mikudagur 24. mars 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Havnar Bóltfelag hev-
ur tikið kvinnuliðið
hjá sær úr landskapp-
ingi 2004, og hetta er
fyrstu ferð, síðani at
kvinnufótbólturin
byrjaði í 1984, at HB
einki kvinnulið hevur
KVINNUFÓTBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í nógv ár myndaði HB odd-
in í føroyskum kvinnufót-
bólti, men hetta er nú farið
í søguna. Í gjár sendi
Havnar Bóltfelag eitt skriv
til kappingarnevndina hjá
FSF, har boðað var frá, at
HB tók sítt kvinnulið úr
kappingini í ár.
Alt ov lítið av fólki
Á heimasíðuni hjá Havnar
Bóltfelag,
www.hb.fo,
verður skrivað til kapping-
arnevndina
endurgivið.
Skrivið ljóðar soleiðis: Við
hesum skrivi verður boðið
frá, at vegna manningartrot
mugu
vit
tíverri
taka
kvinnulið okkara - 1. deild
kvinnur - úr kappingini.
Nógvar royndir hava verið
gjørdar at skava nokk av
fólki saman, men alt til
fánýtis, og als einki røkist
fyri, at fleiri leikarar fara at
koma til felagið. Sum er
hava vit bert 4(!) vaksnar
leikarar, meðan restin eru
gentur 14-17 ár. Hetta er als
ikki nóg gott ella haldbart
grundarlag til eitt 1. deild-
arlið. Tískil hava vit valt at
taka hesa tungu avgerðina
longu nú fyri at órógva
komandi kvinnukappingina
minst møguligt. Vit harm-
ast støðuna almikið, men
duga ikki at síggja aðra
loysn.
Hetta er fyrstu ferð,
síðani at kvinnufótbólturin
í Føroyum byrjaði í 1984, at
HB ikki hevur eitt kvinnu-
lið, og lítið man verða at iv-
ast í, at tað er ein beiskur
biti hjá havnarfelagnum at
svølgja í sínum 100-ára
jubileumsári.
TÍÐINDASKRIV
Bogaskjótifelagið Tambar
skipaði fyri seinastu innan-
dura kapping fyri veturin,
tá tey ungu leygardagin
skutu um føroyameistara-
heitið á 15 metrum.
Í bólkinum compound
var sera javnt millum
tríggjar teir fremstu, tá
komið var til steðgin. Tað
vóru bert tvey stig millum
nummar eitt og trý.
Seinna umfar var spenn-
andi alla tíðina, tí tað var
áhaldandi sera javnt.
Endaliga støðan í com-
pound bólkinum var: Før-
oyameistari Eyðfinn Poul-
sen við (275+279) 554 stig-
um, nr. 2 Kristoffer Andrea-
sen við (274+278) 552
stigum, nr. 3 Kaj Johanne-
sen við (273+269) 542
stigum og nr. 4 Súnfríður
Jacobsen við (264+276) 540
stigum, allir úr Ørvi.
Í bólkinum recurve løgdu
Annika Vang og Eirikur í
Jákupsstovu seg sum so
ofta fremst. Her var eisini
sera javnt. Eirikur førdi við
tveimum stigum, tá komið
var til steðgin. Nr. 3 var um
30 stig aftanfyri tey.
Seinna umfar var eisini
sera javnt og var ikki sørt
merkt av spenningi. Hesin
spenningur ávirkaði tey
nógv og gekk bæði upp og
niður, so tey skiftu nakrar
ferðir um at vera fremst.
Endaliga úrslitið í re-
curve bólkinum var: Før-
oyameistari Annika Vang
við (284+277) 561 stigum,
nr. 2 Eirikur í Jákupsstovu
við (286+272) 558 stigum,
bæði úr Ørvi. Nr. 3 Rói
Christiansen við (252+238)
490 stigum og nr. 4 Jastrid
M. Jensen, sum var beint
aftanfyri
við
tveimum
stigum færri.
Í compound bólkinum
vóru 4 luttakarar og í re-
curve bólkinum 20 lut-
takarar.
Ársins skjúttar
Í compound bólkinum var
trupult at velja, hvørt Eyð-
finn Poulsen ella Kaj Jo-
hannesen skuldu fáa heið-
urin at vera ársins skjútti
2004.
Teir hava báðir verið sera
javnir allan veturin, hava
skiftst um at vinna kapp-
ingar, hava ment seg nógv
og sett fleiri persónlig met.
Tað, sum gjørdi munin, var
at Eyðfinn vann eina FM-
kapping.
