Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mars 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 58 - 24. mars 2004 Nr. 58 - 24. mars 2004 17 Tað var vakurt, ógvus- ligt, seksuelt, harðligt, ørkymlandi, og nógv annað. Gríma hevði frumsýning av sjón- leikinum "Vakur- leikadrotningin úr Leenane" leygar- kvøldið 20. mars. Sjónleikurin bar seg væl, og áskoðarin var altíð við, serliga tá seksualiteturin og tað ørkymlandi var uppi at venda. Nógvar stuttligar og vakrar løtur vóru, men tað álvarsama var væl blandað upp í vakur- leikan SJÓNLEIKUR Hans Kárason Mikkelsen mikkels@fas.harvard.edu Tað var fultsett á Meia- rínum leygarkvøldið, tá Gríma fyri aðru ferð fram- førdi sjónleik eftir Martin McDonagh. Hesin gitni rithøvundurin hevur nevni- liga eisini skrivað "Krypilin úr Inishmaan," sum Gríma framførdi fyri fýra árum síðani. Hetta leygarkvøldið var tað "Vakurleikadrotningin úr Leenane" hjá Martin McDonagh, sum skuldi sýnast fyri fyrstu ferð í Før- oyum. Hesin leikurin er eis- ini spældur á Royal Court Theatre Upstairs í London og á Broadway, so tað er ein vælkendur leikur, sum Gríma aftur hesuferð hevur átikið sær at tulka. Tað er Egi Dam, sum er leikstjóri. "Vakurleikadrotningin úr Leenane" er settur í fátæka Írlandi, í býnum Galway í einum køki, har bygdafólk mala í kring um seg sjálvan og onnur, meðan skálka- brøgd og lokabrøgd verða framd og goymd. Høvuðsleikarin er Mau- reen (Ria Tórgarð), í 40’un- um og jomfrú, sum stríðist úti í tí dagliga bert fyri at koma heim til eina ill- gongda og illorðaða mammu (Laura Joensen), ið elvir til meira frustratión og tunglyndi hjá Maureen. Maureen er nevniliga skirvislig og hevur verið innløgd á stovni, nakað sum sjónleikarin Ria Tór- garð fær fram í lítlum nuansum, og sum vísir Maureen sum eina konu sum altíð er á greinsuni sálarliga. Ria Tórgarð megnar harumframt í Mau- reen at vísa eina kenslu- borna kvinnu, langtandi eftir kærleika og nærleika, men sum eisini forbannar seg yvir mammuna. Piss í vaskið Orðini fella hart millum møðgurnar í køkinum, og mamman dugir væl at draga fyrimun av veiku dóttrini. Laura Joensen megnar at vísa allar síður av hesum trupla mammu- figurinum, sum til tíðir er sjálvsøkin, óndur, keddur, manipulerandi, og aðrar tíðir tømir land í køks- vaskið. Tað er dialogurin og góða samanspælið millum tær báðar (Riu Tórgarð og Lauru Joensen), sum ber sjónleikin fram. Tann vanliga dagliga gongdin hjá Maureen og mammuni verður bert av- brotin av Ray (Hans Tór- garð), sum elskar tær australsku og amerikansku sápu-seriurnar, serliga "Neighbours." Ray ivast í, hvat hann vil, men í øllum førum vil hann sleppa vekk frá Írlandi. Hann kemur inn til Maureen og mammuna av og á, tá hann hevur onkur ørindi har, smærri ella størri. Hans Tórgarð spælir sannførandi, og hann vísir Ray sum ein ótolnan mann, sum ikki veit hvar hann er í lívinum, men sum vil hava tingini ordnaði beinanvegin, so hann kann sleppa heim til sjónvarpið og "Neighbours." Tað er Ray, sum kemur við boðunum, at eldri beiggi hansara Pato (Kári Øster) fer til Amerika, og at hann fer at halda veitslu, áðrenn hann fer yvirum sjógvin. Maureen fer til veitsluna og tekur Pato við sær heim, nakað sum mammuni ikki dámar væl. Nógv hørð orð fella millum møðgurnar