fríggjadagur 21. september 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. september 2012 · Nr. 110
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Viðmerkingar til Dag og Viku mána
kvøldið 17. september 2012 við
víkjandi kommunusamanlegging
Av tí at onkur viðurskifti í
Degi og viku fríggjakvøldið
17.
september
2012
ikki
komu nóg greitt fram, vil eg
loyva mær at skoyta hesar
viðmerkingar uppí, annars
greiða innslagið í Degi og
Viku viðvíkjandi kommunu
samanlegging millum Kví
víkar og Havnar kommunu.
At
kvívíkingar
høvdu
fólkaatkvøðu um saman
legging við aðra kommunu
var grundað á, at í gjøgnum
mong ár, serliga frá landsins
síðu, hevur verið tosað um
kommunusamanlegging, og
eisini at kommunusaman
legging møguliga fór at verða
tvungin, beinleiðs ella óbein
leiðis.
Fyri at borgarar í Kví
víkar
kommunu
sjálvir
kundu hava eina ávirkan á,
hvørja kommunu leggjast
skuldi saman við, avgjørdi
bygdaráðið at hava fólka
atkvøðu um málið, og var
sum kunnugt greiður meiri
luti fyri samanlegging við
Havnar kommunu.
Um eg skal tosa fyri
meg sjálvan, so havi eg alla
tíðina verið av tí áskoðan,
at Kvívíkar kommuna er
væl farin sum sjálvstøðug
kommuna, og at fyrimunir
avgjørt liggja í, at kommunan
ikki gerst ov stór. Kommunan
er væl útbygd á flest øllum
økjum, hóast tað eisini enn
eru øki, sum ikki eru nóg
væl útbygd. Og her hugsi
eg serliga um eldraøkið,
men innan lutfalsliga stutta
tíð, eru møguleikar fyri at
koma longur fram á leið
eisini á hesum øki. Og har
tað í framtíðini møguliga fer
at sansa at, so ber jú eisini
væl til at samstarva við
aðrar kommunur, og har eru
grannakommunurnar og ser
liga Havnar kommuna mest
upplagdar.
Ein týðandi spurningur
sum kanska (og tíverri) ikki
er nóg væl lýstur í kjakinum
um kommunusamanlegging,
er spurningurin um nær
kommunalu
avgerðirnar
verða fluttar so mikið langt
frá borgarunum, at talan ikki
longur er um nærdemokrati.
Og
kommunalpolitikkur
snýr seg um nærdemokrati,
ella sagt við øðrum orðum,
orsøkin til at vit hava komm
unur er, at frástøðan millum
avgerðir og borgaran skal
verða so stutt sum gjørlig.
Eg loyvi mær at ivast í,
um eitt nú kollfirðingar ella
kaldbaksfólk, síðan tey løgdu
saman við Havnina, altíð
hava følt, at stutt er millum
kommunalu avgerðirnar og
borgaran, og hvørt lokalu
røddirnar í Kollafjarðar og
Kaldbaks túni, í nóg stóran
mun verða hoyrdar á bonaðu
gólvunum í gróthúsinum á
Vaglinum í Havn.
Og júst á hesum øki kann
meira verða vunnið enn tapt
við at Kvívíkar kommuna
eisini frameftir verður sjálv
støðug.
Sum eg samanumtikið
havi víst á, so var ynski hjá
borgarum í Kvívíkar komm
unu, at ein møgulig sam
anlegging skuldi verða við
Havnina, men eg havi eisini
víst á, at eftir míni bestu
sannføring kunnu fyrimunir
so avgjørt verða við at komm
unan heldur fram sum sjálv
støðug kommuna.
Og til innslagið í Degi
og viku vil eg til síðst við
merkja: at ja, helst er tað
landið, ið eigur ein part av
orsøkini til, at ein sjálvboðin
kommunusamanlegging ikki
fór fram í hesum umfari.
Men
kvívíkingar
hava
onga orsøk at stúra. Fyri
munir eru avgjørt við, at
kommunan
framhaldandi
verður sjálvstøðug. Og harvið
nýtist ongin at verða í iva um,
at kommunalu avgerðirnar
framvegis koma at verða
tiknar í nærumhvørvinum, og
tað høvdu tær neyvan verið,
um avgerðarmyndugleikin
í kommununi varð fluttur
suður á Vaglið í Havn.
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Í at kalla øllum viðurskiftum er tað so, at
evnini til at tillaga seg broyttar umstøður
eru fortreyt fyri framburði og trivnaði.
Serliga verður hetta brúkt um viðurskifti
í vinnulívinum, men kann sanniliga eisini
verða brúkt um samfeløg. Ikki minst okkara.