Ársins skjútti í com-
poundbólkinum bleiv so-
statt Eyðfinn Poulsen úr
Ørvi.
Í recurve bólkinum var
lítil ivi um, hvør skuldi
hava heiðurin.
Annika Vang hevur havt
sera stóra framgongd í vet-
ur og hevur vunnið nærum
allar kappingar - bæði fyri
tey yngru og tey vaksnu.
Hon hevur sett 6 nýggj
føroysk met, nevniliga 3 á
12 metrum, 1 á 15 metrum
og 2 á 18 metrum fyri
vaksnar kvinnur. Eisini
hevur hon gjørt tað bragd-
ið, sum eingin ungdóms-
skjútti nakrantíð hevur
megnað - at vinna øll trý
FM-heitini - 12 m og 15 m
fyri ung og 18 m fyri
vaksin.
Ársins
skjútti
í
re-
curvebólkinum bleiv sostatt
Annika Vang úr Ørvi.
Heiðursmerkir til allar
FM-kappingarnar vóru lat-
in av Statoilstøðini Salt-
angará.
Tá tikið verður saman um
bogaskjótingina í vetur,
hava serliga nógv ung verið
við. Eisini hava tey ment
seg nógv í skjótingini, tað
sæst aftur í teimum nógvu
personligu
metunum
-
nevniliga íalt 74 persónlig
met íroknað 7 føroysk met.
Hattrick til Anniku
Nr. 58 • mikudagur • 24. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
HB tikið kvinnuliðið úr
kappingini
Allir luttakararnir í FM kappingini í bogaskjóting á 15 metrum hjá teimum ungu
Ársins bogaskjútti í recurve,
Annika Vang, við heiðurs-
merkjunum, sum gav henni
hattrick
Kanska besti kvinnuliga fót-
bóltsspælarin í Føroyum
nakrantíð, Helga Ellings-
gaard, var í nógv ár drív-
megin á kvinnuliðnum hjá
HB, sum nú fyribils er farið í
søguna
savnsmynd
21
20
Nr. 58 - 24. mars 2004
UTTAN ÚR HEIMI
Fráfarandi spanski
forsætisráðharrin,
José María Aznar,
iðrar seg ikki um, at
hann styðjaði USA í
krígnum við Irak.
KRÍGSSTUÐUL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tann 14. mars tapti tann
konservativi
flokkurin
tjóðartingsvalið í Spania,
og tí noyðist José María
Aznar at leggja frá sær sum
forsætisráðharri.
Eftir valið eru nógvir
eygleiðarar komnir til ta
niðurstøðu, at tað var tann
treytaleysi spanski stuðulin
til amerikanska álopið á
Irak, sum feldi stjórnina, og
at stuðulin var ein av
orsøkunum til ta blóðugu
atsóknina í Madrid, sum
kostaði 202 mannalív.
Men José María Aznar
iðrar seg ikki um avgerðina
at stuðla USA.
- Eg eri stoltur av tí, sum
eg gjørdi. Sjálvandi harmist
eg tað, sum hendi í Madrid,
men mín samvitska er rein,
segði Aznar í samrøðu við
sjónvarpið Telecinco fyrra-
kvøldið. Hann legði afturat,
at eftir hansara tykki er
heimurin tryggari at liva í,
nú Saddam Hussein er rikin
frá.
- Tí var eg til reiðar at
stuðla krígnum. Vit gjørdu
tað, sum var neyðugt, segði
Aznar. Hann duldi ikki fyri,
at hann heldur avgerðina
hjá eftirmanni sínum at
taka teir 1.300 sponsku
hermenninar úr Irak vera
eitt mistak.
Gjørdi rætt
Ovastin í ísraelsku
trygdartænastuni,
Avi Dichter, ávaraði
stjórnina ímóti at
geva herinum boð
um at beina fyri
Hamas-leiðaranum
Ahmed Yassin
ÍSRAEL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað var á einum fundi í
síðstu viku, at tað serliga
trygdarráðið
hjá
ís-
raelsku stjórnini umrøddi
eina ætlan um at beina
fyri Ahmed Yassin. Á
fundinum vóru millum
annað Ariel Sharon, for-
sætisráðharri, og ovastin
í trygdartænastuni, Avi
Dichter.
Ísraelska blaðið Haa-
retz skrivaði í gjár, at Avi
Dichter mælti Sharon og
hinum
limunum
í
trygdarráðnum frá at lata
herin beina fyri Hamas-
leiðaranum. Ovastin í
trygdartænastuni segði
seg stúra fyri, at ein slík
avrætting fór at elva til so
nógvan ófrið, at tað var
betur ógjørt. Hann vænt-
aði eisini, at avrættingin
fór at styrkja Hamas.
