Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 31. august 2012 · Nr. 101 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BankNordik stuðlar sendingini Eins illa og okkara gomlu for­fedrar ræddust norrønar gudar, huldufólk og nikar, tykjast nógvir núlivandi føroy­ ingar at ræðast alt, sum bara minnur um vitan. Íblástur, menn­ing, kveikjan, skapan, fram­burður, nýhugsan, djúp­ hugsni, innlit... Hetta vóru nøkur orð at sleingja um seg! Mest sannlíkt kemur tað úr onkrum ørum akademikara­ knokki, sum í ráðaloysi melur í Havnini og roynur at upp­ finna sær sjálvum eitt nýtt starv hjá tí almenna. Hetta eru ikki orð, ið nakar núlivandi løg­tingsmaður av fríum vilja vil mæla. Tí so er hann ein av »teimum«. Tey øru. Tey skít­ býttu. Akademikararnir. Eg upplivi tað sum, at hetta er ein vanlig og sera útbreidd fatan í Føroyum. Bóklig og aka­demisk vitan er nyttuleys og kostar samfelagnum eina træm­ans rúgvu í lønum, eftir­ lønum og óendaliga langum og dýrum pensjónum. Slík vit­an ger einki gott. Er bara til for­treð. Í Føroyum er bert ein vit­ an, sum kann brúkast. Hon fæst á sjónum. Stór vitan er í Føroyum beinleiðis pro­ portional við, hvussu nógv ár tú hevur staðið upp til knø­ini í evju umborð á einari rust­ aðari dangu við balli í kjaft­ inum og drigið línu, avhødað og bannað. Fleiri toskar, tú av­ høvdar, klókari gerst tú. Fleiri línur tú dregur, vísari verður tú. Hevur tú ikki pissað í salt­ an sjógv, nyttar tú einki til. Tí er gongdin í samfelag­ num eisini tann, hon er í dag. Fólk í hópatali flyta av land­ inum. Øll vinnurekandi gera stórt sæð tað sama – og fær onkur eitt nýtt hugskot, fara tíggju onnur at gera neyvt tað sama og so kann eingin liva av tí. Tað er av neyð, at gingið verð­ur við til at játta nakrar krón­ur til útbúgving og menn­ing av samfelagnum. Helst verð­ur hetta bert gjørt í ein­um rossahandli, har minst tveir tunnlar og ein tilkoyr­ ingar­vegur ganga afturfyri eina nýggja skúlastovu. Nýggj vit­an má og skal ikki skapast í Føroy­um – og eg undrist hví! Meðan mantraið í øðr­um londum er, at vitan er vøkst­ ur, er tað øvugta gald­andi í Før­oy­um. Tær ungu, skap­andi kreft­irnar, sum ikki frí­villiga eru farnar av land­inum enn, verða læstar inni í goml­um soppa­fongdum skriv­stovu­ bygn­ingum. Men hvat er at ræðast við at byggja eitt nýtt, ordiligt uni­ versi­tet? Ræðast hesir gomlu knokkarnir, at tey ungu fara at støðast í einum ordiligum lestrar­umhvørvi og tí ongantíð rýma av landinum? Ræðast teir, at lesandi har fara at finna íblástur, granska, menna og hugsa stórt? Ræðast teir, at føroy­ingar fara at finna upp á nýggjar vinnur, nýggj hugskot innan orku, fisk, fólkaræði, mál, búskap og dómsvald? Hvat er at ræðast, tá vitan er vøkstur, búskaparvøkstur er fólkavøkstur og fólka­vøkst­ ur gevur uppaftur størri bú­ skaparvøkstur? Eg skilji tað ikki. Men kanska tað er bara tí, at eg ongan­tíð havi pissað í saltan sjógv. Hví ræðast tit vitan so illa? Ghetto klumman Tjóðarítrótt okkara, kapprógv­ing, verður ikki einans íðka á føroysku firðunum. Í Danmark verður eis­ ini róð kapp í føroyskum bátum, og fyri tveimum vikum síðani end­aði føroyska róðrarárið í Dan­ mark við kapping í Sorø. Edith Dahl Olsen og Marvin Jacobsen, sum bæði rógva í Dan­ mark, vóru framvið í hølunum hjá Bank Nordik og greiddu í Ghetto Føroyar frá, hvussu tað er at íðka tjóðarítróttina uttanfyri før­oysku landoddarnar. – Bátarnir eru gamlir bátar, sum eru brúktir til kapprógving í Før­oy­um, sum síðani eru keyptir til Danmarkar. Talan er um seks­ mannafør og teir eru fínir til tað støðið, sum vit kappast á, greiddi Marvin Jacobsen frá og Edith Dahl Olsen var ikki ósamd. – Í Føroyum er neyðugt at skifta bátarnar út javnan, um tú ynskir at standa teg í kappingini við hinar, vísti hon á. Tey bæði løgdu eisini dent á, at kapprógvingin í føroysku bát­ unum í Danmark ikki var á eins høgum støði sum í Føroyum. – Vit venja tvær ferðir um vik­ una, sum er munandi minni enn har heima. Vit venja eisini bara í bátunum, so hetta er eisini ein spurningur um samanhald, segði Edith Dahl Olsen. Føroysku bátarnir eru serstakt handverk. Tí krevst eisini ser­ vitan á økinum, um okkurt gong­ ur galið. Onkrir smærri trupul­ leikar hava eisini verið, men ikki størri enn so, enn at tey hava megnað at loyst tað sjálvi. – Til eina stevnu lak ein bátur sera illa, tí hann hevði staðið inni alt summarið. Hann bleiv fullur eftir nøkur tøk, men har smurdu vit smør á fyri at tetta og tað rigg­aði fínt, fortaldi Marvin Jacobsen. Hetta er eisini ein góð mynd upp á, hvussu kapprógvingin í føroysku bátunum í Danmark er. Feløgini og limirnir stuðla hvørj­ um øðrum, hyggja og heppa und­ ir róðrunum, umframt at fleiri áskoðarar eisini koma, um ikki so nógv sum í Føroyum. – Í Føroyum er tað so seriøst, at róðrarfólkini fara beint heim eftir hvønn róður. Her savnast vit øll til prát og hugna aftaná, og hetta er ein góður máti at savna føroyingar uppá, segði Marvin Jacobsen, sum eins og Edith Dahl Olsen ætlar sær at rógva før­oyskan kappróður í donskum sjógvi aftur í næsta ár. Danskt smør til føroyskar bátar Ghetto Føroyar er sending hjá Rás2, beinleiðis úr Keypmannahavn hvønn hósdag klokkan 14-16. Talan er um frískt, frekt og festligt útisetaradio. Lív Højsted Horsdal, Barbara Holm, Rógvi Nybo, Eirikur í Jákupsstovu og Rólant Waag Dam gera sendingina, saman við Búgva Øster og Magna Høgnesen, ið standa fyri tekniska partinum. Á hesum síðum sæst nakað av tí, borðreitt var við í seinastu sending. »Dáma« Ghetto Føroyar á Facebook, har tú sært myndir, kanst hoyra kjak og aðrar samrøður, umframt at føstu tættirnar, sum eru live tónleikur, Klumman, Útisetin og Endabresturin. Marvin Jacobsen og Edith Dahl Olsen Rógvi Nybo er ein av vertunum á Ghetto Føroyar