Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mars 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 24. mars 2004 23 Kom, sá og sigraði Hann hevur verið fav- orittur í øllum kapp- ingum, hann hevur luttikið í síðani 1985. Sama ár yvirtók hann plássið frá Anatoly Karpov sum heimsins sterkasti telvari. Talan er sjálvsagt um 40 ára gamla Garry Kaspa- rov, sum sunnudagin vann enn eina kapp- ing, hesaferð í Íslandi TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Íslendingar hava seinastu árini veruliga mannað seg upp. Fleiri sterkar altjóða kappingar um árið, eins og telvingin – eftir nøkur ár í dvala – er aftur vorðin meira útbreidd á oyggjuni. Sunnudagin varð tað greitt, at favoritturin Garry Kas- parov vann sterku kvik- kappingina, ið kallaðist Reykjavik Rapid 2004. Í finaluni ímóti Nigel Short vann hann við siffrunum 1,5 – 0,5. Talan var um eina knock-out kapping, við tveimum talvum í hvørjari uppgerð. 16 telvarar lut- tóku. Dygg mótstøða Mæti telvarin hevði tó ikki lætt spæl. Í fyrsta um- farinum skuldi Kasparov hitta 13 ára gamla Magnus Carlsen úr Norra. Magnus er longu altjóða meistari, og manglar einans ein stórmeistaranorm, fyri at kalla seg stórmeistara! Magnus hevði vinnandi fyrimun í fyrra talvinum, men Kasparov vildi ikki gevast so, og stríddi seg til ein javnleik. Talvið er við í blaðnum. Í seinna talvinum var Kasparov eiðasørur við hvíta fólkinum, og knústi Magnus í miðspælinum. Tó eitt ótrúliga gott úrslit hjá Magnus, sum verður spáddur eina framtíð í absoluttu heimselituni. Tannáringurin hevur longu væl yvir 2500 í rating. Í fjórðingsfinaluni vann Kasparov trygt 1,5 - 0,5 móti hollendsku legenduni Jan Timman. Danin Peter Heine Nielsen gav Kasparov harða mótstøðu í hálv- finaluni. Bæði kviktalvini talvini endaðu við javnleiki, men í snartalvsumdystinum leikti danin skeivt í byrjan- arspælinum, sum Kasparov við brestin revsaði. Finalan fekk mong at minnast aftur á HM-dystin í London í 1993 millum Kasparov og Short, tá fyrr- nevndi ruddiliga vann HM- heitið. Í Reykjavík broyttist einki; Kasparov vann 1,5 – 0,5. FM 2004 á Toftum Føroyameistaraskapurin nærkast í hvørjum. Í skriv- andi løtu hava yvir 30 telv- arar boðað frá luttøku, har- av serliga nógvir unglingar. Væntandi fer luttakaratalið eitt gott petti yvirum 50. Enn er ov tíðliga at meta um kjansirnir hjá ein- støkum, tá tekningarfreistin ikki er úti. Greitt er, at John Arni Nilssen, Heini Olsen, Flóvin Tór Næs, Ólavur Simonsen og Eyðun Nolsøe ikki kunna luttaka í ár. Hetta eru kendir og sterkir telv- arar, ið tíverri ikki vera við. Hinvegin koma menn í mans stað, og eitt nú fara vit at síggja verandi føroya- meistara Martin Poulsen, Olaf Berg, Carl Eli N. Sam- uelsen, Hans Kristian Sim- onsen, Jens Kristian Han- sen og Rani Nolsøe við talvborðini á Toftum um páskini. Ikki er greitt um John Rødgaard verður við. Toftamenn hava spílað seg út við sera góðum virðis- lønum til vinnararnar