mikudagur 24. mars 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 58 - 24. mars 2004
Nr. 58 - 24. mars 2004
19
Seinasta mánaðin er heims-
prísurin fyri olju alsamt
hækkaður. Mikudagin í
farnu viku kostaði ein
tunna av olju meira enn 35
dollarar. Orsøkin til høga
prísin er, at OPEC hevur
valt at skerja framleiðsluna,
hóast høga prísin. Sam-
stunds liggur lítið av olju á
goymslum. Hækkandi olju-
prísurin økir um samlaða
prísvøksturin í heiminum,
og um prísurin heldur stig-
ið, kann hesin, sum frálíð-
ur, føra við sær hægri lang-
ar lánsbrævarentur.
Eftir fundin í amerik-
anska
tjóðbankanum
(FED), har rentustigið sum
væntað
var
varðveitt,
greiddi Alan Greenspan frá,
at tey nú eru enn meira vís
í, at búskaparliga fram-
gongdin er komin fyri at
verða. Kortini er FED vorð-
ið eitt vet meira stúrið um
støðuna á arbeiðsmarkn-
aðinum. Boðini frá FED
ávirka fíggjarmarknaðirnar
hvør sín veg, men undir-
strika enn einaferð tann
týdning, ið støðan á ar-
beiðsmarknaðinum í USA
hevur á rentustigið í heim-
inum.
Roknskapurin hjá Vestas
í farnu viku var misjavnur.
Úrslitið fyri 2003 gjørdist
verri enn væntað og verri
enn Vestas áður hevði givið
ábendingar um. Hinvegin
vóru væntanirnar um 2004
hampuligar. Vestas verður í
næstum lagt saman við
NEG Micon, og framhald-
andi felagið verður áhuga-
vert, millum annað tí at
Vestas og NEG Micon ikki
hava verið leiðandi á somu
marknaðum.
Hósdagin og fríggjadagin
kunngerða ávíkavist Henn-
es & Mauritz og A.P. Møll-
er - Mærsk (APM) rokn-
skap. Meðan veiki dollarin
ávirkar APM skeiva vegin,
hevur høgi oljuprísurin góð
árin á inntøkurnar. Kaupth-
ing metur, at áhugavert er at
keypa APM á kursstigi nið-
anfyri 47.000, til langtíðar
íløgu.
Í farnu viku gingu giting-
ar um, at ein av ovastunum
í Al-quada, var kringsettur.
Stundum
hava
gitingar
ávirkan á fíggjarmarknaðir-
nar, serliga tá tunnligt er
við tíðindum annars. Burt-
ursæð frá vikuligu tølunum
um arbeiðisloysisstuðul úr
USA, verður tunnligt við
fíggjartíðindum hesa vik-
una. Í so máta verður vikan
ikki hendingarrík, men av tí
at marknaðarsemja sýnist
at vera um, at renturnar eru
vorðnar ov lágar, eru møgu-
leiki fyri at hesar kunnu
hækka í vikuni. Partabrøv-
ini kunnu væntast at verða
óstøðug aftur hesa vikuna.
Oljuprísurin á hægsta stigi í 13 ár
Vika 13, 2004
www.kaupthing.fo
Richard Danielsen
Fuglafirði á
grækarismessu 2004
Verið ongum til ástoyt,
hvørki jødum, grikkum ella
samkomu Guds! 1. kor-
intbr. 10,32.
Grikkar umboða her allar
tjóðir, uttan jødarnar. Tað
síggja vit í t.d. rómbr. 3.
kapitli. Har nýtir Paulus
eisini orðið grikkar í versi
9, men niðurstøðan í versi
19 er, at allur heimurin er
sekur fyri Gudi.
Vit hava sostatt tríggjar
flokkar her, jødar, heidn-
ingar og samkomu Guds.
Jødarnir eru Guds út-
valda tjóð. Hesa tjóðina
toknaðist Gudi at útvelja,
burtur úr hinum tjóðunum,
til sítt serliga fólk. Við jød-
unum hava vit fingið skrift-
irnar. Lógina í gamla testa-
menti, sum tyktar okkum til
Kristus, galatiabr. 3,24, og
náðinnar
evangelium
í
nýggja testamenti, frelsu
við trúgv á Harran Jesus
Kristus. Av jødunum er
eisini Kristus komin eftir
holdinum, rómbr. 9,5.
