Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mars 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 58 - 24. mars 2004 Nr. 58 - 24. mars 2004 13 Agga Niclasen attitude@niclasen.fsnet.co.uk Ókey, so hendi tað. Tað, sum helst ikki ordiliga mátti henda. At hon, eg livi í óskrá- settum parlagi við, Sigga Vang, fór at søkja um ment- unarstuðul, 1-ára "starvsløn" frá Mentanargrunni Landsins (ML). Tað, at frøkun Vang av sjálvsøgdum ávum ikki hevur móttikið "lønina" [freistin at søkja um úrtøkugóða styrkin er júst lokin], er málinum púrasta óviðkomandi; tí um tú søkir, veitst tú eisini, at møguleikin at vinna í hesum skikkaða vina- og kenninga- happadrátti er til staðar. Men lat tað hvíla. Fyribils. Hvørt hin einstaki um- søkjarin kann rokna seg sjálv- an sum hepnan, um hann er heimliga fittur og 'insidarliga' tjóðarbyggjandi í tráð við sjálvrósandi tjóðskapar- romantikkin hjá eitt nú Oddvør Johansen, er torført at meta um og ógjørligt at prógva, men hevur hetta altíð argað meg minni enn tær skortandi skyldirnar, ella krøv, sum rættliga eiga at vera ein ósundurskiljandi partur av slíkum stuðuls-politikki. Tað er nevniliga ikki ovsagt, at tað er at lifra fyri stuðulsskip- anini hjá ML at knýta "skortandi krøv" at henni, tá ið hon er í uppisetri við krøvum. Ikki bara starvslønir til listafók ella fólk, ið hava hug ella ætla sær at arbeiða við list, men eisini hvussu ar- beiðslønirnar í høvuðsheitum verða brúktar, eiga, sambært handahógv, at almannakunn- gerast. Kontragrundgevingin, at yvirhøvur skilvísar skyld- ur, krøv ella avtalur millum veitara og móttakara onkurs- vegna avmarka listaliga frælsið hjá tí einstaka og mentanini, er einki minni enn non plus ultra svass. Sjálv- andi eiga politikkur og mentan ikki at fanglast so at sovorðið sum borgaraligur sensurur kann strikast, men tað má vera eitt eyðsætt krav frá einum aðramáta nøku- lunda opnum og upplýstum samfelagi at vita, hvussu tú, sum móttakari av almennum peningi, hevur brúkt hann. Handa ilsliga mølmanin frá nøkrum listakendum einstak- lingum um ikki at "órógva listafólkið" ella "virða privat viðurskifti" halda nøkur vera haldgóða. Men, við størstu virðing, "privat viðurskifti" eru fíggjað av privatari pen- ingaogn. Hetta er so sanniliga skattaborgarans søk, og málið hevur hansara nákvæma áhuga. Men, "áh denn mótgangur! Sum... nú tú sigur tað; aftaná at hava sæð handa ótolandi Tom Hanks í "Life is like a box of chocolate-Gump" fekk eg barasta so ilt í búkin av hasum vælsignaða "ein og hvør kann 'make it', sjálvt ein býttlingur"-dreyminum og gudaði annars uppá ikki at síggja hr. Hanks aftur--eg gav honum skyldina fyri at gera niðranina av "teim býttu" fullkomna. Og tað havi eg heldur ikki. Men eg vil til eina og hvørja tíð síggja film- in aftur, enntá tvær ferðir, uppísaman, enn at vera fyri hasi evindaligu eymkanini hjá sjálvfráboðandi "listavin- arligum" fólki. Hví roknar ein alt ov stórur partur av føroyskum listafólki seg at vera serstakur í einum opinberliga serstøkum landi? Um tú sær burtur frá ríkis- rættarligu støðuni, eru Føroy- ar eitt land sum øll onnur, hvørki minni ella meira serstakt. Men tað er lítið. Harvið ikki sagt, at vit skula halda okkum aftur, heima ella úti í heimi, bara lítið. Eftir meginreglu dámar mær einki