mikudagur 19. september 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 19. september 2012 · Nr. 109
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Heri Simonsen
Fríggjakvøldið 12. oktober kann
hann upplivast á Tórsvølli í Havn,
tá Føroyar og Svøríki spæla. Lítið er
at ivast í, at nógvir føroyingar gleða
seg til at síggja innflytaradreingin
úr Malmö, sum er við at gerast tann
størsta svenska fótbóltsstjørnan
nakrantíð.
Zlatan
Ibrahimovic
skrivaði søgu longu tá Champions
League-dysturin
millum
felag
hansara, Paris Saint Germain og
Dynamo Kiev var bríkslaður í gongd
í gjárakvøldið. Tí tá var hann tann
fyrsti fótbóltsspælarin nakrantíð,
sum hevði spælt við seks ymiskum
evropeiskum
fótbóltsfeløgum
í
heimsins best umtóktu fótbólts
kapping, Champions League. Paris
Saint Germain vann dystin trygt
við fýra málum ímóti einum.
Feløg við
evropeiskum sigrum
Feløgini Zlatan Ibrahimovic hevur
umboðað hava øll antin vunnið eina
evropeiska kapping fyri felagslið,
uttan barndómsfelagið, Malmö FF,
sum tó var í Champions Cup final
uni í 1979, tá teir taptu 0-1 ímóti
táverandi
enska
stórfelagnum,
Nottingham Forest. Zlatan hevur
umboðað Ajax, Inter Milan, FC
Barcelona og AC Milan, sum øll hava
verið evropeiskir meistarar gjøgn
um tíðirnar. Nú umboðar Zlatan so
franska høvuðsstaðarliðið, Paris
Saint Germain, sum vann evro
peisku kappingina fyri steypavinn
arar í 1996, tá teir vunnu 1-0 á Rapid
Wien úr Eysturríki. Og longu aftaná
19 minuttirs spæl ímóti Dynamo
Kiev í gjárakvøldið skoraði Zlatan
Ibrahimovic fyri enn eitt felag í
Champions
League
kappingini.
Zlatan hevur nú skotið 29 mál í 87
Champions League dystum fyri
feløgini hann higartil hevur um
boðað.
Skotið nógv mál allastaðni
Í øllum feløgum Zlatan hevur um
boðað hevur hann verið í leiklut
inum sum málskjútti, og ofta eisini í
leiklutinum, sum maðurin, ið leggur
upp til málini hjá øðrum. Tí verður
hann uttan iva tann spælarin før
oyska verjan skal halda mest eyga
við í dystinum ímóti Svøríki á Tórs
vølli tann 12. oktober. Zlatan um
boðaði Malmö FF, árini 1999-2001,
har skoraði hann 16 mál í 40 dystum.
Árini 2001-2004 umboðaði Zlatan
Ajax Amsterdam, og har skoraði
hann 35 mál í 74 dystum. Árini
2004-2006 skoraði Zlatan 23 mál í
70 dystum fyri Juventus. Tað gekk
framúr væl í Inter Milan, árini 2006-
2009, tí har skoraði Zlatan heili 57
mál í 88 dystum. 2009-2010 spældi
Zlatan við FC Barcelona, og har var
ofta havt á lofti, at hann ikki passaði
til spælistílin hjá Barcelona. Kortini
var hann ikki fyri ongum, tí hann
skoraði 16 mál í 29 dystum fyri tað
katalanska stórfelagið. Zlatan hevði
tvey framúr væleydnaði ár í AC
Milan í 2010-2012. Har eydnaðist tað
svenska málrevinum at skjóta heili
42 mál í 61 dystum. Í summar skifti
Zlatan til Paris Saint Germain, har
hann longu hevur skotið seks mál í
teimum fyrstu fimm dystunum fyri
franska høvuðsstaðarfelagið.