í øllum bólkunum. Telvað verður í døgunum 3-10. apríl. Freistin at tekna seg er 27. mars. Ein kann tekna seg á www.faroe- chess.com ella við at seta seg í samband við Tofta Talvfelag. TÍÐINDASKRIV Leygardagin 27. mars verður finalan fyri pør í bridge leikt. Spælt verður í Bridgehúsinum í Havn. 20 pør hava onga sær rættin at luttaka í finaluni. Byrjað verður kl: 10:00, spæld verða 76 spøl. Tey 20 luttakandi pørini: Magni Jøkladal – Allan Dal-Christiansen Jógvan H. Andreasen – A. G. Nielsen Salomon Johansen – Zakaris Joensen Ingibjørg Hansen – Henriette Svenstrup Kaj Alstrup – Høgni Hansen Dia Petersen – Hans Egil Joensen Eydun Jensen – Niels Nielsen Høgni Jacobsen – Finn Ougaard Eydun Joensen – Helgi Joensen Eilif Petersen – Petur A. Johannesen Dia Jacobsen – Marner Joensen Per Kallsberg – Dánjal P. Mohr Høgni Vesturklett – Gunnar Mouritsen Johannes Skaarup – Jórun Johannesen Petur S. Rasmussen – Hannis Jacobsen Eydun Jacobsen – Pól Joensen Reimund Langgaard – Vilhelm Nygaard Jóannes Mouritsen – Heðin Mouritsen Rói Joensen – Jógvan Juul Rasmussen Steypakappingin Á nevndarfundi hjá Føroya Bridgesambandi herfyri, varð avgjørt at broyta ver- andi steypakappingarhátt. Tað verður tí ikki soleiðis, at bert ein dystur verður til liðini, ið tapa fyrsta dystin. Kappingin verður løgd soleiðis tilrættis, at øll spæla so nógv sum møgu- ligt. Sjálv finalan verður leygarkvøldið, og hon verður (sjálvsagt) bert millum tvey lið, men fyri tey, sum heldur vilja spæla bridge enn at verða áskoðarar, verður skipað fyri serstakari kapping. Kostnaður fyri hvønn leikari er 900 kr. Incl. Gisting, mat og luttøku. Steypakappingin verður spæld á Hotel Vágum í døgunum 7. – 9. mai. Vinningurin er ferðaseðil til bridgekapping í einum av grannalondunum. Tilmelding innan 30. mars hjá kappingarleiðar- anum. FM Finala í Bridge Spæl Her skulu vit síggja eitt spæl har Jens Pauli Nolsøe og Jákup Hjalta- lin, ið báðir leika á 1. deildarliðinum hjá HH- Bókhald, sum gjørdist nr. 4 hetta kappingar- árið, melda ein sera flottan 7hj. SP 52 HJ K109876 RU 875 KL 82 SP EKD1063 HJ EDB RU 2 KL ED7 N - S 2hj 4nt 5kl 7hj Norðan valdi at opnað við 2hj, ið er eitt veikt meld við 6 hjartarum. Nú meldaði sunnan 4nt, sum spyr eftir essum og evt. trumf damu. Norðan svarar 5kl, vísandi 1 ella 4 ess. Suður meldar síðani tann upplagda 7hj !! Um norðan ikki opnar við 2hj, verður tað nær- um ógjørligt at koma í 7hj. Komandi leygardagin verð- ur føroyameistarkappingin í Boccia í Gundadalshøllini í Havn. Kappingin byrjar leygarmorgunin klokkan tíggju og kappast verður í trimum deildum. Ein kapp- ing er fyri rørslutarnað børn, ein onnur fyri rørslu- tarnað vaksin, meðan tann triðja er fyri menningar- tarnað. Sum nakað nýtt fer kapp- ingin ár eisini at umfata eina várkapping. Hendan kappingin verður í tveim- um deildum, ein fyri syskt- in og hin fyri pensionistar. tn Talvið hesa vikuna Carlsen, M (2484) — Kasparov, G (2831) Rapid