uppáhaldið: at tí at vit eru lítil, kunna vit ikki tað sama sum tey stóru. Í Englandi eru so og so nógv listafólk, men her eru eisini so og so nógvir skattaborgarir og tístaðni tað meira av stuðuli til listafólk at lata av. Stuðulin (við upp- byggjandi skyldum mótvegis samfelagnum og, ikki at gloyma, sjálvum sær) verður sjálvandi veittur gávuríkum listafólki við yrkisligum hugburði, ið hava og kunna vísa á okkurt – altso, listafólk – men helst ikki ov viður- kendum listafólki, rótgrógvin listafólk. Og uttan at vísa óneyðugt pengagreði er hetta fyri at minka um burtur- spiltan pening, tá ið hesi í stóran mun helst áttu at verið sjálvhjálpin við annars somu atgongd til vælferðarstuðul og privatar grunnar, teirra medborgarir hava. Tey minni hepnu ella dugnaligu fáa einki og muga tí átaka sær fleiri arbeiði (sosum at skriva, arbeiða parttíð á eldrastovni ella tæna á kaffihúsi - ella er hetta ikki nóg listaligt fyri føroysk listafólk?) enn tey við stuðuli gera fyri at rinda leigu og barnagarð og fremja teirra list. Og annars... berjast! Eis- ini er vert at bíta merki í, at sjálvt stuðulsmóttakararnir hava parttíðarstarv í tí føri, har "starvslønin" ikki røkkur til; tað veri seg livikostnað ella listaliga framleiðslu. Men hetta er England. Før- oyar er hinvegin eitt fólka- fátækt land við minni skatta- peningi sum fylgju og er sostatt minni av stuðuli til listafólk at lata av. Men lut- falsreglan fær gildi við tað at í einum lítlum landi sum Føroyar er talið av listafólki eisini tað minni. Tó, sum smápiltaland og monoút- flytari við einum búskapi mest líkum einum vælvirk- andi menningarlandi, eru vit væl meira viðbrekin enn eitt nú England. Tessvegna muga vit saman við okkara parla- mentarikarum altíð vera ovuransin, tá ið tað kemur til penganýtslu. Vilja føroysk listafólk hava eina størri játtan á fíggjarlógini, íðan, hví ikki taka frá kontoini "Menningarhjálp" áljóðandi skopputur trýhundraðtúsund danskar krónur. Listafólk bera órættvíst orð fyri at vera solidarisk, enntá "reyð", men hoyrir tú aldri so mikið sum eitt krímfeingið mótmæli móti áðurnevndu skopputu upphædd til fólk, ið eru væl meira trongd enn føroysk listafólk við ella uttan "starvsløn" frá ML. Nú, eg havi helst verið eitt eiti frekur mótvegis einum eymkandi føroyskum lista- klubba soleiðis sum eg júst prátaði meg til rættis í spurn- inginum um, hvør skal hava hvat. Hetta sigi eg, tí eg eri væl varugur við at peningur til list og listafólk ikki nýtist at takast frá "menningar- hjálps-kontoini", men postum á fíggjarlógini menniskjanum væl minni at gagni. Kortini hevdi eg, at partur av før- oyska listasamfelagnum er órógvandi sinniligur um, hvaðani peningurin kemur, bara hann kemur: at tað ivaleyst ikki hevði nervað løtubæra klubba, um eitt ynski um eina "eykajáttan" á, surprise, surprise, DKK300.000 – til tey og teirra – snøggliga gjørdist veruleiki. Eingin grunnskygd kránan eftir hví so er og, av tí, einki solidariskt mótmæli. Nøkur halda tað vera so óluksáliga kjaftbreitt og anti- mentanarsligt at spyrja, hvat eitt nú fólk, ið (droyma um at og halda seg) fáast við list, fáa, og hvat verður gjørt fyri peningin. Men tað er ein grund fyri hesum. Ein sera góð ein: teirra "starvsløn" kemur úr einum almennum grunni. Tað er ikki tí at tey sita í almennum