Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. august 2012 · Nr. 101 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað var ein sera aktuellur og sera umbiðin tónleikari, ið legði leiðina framvið í hølunum hjá Bank Nordik á Amagerbrogade, har Ghetto Føroyar hevur studio. Eivør Pálsdóttir, sum júst hev­ur havt útgávukonsertir í Før­oy­ um og Íslandi, er komin til Dan­ markar, har hon skal hava fleiri útgávu­konsertir seinni í mánað­ inum, áðrenn hon mánaðarskiftið oktober/november fer til Noregs at spæla saman við bólkinum Vamp. Eivør hevði gittaran og fan­ tastisku rødd sína við í Ghetto Føroyar seinnapartin í gjár. Ógvu­liga apropos spældi hon tvey løg av nýggju útgávuni, ið nevn­ist »Room«. Ein fløga, sum Eivør hevur ognað pápa sínum, sum doyði herfyri. – Fløgan snýr seg í stóran mun um sorgblýdni, kærleika og góð minnir, men eisini um vón og at hyggja frameftir, greiddi Eivør Pálsdóttir millum annað frá í Ghetto Føroyar. Gjøgnum árini hevur Eivør spælt á bæði stórum og smærru pallum í øllum møguligum lond­ um. Til útgávukonsertina í Íslandi spældi hon í nýggju Hørp­uni, í Føroyum spældi hon í Norður­ landa­húsinum og í Keyp­manna­ havn fer hon at spæla í Konsert­ húsinum í DR-býnum. Men í Ghetto Føroyar hósdagin fram­ førdi hon so í fundarhølunum hjá Bank Nordik á Amager, einsamøll við gittaranum. Á konsertunum í Danmark hev­ur Eivør við sær tað, sum hon í Ghetto Føroyar rópti ein dreyma­bólk. Hesin er mannaður við Tróndi Bogason, sum so at siga bara spælir alment við MC Hár, Magnus Johannesen, Mikael Blak og danska Jeppe Gram, umframt kórkvinnurnar Ása Wraae og Maria. Seinastu mánaðirnar hevur alt Før­oya­land verið á gosi um mongu pedofilarnar og teirra off­ ur, ið eitt fyri og annað trína fram og greiða frá síni søgu. Eisini er bólkur stovnaður á internetinum, ið hevur sum mál at steðga allari pedofili í Føroyum. Men ber tað til at rudda allar pedofilarnar út úr Føroyum? Hvørjir eru hesir pedofilarnir? Og hvørja revsing fær ein abbi, fosturpápi ella ungur drongur, sum hevur havt kynsligt sam­ band við eitt barn? Hetta er eitt evni og spurn­ ingar, sum upptaka mongu úti­ setar okkara eins væl og føroy­ ing­ar í Føroyum – og tí hevði Ghetto Føroyar valt at varpa ljós á hetta. Til at skifta orð um evnið vóru tveir gestir í studionum í Bank Nordik á Amager: Bjørt Lind, sum skrivar spesiali um mis­nýtt børn og hevur starv­ast á Ríkissjúkrahúsinum í Keyp­ manna­havn, á deildini, sum hevur við seksuelt misnýtt børn at gera. Og Jan Klein Olsen, sum lesur løgfrøði og hevur arbeitt í ákæru­valdinum hjá løgregluni í Norðursælandi. Bjørt Lind greiddi frá, at tað, sum millum mannað verður rópt pedofilar, ikki kann skerast yvir ein kamb. Tað eru ymisk sløg av fólk­um – serliga monnum – sum gera seg kynsliga inn á børn. Nakrir pedofilar eru eis­ini sálarliga sjúkir, men ikki allir, og nakrir menn fáa ikki pedo­filar tankar fyrr enn á gamals­aldr­ inum, meðan aðrir eru føddir við hesum. Jan Klein Olsen greiddi frá løg­frøðisliga partinum av málum sum hesum. Og løgfrøðin er køld og kontant og við revsilógini verð­ur bara hugt ítøkiliga eftir gerðunum, um samlega hevur verið , um gerningsmaðurin fekk út­loysing og so framvegis. Út frá hesum verður so støða tikin til, hvør dómurin skal vera – og har er tað dómarin, sum eina og aleina avgerð, hvussu hørð revs­ ingin skal vera. Í Føroyum kann henda vera millum nakrar fáar mánaðir og upp í 12 ár. – Men tað eru heilt serlig ting, sum spæla inn, tá onkur verður dømdur 12 ára fongsulsrevsing, vísti Jan Klein Olsen á. Talan var um sera drúgt og upp­lýsandi orðaskifti, har av­ hoyr­ingarhættir, leikluturin hjá barninum, sálarfrøðin á økinum, skuldarkensla og alternativar revs­ingar vórðu umrøddar. Orða­ skiftið kann hoyrast í síni fullu longd á Facebook-síðuni Ghetto Føroyar. Pedofilar er so mangt PEDOFILI Ein sálarfrøðilesandi og ein juristur vitjaðu í Ghetto Føroyar, har eyma og nógv umrødda evni í Føroyum seinastu mánaðirnar varð umrøtt Eivør framførdi í bankanum Bjørt Lind og Jan Klein Olsen