fríggjadagur 21. september 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. september 2012 · Nr. 110
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
M. A. Jacobsens virðislønin
fyri fagrar bókmenir í ár fór
til Jóanes Nielsen, barna
mentanarheiðursløn
Tórs
havnar býráðs 2012 varð
latin til Hjørdis Johansen,
virðislønin fyri yrkisbók
mentir varð latin Eivind
Weyhe, og virðislønin fyri
mentanaravrik varð latin
Jens-Kjeld Jensen.
Virðislønin fyri fagrar
bókmentir verður í ár latin
Jóanesi Nielsen fyri skald
søguna Brahmadellarnir frá
2011. Nevndin sigur í grund
gevingini, at bókin er ein
postmodernað og søgulig
skaldsøga við nútíðini sum
rammu.
”Tíð og rúm, veruleiki
og fiktión, sjálvævisøga og
tjóðarsøga eru fínliga vovin
saman til eina avbjóðandi
lesiuppliving, har kausali
teturin ikki fylgir tí skilvísi,
vit eru von við.
Á løttum, einskildum máli
fær Jóanes lýst torskilda
mannalyndið, eisini har tað
víkur frá. Mannalagnur, sum
eru fyri sosialum, samfelags
ligum og kynsligum ágangi
og vanbýti, verða lýstar ber
søgið og rátt, men við list
frøðiligum snildum, sum geva
skaldsøguni listaliga dygd.
Søguliga
skaldsøgan
hevur í Brahmadellunum
fingið nýggjan ham, har
søgan skapar ta listfrøðiligu
útsøgnina.”
Barnamentanar
heiðurslønin
Barnamentanarheiðursløn
Tórshavnar býráðs 2012 varð
latin til Hjørdis Johansen.
Nevndin sigur í grundgev
ingini,
at
fjølbroytta
og
virkna
leiklistakvinnan
er íbirtari og stigtakari til
Dramaverkstaðið, ið hevur
mong ár á baki.
”Við dirvi og dugna hevur
hon gjørt leiklistagreinina
fródliga og forvitnisliga hjá
okkara børnum og ungu.
Við hepnari hond, hegni
og sínum bragdliga lyndi
hevur
Hjørdis
Johansen
givið listaverkstaðnum sín
serkenda dramadám í tón
leiki og sjónleiki bæði úti og
heima.
Úr
heimliga
søgu-
og
sagnarvarða okkara hevur
listakvinnan lagt doyin á
at geva siðsøgugoymsluni
ans. Sangbæru og beinraknu
barnasangirnir við Hjørdis
og gentunum minnast vit
sum nakað heilt serligt, teir
eru lívsseigir og hoyrast
javnan sungnir í skúlum og
barnagøðrum.”
Yrkisbókmentir
M. A. Jaocbsens virðisløn fyri
yrkisbókmentir 2012 varð
latin Eivindi Weyhe. Nevndin
sigur, at bøkurnar, hann
hevur latið úr hondum, eru
framúr úrslit av nærlagdari
gransking og tilfar til víðari
gransking.
”Í bókini Hentzasavn heur
Eivind á filologiskan hátt
greitt til prentingar fyrstu
kvæðini, sum Jóhannes í
Króki skrivaði upp í 1819.
Sama arbeiðslag eyðkennir Í
miðjum grasagarði við kvæð
um úr Suðuroy.
Í heildarverkinum Eivind
aródn eru mál- og navna
frøðiligar greinir og aðrar
greinir eftir Eivind um kvæði
savnaðar. Hear tríggjar út
gávurnar eru úrslit av tí
málvísindaliga arbeiðslag, ið
eyðkennir alt, ið Eivind hevur
avrikað til fragd og lærdóm
hjá okkum lesarum.”
Mentanaravrik
Virðisløn M. A. Jacobsens
fyri mentanaravrik 2012 er
í ár latin Jens-Kjeld Jensen.
Nevndin sigur, at hann síðan
hann kom til Føroya í 1970
hevur
granskað
føroysku
náttúruna sum fáur.
”Hann tók við virksem
inum hjá Niels á Botni sum
fuglakennari og útstappari,
og úr Nólsoy hevur hann
við árunum eggjað fólki um
alt landið til at halda eyga
við fuglum. Ivasamt er, um
nakar áhugaverdur fuglur
er í føroyskum loftrúmi,
uttan at Jens-Kjeld veit av tí.
Náttúrualskurin er so stórur,
at hann rúmast ikki í fuglum.
Alt djóra- og plantulív hevur
hansara áhuga.
Jens-Kjeld hevur í væl
meir enn ein mansaldur
mint okkum á at fara væl
um náttúruna. Hann kemur
javnan við ávaringum, tá ið
okkurt djóra- ella plantuslag
ella náttúran í síni heild er
hótt.”
Jóanes, Hjørdis, Eivind og
Jens-Kjeld fingu heiðurslønir
Føðingar
3. september fingu Gunnhild Christiansen og Jonas Edison
Holm, Odense, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði
3340 gr.
23. juli bleiv Lea Naomi Hentze Niclasen fødd. Foreldrini
eita Rakul Hentze Niclasen og Kristian Niclasen. Lea
Naomi var 52 cm long og vigaði 3480 gr.
15. september fingu Sóley Martinsdóttir Hansen og Jaspur
Joensen, Argir, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði
4180 gr.
7. september fingu Maiken Joensen og Henning
Drangá, Fuglafirði, ein son. Hann var 49 cm langur
og vigaði 3200 gr.
Kirkju- og ungdómskórið í Christianskirkjuni í Klaksvík er farið undir aftur sangvenjingarnar. Vant
verður hvørt týskvøld kl. 20.00. Kórið er ætlað ungum sum eldri. Nýggir sangarar eru vælkomnir. Nú
leygardagin hevur kórið sett av sum venjingardag. Byrjað verður klokkan 09.00. Gestakórleiðari henda
dagin verður Leif Hansen, og fer hann eisini at stjórna kórinum til gudstænastuna sunnudagin kl. 11.
nøvn
9. september fingu Saranja og Alexander eina lítla systur.
Hon var 54 cm og vigaði 3920 gr. Foreldrini eru Sigga og
Magnus á Stongunum.