um Pato og Maureen og um nøringina, og ávísir kropspartar verða nevndir til at stuðla undir keglið millum tær báðar. Seksualiteturin er tíðum í hásæti, og Ria Tórgarð og Laura Joensen geva áskoð- arunum virði fyri pengar- nar, tá tær skeldast aftur og fram um hvør hevur loyvi til hvat, og hvussu tingini áttu at verið gjørd. Hvussu vøkur er Vakurleikadrotningin? Pato keglast ikki so nógv, men kallar Maureen "Vakurleikadrotningin úr Leenane." Pato er róligur og fittur maður, og hann er einasta ljósið í lívinum hjá Maureen, sum ígjøgnum Pato sær møguleikan fyri at fáa eitt betri lív onkra aðra- staðni uttan mammuna. Tað er Kári Øster, sum fær lív í henda stillisliga, men fram- søkna mann, sum eisini vil tað besta fyri Maureen. Ímóti endanum av sjón- leikinum verða tær stóru avgerðirnar tiknar, og áskoðarin situr eftir við eini kenslu av forloysing, men ikki endaligari forloysing. Endin er alt tað, sum hetta ummælið byrjaði við: pent, ógvusligt, seksuelt, harð- ligt, ørkymlandi, og nógv annað. Áskoðarin ivast í, hvussu vøkur Vakurleika- drotningin úr Leenane hóast alt er. Men menn- iskjalig er hon, tað ivast vit ikki í, meðan vit ganga úr Meiarínum eftir sjónleikin. "Vakurleikadrotningin úr Leenane" snýr seg um dreymar, sum ikki eru upp- fyltir. Helst øll fólk kenna seg aftur í hesum sjónleik- inum, sum vísir manna- ættina frá síni bestu, men eisini ljótastu síðu. Sjón- leikurin er eisini um vón í einum umhvørvi, har fólk mala um onnur fólk í vónini um, at tað verða tey, sum fara at gera tað stóra hálið í lívinum. Enn einaferð megnaði Gríma tað, sum sjónleika- bólkurin hevur gjørt so ofta fyrr, nevniliga at gera ein sjónleik so viðkomandi fyri føroyingar. Vit síggja til- komna mannin, sum ikki veit hvat hann vil, og vit síggja gomlu mammuna, sum bert hevur ein at styðja seg til, nevniliga dóttrina. Og at enda er tað maðurin, sum fór út í stóru verð, men sum vildi hava tann góða partin av heimlandinum við. So far tær ein tur oman á Meiaríið og hygg eftir onkrum, sum ikki er so langt frá tí, sum vit síggja í Føroyum hvønn dag. Og hugsa so fyri tær sjálvum, um tú ikki hevur sæð hetta onkustaðni fyrr í tínum egna lívi. Vakurleikadrotningin úr Leenane: Ikki so vøkur hóast alt Fakta um sjónleikin Týtt og leikstjórnað: Egi Dam Maureen: Ria Tórgarð Mamman Mag: Laura Joensen Pato: Kári Øster Ray: Hans Tórgarð Leikrit: Martin McDonagh Frumsýning: 20. mars 2004 Enn einaferð megnaði Gríma tað, sum sjónleikabólkurin hevur gjørt so ofta fyrr, nevniliga at gera ein sjónleik so viðkomandi fyri føroyingar. Vit síggja til- komna mannin, sum ikki veit hvat hann vil, og vit síggja gomlu mammuna, sum bert hevur ein at styðja seg til, nevniliga dóttrina Anna V. Ellingsgaard Vit hava øll skyldu til at vanda okkum um og verja føroyska málið. Tí høvdu vit øll, ikki minst fjøl- miðlarnir, havt gleði av einum yvirskipað- um føroyskum mál- politikki, segði Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, millum annað, tá hann setti Málráð- stevnuna í Norður- landahúsinum fríggjadagin MÁLRÁÐSTEVNA Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo Myndir: Maria Olsen Klingran í Norðurlanda- húsinum var fullsett, tá málráðstevnan, sum Før- oyska málnevndin og Móð- urmálslærarafelag Føroya skipaðu