Fyrsti landsdysturin
var ímóti Føroyum
31. januar í 2001 spældi Zlatan sín
fyrsta A-landsdyst ímóti júst Før
oyum í Tipshallen í Växsjö, sum
er ein stór innandura fótbólts
høll, sum almenna svenska vedd
ingarfyritøkan
»Svenska
Spel«
hevur verið við til at fíggja. Dyst
urin millum Svøríki og Føroyar
endaði 0-0, har m.a. núverandi
elsti landsliðsmálverjin nakran
tíð, Jákup Mikkelsen vardi fyri
einum brotssparki. Zlatan hevur í
82 landsdystum skotið 33 mál fyri
Svøríki, og fer hann uttan iva at
liggja framvið at økja hetta talið í
tí komandi HM-undankappingar
dystinum ímóti Føroyum. Tó gekk
ikki meir enn næstbest á heimavølli
ímóti Kasakstan, sum svenskarar
høvdu stórar trupuleikar at knógva,
men ímóti dystarenda gjørdist talan
um ein 2-0 heimasigur til Svøríki.
Hevur vunnið nógv
Zlatan hevur vunnið nógvan heiður
sum fótbóltsspælari. Við Ajax vann
hann niðurlendska meistaraheitið
á tveimum sinnum, og so vann
hann steypakappingina eina ferð.
Upprunaliga vann Zlatan italska
meistaraheitið
við
Juventus
í
2005 og 2006, men hesi blivu bæði
strikaði orsaka av »Calciopoli«
fíggjargøluni.
Zlatan
vann
tó
italska meistaraheiti við Inter
Milan í trý ár á rað, árini 2007, 2008
og 2009. Zlatan vann eisini italska
meistaraheitið við AC Milan í 2011,
og er hann ein sonn legenda í Italia.
Zlatan vann spanska meistaraheitið
við FC Barcelona í 2010, umframt
heimsmeistaraskapið fyri felagslið.
Zlatan var valdur til ársins spælara
í italsku Seriu A í 2008, 2009 og í
2011. Hann gjørdist toppskjútti í
bestu italsku deildini í 2009 og í
2012. Zlatan hevur verið ársins fót
bóltsspælari í Svøríki heilar seks
ferðir, og hann hevur verið ársins
ítróttarfólk í Svøríki á tveimum
sinnum. Tó hevur Zlatan til góðar
at vinna Champions League.
Stóran týdning fyri
tilflytararnar
Svenskir samfelagsfrøðingar eru
rættiliga samdir um, at eingin til
flytari hevur havt størri týdning
fyri útlendskar tilflytarar í Svøríki,
enn júst Zlatan Ibrahimovic. Hann
er eitt lýsandi dømi um innflytara
dreingin, sum er vorðin ein stór
svensk tjóðarhetja. Zlatan vaks
upp í økinum, Rosgården í Malmö,
sum var rættiliga illa fyri, tá hann
var barn. Hann hevur gjørt nógvar
íløgur fyri at betra um ítróttar- og
frítíðartilboðini í Rosgården, og har
á leiðum er hann ein risastór hetja.
Hendan ótrúliga mannin sleppa
vit at uppliva á Tórsvølli tann 12.
oktober. Tá eiga minst 5.000 fólk at
verða kring leikvøllin, fyri at stuðla
Føroyum, og fyri at uppliva Zlatan
Ibrahimovic.
heris@sosialurin.fo
Zlatan hitar upp til
Føroya-túrin við meti
Fótbóltur Svenski stórspælarin, Zlatan Ibrahimovic skrivaði søgu í Champions League ígjár. Hann er einasti
spælarin í Champions League, sum hevur spælt fyri seks ymisk feløg í tí stóru europeisku fótbóltskappingini
Zlatan Ibrahimovic skrivaði søgu tá dysturin millum PSG og Dynamo Kiev var bríkslaður í gongd, tí tá var
hann fyrsti fótbóltsspælarin nakrantíð, sum hevði spælt við seks ymiskum feløgum í Champions League