mikudagur 24. mars 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 24. mars 2004
15
Í morgin skal nýggi
Smyril sleipast yvir á
eina aðra skipa-
smiðju, har yvir-
bygningurin skal
setast á hann
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Sum sagt í Sosialinum í
gjár, varð nýggi Smyril
flotaður seinnapartin leyg-
ardagin. Sum myndirnar
vístu, gekk tað sum ætlað at
flota skrokkin. Men vit
halda, at hetta er so mikið
stór hending fyri sam-
ferðsluna í Føroyum, at vit
nakrar myndir afturat í
blaðið í dag av nýggja
Smyrli.
Magnus
Magnussen,
tekniskur stjóri á Skipa-
smiðjuni, sigur, at tað
skuldu stórar fyrireikingar
til, áðrenn Smyril kundi
flotast.
Skrokkurin stóð ikki á
bedingsvogni við hjólum
undir, sum vit eru von við.
Hann varð lyftur upp á
eina sletu, sum varð væl
smurd inn í feitti og tá ið
endin varð sleptur, gleið á
hann á feittinum á sjógv við
egnari tyngdarmegi.
Men sum tað sæst, er
hann væl stívaður av fyri
ikki at koppa, men nú skal
øll avstívingin skerast av
aftur.
Magnus Magnussen sig-
ur, at tað gekk akkurát sum
ætlað og nýggi smyril flýtur
akkurát sum hann skal.
Í morgin er so ætlanin at
sleipa skrokkin yvir á eina
aðra skipasmiðju hjá sama
samtakið. Hendan skipa-
smiðjan er einar tríggjar
fjórðingar frá hesari.
Har skal so yvirbygn-
ingurin setast á hann, eins
og kømur og øll innrætting
eisini skal setast í. Har
skulu eisini akslar og róður
setast í
Tekniski stjórin á Skipa-
smiðjuni sigur, at í summar
er ætlanin at royna tær
ymsu skipanirnar, sum eru
umborð og í september er
ætlanin at royndarsigla
nýggja Smyril.
Tað hevur altíð verið
ætlanin at nýgggi Smyril
skal handast føroyingum
12. oktober og Magnus
Magnussen sigur, at enn er
onki, sum bendir á, at tað
verður broytt, hóast hann
nú er farin at ´sjógv eitt
sindur seinni enn ætlað.
– Men her arbeiða eini
1.000 fólk á skipasmiðjuni,
og koma ábendingar um, at
tíðarætlanin ikki heldur, ber
til at seta meiri ferð á, sigur
hann.
Gongur sum ætlað við nýggja Smyrli
Her stendur nýggi Smyril enn uppi á turrum. Í bakborði er spanska flaggið, í stýriborði tað
andalusiska og í miðjuni tað føroyska
Prestur, næstytst til høgru, signar skipið
Her er hann so á veg á sjógv
Her liggur hann so uttan fyri Skipasmiðjuna
Her er hann
bundin við
bryggju
Her eru gumman, Una
Joensen, Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður, stjórin
á skipasmiðjuni og prestur
uppi í torninum, tá ið
nýggi Smyril varð
signaður
15
14
Nr. 58 - 24. mars 2004
Fríggjakvøldið 19.
mars var konsert í
Mentunarhúsinum í
Fuglafirði. Konsertin
var partur av fesitval-
inum „Keep a child
alive", ið verður hild-
in í yvir 40 londum.
UMMÆLI
Andreas Dalsgaard
andreasbacon@hotmail.com
Bólkarnir,
sum
spældu
fríggjakvøldið í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði, vóru
Paradox, Speaker, 48 Pages,
Sic og Dejavu. Bólkurin,
sum byrjaði konsertina, var
Paradox, sum eru nakrir
ungir knassar, ið halda til á
Margarinfabrikkuni. Para-
dox byrjaðu við lagnum
„Basket case" hjá Green
Day, ið er eitt heilt ígjøgnum
punk lag við nógvum futti í,
og mær dámdi næstan betur
lagið, tá Paradox spældu tað
enn Green Day! Síðani
spældu teir løg hjá til dømis
Black Sabbath og Rage
against the Machine. Lagið
mær dámdi best var heilt
klárt „Guerilla Radio" hjá
Rage against the Machine,
sum bara rokkaði totalt.
Sangarin, sum eisini spældi
guitar, hóskaði ógvuliga væl
til tónleikin teir spældu, og
sang bara orduliga feitt!
Hann dugdi eisini ógvuliga
væl at spæla guitar, og
spældi nógvar feitar soloir!
Bassisturin var eisini sera
dugnaligur og rokkaði totalt
út! Trummarin var bara heilt
svakur og rokkaði eisini
orduliga, meðan hárið flaks-
aði runt! Men hevði tó lyndi
til at gera ov nógvar rullir
við „snare" trummuni, men
annars, heilt feitt. Man skal
eisini hava í huga, at teir eru
rættuliga
ungir,
men
Paradox var simpulthen
rokk fyri allar pengarnar!
Speaker
Næsti bólkurin sum fór á
pallin, var nú vælkendi
Speaker, sum hava spælt
nógvar konsertir saman við
48 Pages seinastu tíðina,
av tí at teir skulu til Íslands.
Teir framførdu seks egin
løg og byrjaðu við lagnum
„ A baker‚s dream", sum
ljóðaði heilt feitt, men
hevur ljóðað betur fyrr, tí
tað var ikki nóg hart! Men
spældu síðani lagið „bet-
ween us", sum var mítt
yndislag á allari konsertini!