starvi, ella tí at føroysk listafólk eru margháttliga merkisverd; men rætt og slætt tí at før- oyski skattaborgarin rindar teirra løn. Tí at tit gjalda gildið! Og tí at tit gjalda gildið, skula tit vita, eins og partaeigararnir í einum partafelagi, ikki bara hvussu nógv tey fáa, men hvussu peningurin verður brúktur. (Og um tað stóð til mín, hevði eg støðgað her – men tað er ikki tað, eg fái betaling fyri.) Hetta er ikki ein spurningur um jagstran eftir kandiserað- um síðmarxistum, men (fólkaræðislig) ábyrging, tí eg dugi ikki at ímynda mær starvsfólkini í Mentamála- ráðnum at fáa sína mán- aðarligu starvsløn frá Jógvan á Lakjuni við bert at lurta eftir Dido ella líka so fólka- floksliga I AM við teirra pínulinnandi, smá-borgara- liga vellingi, tónlist fyri fólk, sum ikki dáma tónlist, hvør broddur tikin av fyri at geva pláss fyri eini telduvið- gjørdari hóvligheit so at glinta aftanfyri ímeðan starvsfólkini við "starvsløn" hvør í sínum lagi symmetriskt planta kastljós í teirra nossliga urtagarði ella keypa eina hornasofu hjá eini longu – einaferð húsa-gangsfyri- tøku. Av praktiskum ávum kann eg ikki ganga og skava í urtagarðinum; ístaðin pátri eg í køkinum um lagalig váðaviðurskifti – nakað, før- oysk listafólk bara eru alt ov varug við. Havið í huga! Hetta er ikki stuðul til lesandi, ein útbúgvingarlig íløga, ein íløga so at hjá einstaklingum í avvarðandi landi at nema sær kunnleika, sum, sambært framkomnari fatan, er mannarættur, men "starvsløn" ætlað einstak- lingum við onkursvegna loknari útbúgving á leið at fremja okkurt, av prinsipp, so trivaligt sum list. Soleiðis eitt arbeiði, soleiðis "starvsløn", soleiðis 'professionalisma'. (At so omanfyrinevndi kunn- leiki ikki altíð kemur sam- felagnum ella landinum bein- leiðis at gagni, er møguligt spell, men rakar, sum so, ikki samfelagið; soleiðis ein rættur.) Bara í fjørsummar var eitt øgiligt skvaldur millum tey, ið rættliga hildu, at atgongu- merkini til serliga føroysku tiltøkini í Listastevnu Føroya vóru ov dýr og tey, ið hildu, at tað vóru tey ikki! Eg brúki "rættliga" av tveimum ávum: tí at føroysku tiltøkini, alias føroysk listafólk, ikki vóru líka góð sum hini--og prís- áseting skal virka eftir góðsku, eyðveri tað – og tí at, umframt at føroysk listafólk yvirhøvur eru lítið yrkislig, slettis ikki vísa avgerandi tekin um at betra vantandi yrkisligheit. Saman við Jógvan á Lakjuni kundu tey til dømis byrjað við at tikið stig til at fremja djúptøknar ábøtur í ML við "yrkisligheit" sum mílasteinur. At tað so hóast alt kanska ikki var so dýrt hjá øllum, har limirnir í LISA eru uppí- roknaðir, kemur av at teir fingu avsláttartilboð til øll tiltøkini. Bara, nógvir limir fingu ongantíð tilboðini og máttu tí veruliga umhugsa seg; og við avrikaskrá Post- verks Føroya at veiftra við-- eg arbeiddi í skiljingini eitt summar – hevði eg ikki kunnað funnið uppá at skylda upp á fyrrverandi starvs- felagar... og meg. Og undir umsjón av Helgu Hjørvar eri eg fullvísur í at Norður- landahúsið ikki kann lastast. Eftir er, við lagnunnar spei- semi, LISA. Um tað ikki er heilt so, ja, so havi eg helst ikki nakra framtíð sum skriviborðsdetektivur. Eitt er, at føroysk listafólk vilja viðurkennast, hinvegin vilja tey ikki gera tað, ið til skal fyri at