Heidningar
eru,
sum
longu nevnt, allar aðrar
tjóðir, eisini vit føroyingar
eru í hesum bólki av nátt-
úru, men við trúnni á Krist-
us gerast vit børn Guds og
koma í samkomu Guds, hin
triðja bólkin. Samkoma
Guds er øll trúgvandi, bæði
av jødum heidningum.
Sum Paulus sigur í byrjan-
ini av 1. korintbr.: … til
samkomu Guds, sum í
Korint er, tey, sum halgað
eru í Kristi Jesusi, kallað,
heiløg, saman við øllum
sum á einum og hvørjum
stað ákalla navn Harra okk-
ara Jesu Krists – teirra og
okkara. 1. korintbr. 1,2.
Heitið kristin tjóð finna
vit ikki í skriftini. At menn
kristnaðum heilar tjóðir,
enntá við svøri í hond, fingu
tjóðina at skifta religión, er
ókent í bíbliuni, tað vita vit,
tað er ikki tí at tað verður
tvíhildið um hetta enn. Tí er
tað, at brøðurnir ikki vilja
vera við til slíkt sum
túsundára hald fyri kristnini
í Føroyum. Tí vit kunnu ikki
góðtaka læruna um barna-
dóp og konfirmatión heldur.
Vit finna hatta ikki í teimum
heilagum skriftunum. Før-
oya bispur skrivaði í bløð-
unum her fyri, at hetta var
tað, sum skilti fólkakirkjuna
og brøðurnar. Hatta hevur
hann rætt í. Men tó hvør
syndarligt, at tað skal ver
aso, at nakað uttan fyri tær
heilagu
skriftirnar
skal
skilja okkum. Vit, sum tó
einast um ta grundleggjandi
játtanina: Jesus er Sonur
Guds. Hvør stórt hevði tað
ikki verið, um fólkakirkjan,
nú hon verður yvirtikin,
hevði slept ásletting av ný-
føðingum. Tit kundu gjørt,
sum summar fríkirkjur gera,
at bera nýføðingarnar til
eina signing. Men hevði
fólkakirkjan slept læruni um
endurføðing í dópinum og
bert prædika Jesus og hann
krossfestan til frelsu, ja sagt
sum Paulus: »Kristus sendi
meg ikki at doypa, men at
kunngera evangeliið«. 1.
korintbr. 1,17, tá kundi
mangt verið øðrvísi.
Kirkjan lærir jú at trúgv
skal til, tí er henda læra
komin inn, at eitt annað
skal svara fyri barnið, hetta
er jú heilt fremmant fyri
skriftunum. Eg veit ikki
akkurát nær henda læra er
komin inn, men Hagerups
Konversations
Leksikon
sigur, at barnadópur er
»sikkert bevidnet« í sein-
astuni av aðru øld, og fyrst í
fjórðu øld »trængte den
igennem som alm. skik«.
Nýføðingar kunnu hvørki
trúgva ella vera vantrúgv-
andi. Trúgvin kemur av tí,
sum ein hoyrir. Nýføðingar
skilja ikki tað, sum teir
hoyra og kunnu tí ikki taka
støðu fyri ella ímóti. Hetta
skuldi verið óneyðugt at
sagt.
Sigmundur Brestisson og
aðrir vóru nokk umskyldir,
teir høvdu vist ikki so nógv
ljós yvir tingini. Men vit,
sum liva nú, eftir at skriftir-
nar hava verið lisnar upp í
Føroyum so mong 100 ár,
kunnu vit umskylda okkum,
um vit ikki fylgja teimum.
Nú havi eg nokk sært mg.
Eg eigi nógvar vinir innan
fólkakirkjuna,
men
vit
mugu vera ærlig við hvørt
annað, ikki minst tá ið so
álvarsligt mál er um at tala.
