gerast
ein
mentanardepil
fyri
bygdina, alla oynna, ja, alt
økið, sum tað er. Skúlin
kann gerast tann kveikjari,
sum er neyðugur fyri at
menna økið og tann íbirtari,
sum letur dyrnar upp fyri
fólkum í økinum. Hann
kann gerast ein tíðandi
partur av økismenningini,
og tann magnetur, sum
dregur yrkisfólk til økið.
Alt hetta er við at menna og
stimbra
bygdina/oynna/
økið og lyfta tilverumøgu-
leikarnar runt um í landin-
um munandi.
Økismenning.
Venda vit so aftur til lista-
og ítróttarskúlan í Sandoy,
er ongin ivi hjá mær um, at
hann fer at hava stóran
týdning fyri oynna, fyri
ungdómin, har býr og allar
sandoyingar. Hesin skúli
kann eisini vera við at
draga fólk, bæði aðrastaðni
úr landinum, men eisini úr
útlandinum, til sín. Her
hugsi eg serliga um børn
ella ungfólk hjá føroyskum
útisetum. Ein slíkur háskúli
kundi verið eitt gott tilboð
til føroyskar ungdómar
uttanlands, sum hava hug at
koma til Føroya at læra seg
meira um mál og mentan
okkara, og kanska harvið
koma nærri sínum uppruna.
Eisini verður hetta eitt
tilboð hjá útlendingum at
uppliva Føroyar á ein øðr-
vísi hátt.
Ein annar táttur, sum
kundi verið áhugaverdur at
tikið upp í sambandi við
bygging av lista- og ítrótt-
arskúla í Sandoy, var eitt
samstarv við Føroya Fólka-
háskúla. Ynskiligt hevði
verið at fingið í lag sam-
starv við henda stovn, og
fingið nyttu at teimum
royndum, vitan og førleika
hesin gjøgnum heila øld
hevur bygt upp á háskúla-
økinum. Hetta hevði kunn-
að ment skúlan og kanska
givið tað ískoytið av sál, ein
slíkur skúli eigur at hava,
so eg skjóti upp, at Føroya
Fólkaháskúli eisini verður
umboðaður í nevndini fyri
lista- og ítróttarskúlan í
Sandoynni.
Tað er ongin ivi um, at
ein slíkur skúli hevði havt
ein tíðandi mennandi leik-
lut í lokalsamfelagnum, tá
ið hugsað verður um ar-
beiðsmøguleikar á einum
slíkum skúla. Hugsið bert
um, hvussu nógvar ymiskar
arbeiðsuppgávur
skulu
røkjast, undirvísarar av
ymsum slag, bæði lærarar
og listafólk, skrivstovufólk,
fólk at umsita bygningar,
taka sær av matgerð og
reingerð fyri at nevna
nøkur. Hetta gevur rúmd
fyri, at útbúgvið fólk kann
búsetast í oynni, og at
íbúgvararnir úr nærum-
hvørvinum fáa víðkað um
arbeiðsmøguleikarnar.
Eisini er spurningurin
um lestrarstuðul verdur at
hava í huga í sambandi við
eina slíka verkætlan. Tjóð-
veldisflokkurin mælir til, at
lestrarstuðul verður veittur,
og at núverandi lestrar-
stuðulsskipan verður broytt
til eisini at umfata há-
skúlaskipanir, sum ikki í
løtuni eru umfataðar av
stuðlinum, tí tær ikki eru
førleikagevandi, altso ikki
hava próvtøku við á frá-
faringarskjalinum.
Uppgávan hjá skúlanum
at vera kveikjari á øðrum
økjum enn júst lista- og
ítróttabreytunum á skúlan-
um, eru mangar. Fyri at
tríva í nakrar skal eg nevna
eitt nú at skipast kann fyri
styttri ella longri skeiðum
fyri ymiskum málbólkum.
T.d.
ítróttarvenjarum,
ítróttarlærararum, lærarum
í handverki og list, komm-
unum og ymsum øðrum
áhugabólkum t.d. Megin-
felag teirra brekaðu ella
undirbólki hjá teimum. Og
sum við so nógvum øðrum,
tað er bert hugflog og vilji,
sum seta mørk.
Lærugreinirnar.
Fara vit inn á umrøðu av
einstøku lærugreinunum á
einum slíkum skúla, so er
ætlanin at skipa skúlan við
nøkrum valbreytum, har
næmingatalið verður ímill-
um 8 og 12 næmingar á
hvørji breyt. Breytirnar eru:
• Myndlist
• Tónlist
• Leiklist
• Tóvirki
• Margmiðlalist
• Ítróttur
So um vit viðgera allar
undir einum, so er greitt, at
hóskandi er at hava sam-
starv ímillum lærugreinir-
nar har felagsøki eru, t.d.
listasøga, sniðgeving, lit-
læra o.s.fr.
Her verða tað sjálvandi
yrkislærarar, sum hava
undirvísingina um hendi.