viðurkennast. Vissuliga, ein og hvør vinna ella yrkisbólkur við yrkis- ligari tráan má taka á seg tað, ið liggur undir tráanini. Og tí eigur tað ikki einans at vera eitt kærkomið krav frá land- sins síðu, men føroyska lista- samfelagnum at seta í gildi reglugerð, har tú sum mót- takari av almennum peningi er ábyrgur mótvegis al- menninginum og sostatt áverka eina uppgerð við ivasama yrkisligheit. Ja, eitt satt handabragd partanna millum. Men lat meg líka venda aftur til Listastevnu Føroya 2003, og gjølligari, sjálv- gratulerandi forsprákarirnir fyri brúkta ætlanar-'one size fits all'-príspolitikkin, hvørs grundgeving var at tí at útlendskt og føroyskt er líka gott, vert, yrkisligt... hvat sum helst [hvat tað sum oftast jú ikki er] skula atgongu- merkini vera líka dýr. Sig tú mær, men tað tykist sum um, at reglan um undantøku einamest kann smyrjast uppá tey listilærdu í listídnaðinum. Hjá flestøllum føroyskum listafólki at krevja sama prísstøði sum tey, ið veruliga eru yrkislig, er at hava falskar ímyndingar av sær sjálvum. Og herí liggur trupulleikin, tá ið hetta sjálvandi ber á brá av binda um heilan fingur- fyribrigdið, har tú sum ein frágera góð útgáva av for- kelaðum tannáringum krevur at verða "viðurkendur", men samtíðis krevja – ella, so leingi sum – at industriell hugtøk, ókvæmisorð, sum skyldur, krøv ella ábyrging sambært hentleika detta innímillum so ikki at galda hesar á!-so-plágaðu ung- lingar. Stuðul av hesum slag skal ikki bert latast við tí í hyggju at skapa ein komandi "alternativan" ídnað ella at hjálpa til við at beina evnarík føroysk nøvn inn á altjóða sýnisgluggan – og kanska eisini, vónandi, so við og við út úr stuðulsskipanini hjá ML hjá øðrum at koma framat – og sostatt gera Føroyar alt meira kendar. Men somu- leiðis skula framfýsin lista- fólk inniliga heft at veggjar- holulist sosum føroyskrað blokkfloytuspæl úr fjalla- tromunum í Andorra njóta gott av einum framburð- arskipaðum politikki (sum ML um sína degenererandi stuðulsskipan neyvan stílar eftir), har landskassin í leiklutinum sum gevari slettis ikki – í næstum ella sum frá líður – kann vænta sær nakað ítøkiligt avkast. Tað er hástórt skrøgg, at vinningshugað mentan ber við sær listaligt eftirlæti. Mentan er javnverd antin so hon kann 'professionaliserast' við útliti fyri vinningsbýti ella ikki; og skal hetta sjálvandi skiljast sum eitt álop á láturliga erpin veggjarholu-listafólk, sum halda, at poppur er lortur við skilvísu grundgevingini, at alt ov nógv medmenniskju – tey ómentaðu – dáma hann (???) og tey, ið halda, at einans lønandi vinnugreinir innan mentan og hugaligar náttúru- lýsingar skula stuðlast so at geva listafólkunum eitt væl uppiborið, og kanska eisini neyðturviligt, spark í rump- una í vónini um komandi vinningsbýti. Men hvussu nógv eg so virði veggjar- holulist, hvussu týðandi eisini hon er til tess at fáa eitt "fullfíggjað" samfelag, talar nógv fyri at seta list, sum kastar av sær, framum list, ið ikki ger. So, orðað minni varsemiskent: sum eitt framtakshugað samfelag eiga vit fyrst og fremst at stuðla vinningshugaðum listafólki – við ella uttan Mentanargrunni Landsins, men við skyldum. Sambært kunngerð frá 2000, ið hevur heimild í lógini fyri ML somuleiðis frá 2000, er møguligt at veita upp til 50% sum