fríggjadagur 21. september 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. september 2012 · Nr. 110
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
– Nokk er nokk. Hetta er so
strævið, at vit eru komin
har til, at vit tíma hetta ikki
meira.
Okkara
dugnaligu
ungu kokkar eru komnir
hartil, at teir tíma hetta ikki
meiri.
Tað sigur Johannes Jen
sen, stjóri á Hotel Føroyum
í sambandi við málið um
tarvkálvarnar, sum Hotel
Føroyar eftir boðum frá
Heilsufrøðiligu Starvsstovu
ni mátti koyra á Sandvíkar
hjalla.
Johannes Jensen greiðir
frá, at Hotel Føroyar, sum
eisini rekur matstovuna Áar
stovu í Havn, er eitt løggilt
virki, sum bara má keypa
løggildar matvørur. Men tó
eru undantøk, tá tað snýr
seg um føroyskan mat, so
sum turt kjøt, ræst kjøt og
so framvegis, og fram til 2015
hava tey loyvi til at keypa
skerpikjøt.
– Vit hava eina mentan í
Føroyum, har vit hagreiða
egnan mat í kjallarum, sum
eisini kann seljast beinleiðis
til brúkaran í durasølu. Seyð
ur, sum skal seljast í handl
um ella matstovum, skal
slaktast í góðkendum slátur
húsi, sigur Johannes Jensen.
Men tað ber ikki til, tá
talan er um tarvkálv, tí
einki sláturhús í Føroyum
er góðkent at fletta kálv. Tí
ber tað hvørki til at selja ella
keypa tarvkálvakjøt í Før
oyum til eina matstovu.
– Skulu vit hava tarv-
kálvakjøt, so mugu vit keypa
tað úr Danmark. Ta reinu
og frísku føroysku vøruna
sleppa vit ikki at brúka,
hóast vit hava fakfólk –
kokkar – sum kunnu taka
sær av vøruni, beint sum hon
er slaktað, sigur Johannes
Jensen.
Hann vísir á, at talan er
um kjøt, sum verður hitavið
gjørt í framleiðsluni, og hann
ber hetta saman við skerpi
kjøt, sum verður etið rátt,
og sum fleiri ferðir hevur
ført til, at fólk eru deyð av
botulismu.
Johannes Jensen heldur,
at hetta er stór niðurgering
av
eldhugaðum
kokkum,
sum royna at gera nýggjar
vørur úr tí stóra føroyska
matvørutilfeingi, sum vit
hava, og hann viðgongur, at
Hotel Føroyar hevur gjørt
eitt mistak við, at hetta
neytakjøtið er komið til
hotellið uttan um góðkent
sláturvirki.
Tað mistakið stóðst av,
tey á hotellunum hildu, at
tarvkálvarnir kundu slakt
ast í sláturhúsinum í Hós
vík, meðan bóndin ikki hev
ur givið gætur, at kjøt, sum
verður selt matstovu, skal
slaktast á góðkendum slátur
húsi, tí hann er vanur við at
selja beinleiðis til brúkaran,
so sum hann hevur loyvi til.
Tí góðtaka tey á Hotel Før
oyum sjálvandi, at tilgongdin
ikki hevur livað upp til krøv
ini, men hartil og ikki at
kunna finna eina loysn, tað
er ov langt úti, heldur Johan
nes Jensen.
Tá Heislufrøðiliga starvs
stovan ger vart við mistakið
eftir eitt ófráboðað eftirlit,
royna tey á Hotel Føroyum
at finna eina loysn soleiðis,
at bóndin kann fáa kjøtið
aftur – annaðhvørt til sjálv
ur at eta ella at selja víð
ari til brúkaran. Men tað
sleppa tey ikki. Kjøtið skal
beinast burtur, eru boðini
frá Heilsufrøðiligu Starvs
stovuni.
Johannes Jensen vísir á,
at tað er ikki bara galið við
lógunum.
– Vit kunnu ikki skylda
upp á lógirnar, tað eru fólk,
sum umsita lógirnar og sum
hava gjørt viðmerkingarnar
til lógirnar í sínari tíð, tað er
har, tað er galið, sigur Johan
nes Jensen.
– Men nokk er nokk. Vit
kunnu keypa tunfisk, sum
er pakkaður í Afrika og selja
hann her. Vit kunnu eta
junkfood og alt møguligt
annað, sum er skaðiligt, men
ikki fantastisku føroysku
rávøruna, sigur Johannes
Jensen,
sum
heldur,
at
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
Randi Jacobsen
Treytin
fyri
at
kunna
selja føroyskt neytakjøt i
handlum og til matstovur
er, at neytini eru flett á
góðkendum sláturvirki.
Annað
sláturvirkið
í
Føroyum er Krás í Hósvík,
men hetta virkið hevur
ikki góðkenning til at fletta
neyt.
- Vit byggja út nú, so vit
kunnu taka ímóti stórum
kríatatúrum. Vit kunnu tá
taka ímóti neytakroppum,
men so skulu tey vera flett
á einum góðkendum virki,
sigur Alberg Gaardlykke,
leiðari á Krás.
Krás sær einki endamál
í at víðka góðkenningina til
eisini at kunna fletta neyt, tí
flestu neytini í Føroyum eru
mjólkneyt. Tað er so lítið til
av slaktneytum í Føroyum.
- Og útlendska neyta
kjøtið, sum vit fáa úr Ný
Sælandi er fyrsta floks vøra,
sigur Alberg Gaardlykke.
Fletta bara seyð á Krás
Matvøruvirkið Krás í Hósvík er ikki góðkent til at fletta
neyt og ætlar sær ikki at fáa góðkenningina víðkaða,
tí tað er so lítið av slaktneytum í Føroyum
Sleppa ikki
at brúka bestu
rávøruna
EFTIRLIT Fólkini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hugsa bara um ES reglur heldur
enn at brúka sunnan fornuft og finna loysnir, so vit kunnu brúka ta fantastisku
rávøruna, sum vit hava í Føroyum, sigur Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum
– Vit hava so gott
tilfeingi her rundan
um okkum. Kokkarnir
hava bara ráðvøruna
at arbeiða við. Men
teir sleppa ikki at
brúka ta góðu føroysku
ráðvøruna, og skulu
ístaðin innflyta eina
ofta minni góða vøru
uttanífrá.