Reykjavik ISL 18.03.2004 1.d4 d5 2.c4 c6 3.Rif3 Rif6 4.Ric3 e6 5.Bg5 Ribd7 6.e3 Fa5 7.Rid2 Bb4 8.Fc2 0—0 9.Be2 e5 10.0—0 exd4 11.Rib3 Fb6 12.exd4 dxc4 13.Bxc4 a5 14.a4 Fc7 15.Rae1 h6 16.Bh4 Bd6 17.h3 Rib6 18.Bxf6 Rixc4 19.Rie4 Bh2+ 20.Kh1 Rid6 21.Kxh2 Rixe4+ 22.Be5 Rid6 23.Fc5 Rd8 Støðumynd eftir 23_Rd8 24.d5 Fd7 25.Rid4 Rif5 26.dxc6 bxc6 27.Rixc6 Re8 28.Rd1 Fe6 29.Rfe1 Bb7 30.Rid4 Rixd4 31.Fxd4 Fg6 32.Fg4 Fxg4 33.hxg4 Bc6 34.b3 f6 35.Bc3 Rxe1 36.Rxe1 Bd5 37.Rb1 Kf7 38.Kg3 Rb8 39.b4 axb4 40.Bxb4 Bc4 41.a5 Ba6 42.f3 Kg6 43.Kf4 h5 44.gxh5+ Kxh5 45.Rh1+ Kg6 46.Bc5 Rb2 47.Kg3 Ra2 48.Bb6 Kf7 49.Rc1 g5 50.Rc7+ Kg6 51.Rc6 Bf1 52.Bf2 remis FM í Boccia verður leygardagin Hendan myndin er av nøkr- um av heiðursmerkjavinnar- unum, tá ið FM í Boccia var hildið í Klaksvík í fjør Mynd: Solby A. Eliasen 23 22 Nr. 58 - 24. mars 2004 Klaksvíkar fimleik- arafelag varð endur- stovnað í 1998 og er í dag eitt sera virkið felag við umleið 250 limum. Hóast tað er felagið ikki serliga sjónligt uttan fyri Klaksvík, og er høv- uðsorsøkin til hetta, at felagið ikki hevur nøktandi venjingar- umstøður, sigur for- kvinnan Katrin Jacobsen FIMLEIKUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Katrin Jacobsen forkvinna í fimleikarafelagnum sigur, at venjingarumstøðurnar hjá felagnum eru als ikki nøktandi. Og er hetta høv- uðsorsøkin til, at felagið ikki luttekur í kappingum. – Liðini hjá okkum hava sera avmarkaða tíð til at venja í. Tey eldru liðini hava fingið hálvanannan tíma einaferð um vikuna í ár, meðan tey yngru hava ein tíma einaferð um vik- una, greiðir hon frá. Hetta ger, at venjingar- støðið ikki kann fáast á eitt so høgt støði, at liðini kunnu luttaka í Grand Prix kappingum ella føroya- meistarakappingini. – Sum er nú, hava vit tosað um at fáa eitt lið við í onkra kapping møguliga komandi ár, men tað er treytað av, at tær fáa fleiri tímar, sigur Katrin Jacob- sen. Hon letur væl at undir- tøkuni í felagnum – serliga millum genturnar – og heldur tað vera stórt spell, at felagið ikki kann fáa betri umstøður. Fimleikarahøllin upptikin Báðar fimleikarahallirnar í Klaksvík eru sera nógv upptiknar. Katrin vísir á, at felagið nýtti sera nógva orku til at fáa tríggjar tímar eyka til hetta árið, og tað gongur út yvir annað virksemi í felagnum. – Tað er avmarkað, hvussu nógva orku vit hava, og tá hon fyri tað mesta skal nýtast til at fáa fleiri tímar, so sigur tað seg sjálvt, at annað verður við sviðið soð, sigur hon. Umframt fimleikara- felagið hava Mjølnir og Badmintonfelagið eisini tímar í fimleikararhøllini, og tí er støðan, sum hon er. Hølisviðurskiftini eru ein stórur trupulleiki, men nú er vón fyri framman. Bad- mintonfelagið og onnur við teimum eru farin í holt við eina verkætlan, har ætlanin er at byggja eina badmint- onhøll. Um hendan verður veruleiki, dugir Katrin at síggja munandi batar á teirra umstøðum. – Um ein nýggj høll kem- ur, rokna vit sjálvandi við, at hesin trupulleikin