starvslønir. Higartil, eingir trupulleikar. Men tá ið eingi krøv eru um listaligt "produkt", eftir at starvslønartíðarskeiðið er av, kanst tú ikki longur halda teg til "eingir trupulleikar"- úttalilsið. Vit eru ánarir av eini trotskistiskari stuðuls- skipan uttan mun til vit tosa um eina trý ella eitt ára starvsløn so at geva lista- fólkinum "arbeiðsnáðir". Verandi skipan er ótíðar- hóskandi og virkar, um sína anti-ábyrging, sum ein dýna – sama dýna, fyri tað, tjóð- veldisfólk ákæra sonevnd sambandsfólk at halda fast í, hvat ríkisveitingini viðvíkur. Og so má eg heldur venda aftur til frøkun Vang, films- framleiðara. Ein grundan um úrslitið av hesum skikkaða vina- og kenningahappadrátti hjá Mentanargrunni Landsins er helst óeginlig. Kortini, og til fyrimunar fyri føroyska mentan, vóni eg, at hon, eg livi í óskrásettum parlagi við og sum partur av føroyska listídnaðinum, fer at gera alt hon er ment so at hjálpa føroyskari mentan at skaka av sær óyrkisliga hugburðin við at gera grein á innkomnum peningi úr almennum grunni- -skuldi hon verið so heppin at "vunnið". Eg skrivi hetta við ringum biti, men henda atgonga, at arbeiða innanífrá og vónandi slóða fyri einum skifti til 'professionalsimu', kann kanska orsaka eina sannkenningarbroyting hjá føroyska skattaborgaranum av føroyska listasamfelagnum sum yrkislig. Atgongan, tó, gerst torførari sum tú kjarrgalin roynir at vera vinur við hasi, sum frammanundan avgera. Men, hvussu er og ikki, vil tað fyrst tá – og so kunna mínir "listaligu" vinir annars leika so óført í, teimum lystir – verða gjørligt av álvara at røða um ein, í turvi, yvirskipaðan mentanar- politikk. Hví ikki bara Miðflokkurin, men eisini eg eri anti-mentan Fyri 30 árum síðan: Fyrstu Kaldbaksbátarnir komu í 1974 21. mars vóru liðin 25 ár síðan Skóbúðin hjá Mundu í Leirvík læt upp Umframt skógvar selur handilin eisini sjóklæðir og annað í hesum sambandi. Um orsøkina til at hon byrjaði at handla, sigur Munda Langgaard, sum eigur og rekur handilin, at hon sum ung hevði arbeitt í handli og hevði altíð ynskt at havt ein handil sjálv. Tá so Rólant Langgaard í Leirvík, sum hevði havt skósmiðju og selt skógvar, gavst við sínum virksemi, keyptu hon goymsluna hjá honum og byrjaði at handla í kjallaranum í teirra egnu húsum. Tað passaði henni eisini væl at hava handilin heima, meðan børnini vóru smá. Munda er ættað úr Oynd- arfirði, dóttir Janu, f. Elde- vig, úr Elduvík, og Hans Jacob Abrahamsen, vanliga nevndur Hans Jacob á Bakka, úr Oyndarfirði. Sum ung fór hon til Klaksvíkar, har hon m.a. arbeiddi í Keypssamtøkuni og tók handilsskúlaprógv. Hon giftist við Remi Langgaard úr Leirvík, sum lærdi á bedingini í Klaks- vík. Tey fluttu Leirvíkar í 1968 og fluttu í síni egnu hús har í 1969. Remi hevur verið sjómaður síðani 1967. Tey eiga fimm børn: Hans Jákup, sum býr í Hoyvík, Robert, sum býr í Runavík, Jaspur, sum býr á Nesi, Reimund, sum býr í Leirvík og Gudny, sum er undir útbúgving í Ong- landi. Eisini eiga tey 10 ommu- og abbabørn. Í sambandi við at handil- in fyllir 25 ár, hevur Skó- búðin hjá Mundu nógv góð tilboð hesa vikuna. