fríggjadagur 21. september 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. september 2012 · Nr. 110
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fastir mín Frida í Grótinum
Frida var fastir mín, og eg
búði í sama grannalagi sum
Frida. Mín frásøgn verður
um, hvussu eg minnist Fridu
í mínum uppvøkstri.
Búleikaðist í neystin
um, síðani í Grótinum
Áðrenn Frida bygdi hús
síni í Grótinum, búði hon í
neystinum hjá abba mínum
Jógvani í Grótinum. Neystið
stóð niðan fyri Krotigrøvina,
oman móti sjónum, har abbi
eisini hevði gjørt eina brúgv.
Har spældu vit í fjøruni, og
fiskaðu við glúpi og tráðu
á brúnni. Her búði Frida í
aðrari av tveimum íbúðum í
neystinum.
Íbúðin hjá Fridu var ikki
stór, men har var nógv inni.
Hon hevði handarbeiðisbúð,
og so hevði hon eina maskinu
sum beklæddi knappar. Tað
hugtók meg sum smágentu,
og eg var errin av, at Frida
kundi gera so fínar knappar.
Tað var eisni har, at eg sum
5 ára gomul smágenta sat
modell til tveir málningar.
Tað var ikki altíð so lætt at
sita still, tí løturnar kundu
verða nokk so drúgvar. Men
eg haldi, at hon dugdi nokk
so væl við børnum. Tí tá eg
ikki tímdi at sita still meira,
bað hon meg bara koma aftur
ein annan dag, tí so fór hon
at mála meira tá. Og so fekk
eg ofta kremkeks, áðrenn eg
fór avstað.
Seinni flutti Frida inn í
húsini, sum hon hevði bygt
í Grótinum. Har var nógv
pláss, atelier var á loftinum
og havastova á miðhæddini.
Hetta
gjørdi
húsini
hjá
henni til nakað serligt og
nakað ørðvísi. Inni hjá Fridu
var ein serligur hugni og
roykur av máling. Allastaðni
hingu málningar, sum hon
sjálv hevði málað. Onkuntíð
slapp eg at hyggja at, meðan
hon málaði. Serliga legði eg
til merkis, hvussu hon helt
penslinum. Hon helt lógvan
upp, so lítlifingur var niðast
og legði tummulin spakuliga
niður á pensilin.
Stórfamiljan var henn
ara nærmasta familja
Í Grótinum høvdu 5 av 10
systkjunum
búsett
seg.
Frida var eitt teirra. Frida
giftist í 1944 við Guttorm
Zachariassen av Kirkju. Men
hann doyði av vanlukku í
Aberdeen, minni enn eitt
ár eftir, at tey vóru gift. Tey
fingu ongin børn, men vit
vóru nógv systkinabørn í
grannalagnum, og hon hevði
áhuga í okkum børnum, sum
hon var fastir og mostir
til. Vit hildu okkum øll eiga
Fridu.
Einaferð tá eg sum 12 ára
gomul skuldi til próvtøku í
enskum, kom Frida at lurta.
Tað var heilt óvanligt, men
tað gjørdi hon. Eg minnist
løtuna sera væl, eg las og
skuldi umseta ein tekst. Eg
umsetti yvirskriftina til ” Í
hoyna”, men próvdómarin
rættaði tað til” í hoygging”.
Tað sum eg serliga minnist
til var, at Frida kom til
mín aftaná og segði, at tað
var rætt av mær at siga “í
hoyna”.
Fridu dámdi at ferðast, og
kundi hon viðhvørt vera nokk
so leingi burtur. Vísta myndin
er tikin, tá mamma og Frida
eru á veg til Grimsby saman
við pápa umborð trolaranum
Skálaberg TN20, at selja fisk.
Tey skuldu sjálvandi eisini
vitja fastur mína Hannelenu,
sum búði í Grimsby.
Maturin inni hjá Fridu
smakkaði ikki sum hjá hin
um, hon gjørdi alt øðrvísi.
Hon brúkti nógv kryddarí, og
hon átti eina stóra kókibók.
Eg minnist, at Frida bjóðaði
okkum børnum inn á jólum,
og har vit fingu vit alt gott.
Føðingardagar helt hon
eisini. Um eina góða viku, 24.
september, hevði Frida fylt
100 ár.
Grammufonir og
stenografering
Magdalena, systir mín, ar
beiddi
í
sjúkrakassanum
saman við Fridu í 1967.
Magdalena var 16 og Frida
var tá 55. Magdalena fortaldi
mær, at í sjúkrakassanum
stóð ein plátuspælari, og at
Frida plagdi at taka grammu
fonplátur við til arbeiðis. Eg
varð forvitin at vita, hvat tær
lurtaðu eftir. Ein sangur tær
ofta lurtaðu eftir var hesin,
sum tit nú skulu hoyra eitt
lítið brot úr. (Avspældi sang
urin var “Where will the
dimple be” frá 1955, sum finst
á YouTube.com.) Allarhelst
ein sum lá ovast á popplist
anum tá.
