mikudagur 19. september 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. september 2012 · Nr. 109
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Jóannes Hansen
Tað var satt kæti við Løkin mána
kvøldið. Heimaáskoðararnir vóru
rættuliga fáir, men gestirnir vóru
heilt nógvir – ivaleyst fleiri enn
tvey hundrað – og teir hugnaðu sær,
frøddust og skemtaðu. Líkindini at
spæla fótbólt vóru heilt góð, tá ið
sæð verður burtur frá, at ljósið ikki
var nakað serligt.
Áskoðararnir kendu heystar
kuldan vera komnan, men tað tókt
ist ikki bila, tí lagið var í toppi, nú KÍ
unglingarnir fyri aðru ferð í trý ár
tryggjaðu sær meistaraheitið. Tað
ber boð um, at áhugin fyri at spæla
fótbólt er stórur, og hegnið at vera
við og kappast er gott.
Mikkjalsmessa
stendur
fyri
durum, og tí verður tað ikki so
leingi, inntil fenaðurin fer at verða
handlaður og vigaður. Ikki var tað
sørt, at áskoðararnir hetta kvøld
ið í Runavík handlaðu ungu spæl
ararnar og mettu um, hvørjir og
hvussu nógvir munnu eiga framtíð
á besta liðnum!
Tá ið dómarin hevði bríkslað
fyri síðstu ferð, og 3-0 KÍ sigurin
var veruleiki, skygdu rakettir og
neyðbluss í heystarmyrkrinum.
Tey vóru fleiri, sum høvdu roknað
við, at FM steyp og gullkrónur fóru
at verða handað hetta kvøldið, men
soleiðis var tað ikki. Tað verður á
heimavølli í annaðkvøld, at KÍ ung
lingarnir fáa prógvini upp á, at teir
eru meistarar í 2012. Síðst KÍ vann
unglingadeildina var í 2010.
Minni luttøka
og tøtt kapping
Tað er áður nevnt, at sammett við
undanfarin ár, so er kappingin í ár
broytt soleiðis, at tað bara eru tveir
árgangir frá U-16 dreingjunum og
inntil dreingirnir eru ov gamlir at
spæla í unglingadeildini. Áður hev
ur henda deildin fevnt um tríggjar
árgangir. Nú verður hon nevnd
U-18.
At tað nú bara hava verið tveir
árgangir í unglingadeildini hevur
havt við sær, at fleiri feløg, sum
plaga at taka lut, ikki hava sett
seg før fyri tí í ár. Eitt nú hava ÍF
og Víkingur ikki verið við, B68 tók
tíðliga á árinum sítt lið úr kapp
ingini, og longu undan kappingar
byrjan funnu 07 Vestur og Skála
út av, at tað ikki bar teimum til at
manna lið.
Í kappingini hava verið KÍ, NSÍ,
EB/Streymur, B36 og HB.
NSÍ stóð seg ikki so væl undan
summarsteðginum, men eftir at teir
í Runavík fingu styrk úr onkrum av
feløgunum, sum ikki settu seg før
fyri at manna lið, so hevur NSí víst
somu styrki sum hini liðini.
Kappingin um FM heitið var
leingi millum KÍ, EB/Streym, B36
og HB, ið vunnu upp á skift ímóti
hvørjum øðrum. Eitt nú hava bæði
B36 og HB fyrr í ár vunnið í Klaks
vík, og eftir summarsteðgin hevur
NSÍ vunnið á bæði B36 og HB.
Tóku tungu brekkuna
Hjá KÍ var støðan undan fýra teim
um síðstu umførunum soleiðis, at
um FM heitið skuldi røkkast, so var
neyðugt at vinna flestu dystirnar og
í hvussu so er ikki at tapa nakran.
Brekkan tóktist ógvuliga tung,
men mánakvøldið var missiónin
liðug skilt á tann hátt, at við 3-0
sigri í Runavík tryggjaði KÍ sær FM
heitið.
Síðsta umfar er í annaðkvøld.
Tá sigur skráin, at KÍ eigur heima
vøll ímóti B68. Toftamenn hava
fyri langari tíð síðani tikið sítt lið
úr kappingini. Harvið vinna klaks
víkingar í morgin 3-0 uttan at spæla
í landskappingini.
Í staðin fyri í landskappingini
fara nýggju meistararnir at spæla
vinardyst hóskvøldið. Hann verður
ímóti samansettum liði úr Eysturoy.
Eftir dystarlok fara FSF umboð at
handa steyp og gullmedaljurnar.
Fyri trimum vikum síðani vóru
vánirnar einki serligar hjá klaks
víkingum at vinna FM heitið. Men
so gekk akkurát upp í torførum av
bjóðingum – 1-1 á útivølli ímóti EB/
Streymi, 2-2 á heimavølli ímóti HB,
sum eina løtu var frammanfyri við
tveimum málum, 3-2 í Gundadali
ímóti B36 og so 3-0 sigur við Løkin
mánakvøldið.
Leivur Joensen setti hol á við
rimmar frísparki úr vinstru, Petur
Andreasen økti til 2-0 eftir skjótt
uppspæl og flatt innlegg úr vinstru,
og Jóannes Bjartalíð staðfesti 3-0
sigurin og harvið FM heitið eftir
frísparksinnlegg úr høgru.
Í Gundadali vann B36 granna
uppgerðina ímóti HB 1-0. Hørður
Askham skoraði sigursmálið í 1.
hálvleiki.
Hóskvøldið eigur EB/Streymur
heimavøll ímóti B36, og HB fær vitj
an av NSÍ. B36 hevur 27 stig, og HB
og EB/Streymur hava 25 stig. Harvið
hava hesi trý liðini øll framvegis
møguleika at vinna silvurmerkini.
joannes@sosialurin.fo
KÍ unglingar føroyameistarar 2012. Aftan fyri frá vinstru: Jóan Pauli Jacobsen, ungdómsvenjari, Tórur Justesen, Jens Pauli Mohr, John Daniel Gudjónsson,
Beinir Poulsen, Jákup Pauli Ziskason, Bárður Hansen, Dávid Langgaard, Eivin Sørensen, Regin Sivertsen, venjari, og Páll Guðlaugsson.
Framman fyri frá vinstru: Eyðun Thorgeirsson, venjari, Kristinn Akursmørk, Ári Olsen, Jóannes Bjartalíð, Leivur Joensen,
Petur Andreasen, Fríði Sigurðsson, Poul Nolsøe Mikkelsen, Kári Højgaard og Eyðun Klakstein, venjari
KÍ eigur bestu unglingarnar
Fótbóltur Stórur skari av KÍ fjepparum vóru eygnavitni mánakvøldið, tá ið KÍ unglingarnir við
3-0 sigri í Runavík tryggjaðu sær meistaraheitið fyri aðru ferð í trý ár og harvið undirstrikaðu,
at tað eisini næstu árini fer at verða stór kapping um plássini á besta liðnum í Klaksvík