ikki verður so stórur longur, og at vit kundu fingið fleiri tímar í fimleikarahøllini, sigur hon. Framsýning Klaksvíkar Fimleikarafelag luttekur sum sagt ikki í nakrari kapping, men fel- agið hevur tó eina árliga framsýning í KÍ høllini, har øll liðini luttaka. Hetta er vorðið ein afturvendandi framsýning, og er eisini einasta "gularótin" til lim- irnar. Og tað ásannar Katrin er als ikki nóg mikið, um felagnum skal vera lívi laga. – Vit mugu arbeiða fram ímóti at fáa lið í kappingar, og tað er eisini málið. Men vit kunnu ikki bara tveita ella noyða lið í kappingar, sum ikki kenna seg tilreiðar til tess, vegna væntandi venjijng, sigur hon. Seinasta sunnudag var so árliga framsýningin hjá felagnum, sum eisini er endabresturin á árinum. 250 fimleikarar úr aldrin- um 1. flokki til 10. flokk og eldri sýndu fram seriur og lop, sum tey hava vant, síðani tey byrjaðu í sep- tember í fjør. KÍ høllin var stúgvandi full av fólki, ið hugdu at, meðan børn og ung vístu teirra kynstur. Fyri tey flestu mundi framsýningin verða væleydnað, og nógv av tí var flott at síggja, men tá felagið einans hevur eina framsýning um árið og hartil ikki luttekur í kapp- ingum, er vónleyst at siga, hvørjum støði tey eru á í mun til onnur fimleikara- feløg í landinum. Truplar venjingarumstøður Framtíðin hjá Klaksvíkar Fimleikarafelag er tryggjað, tá hugsað verður um talið á ungum og aktivum limum, men tvørrandi venjingarum- støðurnar hótta felagið kortini Dreingirnir vístu fram ymisk lop, sum teir hava vant dúgliga seinasta hálva árið Serliga genturnar eru væl umboðaðar í felagnum. Verri stendur til í dreingjaliðunum. Men Katrin Jacobsen sigur, at hetta er ein trupulleiki hjá øllum feløgunum Jákup við í hópinum hjá OB í kvøld Fyri fyrstu ferð er Jákup á Borg við í hópinum hjá besta liðnum hjá OB, sum í kvøld skal spæla dyst í donsku steypakappingini móti Ølstykke ÚTISETAR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í kvøld fær Jákup á Borg kanska møguleikan fyri at royna seg á besta liðnum hjá OB. Jákup og lið- felagar hansara skulu spæla dyst móti 1. deildarfelagnum Ølstykke í fimta umfari av donsku steypakappingini, tí so- nevndu DONG-Cup. Skaðar kunnu slóða veg Jákup á Borg sigur í tele- fonini úr Danmark, at teir báðir fremstu áleypararnir hjá OB, Steffen Højer og Mwape Miti, hava smærri snuddir at dragast við, og hetta hevur gjørt, at hann sjálvur hevur fingið boð um at koma við til Øl- stykke. OB og ikki minst venj- arin, Troels Bech, hava góðar royndir í donsku steypakappingini. Undir leiðslu av júst Troels Bech vann OB fyri tveim- um árum síðani donsku steypakappingina við einum 2-1 sigri á FC Keypmannahavn í final- uni. Í fjør tapti Trols Bech og táverandi felag hans- ara, FC Midtjylland, steypafinaluna móti Brøndby. Um møguleikarnar fyri at sleppa at royna seg í kvøld, sigur Jákup á Borg, at teir eru rímuligir, men hann verður ikki vón- brotin, um hann ikki fær spælitíð. C M Y K 22