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Minningarorð um Ditlev Olsen f. 26. januar 1923 – d. 3 mars 2004 Eg kom at kenna Ditlev og konu hansara Margit í 1983, Ditlev var ein blíður og fyrikomandi maður at tosa við, hann fortaldi, hvussu trupult tað var at ferðast millum bygdir, tá hann var í yngri árum. Jú, vit hava havt tað gott saman og eg kann minnast á ta tíðina, tá eg gekk á Skúlanum á Trøðni og hvussu væl hann dugdi at síggja tørvin hjá okkum, sum ikki eru fullfør og tí fór hann undir henda skúlan. Hesin skúlin varð 40 ár 15. oktober 2002. Tá skúlin byrjaði í 1962 vóru seks næmingar og bert tveir lærarar. Lærararnir vóru Ditlev og kona hansara Margit. Ditlev varð útbúgvin lærari í 1946 og var hann lærari í Leirvík frá 1946–1950. Seinni fór hann niður á lesa á Danmarks Lærerhøjskole og Københavns Universitet. Í 1957 kundi hann virka sum skúlasálarfrøðingur. Eisini lærdi hann til talulærara, og tað kom væl við hjá teimum deyvu, sum vóru í Føroyum. Tá sluppu tey frá at fara til Danmarkar í skúla, so hetta var ein stórur lætti hjá teimum. Ditlev var á Skúlanum á Trøðni líka til 1991. Hann fór tá frá av tí at heilsan var farin at bila, hann var tá 69 ára gamal. Eg havi havt samband við Ditlev og Margit, síðani eg gavst í skúlanum, og hevur henda tíðin verið rík fyri meg. Ditlev kom altíð við tí góða orðinum. Tá eg kom á skúlan í 1983 tók Ditlev ímóti mær, hann kom smílandi ímóti mær og ynskti mær vælkomnum á skúlan og vísti mær runt, vísti mær á skúlastovuna, har eg skuldi vera. Tað gekk ikki so long tíð til eg kom at kenna Ditlev og konu hansara. Tey bæði hava altíð verið nakað serligt fyri meg. Eg havi alt gott at bera tykkum ígjøgnum hesa tíðina, eg havi kent tykkum. Eg bleiv skakkur, tá eg hoyrdi at Ditlev hevði lagt árarnar inn fyri seinastu ferð. Seinast eg var inni á gólvinum var í juli mánaða og tá var hann á fótum, men hann læt einki at. Hann segði, at hann tók bara ein dag í senn og at alt stendur í Harrans hondum og hann setti sítt álit á hann. Og til tín Margit, tú hevur passað Ditlev væl og hevur verið hansara høgra hond. Her til seinast vil eg siga hjartans tøkk fyri tað, tit hava verið fyri meg, tit, sum vóru so góð við okkum. Tit hava mist ein góðan pápa og mann, má Harrin styrkja tykkum í sorg og sakni tykkara. Ærað veri minnið um Ditlev. Andrass Jacobsen Dagurin 24. mars. Ulrika. Teir vita ikki, hvønn hetta halginavnið sipar til. Týska navnið Ulrikus kemur av uodal, ið er sama orð sum óðal, rikus merkir eyður. Í mars 1974 fór tann fyrsti av teimum væl kendu Kaldbaksbátunum roydar- túr. Bátarnir frá Marine Plast í Kaldbak vórðu væl móttiknir og roynast væl í Føroyum. Myndaárbókin "árið ið fór 1974" skrivar soleiðis um tá fyrsta átta- mannafarið fór royndartúr: Væl av fólki var komið saman í Kaldbak, tá fyrsta liðugt bygda áttamanna- farið úr plasti fór royndar- túr. Tá ið báturin fór á sjógv, varð trivið í kvæðið hjá Mikkjali á Ryggi um hesa stødd á bátum. Báturin royndist væl í sjónum. Undir dekki er gott pláss; undir skarpinum er lugar, har fýra fólk kunnu sova, harafturat er stýrihús. Báturin hevur 25 hesta Buch dieselmotor, sum kraftar væl. Nógv fólk vóru komin saman í Kaldbak tá fyrsta áttamannafarið fór royndartúr. Maðurin umborð á bátinum er Guttormur Djurhuus, stovnarin av Marine Plast Kelda: Myndaárbókin - árið ið fór 1974 Skóbúðin hjá Mundu, Leirvík: Selt skógvar og sjóklæðir í 25 ár Munda Langgaard hevur handlað í Leirvík í 25 ár C M Y K 13 12