Eitt feitt lag við einari
feitari rútmu, og so koyrdi
tað bara! So spældu teir
vælkenda „Jealous song",
sum er ein deiligur pop
sangur! Og eg visti ikki, at
Bogi Berg, guitaristurin,
dugdi so væl at dansa. Teir
endaðu við einum ordulig-
um 80‚ara lagi við langum
soloum og stórum trumm-
um, um man so kann siga.
Speaker var mín yndisbólk-
ur fríggjakvøldið, og er
næstan mín yndisbólkur
yvirhøvur, vil eg siga!
48 Pages
Triði bólkurin, sum fór á
pallin var 48 Pages, sum er
rættuliga nýggjur bólkur.
Teir framførdu sjey løg, og
hava gjørt øll sjálvir. Nevn-
ast kunnu til dømis: „Nr 1"
(sum bleiv spældur fyrst),
„Simmana", „Irish wimp"
og „Going solo". Eisini
spældu teir eitt lag sum æt
„Valentines", sum var ordu-
liga funky, hevði eina góða
rútmu, ljóðaði ógvuliga væl
og við eitt sindur av spunky
smakki í eisini, ein sera góð
kombinatión! Legði serliga
til merkis hvussu ógvuliga
góður trummarin, Eyðun,
var. Hann minti meg um
Travis Barker úr Blink 182,
tá hann spælir trummur,
hárið hjálpti kanska eitt
sindur uppá tað, men tað
má eg siga er eitt gott kom-
pliment at fáa, tí Travis er
bara ein av feitastu trumm-
arunum, sum eru!
Sangarin, Frans, helt eg
sang væl, men eg helt tó at
hann kundi variera tað, sum
hann sang, eitt sindur meir.
Um endan av teirra fram-
førslu hendi eitt lítið óhapp,
stólurin hjá Eydun fór um
koll, hann steðgaði ikki,
men spældi víðari stand-
andi uppi restina av síðsta
lagnum! Herðaklapp til tað!
Annars helt eg hetta var
besta framførslan eg havi
hoyrt hjá 48 Pages higartil.
SIC
Fjórði bólkurin sum fór á
pallin var eysturoyarbólk-
urin SIC. Teir framførdu
sjey løg, og tvey av teimum
vóru cover løg. „Roots
bloody roots" hjá Sepult-
ura og „Ya‚ll want a single"
hjá Korn. Men hini fimm
hava teir sjálvir gjørt. SIC
er bara baskandi heavy tón-
leikur so tað rennur eftir úr!
Serliga væl dámdi mær
sangaran, Mikkjal, sum er
fyrrverandi sangari í Krit.
Ein heilt ótrúlig rødd hann
hevur at skrála við og hósk-
ar ónatúrliga væl til harða
tóleikin! SIC var heilt sikk-
urt bólkurin, sum fekk
fólkið út á gólvið. Og eg vil
siga, at teir eisini høvdu
besta ljóðið á allari kon-
sertini. Best dámdi mær
lagið: „Ya‚ll want a single".
Eitt ógvuliga feitt lag við
feitum skiftingum í og tað
sum má til, sjálvandi ein
feit rútma! Annars kundi
tað vera eitt sindur ov lang-
drigið í onkrum løgum, um
man ikki er akkurát til hatta
slagið at tónleiki. Ein
væleydnað framførsla hjá
SIC vildi eg sagt!
Dejavu
Fimti og síðsti bólkurin á
pallinum var vælkendu De-
javu. „og so um til kærleiks
pallin" segði ein vissur mað-
ur á Frix Føroyum í 2003! Ja
tað er nokk rætt sagt. De-
javu var júst rætti bólkurin
at spæla síðst! So kundi man
líkasum hvíla oyruni aftaná
harðan heavy tónleik. Ordu-
liga deiligt at hoyra lekran
og friðarligan tónleik áðr-
enn man fór heim (um man
also ikki var til diskotekið
aftaná). „Take a look" var
ein av løgnum teir spældu
og var nokk tað mær dámdi
best. Teir spældu tað friðar-
ligari enn teir plaga í byrjani
og so eitt sindur harðari
móti endanum av lagnum,
og tað ljóðaði ótrúliga gott!
Tað er langt síðani eg havi
hoyrt so lekran live tónleik.
So um tú leitar eftir tónleiki
til eitt hugnaligt kvøld... ja
so er Dejavu júst tað tú leitar
eftir!
Væleydnað
Alt í alt eitt sera væleydnað
kvøld í Mentunarhúsinum,
men kanska eitt sindur ov
nógv „tónleikur afturvið
sodavatni og práti" og ikki
umvent. Og tað vísur bara,
hvussu stórur tørvur er á
einum ordiligum konsert-
húsi, sum bara hevur við
tónleik at gera. Men tað sum
er gott við Mentunarhúsin-
um er, at prát og sitipláss eru
longri afturi í hølinum,
næstan sum eitt høli fyri
seg, so man hoyrur tað ikki
um man stendur fremst við
pallin, men um man stendur
aftarliga, leggur man væl
merki til tað. Men sum sagt
væleydnað konsert!
»Keep a child alive« konsert í Fuglafirði
Speaker var ein av bólkunum, sum var á pallinum fríggjakvøldið
Frans guitarspælari og
sangari í 48 Pages
C
M
Y
K
14