Grundleggjandi spurningurin at seta er ”hví
?” og so vera til reiðar at broyta, tá ið svarið
fer tann vegin. Soleiðis eru vit tó ikki. Vit hava
okkara fasta stev.
Tá ið eg tosi við útlendingar um føroysk
viðurskifti, og tað geri eg rættiliga ofta, og
prátið kemur inn á, hvussu Føroyar eru
skipaðar, grettir tað ikki, at tað skapar undran.
Hví hava knapt 50.000 fólk gjørt av at skipa
seg, sum vit hava. Eitt er, at tað einaferð í
forum hevur verið skil í tí, men hví so halda
fast um hetta. Tað er ikki at skilja hjá gestnins
eyga, ið sum kunnugt er gløgt.
Gott dømi um slíka løgna skipan eru
kommunurnar. Um heilt stutta tíð er
kommunuval aftur. Tað er ein liður í eini
ringrás, hvørs umfar er 4 ár. Eingn broytig
yvirhøvur. Somu lyftini sum seinast, somu
avbjóðingarnar, somu avmarkingarnar ikki
minst tá ið vit hugsa um støddina á hesum
kommunum, tí alt er óbroytt. Vit koma ikki
ella vilja ikki úr ringrásini. Vilja ikki víðka
hana ella broyta hana ella enntá fáa hana at
mala øvugtan veg. Vit kunnu stutt sagt ikki
semjast um nakað annað enn at halda fast í tí,
sum er.
Men hví fara vit á kommunuval? Hví hava
vit kommunur? Skulu vit hava kommunur?
Hvat er avleiðingin av at hava tær? Hvat er
avleiðingin ikki at hava tær? osfr. Men tá ið
einki verður spurt, er einki svar og tí einki at
tillaga.
Alt hetta fer fram meðan vit staðfesta, at
fráflytingin setur met, færri børn verða fødd,
annaðhvør lesandi utanlands kemur ikki heim
aftur, vit hava ikki ráð til tænastur, sum søma
seg vælferðarsamfelag, og listin er tíverri
ótømandi.
So kunnu vit sjálvandi siga, at onnur lond
hava eisini trupulleikar, og tað hava tey. Í fleiri
førum størri enn okkara, men ”naboens uheld”
hjálpir tíverri ikki okkum. Vit mugu alla tíðina
fyrihalda okkum til ”hví” og vera til reiðar at
forkasta tað, sum var og flyta okkum skjótari
enn hini.
Men lat okkum nú fyrst fara á val, og so fáa
vit at síggja. Helst verður sama stev til um 4 ár
aftur, og 4 ár aftur og…
Magnus
Tausen
Stjóri í Námi
EYGA
MÁLIÐ
Og dansurin
gongur….
Dánjal Petur
Müller
borgarstjóri í Kvívíkar
kommunu
Um innslag í tíðindasending útvarpsins
19. september klokkan 18.00 um Eldraráðið
Í innslagnum vóru brot tikin
úr samrøðu, ið Jákup Bogi
hevði við meg fyrrapartin.
Hesi brot vóru tíverri í
andsøgn við tað, eg greiddi
honum frá.
Eg undirstrikaði, at Eldr
aráðið og Býráðið høvdu eitt
gott samstarv, og at Eldraráðið
og leiðslan í Býráðnum við
borgarstjóranum á odda síð
ani ársbyrjan hava fýra fast
ar fundir árliga.
Vit komu eisini inn á
ónøgd, sum hevði verið fyrr,
og segði honum frá tørvandi
samskifti og eini ov vána
ligari reglugerð, men at eitt
tað fyrsta, komandi eldraráð
fór at gera var saman við
býráðnum at ganga reglu
gerðina ígjøgnum. Hann fekk
eisini at vita, hví reglugerðin
ikki var í lagi. Tað var hetta,
sum bleiv til høvuðstíðindi.
Upp á spurningin um,
hvat eg vildi ráða komandi
eldraráðnum til svaraði eg, at
eg vildi mæla til, at eldraráðið
fyrireikaði seg væl til hesar
føstu fundirnar við leiðsluna
í býráðnum.
Tað eg hoyrdi í innslagnum
var als ikki tað, sum eg vildi
hava fram. Eg hoyrdi, hvat
eg segði, men hetta vóru brot
úr eini samrøðu, har brotini
søgdu júst tað øvugta av tí,
sum meiningin var.
Eg vil tí her biða Heðin
Mortensen og leiðsluna ann
ars í Býráðum um umbering
fyri, at eg havi verið so gá
loysin í samrøðuni, at til bar
at snara mínum orðum til
nakað, eg als ikki meinti.
Mortan
Rasmussen
Form. í Eldraráðnum