Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. september 2012síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 19. september 2012 · Nr. 109 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Atlit til føroyska vinnu hava ikki økt um kostnaðin av skúladeplinum Føroya Handverksmeistarafelag Landsstýrismaðurin í menta­málum, Bjørn Kalsø, hevur svarað tveimum fyri­ spurningum frá ávíkavist Hanusi Samró og Kristinu Háfoss, løgtingslimum, um skúladepilin í Marknagili. Í svarunum uppá fyrispurn­ ing­arnar, sum liggja á heima­síðu Løgtingsins, verð­ur róð framundir, at ein av orsøkunum til, at so stór­ur munur var á kostn­ aðar­metingini og prísinum var, at serlig atlit vórðu tikin til før­oyska vinnu. Føroya Hand­verksmeistarafelag er ikki samt í hesum. Sonevndu serligu at­lit­ ini snúgva seg í fyrsta lagi um, at fyritøkurnar, sum bjóða seg fram, skulu løna starvsfólkunum eftir treyt­ um, sum ikki eru verri enn tær, sum eru galdandi í sátt­ málum á føroyska arbeiðs­ marknaðinum. Hetta hevur tó alla tíðina verið ein for­ treyt fyri arbeiðinum, tí tað er eitt generelt krav til allar almennar útbjóðingar, og eigur tí ikki at koma óvart á almennu myndugleikarnar. Kravið er ásett í rundskrivi frá Vinnumálaráðnum, og hevur sín uppruna í altjóða sáttmála. líknandi krav er at finna í s.v. almennar út­bjóð­ ingar í einari røð av øðrum londum, herundir eisini øðr­ um norðurlendskum lond­ um. Í øðrum lagi er kravt, at fyri­tøkurnar skulu hava kunn­leika til bygging í Før­ oyum. Hetta er eitt púra náttúr­ligt krav, og dømini eru mong um teir trupulleikar, sum kunnu koma, um byggi­ fyritøkur ikki hava kunnl­ eika til serligu føroysku viður­skiftini, herundir veður og vind. Í triðja lagi er verkætlanin boðin út í 8 arbeiðstøkum heldur enn einari høvuðs­ arbeiðs­tøku, so sum ætlanin hjá Landsverki var. Tað er lítið sannlíkt, at verkætlanin er vorðin dýrari av hesum, tí talið á boðum við einari høv­uðsarbeiðtøku helst høvdu verið munandi færri í mun til ta lisitatiónina, sum júst hevur verið. Heilt einfalt av teirri orsøk, at tað er avmarkað, hvussu nógvar føroyskar fyri­tøkur hava fíggjarligu styrk­ina at bjóða uppá alla verkætl­ anina. Í hesum sambandi kann tað nevnast, at kostn­ aðar­metingin byggir á upp­runaligu ætlanina hjá Lands­verki, sum var at bjóða arbeiðið út í uml. 25 arbeiðs­ tøkum. Hetta varð samlaða før­oyska byggivinnan kunn­ að um á fundi á Hotel Før­ oyum á sumri 2011. Stutt eftir hetta broytti Landsverk tó áskoðan og vildi nú heldur bjóða alt út í einari høvuðsarbeiðstøku. Tað kann tí heldur ikki vera økta talið á entreprisum, sum hevur ávirkað kostnaðin í mun til kostnaðarmetingina. Sum tað sæst, er talan ikki um serligar fyrimunir fyri føroyskar fyritøkur. Tal­ an er um viðurskifti, sum eru púra náttúrlig, um verk­ ætlanin skal eydnast væl og um føroyskar fyritøkur yvirhøvur skuldu hava ein møguleika at bjóða seg fram. Omanfyri nevndu viður­ skifti eiga ikki at koma óvart á nakran. Føroya Hand­verks­ meistarafelag heldur tað tí ikki vera rætt, at serlig atlit til føroyska vinnu skal hava økt um kostnaðin í mun til kostnaðarmetingina. Tað er tó rætt, at tað hevur verið eitt politiskt ynski, at verkætlanin skuldi koma før­oysku byggivinnuni og arbeiðsmegini til góðar. Ein samd fíggjarnevnd skrivaði í sínum áliti, tá verklagslógin fyri Marknagilsdepilin varð broytt í 2011, at “...eitt av enda­málunum við hækk­aðu løgu­karmunum er at koma føroyska arbeiðs­markn­að­ inum og byggi­vinnuni til góða og harvið minka um arbeiðsloysið. Tí heldur nevndin, at landsstýrið í útbjóðing eigur at leggja doyin á hesa meginreglu.” Vinnuvirksemi á havna­lag­num hjá Tórshavnar havn Tað er hugaligt at hava sitið sum havnanevndarformaður seinastu fýra árini í Tórs­ havnar býráði. Nógv virksemi fer fram og útbyggingar eru framdar, sum skapa fram­ burð og menning í høv­uðs­ staðarkommununi. Útbyggingar Fleiri útbyggingar eru framd­ ar hesa setuna: Havnin á Oyrareingjum liðug, nýggj ferjulega í Nólsoy við ferða­ fólkahúsi, nýggj báta­brúgv í Nólsoy, nýggjar báta­brúgvar á Gomlurætt, bryggjan úti í Bakka breiðka og