fríggjadagur 21. september 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 21. september 2012 · Nr. 110
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Fólkapensjónin skal nú
hækka einar 50 krónur um
mánaðin.
Og tað skulu allar aðrar
pensjónir eisini.
Tað
ætlar
Annika
Olsen, landsstýriskvinna í
almannamálum, nú seinasta
hond verður løgd á fíggjar
lógina fyri næsta ár.
Annars
hevur
Lands
felagið hjá Pensjónistunum
kravt, at pensjónirnar skulu
hækka 220 krónur um mán
aðin.
- Men tað kann tað í øllum
førum ikki verða talan um,
staðfestir Annika Olsen.
Ørkymlandi
- Vit leggja stóran dent á, at
tá ið nýggir lønarsáttmálar
vórðu gjørdir í fjør, vórðu
allar hækkingarnar rokn
aðar út í krónum og ikki í
prosentum, staðfestir Arne
Thorsteinsson, formaður í
Landsfelagi Pensjónistanna.
Hann sigur, at annars
hava lænarhækkingar altíð
verið roknaðar í prosentum
og tískil vakti tað ans, tá ið
lønirnar í fjør vórðu roknað
ar í krónum, tí tað var nakað
spildurnýtt.
- Men tá ið allar aðrar
lønarhækkingar vórðu rokn
aðar í krónur, er tað sjálvsagt,
at eisini pensjónirnar skulu
hækka í krónum og ikki í
prosentum.
- Allar lønir undir 30.000
krónur um mánaðin, hækk
aðu 220 krónur og tískil
halda pensjónistarnir, at tað
er sjálvsagt, at eisini pensjón
irnar hækka 220 krónur um
mánaðin, sigur formaðurin í
Landsfelagum.
Forrokna seg
Men her hava tey í Lands
felagi Pensjónistanna for
roknað seg, tí talan kann ikki
verða um eina hækking upp
á 220 krónur um mánaðin,
sigur Annika Olsen.
-
Pensjónir
eru
altíð
hækkaðar í prosent og ikki í
krónum og hesuferð verður
eisini lagt upp til at tær
skulu hækka í prosent, sigur
Annika Olsen.
Men hon viðgongur, at tað
hevur verið ógvuliga ørkym
landi, at Fíggjarmálaráðið
brádliga í fjør fór at tosa um
lønarhækkingar í krónum
ístaðin fyri í prosent, soleiðis,
sum tað altíð hevur verið
vanligt.
- Tað er ómetaliga keðiligt
og tað hevur uttan iva gjørt
sítt til, at miskiljing er komin
í, og at pensjónistarnir halda,
at nú skulu pensjónirnar
eisini hækkast í krónum,
heldur enn í prosentum.
- Men hetta er sum at
samanbera perur og bananir,
leggur hon afturat.
Hon sigur, at hon hevur
fingið at vita úr Fíggjarmála
ráðnum, at í miðal hava løna
rhækkingarnar verið 0,85% í ár
og tær verða tað sama næsta ár.
- Fíggjarmálaráðið hev
ur roknað út, at ein lønar
hækking upp á 220 krónur
um mánaðin, svarar til 0,85%
í miðal.
Og tað er hetta, Annika Ol
sen fer at halda seg til, tá ið
pensjónirnar skulu hækka, og
tað er hetta, hon vónar at fáa
politiska undirtøku fyri í sam
gonguni.
-
Í
fíggjarkarmunum
hava vit lagt upp fyri, at
pensjónirnar skulu hækka
0,85% og tað vóni eg eisini, at
samgongan tekur undir við,
nú fíggjarlógin skal leggjast
fyri Løgtingið og samtykkj
ast, leggur hon afturat.
Í hesum sambandi eru
8,2 milliónir lagdar oman á
fíggjarkarmarnar til at hækka
pensjónirnar fyri.
Annika Olsen følir so
statt ikki, at hon hevur brot
ið nakað lyfti til pensjónist
arnar, tí pensjónirnar verða
hækkaðar í prosent, tað sama,
sum lønirnar eru hækkaðar í
prosent, akkurát, sum vanlig
mannagongd
altíð
hevur
verið.
- Tað lyftið ætla vit at hal
da, leggur hon afturat.
- Skuldu allar pensjónir
nar hækka 220 krónur um
mánaðin, skuldu tær hækka
7%-8% og tað er ongantíð
komið fyri áður.