fyri, byrjaði fríggjamorgunin. Ætlanin við málráðstevnuni var at viðgera støðuna hjá før- oyska málinum í samfelag- num í dag. Eitt endamál við stevnuni var at fáa kjak í lag, um vit eiga at fara undir at orða ein almennan føroyskan málpolitikk. Í setanarrøðuni vísti Jógvan á Lakjuni á, at í eini tíð, har smámál, sum før- oyskt, verða kroyst alla- staðni frá, er neyðugt at vera á varðhaldi. Hinvegin skal málið framhaldandi vera ein livandi vera, ið mennist, so tað ikki verður eitt fornminni. Hvussu vit finna eina slíka javnvág, er ein tann størsta avbjóðingin hjá teimum, ið fáa litið upp í hendi at orða ein almenn- an føroyskan málpolitikk. Svenskur mál- politikkur Bjørn Melander, lektari við Institutionen för nordiska språk á Uppsala Universi- tet, er ein av teimum, ið hevur tikið av eini slíkari avbjóðing. Fyrilesturin hjá Melander snúði seg um eina verkætlan, ið hevur havt til endamál at kanna støðuna hjá svenska málin- um, serliga í mun til støð- ugu ávirkanina frá enskum. Grundað á kanningina, hevði arbeiðsbólkurin orð- að eitt álit, ið síðani varð nýtt sum grundalag fyri einum almennum mál- politikki. Melander vísti á, hvussu málsligt trýst útifrá kann gerast ein innanhýsis ment- anarligur trupulleiki. Á alsamt fleiri hægri útbúgv- ingum eru bæði frálæru- tilfar og fyrilestrar bert á enskum. Hetta ávirkar eis- ini tær lægru útbúgvingar- nar, ið vilja fyrireika næmingarnar til hægri lestur, við at lata teir møta enskum fakmáli so tíðliga, sum til ber. Úrslitið er, at svenskt fakmál steðgar at mennast ofta longu á fólkaskúlastøði, tá enskt tekur yvir. Ein álvarslig avleiðing av hesi gongd er, at nýggj vitan ongantíð nær út til almenningin, tí málið er vorðið ein ov stór forðing. Vit kunnu til dømis ímynda okkum eina støðu, har ein lækni ikki fær greitt sjúk- linginum frá, hvat hann feilar, tí tað snøgt sagt ikki finnast svensk orð fyri tí, segði Melander. Svenska álitið skýtir upp nøkur heilt ítøkilig átøk, ið kunnu verða við til at venda gongdini. Millum annað at hægri útbúgvingarstovnar skipa fyri skeiðum í vísundalig- um samskifti, at arbeitt verður við javnsettari nýtslu av svenskum og enskum, at málsligur før- leiki verður partur av enda- málsorðingini í teimum einstøku lærugreinunum umframt at granska verður í avleiðingunum av at út- búgva fólk á enskum. Mail ella teldubræv Fyrilesturin hjá Jógvani í Lon Jacobsen bygdi eisini á eina kanning av hugburð- inum til enskt. Hesuferð hugburðin hjá føroyingum til ensk tøkuorð í føroysk- um. Eitt av orðapørunum, fólk skuldu taka støðu til, var mail ella teldubræv.Tey spurdu vóru býtt upp í bólkar eftir aldri, kyni, inntøku, útbúgving og øki. Í eini fyribils niðurstøðu staðfesti Jógvan, at tey yngru brúka mest mail, og at tey sjálvsagt gerast eldri. Alsamt fleiri fáa sær langa útbúgving og tess longri útbúgving, tess størri lyndi til at brúka ensk orð. Fleiri og fleiri hava teldu, sum eisini dregur enskan mál- burð við sær. Hægri út- búgving merkir ofta hægri inntøku, og tey við høgari inntøku brúka oftari ensk orð. Sostatt er tað nógv, ið bendir á, at orðið teldubræv er á veg út úr málinum. Er tað rætt, boðar tað kanska frá einum meir liberalum hugburði til føroyska mál- røkt sum heild. Hinvegin kann tað eisini hugsast, at mail er