um­væld, nýggj rampa undir havna­ skrivstovuni og lok­sins eydn­ aðist eisini at dýpa úti fyri Tinganesi. Hetta umfarmt batarnar, ið eru framdir á smábátøkinum. Havnalagið Tórshavnar havn hevur havt ein týðandi leiklut fyri menn­ingini í høvðusstað­ num. Tórshavnar havn er høvuðshavn í Føroyum fyri flutning av ferðafólki og farmi. Hetta hevur skapt gróðrarlíkindi fyri vøkstri í kommununi. Stórur partur av fólkinum í Føroyum býr í Tórshavnar kommunu og onnur hava stutta leið til høvuðsstaðin. Tí er tað nattúrligt, at størsti parturin av innflutninginum fer um­ vegis Tórshavnar havn. Á Eystaru bryggju er høvuðs flutnings- og ferða­ fólkahavnin, með­an á Vestaru bryggju er vinnu­virk­semi við skipa­smiðju, fiska­virkis­ bygningi, olju­út­gerðar­fe­løg­ um og fram­leiðslu­fe­løgum til fiski­flotan. Í Kollafirði er stór menn­ ing farin fram seinastu árini. Stórt virksemi er á uppi­sjóar­ virkinum og krevur hetta nógv pláss. Nýtt frystihús verður bygt á havnalagnum, og bingjuvirksemi flytir yvir um á havnalagið á Oyrar­ eingjum. Tað eigur fram­ haldandi at verða hugt eftir útbyggingar- og menn­ingar­ møguleikum við havnalagið í Kollafirði. Ferðafólkaskip Tórshavnar havn hevði aftur í ár vitjan av nógvum ferðamannaskipum. Hes­um fruktagóða arbeiði verð­ur hildið áfram við at styrkja og menna, um­framt at samskipanin við ferða­skriv­ stovur og vinnulív verður styrkt enn betur, soleiðis at fleiri pengar liggja eftir í Føroyum, tá ferðafólkini fara avstað aftur. Í eini komandi oljuvinnu er Tórshavnar býráð ført fyri at taka á seg tær avbjóðingar, sum koma, og havnin er klár til enn fleiri útbyggingar á havnalagnum. Vinnuvirksemi á Vestaru bryggju Tað er hugaligt at síggja, at virksemi aftur er økt á Vest­ aru bryggju. Skipa­smiðj­an við sínum virksemi, landingar­ miðstøð í gomlu Bacalao bygningunum, olju­út­gerðar­ miðstøð, trolverkstaður, ís­ virkið og aðrar ráðgevingar og útgerðarfyritøkur skapa lív á Vestaru bryggju í Havn. Fleiri skip koma og fara og fáa tænastur teimum tørva, sum aftur skapa umferð og avleidd arbeiði í býnum. Saltsølubygningurin – íbirtingardepil atknýtt at sjóvinnu Farið verður nú undir at umvæla og klæða Bacalao- og Saltsølubygningarnar. Baca­laobygningurin ætlast framhaldandi at brúkast til fiskavirkisframleiðslu og aðrar óroyndar og ókendar møguleikar innan hesa vinnu. Landingarmiðstøð hús­ast longu har, og aðrir áhug­aðir hava ætlanir um at fara til verka við fiskavirking og øðrum. Saltsølubygningurin verð­ur umvældur til at hýsa skrivstovum og smærri vinnu­ fyritøkum, ið hava at­knýtt virksemi til sjóvinn­una. Alt og ofta hava vit hoyrt um kanningar, hví føroy­ ingar ikki flyta aftur til Før­oya at arbeiða. Svarini eru mong. Vit eiga nú at venda hesum á høvdið. Tað eru alt fleiri føroyingar, ið starvast í altjóða kendum fyritøkum. Arbeiðshættirnir eru sera ymiskir í dag, so­ leiðis at starvsplássið kann verða allastaðni við hentum teldu- og sam­skiftis­møgu­ leikum. Her eigur ein vinnu­samskipari at fara til verka við at finna fram til føroyingar, ið starvast úti í heimi. Vit eiga at bjóða teimum góðar umstøður í Saltsølubygninginum á Vestaru bryggju, har starvast kann fyri møguligu útlendsku fyritøkuna. Við hesum kann helst skrivstovu og annað verða bíligari fyri fyritøkuna, umframt at familjan kann búleikast í Føroyum og geva íblástur og íkast til føroyska samfelagið. Fyri eina høvuðsstaðar­ kommunu hevur tað stóran týdning, at tað er ein javnvág ímillum privat vinnulív og alment tænastuvirksemi. Neyð­ugt er at fáa eitt breitt samstarv ímillum privata vinnulívið, almennar stovn­ ar, útbúgvingarstovnar, fróð­skaparsetur og gransk­ ing­ar­umhvørvi. Í framtíðini er neyðugt, at hesi starva sam­an fyri at fáa sum mest burtur­úr. Hesum framburði ynski eg framhaldandi at virka fyri. Jákup Símun Simonsen havnanevndarformaður, Tjóðveldi Gjald fyri valgreinar Frá fríggjadegnum 21. september at rokna taka vit gjald fyri valgreinar í sambandi kommunuvalið. Valgreinar eru greinar frá valevnum og greinar, sum blaðstjórnin metir sum valgreinar. Kostnaðurin er í lutfallinum 1.000 kr fyri fjórðingssíðu.