VIÐMERKINGAR
SKATTUR
Jan Müller
Áheitanin
frá
nýggja
fíggjarmálaráðharranum,
Bárði Nielsen til bretskar
myndugleikar um at fáa
eina
dupultskattaavtalu
millum londini verður væl
móttikin í Bretlandi. Bretar
hava svara aftur, at teir eru
sinnaðir at kanna møgu-
leikarnar fyri einari dup-
ultskattaavtalu við Føroyar.
Bárður Nielsen, fíggjar-
málaráðharri segði í eini
viðmerking í útvarpinum
nú um dagarnar, at hann
vónaði, at oljuvinnan, sum
enn ikki hevur givið nakað
serligt av sær, fer at koma.
Hann vísti í hesum sam-
bandi á ónøgdina millum
oljufólk, at tey blíva skatt-
skyldug beinanvegin tey
seta fótin á land í Føroyum,
tvs. um tey koma til ein
fund. Tað hevur so skapt
eina ávísa ónøgd millum
oljufólkini, bæði tey, sum
eru her og koma henda
vegin, tí tey kennast ikki
við hesi viðurskiftini aðra-
staðni og tað kemur av, at
vit ikki hava nakra dupult-
skattaavtalu við Bretland.
Bárður Nielsen metir
ikki, at vit fara at missa
skattainntøkur av hesi or-
søk. Við útvarpið sigur
hann, at tað, sum hendir er
bara, at oljufólkini tíma
ikki at hava hetta eyka
stríðið við skattauppgerð í
Føroyum og tí heldur halda
sínar fundir aðrastaðni.
Tað eru nógvir føroying-
ar, sum arbeiða uttanlands
og tí metir landsstýrismað-
urin, at vit føroyingar fáa
ein størri vinning av at hava
dupultskattaavtalu
við
onnur lond, tí tá varðveita
vit skattin í Føroyum fyri
føroyingar enn tað vit
missa. Hann metir ikki at
tað vera so nógvir útlend-
ingar, sum koma her at ar-
beiða sum føroyingar, sum
arbeiða uttanlands.
Vit hava spurt formannin
í FOÍB, áhugafelagið hjá
oljufeløgunum, Ben Arabo
um eina viðmerking til tíð-
indini. Tað var annars hann,
sum reisti málið á eini olju-
ráðstevnu í Havn herfyri.
Síðani tá hevur málið verið
reist av FOIB á fundi við
nýggja landsstýrismannin í
oljumálum og landsstýris-
mannin í fíggjarmálum.
Ben Arabo sigur, at hetta,
sum nú er hent, er sera pos-
itivt. -Tað er gleðiligt, at
Fíggjarmálaráðið nú hevur
fingið samband við bretsku
myndugleikarnar og er
hetta eitt stórt stig framá.
Ein slík avtala kann gera
nógv fyri vinnusambandið
millum Føroyar og Bret-
land. Bretland er hóast alt
okkara størsti granni og tí
burdi tað verið heilt náttúr-
ligt at havt eina slíka dup-
ultskattaavtalu.
Samkoma Guds
Sera positivt
Nr. 35 - 3. februar 2004
19
Fiskiveiðu
samráð-
ingar við
Ísland
Landsstýrismað-
urin í fiskivinnu-
málum, Bjørn
Kalsø, og íslendski
fiskimálaráðharr-
in, Árni M. Mathie-
sen, hittust í Havn í
gjár at røða um
fiskiveiðiavtaluna
millum Føroyar og
Ísland
SAMRÁÐINGAR
Tíðindaskriv
Viðvíkjandi
føroyska
botnfiskiskapinum und-
ir Íslandi samdust part-
arnir um, at heildar-
kvotan í íslendskum
sjógvi í 2004 verður
tann sama sum í 2003
ella 5.600 tons. Av hesi
heildarkvotu
verður
toskakvotan
óbroytt
1.200 tons, og kalva-
kvotan verður framhald-
andi 80 tons.
Partarnir
viðgjørdu
eisini fiskiskapin eftir
uppsjóvarfiskasløgum
og samdust um at halda
fram við verandi avtalu.