eitt aldurstreytað orð, sum tey ungu gevast við at brúka, tá tey gerast eldri. Kanningin hjá Jógvani vísti nógv, og nógv av úr- slitunum vóru rættiliga for- vitnislig. Men hvørt mail ella teldubræv fer at vinna, kann bara framtíðin vísa, minti Jógvan á. Hvør dugir føroyskt? Hólmgongan millum Karin Jóhonnu Knudsen og Jó- annes Skaale legði upp til at gerast rættiliga viðkom- andi fyri tey flestu, tá Karin Jóhanna legði soleiðis út: »Man hoyrir dagliga, at børnini duga ikki føroyskt, tey ungu, foreldrini, peda- gogarnir, politikkarnir, fjøl- miðlarnir duga heldur ikki føroyskt, og nú begynnir man enntá at snakka um, at lærarnir duga ikki føroyskt. So er tað, eg spyrji meg sjálva, hvør er nú eftir, sum dugir føroyskt?« Karin Jóhanna helt fram við at vísa á, at tá vit finn- ast at málburðinum hjá øðr- um, finnast vit samstundis at teirra umhvørvi og teirra samleika. Tað ber ikki til at smoyggja ein málpolitikk yvir høvdið á einum fólki, sum ikki vil tað, ella sum ikki er í tráð við tey ynski og tann tørv, fólkið hevur. Málpolitikkur snýr seg eisini um valdsbýti millum fólk, og ansa vit ikki eftir, kann ein illa umhugsaður málpolitikkur brúkast sum vápn at kúga aðrar sam- felagsbólkar við. Jóannes Skaale skilti eftir øllum at døma Karin Jó- honnu sum, at vit eiga at sleppa at gera við málið, sum okkum lystir. Síðani nýtti hann høvið at brúka fjølmiðlarnar sum ræðu- dømi um málnýtslu, sum kann fara so langt av leið, at tíðindini verða beinleiðis ósonn. Dømini vóru mong, og nógv vóru undirhald- andi. Men eg helt meg hava hoyrt tey flestu av teimum fyrr, ofta sum skemtisøgur í øðrum høpi. Annars saman- bar hann vánaliga mál- nýtslu við umhvørvisdálk- ing, sum alt ov nógv fólk eru vorðin fullkomiliga líkaglað við. Jóannes helt, at fjølmiðl- arnir javnan áttu at havt innanhýsis fundir, har tíð- indastubbar frá vikuni vórðu tiknir fram, og starvsfólkið soleiðis kundi leiðabeina hvønnannan málsliga, har tørvur var á tí. Hólmgongan millum Karin Jóhonnu og Jóannes gjørdist ongantíð ein hólm- gonga. Spell, ikki minst tí Karin Jóhanna ikki rætti- liga fekk høvi at koma við sínum boði uppá, hvussu ein málpolitikkur, ið tekur fyrilit fyri samleika og um- hvørvi, skal orðast. Ikki líkaglað Turið Sigurðardóttur tók at enda samanum, har hon millum annað treiv í vand- an fyri økismissi, sum for- maðurin í Dansk Sprog- nævn, Niels Davidsen- Nielsen, eisini var inni á. Ansa vit ikki eftir, er vandi fyri at vit missa heil yrkisøki málsliga. Longu nú síggja vit, at tað eru yrkisøki, sum so at siga bert eru til á enskum, um- framt at tað gerst alt meir vanligt, at enskt er arbeiðs- málið hjá fleiri fyritøkum. Annars var breið semja um, at vit eiga at orða ein almennan málpolitikk. Hvussu hetta skal gerast var minni greitt. Endamálið við stevnuni var eisini fyrst at fáa eitt kjak í lag, og hóast ferð ongantíð rætti- liga kom á kjakið, komu nógv áhugaverd sjónamið fram, sum um ikki annað prógvaðu, at føroyingar ikki eru líkaglaðir við før- oyska málinum. Føroyskt fyri øll Jóan Hendrik Winther Poulsen og Malla Dam sótu við pallborðið Bjørn Melander, málfrøðingur úr Svøríki, og Niels Davidsen Nielsen, formaður í Dansk Sprognævn Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, setti stevnuna C M Y K 17 16