Men trygdarráðið valdi
kortini at geva herinum
boð um at beina fyri
Hamas-leiðaranum.
Fleiri útlendskir eyg-
leiðarar vænta, at Avi
Dichter fær rætt. Yvir-
gangsserfrøðingurin
Magnus Ranstorp, sum
arbeiðir á St. Andrewa
University, segði í gjár, at
morðið á Ahmed Yassin
kann savna allar pale-
stinar
í
bardaganum
ímóti Ísrael. Tað sama
sigur Azzam al-Tamimi á
arabiska stovninum í
London. Hann væntar, at
Hamas fer at fáa nógvar
nýggjar limir nú.
Fyrrverandi ráðgevin
hjá George W. Bush,
forseta, Richard A.
Clarke, vil vera við, at
forsetin longu dagin
eftir atsóknina tann
11. september í 2001
vildi sleppa at leypa á
Irak.
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
- Vit vóru ógvuliga fá eftir í
forsetabústaðnum tann 12.
september, tí tey flestu
starvsfólkini vórðu flutt
haðani eftir atsóknina dag-
in fyri. Tá forsetin fekk
eygað á meg, bað hann
nakrar
av
ráðgevunum
koma inn í eitt høli.
- Tit mugu kanna alt eina
ferð afturat. Alt. Tit mugu
kanna, um Saddam skipaði
fyri hesum, segði Bush
sambært
Richard
A.
Clarke.
- Men, harra forseti. Tað
var
al-Qaeda,
svaraði
Clarke.
- Eg veit, eg veit, men...
men kannið, um Saddam
var uppií. Kannið tað. Eg
vil hava alt at vita. Kannið
Saddam, svaraði forsetin og
fór úr fundarhølinum.
Eisini Donald Rumsfeld,
verjumálaráðharri,
helt
sambært Clarke, at USA
átti at leypa á Irak.
- Í Afghanistan er einki
mál at bumba. Lat okkum
heldur bumba Irak, segði
Rumsfeld.
Soleiðis skrivar Richard
A. Clarke í einari bók, sum
kom út mánadagin. Hann
var ein tann týdningarmesi
ráðgevin hjá Bush, forseta,
til hann fór frá fyri einum
ári síðani. Frammanundan
hevði hann verið ráðgevi
hjá eitt nú Ronald Reagan
og George Bush, eldra.
Í bókini skrivar Clarke, at
Bush fekk fleiri ávaringar
um al-Qaeda tíðliga í 2001,
men at forsetin lat ikki við
seg koma. Tað var bara
Saddam Hussein, sum mól
í høvdinum á forsetanum,
og úrslitið síggja vit nú,
skrivar Clarke, sum vil vera
við, at við álopinum á Irak
oyðilegði Bush bardagan
ímóti yvirgangi.
- Úrslitið er, at forsetin
hevur givið øllum teimum
mest víðgongdu islamsku
kreftunum um allan heim-
in vind í seglini, skrivar
Richard A. Clarke.
Embætisfólk hjá Bush,
forseta vísa atfinningunum
hjá fyrrverandi ráðgevan-
um aftur. Trygdarpolitiski
ráðgevin,
Condollezza
Rice, skrivaði í einari grein
í Washington Post í gjár, at
Richard A. Clarke veit ikki,
hvat hann skrivar um, tí
hann var ikki hjástaddur, tá
tær týdningarmestu avgerð-
irnar vórðu tiknar.
Talsmaður
forsetans,
Scott McClellan, undraðist
á, hví Clarke hevur bíðað
so leingi við bókini. Hann
heldur, at endamálið er at
skaða umdømi forsetans
upp undir forsetavalið í
heyst.
Eftir stendur, at Clarke
varð ein nógv avhildin
forsetaráðgevi, og at hann
varð biðin um at halda fram
í starvinum, tá hann segði
upp fy ri einum ári síðani.
Ávaraði ímóti
at drepa Yassin
Ísraelski trygdarovastin ávaraði stjórnina ímóti at beina
fyri Ahmed Yassin. Tað var betur ógjørt, helt hann
Mynd: Reuters
Bush oyðilegði bardagan
ímóti yvirgangi
Richard A. Clarke skrivar í nýggjari bók, at Saddam Hussein var tað einasta, sum mól í
høvdinum á George W. Bush, forseta. Hann vildi sleppa at leypa á Irak
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
20