Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. september 2012 · Nr. 110 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Matstovan Áarstova í Havn, sum ávís tíðarskeið á árinum hevur lagt seg eftir ávísari borð­reiðing, hev­ur soleiðis tvey vár á rað borðreitt við toski av Føroya­banka. Sein­ni í hesum mánaði­num fer mat­ stovan at skipa fyri so­nevnd­ um mikkjals­messu­kvøld­um, sum verða ávikavist 27., 28. og 29. september. Eins og við Føroya­banka­kvøld­unum, fer Áar­stova, nú mikkjalsmessa stund­ar til, at borðreiða við før­oysk­um matvørum, sum í fyrs­ta lagi hoyra heystinum til. Keyptu tvey ungneyt Jóhan Joensen, sum er kokkur og hevur ábyrgdina av køkinum í Áarstovu, sigur, at høvuðsrætturin á mikkjals­messukvøldunum verð­ur kálvakjøt saman við øðr­u­m góðum, sum kann velt­ast og sáast í føroysku jørð­ini, umframt fiski úr havi­num. Dentur verður so­ leiðis lagdur á heystið og før­oysk­an landbúnað, eins og hin góði føroyski fiskurin eisini er við í matarskránni. - Fyri eini tíð síðan gjørdu vit avtalu við bónda á Sandi um at keypa tveir kálvar til mikkjalsmessukvøldini. Kálv­ar­nir vórðu væl gøddir har suðuri, og tá tíðin kom, vórðu teir slaktaðir og flettir á Sandi, skornir sundur í fjórðingar og fluttir í køli­ rúm, sum Áarstova lænir hjá Hotel Føroyum. Jóhan Joensen sigur, at hann í sínum villasta fantasii ikki hevði droymt um, at hes­ir kálvafjórðingar skuldu enda á bálinum, sum hann tekur til. Eftirlit langar til Meðan fjórðingarnir hanga í kølirúminum á Hotel Før­ oyum, kemur Heilsu­frøði­liga Starvsstovan á ófráboðaða vitjan. Tá tey síggja kjøt­ið, spyrja tey, hvaðani fjórð­ing­ ar­nir eru komnir, og hvat teir skulu brúkast til. Eftir­ lits­fólkini fáa at vita, sum er, men úrslitið av hes­um verður ikki tað, sum kokk­ urin í Áarstovu hevði roknað við. - Vit fáa at vita, at tá oksar­nir ikki eru slaktaðir og flettir á góðkendum slátur­virki, er hetta brot á mat­vøru­lógina, sum byggir á ES-reglur um matvørur, og kann kjøtið tískil ikki seljast á mat­stovu í Føroyum. Jóhan Joensen sigur, at hann als ikki hevði væntað, at Áarstova fór at renna seg í hesar trupulleikar, tá dura­ søla og soleiðis eisini nýtsla av slíkum kjøti er loyvd. - Vit keyptu kálvarnar fyri um­leið 60 krónur fyri kilo. Vit skutu tískil upp yvirfyri eftir­litinum, at handilin kundi ganga aftur, soleiðis at bóndin á Sandi fekk kjøt­ ið aftur. Men tað vildi eftir­ litið ikki hoyra talan um. Niður­støðan hjá teimum var stutt og greið: Alt kjøtið, sum Áarstova hevði keypt til mikkjalsmessukvøldini, skul­di destruerast og soleiðis burtur­beinast. Óskiljandi støða Jóhan Joensen heldur, at hetta er ein avgerð, sum er ógvu­liga trupul at skilja. - Fyri tað fyrsta eru Før­ oya­r ikki limir í ES, og tí er ilt at skilja, hví eftirlitið langar so hart til. Í aðrar mátar eru tað - í prinsippinum - somu fólk, sum lógliga kunnu key­ pa kjøtið í durasølu á San­di til brúks, men sum nú ikki kunnu keypa somu kjøtvøru sum part av matarskránni í Áar­stovu. Kokkurin heldur, at eitt er, at Áarstova missir pening upp á hetta keyp. Tað er ein trupu­lleiki, sum livast kann við. - Tað mest harmiliga er, at hetta avmarkar okkum, sum vilja seta fokus á før­ oys­kar matvørur og land­ búnað­arvørur annars. Í øðr­ um lagi er tað stórt spell, at hetta góða kjøt, sum vit fingu av Sandi, ikki kann koma onkrum til góðar, men regulert verður kravt til burtur­beiningar. Jóhan Joensen heldur, at slíkar hendingar gera tað ógvuliga trupult hjá mat­ stovu­ni at arbeiða við - og royna at fjálga um - før­oysk­ ar matvørur. - Kjøtið, sum vit keyptu av Sandi, er nú burturbeint og eingin hevur fingið nakað burt­ur úr tí. Soleiðis forðar mat­vøru­lógin, sum byggir á ES-reglur, føroyingum í at njóta heimsins besta oksa­ kjøt, sigur hann. Skelkandi veruleiki Kokkurin heldur, at tað er ræðuligt fyri føroyskar kokk­ar, sum vilja seta fokus á føroyskar matvørur, at vita, at føroyskt kálvakjøt endar í brenni­ovninum. - Høvuðsrætturin á mikkjals­messu­kvøld­unum hjá okkum á Áarstovu verður nú danskt kálvakjøt, sum vit tíbetur kunnu borðreiða sam­an við nógvum ymiskum før­oysk­um vørum, ið vit kunnu fáa hendur á – úr havi­num og oman av jørðini, sig­ur kokkurin í Áarstovu. Jóhan Joensen leggur aftrat, at Áarstova altíð vil hava besta sam­starv við før­oysku mat­vøru­myndug­ leikarnar. - Men tað er skelkandi at síggja, tá matvørureglurnar vera hondhevaðar á ein slík­ an hátt, sigur kokkurin. Føroyskt kálvakjøt skuldi burturbeinast - Tað er skelkandi, tá matvørureglurnar vera hondhevaðar á ein slíkan hátt, heldur kokkurin í Áarstovu í Havn, Jóhan Joensen Mynd: Vilmund Jacobsen Tá Heilsufrøðiliga Starvsstovan á ófráboðaðari eftirlitsvitjan kom fram á átta neytafjórðingar, sum matstovan Áarstova í Havn hevði keypt frá bónda á Sandi, var eftirlitið eirindaleyst: Kjøtið skal ikki brúkast til borðreiðing á matstovu, men skal burturbeinast. - Hetta er ein avgerð, sum er ógvuliga trupul at skilja, sigur kokkurin og ábyrgdarhavarin av køkinum í Áarstovu, Jóhan Joensen