Sambært henni kunnu
íslendsk skip í føroysk-
um sjógvi veiða 2.000
tons av heystgýtandi
sild og 1.300 tons av
makreli, meðan føroysk
skip í vertíðini 2004/
2005
kunnu
veiða
30.000 tons av lodnu í
íslendskum sjógvi. Her-
umframt kann føroyska
lodnukvotan á 10.000
tons í grønlendskum
sjógvi verða fiskað í
íslendskum sjógvi.
Eftir áheitan frá Bjørn
Kalsø,
landsstýris-
manni, játtaði íslendski
fiskimálaráðharrin
í
samráð við Noreg og
Grønland at taka upp
spurningin
um
at
viðurkenna Føroyar sum
strandarland í lodnu-
høpi.
Partarnir eru samdir
um, at teir seinni í ár
fara at umrøða møgu-
leikan hjá íslendskum
og føroyskum skipum at
avreiða uppsjóvarfisk
hvør hjá øðrum.
Partarnir
samdust
harumframt um at halda
fram við verandi avtalu
um at kunna fiska svart-
kjaft og norðhavssild av
teirra egnu kvotum í
sjóøki
hjá
hvørjum
øðrum.
Fi ki ál áðh
i
Ung og epilepsi
Hvussu er at vera
ungur við epilepsi?
Hóskvøldið fer
Epileptikarafelagið at
skipa fyri ungdóms-
kvøldi, har greitt
verður frá hesi
ósjónligu sjúku
FUNDUR
Jó B i
H id f ld
hugnakvøldi, har greitt
verður frá um epilepsi.
Meta av Fløtum og Char-
lotta av Váli Olsen hava
báðar verið á informatør-
skeiði í Danmark fyri at
læra seg at upplýsa um
epilepsi. Tær hava vitjað
fleiri skúlar, har greitt
hevur verið frá sjúkuni. Um
onkur ynskir at fáa tær út á
skúlar, barnagarðar, pen-
i
i t f l
t
ið
og Magni Poulsen, ið báðir
eru kendir skemtarar, og
sum eisini báðir hava
epilepsi, at greiða frá,
hvussu tað er at liva við
epilepsi. Tiltakið er serliga
vent móti ungum við epi-
lepsi og vinfólkum teirra.
Okkurt verður eisini til
matna. Epilepsi er í sær
sjálvum ikki ein sjúka, men
heldur eitt fyribrigdi, ið
k
til jó d
ið
sum
oftast
frá
fáum
sekundum til 2 - 3 minuttir.
Fleiri
sløg
eru
av
epilepsi, og eisini er rætti-
liga ymiskt, hvussu álvars-
lig herðindini eru.
Í Føroyum verður mett, at
umleið 400 fólk hava
epilepsi. Í Epileptikara-
felagnum, sum í ár hevur
15 ár á baki, eru 120 limir.
Randfríð Sørensen, for-
k i
í E il
tik
f l
sjálvt um tey kunnu tó fáa
herðindini av og á. Í dag
eru nógvur góður heili-
vágur fyri epilepsi, so ein
kann sleppa undan at hava
ov nógv herindir.
Tiltakið hjá Epileptikara-
felagnum
verður
hós-
kvøldið klokkan 19 í MBF-
húsinum á Íslandsvegi 10 í
Havn.
- Í ringu alduni var
bátur undir viðhvørt,
og síðan stakk stavn-
urin uppundan aftur.
Við vrakið flutu
kassar, timbur,
bjargingarvestar og
stivlar. Í fyrstani sóu
vit ongan mann. Tá ið
vit sóu mannin, sum í
alduni stundum fleyt
omaná, og stundum
var undir, hekk hann
í bandinum, sum var
bundið um stavnin á
bátinum. Maðurin
var í ongum vesti og
ongum yvirlivilsis-
búna, sigur koll-
firðingurin, Christian
Christiansen, sum
saman við bátsfelaga
sínum, Jens Joensen,
bjargaði útróðrar-
manni á Norðhav-
inum mánadagin
BJARGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var um reppið, at ein
útróðrarmaður læt lív á
Norðhavinum mánadagin.