- Tað hevði merkt eina
eyka útreiðslu hjá lands
kassanum upp á einar 25
milliónir,
og
tað
hevur
ongantíð ligið í kortunum, at
tað skuldi gerast, leggur hon
afturat.
Við afturvirkandi kraft
Hinvegin ætlar Annika Olsen
eisini, at pensjónirnar skulu
hækka 0,85% við afturvirk
andi kraft frá 1. januar í ár at
rokna.
Somuleiðis hækka tær
aftur 0,85% á nýggjárinum,
so at tilsamans verður hækk
ingin 1,7%.
Annika Olsen sigur, at
tilsamans verður talan um
eina hækking upp á einar 50
krónur um mánaðin.
- Vit hava lovað, at vit
skuldu hækka pensjónirnar
afturvirkandi og tað ætli eg
at halda og tað vóni eg, at
samgongan tekur undir við,
sigur Annika Olsen.
- Talan er ikki um tað
stóru hækkingina, men tað
er eisini prinsippið í tí, at
vit halda tað, vit hava lovað,
leggur hon afturat.
Fyrr hækkaðu allar pen
sjónir sjálvvirkandi 4%
um árið.
Men síðani er tað so
líðandi avtikið. Fyrst varð
sjálvvirkandi hækkingin
lækkað niður í 3% fyri
nøkrum
árum
síðani,
men síðani varð hon aftur
lækkað niður í 1%.
Men nú hevur hendan
samgongan so avgjørt at
sjálvvirkandi hækkingin
av almannaveitingunum
skal avtakast heilt.
Men samstundis varð
semja um, at føra sátt
málasamráðingar til, at
lønirnar hækka, skulu
pensjónirnar hækka sam
svarandi.
Men spurningurin er
so um hækkingin skal
roknast út í prosent ella
í krónum og her er tað, at
ósemja ímillum landsfelag
Pensjónistanna
øðru
megin og Anniku Olsen
og Jenis av Rana hinum
megin, tekur seg upp.
Pensjónistarnir siga, at
sjálvandi skal hækkingin
vera
í
krónum,
men
politikarar siga, at teir
tosa sjálvandi um prosent.
- Bæði pensjónir og stud
ningur til skúlanæmingar
skulu hækka.
Tað staðfestir Jenis
av Rana, formaður í Mið
flokkinum í samgongu.
Tá ið Løgtingið sam
tykti at skipanin, har allar
pensjónir hækkaðu sjálv
virkandi, varð avtikin,
varð Miðflokkurin ein
av teimum, sum strong
di á at fáa samgonguna
at semjast um, at hækk
aðu lønirnar í samráðing
unum síðsta heyst, skuldu
almennu
veitingarnar
hækka tilsvarandi.
Og tað samdust sam
gongan um.
- Hetta umfatar ikki
bara allar pensjónir, men
eisini studning til skúla
næmingar og tann av
talan skal haldast, sigur
Jenis av Rana.
Hann sigur tað, at
beint fyri summarfrítíð
ina hittust í formenninir
í samgonguflokkunum og
tá var semja um, at tann
semjan
í
samgonguni
stendur við.
Men hann er samdur
við Anniku Olsen, lands
stýriskvinnu, í, at talan
hevur alla tíðina verið
um, at pensjónirnar og
studningurin skulu hækk
ast í prosentum og ikki
í krónum, soleiðis, sum
pensjónistarnir føra fram.
- Vit vóru samd um, at
allar pensjónir og studn
ingur skulu hækkast við
sama prosenti, sum løn
irnar hækkaðu við.
- Pensjónir og alman
naveitingar
eru
altíð
hækkaðar í prosentum
og tað er eisini tað, sum
liggur í kortunum hesu
ferð, leggur hann afturat.
Pensjónirnar skulu
hækka 50 krónur
PENSJÓNIR Pensjónistar hava kravt, at fólkapensjónin
skal hækka 220 krónur um mánaðin, men tað hevur
ongantíð ligið í kortunum, sigur Annika Olsen
Ørkymlandi
- Tað hevur verið ógvuliga ørkymlandi, at Fíggjarmálaráðið brádliga í fjør fór at rokna
lønarhækkingar út í krónum ístaðin fyri í prosentum, sum tað altíð hevur verið vanligt, tí hetta
hevur elvt til keðiligar misskiljingar hjá pensjónistunum, heldur Annika Olsen
Prosent
ella krónur
Pensjónir og
studningur
skulu hækka
Annika Olsen følir
sosttatt ikki, at hon
hevur brotið nakað lyfti