Koma vit so til einstøku
listagreinina, so er umráð-
andi, at vit fáa bestu lista-
fólk at taka sær av ávísum
pørtum av undirvísingin.
Her hugsi eg serliga um, tá
ið farast skal undir størri
verkætlanir við samstarvi
millum fleiri listagreinir.
Upplagt er, at skúlaárið
endar við eini framførslu,
t.d. einum sangleiki, har
allar listagreinirnar sam-
starva um hetta ávísa verk-
evnið.
Ein
avbjóðing
verður eisini at finna fram
til, hvussu ítróttur passar
inn í eina tílíka verkætlan,
men eisini her er bert
hugflog og vilji, sum eru
fyritreyt fyri, at tað eydna-
st.
Ein fastur táttur hjá
einum lista- og ítróttarskúla
eigur at vera at vitja fram-
sýningar og framførslur,
sum eru kring landið. Og
her er nóg mikið at fara til,
vit hoyra hvønn dag um
tiltøk av ymiskum slagi,
sjónleikir, tónleikur, máln-
ingaframsýningar o.s.fr.,
men tað týdningarmesta av
øllum er eisini at hava sum
krav, at ein námferð verður
gjørd á hvørjum ári. Hetta
eigur at vera ein ferð, har
vitjað verður í onkrum
størri býi, sum hevur eitt
breitt úrval av listagreinum
á altjóðastøði. Hesin táttur
er sera umráðandi at taka
upp, fyri at vísa næmingum
á
menningarmøguleikar
uttanlands og fyri at geva
føroyskum
listarfólki
íblástur uttanífrá, og so-
leiðis vera við at føra okk-
um inn í ein alheims-
listarligan heim. Mítt fyrsta
boð upp á ein slíkan ment-
unarbý er næsti stórbýur
okkara London, men eru
sjálvandi
fleiri
aðrir
mentanarbýir,
sum
eru
verdir at vitja bæði í og
uttan fyri Evropa.
Niðurstøða.
So fyri at taka saman um
verður skúlin skipaður við
seks
ymsum
breytum,
myndlist, tónlist, leiklist,
tóvirki,
margmiðlalist,
ítrótti við hollari, ástøði-
ligari og praktiskari undir-
vísing, har høvuðsdenturin
verður lagdur á tað skap-
andi og eksperimenterandi
arbeiðið.
Skúlin skal taka støði í
føroyskari mentan og list,
sum verður sett í víðari
perspektiv innan altjóða
list, har ein háttur at røkka
tí málinum er námsferð til
útheimin.
Tær ymsu listabreytirnar
samstarva um felagslæru-
greinir so sum listasøgu og
føroyska mentan, lit og
formlæra o.s.fr.
Og at enda verður alt ført
upp í eina hægri eind við
einari felags verkætlan fyri
allan skúlan, har møguleiki
eisini er at bjóða nær-
samfelagnum við til gleði
og gagn fyri alt økið. Við
vón um góða viðgerð av
uppskotinum.
VIÐMERKINGAR
FYRIELSTUR
Tíðindaskriv
Mikukvøldið 24. mars kl.
20.00 verður fyrilestur í
húsinum hjá Kongshavnar
Kvinnufelag á Glyvrum.
Tað er Heini Joensen frá
Skógrøkt Landsins sum
heldur almennan fyrilestur
um urtagarðsrøkt.
Fyrilesturin er liður í eini
røð av smærri tiltøkum,
sum Kongshavnar Kvinnu-
felag javnan skipar fyri.
Seinastu
tíðina
hevur
Kongshavnar Kvinnufelag
skipað fyri millum annað
fyrilestrum um siðamis-
brot, diabetikarar, orð, ið
menna, lit- og kostráð-
geving. Fyrilesturin um
urtagarðsrøkt er seinasti
fyrilestur áðrenn summar-
steðgin.
Fyrilesturin er ókeypis og
Kvinnufelagið bjóðar til
ein drekkamunn undir til-
takinum.
Framhald av síðu 10
Fyrilestur á Glyvrum um urtagarðsrøkt
Høgni Hoydal
Løgtingsmaður
Munnligur fyrispurningur
til Jógvan við Keldu, lands-
stýrismann viðvíkjandi
rættari kunning um avtalu
um útlendsk ítróttarfólk í
Føroyum
1. Kann landsstýrismað-
urin upplýsa um inni-
haldið í teirri avtalu,
sum undanfarna lands-
stýrið og danski ráð-
harrin í útlendingamál-
um vóru komin ásamt
um viðvíkjandi arbeiðs-
og uppihaldsloyvum í
Føroyum?
2. Kann landsstýrismað-
urin vátta, at avtalan
snúði seg um at herða
umsitingarliga manna-
gongdirnar sum heild
fyri at veita arbeiðs- og
uppihaldsloyvi, og sam-
stundis at gera eina
smidligari og greiðari
skipan fyri at avgreiða
umsóknir hjá ítróttar-
fólki?