Av berari tilvild sigldi ein
bátur úr Kollafirði við
tveimum monnum umborð
seg fram á ein føroyskt
bygdan bát, sum lá ógvu-
liga tungur í vatnsskorpuni.
- Tað var keðiligt í sjó-
num, og vit høvdu avgjørt
at gevast at fiska um mid-
dagin. Tá ið vit vóru einar
fýra fjórðingar úr landi á
veg inn í Eiðisflógva, helt
Jens Joensen, sum var við
mær, seg síggja eitthvørt
undarligt í sjónum. Eg sá,
at Jens bleiv við at standa
og hyggja í bakborð. Vit
vendu og fóru at sigla ímóti
tí, Jens helt seg hava sæð.
Fyrstu løtuna sóu vit einki
aftur. Jens helt fyri, at
kanska var tað ein boyða,
hann hevði sæð. Men tá ið
vit høvdu siglt eitt lítið bil
aftrat, sóu vit ein føroyskt
bygdan bát, sum var sokk-
in, men stóð steyrrættur í
sjónum við forstavninum
uppúr. Stundum var stavn-
urin undir, og stundum stóð
hann uppúr vatnsskorpuni
– alt eftir, hvussu aldurnar
gingu,
sigur
Christian
Christiansen, sum eigur
bátin, Elin C.
Hann sigur, at við vrakið
flutu kassar, timbur, bjarg-
ingarvestar og stivlar.
- Í fyrstani sóu vit ongan
mann. Tá ið vit sóu mannin,
sum í alduni stundum fleyt
omaná, og stundum var
undir, hekk hann í band-
inum, sum var bundið um
stavnin á bátinum. Maðurin
var í ongum vesti og ongum
yvirlivilsisbúna.
Christian og Jens boðaðu
beinanvegin MRCC Tórs-
havn frá tí, ið hent var.
Stutt eftir…
- Tá ið vit høvdu fingið
mannin, sum var kaldur og
ógvuliga illa fyri, uppí bát-
in hjá okkum, greiddi hesin
frá, at báturin hjá honum,
Norðstjørnan, hevði fingið
ein sjógv og varð koppaður
í einum. Hann hevði ikki
havt stundir at latið seg í
bjargingarvest ella nakað
sum helst. Hann var lopin á
bláman, sum hann stóð fyri
ikki at fara til botns við bát-
inum.
Christian sigur, at mað-
urin segði lítið og einki –
uttan so, at teir spurdu
hann.
- Hann var ógvuliga
móður, men púra klárur. Eg
haldi ikki, hann hevði fing-
ið nakran serligan sjógv í
seg, tí hann hostaði ikki., tó
at hann stundum var undir
og stundum omaná. Maður-
in helt, at hann hevði hingið
eina góða løtu í endanum í
bátinum, tá ið vit komu
fram á hann.
Christian heldur ikki, at
maðurin hevði livað leingi
aftrat, um teir ikki av til-
vild vóru komnir fram á
vrakið í sjónum.
- Eg trúgvi neyvan, at
maðurin hevði hildið út
nógvar minuttir aftrat undir
teimum sera ringu umstøð-
unum, ið vóru.
Sjálvur metir Christian,
at vóru teir ein, tveir ella
tríggjar minuttir seinni, var
maðurin ikki á lívi.
Fleyt av luft
- Báturin var frambygdur
og fleyt av luftini, sum stóð
har frammi í húsinum.
Tískil hekk hann við for-
stavninum uppi í sjónum.
Christian Christiansen sig-
ur, at tað var ógvuliga
heppið, at bátsfelagi hans-
ara, Jens Joensen, sá vrakið
í sjónum.
- Vóru vit farnir framvið,
er ilt at síggja, at nøkur vón
hevði verið um bjarging,
sigur bátseigarin.
Á Eiði stóð sjúkrabilur
fyri teimum, tá ið teir komu
til lands og flutti útróð-
rarmannin á Landssjúkra-
húsið.
Bjargaðu manni
í soknum báti
Útróðrarbátar á Eiði
Savnsmynd
C
M
Y
K
19
18