Eg helt, at Frida tordi nokk
so væl. Sjálvt um eg upp
livdi hana sum smædna og
lítilætna, hevði hon sterkar
meiningar.
Hon
kundi
skriva long lesarabrøv um
list, har hon kom við sínum
meiningum. Eisini skrivaði
hon um tað føroyska málið.
Tað gjørdi ongin annar, sum
eg kendi. Frida dugdi eisini at
stenografera, og hevði hon
frálæru í tí heima við hús.
Hetta helt eg vera rættuliga
spennandi og droymdi um
ein dag at duga at stenogra
fera. Frida gjørdi so nógv
spennandi.
Eina
tíðina
gjørdi hon ymiskt mosaik,
hon breyt skaraðar skálir og
koppar til lítil leikapettir, og
legði tað í mynstur og myndir.
Sum stór smágenta sat eg
onkuntíð vakt fyri hana, tá
málningaframsýningar vóru.
Tað var eisni nakað serligt og
hátíðarligt.
Frida var góð við djór.
Tey fyrstu árini minnist eg,
at hon hevði kettu, men tey
seinnu árini hevði hon altíð
hund, sum hon var sera góð
við. Á myndini síggja vit
hennara seinasta hund sum
at Ossi, smádrongurin er
sonur okkara Johnny. Hon
hevði eisini urtagarð, ein
økologiskan urtagarð. Hon
brúkti avfall frá húsarhald
inum til tøð, og henni dámdi
væl at putlast við blómurnar
og trøini. Urtagarður henn
ara hevði ein serligan stíl.
Hon vildi helst, at tað slapp
at vaksa eitt sindur vilt.
So tað var ikki altíð lætt at
síggja, hvat var urtagarður
og hvat var hagi. Hon gav
okkum fegin avleggara og
legði okkum lag á, hvussu vit
kundu planta.
Listarliga umhvørvið
í Grótinum
Eg vaks upp í einum serliga
listarligum umhvørvi. Hetta
havi eg funni útav sum til-
komin, men sum barn hugsar
tú ikki um tað. Hans Hansen,
listamálari
úr
Mikladali,
búði í íbúðini í kjallaranum
hjá okkum, Elinborg Lütsen
búði niðast í Grótabrekkuni,
har vit eisini spældu, Fridjof
Joensen leigaði frá Kaju
fastir mínari, og so búði
Frida mitt ímillum. Tá var
ikki telefon í hvørjum húsi,
enn minni í hvørjum lumma.
Og tá familjan Glerfoss úr
Mikladali kom í Gróti at
búgva, kom Hans Jákup
Glerfoss onkuntíð inn at
lána telefonina - hetta var
eisini ein listamaður, fekk eg
at vita. Og seinni, tá Magni
og eg bygdu okkum hús í
Grótinum, kom ein fittur
smádrongur í grannahúsini
at búgva. Tað var Edward
Fuglø. So hvat kom fyrst,
fólkini ella listin, er ikki gott
at vita, men at hava búð og
liva millum hesi fólkini hevur
gjørt mítt lív so nógv ríkari.
Eg fari at takka fyri høvið
at kunna siga tykkum mína
søgu um fastir mína Fridu.
Eisini vil eg takka Edvard
Fuglø fyri hansara áhuga
í listini hjá Fridu. Eg haldi,
at Edvard eigur stóran lut
í, at málningarnir hjá Fridu
Zacariassen hava fingið tað
pláss, ið teir hava í dag. Og so
fari eg eisini at takka Maluni
Marnersdóttir fyri tað stóra
avrik, sum hon hevur gjørt
við at geva bókina um Fridu
út.
Á heiðursframsýningini
í Ósaskúlanum í Klaksvík
luttóku umframt Karin Ja
cobsen (uttast til vinstru)
eisini Rakul Ró og Steintór
Rasmussen við sangi, Ljud
mila Berezina við tónleika
framførslu, Malan Marn-
ersdóttur við fyrilestri og
Helga Gerðalíð við tónleika
framførslu.
Karin Jacobsen í Grótinum,
Klaksvík
nøvn
Fyrilestur, sum Karin Jacobsen helt á heiðursframsýning í Ósaskúlanum í Klaksvík tann 15. September 2012
til minnis um Fridu Zachariasen. Mánadagin eru hundrað ár liðin, síðani Frida Zachariasen varð fødd
Karin Jacobsen helt framløgu um fastir sína Fridu í
Ósaskúlanum síðsta vikuskifti. Her framman fyri tí
eina málninginum hjá Fridu, har hon sat model
Johnny í Grótinum,
sonur Karin, heldur á
hundinum hjá Fridu
Durid Rasmussen, mamma Karin, og Frida umborð á Skálaberg ávegis til Grimsby