3. Kann landsstýrismað-
urin vátta, at tað altíð
hevur verið eitt krav, at
fólk skulu hava arbeiði,
bústað og váttan fyri, at
tey kunnu forsyrgja sær
sjálvum, áðrenn ar-
beiðs- og uppihalds-
loyvi verður veitt?
Viðmerkingar
Í longri tíð hava vit í fjøl-
miðlunum hoyrt landsstýr-
ismannin í innlendismálum
tosað um reglurnar fyri ar-
beiðs- og uppihaldsloyvi til
ítróttarfólk og til útlendska
arbeiðsmegi sum heild.
Sum skilst, vil lands-
stýrismaðurin hava manna-
gongdirnar herdar fyri at
veita arbeiðs- og uppi-
haldsloyvir í Føroyum.
Í tí sambandi hevur hann
boðað frá, at hann fer ikki
at seta ta avtaluna í gildi,
sum undanfarna landsstýri
gjørdi við danska ráðharran
í útlendingamálum, Bertel
Haarder.
Landsstýrismaðurin hev-
ur somuleiðis boðað frá, at
hann vil hava ta manna-
gongd, at fólk skulu hava
eitt arbeiði, áðrenn tey fáa
arbeiðs- og uppihaldsloyvi
í Føroyum.
Síðani hevur eitt nú
Føroya
Arbeiðarafelag
hildið uppá, at treytirnar
fyri at fáa arbeiðs- og
uppihaldsloyvi eru linkaðar
í Føroyum, og at ítróttar-
fólk eru ein trupulleiki fyri
føroysku arbeiðsmegina.
Spyrjarin skilir snøgt
sagt onki av tí, ið higartil er
komið fram alment um
hetta mál.
Í besta føri er talan um, at
landsstýrismaðurin
er
skeivt endurgivin, ella at
ymisk
viðurskifti
eru
komin í bland.
Í ringasta føri er talan
um, at beinleiðis skeivir
upplýsingar
koma
frá
landsstýrismanninum.
Í fyrsta lagi er tað eitt
beinleiðis krav í lógini - og
hevur altíð verið tað - at
fólk, ið ikki eru norður-
lendskir
ríkisborgarar,
skulu hava arbeiðsgev-
araváttan, bústað og/ella
váttan fyri, at tey kunnu
forsyrgja sær sjálvum, um
tey fáa arbeiðs- og uppi-
haldsloyvi í Føroyum.
Í øðrum lagi snúði av-
talan,
sum
undanfarna
landsstýri gjørdi við Bertel
Haarder, seg um at herða
og tátta í mannagongdirnar
fyri at veita arbeiðs- og
uppihaldsloyvi í Føroyum
sum heild, meðan ein smid-
lig skipan varð avtalað, um
at avgreiða umsóknir hjá
ítróttarfólki.
Samanumtikið gjørdi av-
talan við Bertel Haarder
mannagongdirnar
nógv
greiðari, enn framman-
undan.
Í henni varð staðfest, at
ítróttarfólk kunnu koma til
Føroya at royndarvenja og
síðani søkja um arbeiðs- og
uppihaldsloyvi í Føroyum.
Tey kundu hava upp í tvey
parttíðarstørv afturat ítrótt-
inum og tilsamans skuldu
tey hava eina inntøku, ið
svarar til eina minstu
verkamannaløn í Føroyum.
Tey kundu ikki byrja at
spæla ella taka á seg venj-
arastarv fyrr enn arbeiðs-
og uppihaldsloyvi varð av-
greitt.
Tey skuldu eins og onnur
bert hava uppihaldsloyvi
fyri eitt ár í senn, og um tey
missa arbeiðið, so fara tey
av landinum.
Avtalan
gjørdi
eisini
greitt, at eftirlit skal vera
við, útlendsk arbeiðsfólk
halda sáttamálakrøvini hjá
føroyskum fakfeløgum og
at fólk, ið hava roynt at
søkja um friðskjól ella
uppihald í Danmark, ikki
kunnu søkja víðari til
Føroya.
Og tað var eftir avtaluni
framvegis landsstýrið, ið
skuldi viðmæla, um ar-
beiðsloyvi skal gevast, og
landsstýrið hevði sostatt
møguleikar fyri at kanna
væl og virðiliga, um ar-
beiðsloysi var í teirri
vinnugrein ella í tí øki í
landinum, sum søkt varð
um arbeiði í.
Avtalan var sostatt bæði
ein herðing av manna-
gongdunum, sum heild,
men hon gjørdi samstundis
greiðar og smidligar reglur
fyri, hvussu ítróttarfólk fáa
somu viðferð og somu við-
gerð.
Sum støðan er í løtuni,
tykist ongin at vita, hvat
vendir upp ella niður, og
beinleiðis skeivir upplýs-
ingar verða førdir fram
alment.
Tí verður hesin fyri-
spurningur settur.
Á Løgtingi 23. mars 2004
Viðvíkjandi rættari kunning
um útlendsk ítróttarfólk
C
M
Y
K
11
10