fríggjadagur 21. september 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 21. september 2012 · Nr. 110
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein seinasta heilsan
til mín góða abba,
Sólvit Simonsen
Tað er svárt at sita her við
telduskíggjan
og
skriva
minningarorð um teg abbin.
Eg hevði væntað, at tú fór at
verða her ímillum okkum í
nøkur ár afturat, men soleiðis
vildi Várharra tað ikki! Eg
skilji ikki, hví tær ikki untist
nøkur ár afturat, men sum
tú ofta segði við meg, so skal
okkurt standa ósvarað til
seinni.
Sum tú veit abbin, so havi
eg ofta sagt tær og ommu,
hvussu takksom eg eri yvir, at
tit tóku meg til tykkara, sum
tykkara egna barn. Eg slapp
at vaksa og búnast undir
tykkara
fjálgu
veingjum,
og altíð tá onkur spurdi teg,
hvør eg var, so segði tú, at
tú var abbi mín, men legði
altíð afturat, at tú føldi teg
meira sum pápa mín, tí eg
var uppvaksin hjá tykkum,
og tað fekk meg at føla at eg
var heil! Takk abbin!
Ætlanin við hesari sein
astu heilsan til tín, abbin, er
ikki at gera hana syrgiliga,
heldur vil eg taka nøkur av
mínum góðu minnum fram,
tí tey eru minnir, ið vit bæði
gleddust um!
Túrarnir saman við tær
í bussinum standa fastir í
minninum – mátin tú floytaði
gjøgnum bygdina, so børnini
hoyrdu, at skúlabussurin
kom, og tá tú saknaði okkurt
barn, so koyrdi tú ein túr
aftur gjøgnum bygdina, tí
kanska onkur var ov seinur til
bussin. Hetta minnast óivað
nógv
av
skúlabørnunum
eisini!
Túrarnir norður til Skop
unar eftir agni vóru eisini
stuttligir. Vit fóru á flaka
virkið í Skopun eftir agni, og
tú prátaði altíð við nógvar
menn í Skopun, minnist eg,
og tit flentu nógv, meðan til
prátaðu.
Túrarnir í skrellibilinum
vóru eisini nógvir; tá var tað
ikki so lætt at verða skrelli
maður, sum tað er nú, pos
arnir vóru úr pappírstilfar,
og tá vátt var í veðrinum, tá
skrædnaðu teir, og skrellið
bleiv ikki flokkað, sum vit
gera í dag, men hóast ringar
umstøður, so fór tú altíð
glaður til verka, og herfyri
tosaði tú um, hvussu glaður
tú var, at skrellimennirnir
høvdu fingið so nógv betri
arbeiðsumstøður.
Mær dámdi eisini serliga
væl at sleppa til Skúvoyar
við tær og Beggu-Jógvan, og
eg minnist serliga ein túr, har
eg slapp at stýra. Eg slapp at
stýra næstan allan vegin, og
eg var glað – hetta var jú stórt
í mínari barnaverð. Og tá
veðrið var gott, tá plagdi tú at
sigla tætt við Skúvoyalandi,
og tú vísti mær fuglalívið
og segði mær frá fuglum í
bjørgunum har.
Abbin, drekkamunnarnar
sunnumorgnar,
teir
sita
rimmarfastir í minninum.
Tá klokkan var 10, tá hoyrdi
eg teg koma upp trappurnar,
og tað klirraði, hurðin fór
upp, og tú segði góðan
morgun góða og gav mær
morgundrekka á songina.
Omman bakaði altíð kaku
leygardagar, og eg elskaði
morgundrekka við kaku á
songina sunnumorgun, síðan
fór tú inn til ommuna, og gav
henni drekkamunn á songina
eisini, sunnudagsdøgurðan
hevði tú sett í ovnin áðrenn,
og síðan fór tú morguntúr.
Síðan fóru vit í kirkju. Eg
elski at hugsa aftur til teir
góðu sunnudagar!
Tú var deknur í Sands
Kirkju í nógv ár, mær dámdi
so væl at hoyra teg lesa, tá tú
var deknur, tí tú gjørdi dag
sins lestur so livandi, mátin
tú las uppá var serligur á
góðum sandsmálið, og tín
songrødd var so fjálg og
samstundis so sterk – haldi
tú dugdi allar sálmarnar
í sálmabókini, meira ella
minni uttanat!
Brúdleypsdagurin
hjá
okkum var ein serligur dagur,
tí tá leiddi tú meg inn til mín
mann, og tú segði, at tú bert
eina ferð hevði leitt brúður
inn
eftir
kirkjugólvinum
áður, og tað var omman, og
tú segði, at tað var tær ein
gleði at sleppa at leiða meg
sum brúður inn eftir kirkju
gólvinum, tað var ein serlig
løta fyri okkum bæði. Gott
minni at eiga.
Eg kundi hildið fram við
at skriva um tey góðu minnir
frá mínum lívi saman við tær,
men tey eru so nógv, at ikki
ber til at taka øll fram her.
Eg sakni teg abbin, men
sum dóttir mín so væl segði
tað, so hevði tú brúk fyri at
sleppa til Jesuspápan. Hóast
tómrúmið er stórt, so fylla
øll tey góðu minnini nógv, og
tey hjálpa mær víðari, hóast
longsulin eftir tær er so
stórur. Tú fylti nógv, tú hevði
eitt lætt lyndi, eitt smíl, ið
altíð var at síggja, og tín rødd,
ið altíð var glað. Tú var ein
støðufastur maður við einari
meining, stóð rimmarfastur í
trúnni, tú sá altíð møguleikar
fram um forðingar, jaligur,
tú var góður við tíni kæru,
góður við Sandsbygd og
eisini Sandoynna.
Tú segði at vit skuldu ikki
gráta um teg, vit skuldu verða
glað og smílast og minnast
alt tað góða.
Eg veit at tú ynskir at eg
skal taka sorgina á skilagóðan
hátt, og tað royni eg, hóast
tað er svárt, men eg má læra
meg at liva við sorgini, og
gleðast yvir tíðina vit fingu
og øll tey góðu minnini!
Takk fyri tíðina abbin! Eg
ivist onga løtu í at vit síggjast
aftur í himlinum tá tíðin er
búgvin.
Hvíl í friði
Beinta
Tá ið politiið i gjárkvøldið fór eftir einum manni, sum
hevði gjørt herverk, bleiv maðurin í øðini, og tað endaði
við, at hann spýtti beint í andlitið á einum politisti.
Tann 43 ára gamli maðurin er skuldsettur fyri harðskap
og fyri at hava gjørt seg inn á ein politist.
nøvn