fríggjadagur 21. september 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 21. september 2012 · Nr. 110
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin,
fyrrverandi løgmaður og løgtingsformaður
Nú mugu grasrøturnar tala
U
m vikuskiftið er Fólka
fundurin 2012 á skrá í
Hoyvík. Hetta er eitt slag
av fólkaræðisligum festivali, har
ið eitt týðandi endamál, sum eg
havi skilt tað, er at stytta fráleikan
millum borgarar og politikarar.
Fólk og felagsskapir hava ein
upplagdan møguleika at koma við
sínum hugsanum um týðandi mál,
smá sum stór.
Fyri fólkavald, sum dagliga arbeiða
niðri í politiska maskinrúminum,
er hesin fundur meira enn væl
komin. Her er eitt gott høvi hjá
okkum øllum, ið eru vald til at
taka avgerðir vegna onnur, at
lurta, skilja og seta okkum í staðið
hjá borgarum í Føroyum.
Lívgast skal um eitt luttakandi
føroyskt fólkaræði við orðaskifti
um okkara samfelag. Hetta fær
ikki verið annað enn positivt.
Á tal við sambandsfólk
Fyri Sambandsflokkin er Fólka
fundurin 2012 ikki bert eitt gott
men eisini eitt neyðugt høvi at
koma á tal við sambandsfólk,
veljarar og limir í flokkinum.
Tað er nú, at grasrøturnar - øll
sambandssinnað kring landið -
mugu koma við.
Tað er jú onki dulsmál - og eigur
heldur ikki at vera tað - at seinasta
tíðin hevur verið baldrut í okkara
flokki. Vit skulu vera erlig og
viðurkenna, at tað brótast ymsar
hugsanir um floksins politikk og
kós.
Í slíkum støðum er neyðugt, at
fólk í og kring flokkin fylkjast og
geva sínar hugsanir til kennar.
Hvørja leið?
Um vit duga at semjast um, at
flokkurin, ið so mong eru góð
við, stendur við eitt avgerandi
vegamót - ið ikki snýr seg um
persónar men um politikk - so átti
at verið gjørligt at komið víðari
á ein skilagóðan hátt. Í sjálvum
orðinum liggur, at tá ið tú stendur
við eitt vegamót, mást tú gera upp
við teg sjálva/n, hvønn veg tú vilt
ganga.
Soleiðis er eisini hjá Sambands
flokkinum.
Sum myndin sær út nú, stendur
valið millum tvær ymiskar leiðir,
og tað má at vera upp til púra
vanlig sambandsfólk, veljarar
og limir at vísa á, hvør leið man
vera tann skilabesta at ganga.
Sambandsfólk duga at brúka
sunna fornuft, og hon eigur at
vera okkara hollasti ráðgevi.
Teir stóru spurningarnir
Í miðlum og millum mannað er
nógv fokus á, um Føroyar nú
skulu vera "sjálvstøðugt land", í
ríkis- ella ríkjafelagsskapi, hava
limaskap í ST, yvirtaka málsøkir,
skera Ríkisveitingina niður í onki,
halda fólkaatkvøðu, samtykkja
egna grundlóg og loysa.
Tá ið vit skulu taka avgerð um
kós Sambandsfloksins og framtíð
Føroya, hava aðrir spurningar
týdning:
•
Hvussu gera vit tað liviligast
fyri øll í Føroyum?
•
Hvussu skal samfelagið
innrættast, so øll hava
møguleika at røkka einum
livifóti, ið er á hædd við
framkomin lond?
•
Hvussu tryggja vit
einstaklinginum størst
møguligt persónligt frælsi?
•
Hvussu geva vit vinnulívinum
góðar umstøður og samstundis
veikum bólkunum trygg kor?
•
Hvussu fáa allir borgarar eins
atgongd til vælferðartænastur
á høgum stigi?
•
Hvussu gera vit Føroyar til eitt
land, har ið øll - børn, ung og
gomul - vilja og tíma at vera?
•
Hvussu skapa vit trivnað og
vøkstur?
Her er tað, at skipanin innan fyri
Ríkisfelagsskapin er so ómetaliga
nógv betri enn alternativið.
Ríkisfelagsskapurin hevur so
ómetaliga nógv fleiri fyrimunir
enn vansar. Tað stendur greitt fyri
øll sambandsfólk, at fyrimunirnir í
Ríkinum eru nógvir og fjølbroyttir.
Vilja vit vera teir fyri uttan?
Aftur og aftur hevur Ríkis
felagsskapurin eisini prógvað,
at hann borgar fyri alneyðugum
búskaparligum stabiliteti í
okkara samfelag. Hugsa bara um
alheims kreppuna, ið framvegis
er áleikandi. Felags skjøldurin hjá
Ríkisfelagsskapinum hevur staðið
ímóti. Tak Eik Banka-húsaganin.
Júst stabilitetur er avgerandi fyri
samfeløg í menning. Vilja vit vera
hann fyri uttan?
Politisku amboðini til at menna
eitt gott og framfýsið samfelag
eru góð í Ríkisfelagsskapinum, um
man dugur at brúka tey.
Hevur man viljan til tess,
kann felagsskapurin stimbra
ein aktivari føroyskan leiklut
altjóða og skunda undir inter
nationalisering og samstarv um
landamørk.
Tað snýr seg um at hava hugflog
og vilja til framburð og samstarv.
Alt hevur sín prís
Meg minnist ikki, hvør tað var,
ið segði setningin um, at "there
is no such thing as a free lunch".
Men setningurin er sannur og
neyðugur at hava í huga.
Eisini hjá teimum í Sambands
flokkinum, ið síggja fyri sær ST-
limaskap, grundlóg, fólkaatkvøðu
og eitt "sjálvstøðugt land" uttan
fyri Ríkisfelagsskapin.
•
Vilja føroyingar lata frá sær
ríkisborgaraskapin, reyða
ES-passið og øll rættindini, ið
fylgja við tí at vera statsborgari
í Ríkinum?
•
Vilja vit sum land liva við
minni vælferð, lægri livifóti,
stillstandi og fráflyting?
•
Vilja føroyingar spæla sær av
við allar fyrimunirnar?
Hetta eru álvarsligu spurningar,
ið eisini sambandsfólk eiga at seta
sær, nú tey standa á vegamótinum
og skulu velja.
Felags kós er neyðug
Øll vita, at politiskir flokkar
kunnu ikki skifta kós í tíð og ótíð.
Man kann ikki vingla. Tað kostar
trúvirði og álit úti um landið og
uttanlands. Tí er umráðandi, at
Sambandsflokkurin og sambands
fólk brúka fólkafundin skilagott
og konstruktivt. Kanska vit longu
nú byrja at rætta kós?
Ongantíð hevur verið meira brúk
fyri einum veruligum og sterkum
Sambandsflokki enn júst nú.
Vit síggjast á Fólkafundinum 2012.
Fólkafundurin 2012, ið er nú um vikuskiftið,
er eitt gylt høvi hjá sambandsfólkum,
veljarum og limum floksins at siga sína
hugsan um kós Sambandsfloksins - og vit í
flokkinum eiga at lurta og taka til okkum
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen