Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 21. september 2012 · Nr. 110 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 í alt ov stóran mun er ein for­ boðs­stova. – Og so síggja vit stórar kampanjur um at keypa før­oyskt, sum bara er før­ oyskt hálvfabrikata. Man fer ikki eftir loysnum, men eftir trupulleikum. Fólk­ini á Heilsufrøðiligu Starvs­ stovu­ni mangla eina mentan á økinum, tey hugsa bara um ES reglur heldur enn at brúka sunnan fornuft og fin­ na loysnir, sigur hann. Johannes Jensen vísir á, at í Hotel Føroyum sam­ taki­num starvast 24 kokkar og kokkanæmingar, og at teir eru um at missa pippið av, at einki skal bera til við tí fantastiska føroyska mat­ vøru­tilfeingi, sum er her rundan um okkum. – Vit gera eitt stórt arbeiði fyri at menna hesa mentan okkara. Vit keypa eitt nú øll jarð­berini av Sundi, og vit keypa alla framleiðsluna í Vakstr­ar­húsinum hjá ALS í Sanda­vági. Vit hava fingið góð­kent framleiðslu soleiðis, at vit kunn keypa 2.000 góð­ kend­ar lambsbøgir og 1.500 tjógv, sum vit kunnu servera á okkara matstovum. Tí er tað so møtimikið, at vit alla tíðina skulu merkja mót­ støðu frá Heilsfrøðiligu Starvs­stovu­ni heldur enn at vit kunnu tosa saman og finna loysnir. Tí sjálvandi ber til at finna loysnir, sigur Johannes Jensen. Hann vísir á, at tey sjálv­ andi eftirlíkaðu kravinum frá Heilsufrøðiligu Starvs­ stovu­ni um, at kjøtið skuldi bein­ast burtur. Kálvakjøt skuldu tey hava, og tí varð nýtt danskt kálvakjøt keypt úr Danmark. Johannes Jensen hevði ynskt sær, at tað bar til at tosa við heilsu­mynd­ug­leik­ar­nar, so loysn kundi fingist á hes­um trupulleika, sum før­oy­skar matstovur hava. Ikki bara tá tað snýr seg um kálva­kjøt. – Tað er tað sama við fan­ tast­isku skeljadjórunum, sum vit hava her. Men tað slep­pa vit heldur ikki. Vit skulu keypa útlendsk skelja­ djór heldur enn tey góðu føroysku skeljadjórini, sum kundu gjrøt Koks til heim­ sins bestu matstovu, sigur ein ikki sørt argur Johannes Jen­sen. Randi Jacobsen 12. september fóru eftir­ lits­fólk á Heilsu­frøði­ligu Starvs­stovu á ófráboðað eftir­litsvitajn á Hotel Før­ oyum. Ørindini vóru m.a. at tosa um vegleiðing til hotell og stórar mat­stovur. Á vitjanini komu eftir­ lits­fólkini fram á seks neyta­fjórðingar, sum lógu á einum træplatti í køli­rúm­ inum. Spurt var, hvaðani neyta­ kropparnir vóru kom­n­ir, og hvagar teir skuldu. Eftiritsfólkini fingu at vita, hvørjum neyta­ fjórðingarnir vóru komnir frá, og at teir skuldu í Áar­ stovu. Ein kokkur segði, at hann ikki visti, undir hvørj­ um umstøðum neyt­ini vóru flett. Niðurstøðan hjá Heilsu­ frøðiligu Starvs­stovu­ ni var, at hetta var greitt brot á grein 60 stk. 2 í matvørulógini. Sambært lógargreinini skal alt føroyskt seyða- og neyta­kjøt vera virkað á løg­gild­um virki. Reglan er tí ikki galdandi fyri turt og ræst kjøt, tí tað fæst ikki aðrastaðni enn í Før­oyum. Boðini frá Heilsu­frøði­ ligu Starvsstovuni vóru greið: Hotel Føroyar verður beinan­vegin biðið um at beina teir seks neyta­fjórð­ ingrnar av vegnum. Hotel Føroyar hev­ur møguleikan at kæra av­ger­ð­ ina til Vinnu­kæru­nevnd­ina. Kjøtið skal burtur­beinast Hotel Føroyar keypti neytafjórðingar frá einum bónda í Føroyum, og eftir at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur verið og vitjað og sæð føroyska kjøtið, komu boðini: Neytafjórðingarnir skulu burturbeinast – Trupulleikin er, at vit sleppa ikki at lata kjøtið aftur til bóndan, men eru tvingað at beina fyri tí