Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 21. september 2012 · Nr. 110 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hægri frádráttir og lægri skattur? Herfyri fóru býráðs­politikk­ arar kropp á kroppi í fjøl­ miðlarnar at gera vart við, at skattatrýstið í Tórshavnar kommunu er ov høgt. Vegna Fólkaflokkin fegnaðist Jan Christiansen um viljan at lækka skattin, og skrivar: “Lat okkum beinanvegin fáa lækkað skattin við 1%, og í komandi valskeiði fáa skarv­að enn eitt skatta­pro­ sent av.” Eg gjørdi tá vart við, at lyft­ið sum vit hava givið verð­ur hildið, annaðhvørt lækkar skattaprosentið bein­ leiðis við einum prosenti, tá Boðanesheimið er liðugt, ella veita vit aðrar lættar, sum svara til eitt prosent. Í løtuni arbeiða vit við hes­um í sambandi við fíggjar­ lógina, sum verður løgd fram 27. september. Men nú vil Fólkaflokkurin kortini ikki lækka skattin sum avtalað. Tí nú skal hetta eina skattaprosentið brúkast til at fíggja eina hækking av barnafrádráttinum frá 5.500 kr til ein barnatjekk á 10.000 kr. Bogi Andreasen, vara­ borg­ar­stjóri, fegnast enntá í fjølmiðlunum um, at barna­ kekkurin ikki kostar eitt fult skattaprosent, men bara 25 miljónir. Hann staðfestir, at tað eina skattaprosentið skal brúkast til barnakekkin. Eitt skattaprosent gevur 32 miljónir. Hækking av barna­frádráttinum til ein barna­tjekk á 10.000 kr kostar 25 miljónir kr. Men hvussu hongur hetta saman við, at Jan Christ­ian­sen ætlar at lækka komm­unu­skattin við einum prosenti í komandi valskeiði. Tað vil siga 32 miljónir + 25 mil­jónir – tað gevur 57 miljónir krónur. 57 miljónir eru nærum tvey skattaprosent. Uttan mun til, hvussu Fólka­flokkurin setir hetta roknistykkið upp, so merkir tað, at tað verða 57 miljónir færri í kommunukassanum. Er hetta ætlanin, so má Fólka­flokkurin eisini siga fólki, hvørjar íløgur ikki skulu fremjast, og hvør rakstur skal skerjast – kanska tað er at siga starvsfólki upp? Í endanum á greinini sigur Bogi Andreasen, at skattafríi botnfrádrátturin eisini skal hækkast – tvs at vit tosa um eina minniinntøku í kommunuskassan á meira enn 57 miljónir krónir – hvussu nógv meira sigur hann tó ikki nakað um. Eg havi frammanundan víst á, at býráðið ikki kann gera nakað sum helst við botn­frádráttin. Hann er ásett­ur í løgtingslóg og heldur ikki Fólkaflokkurin í býráð­num kann gera nakað við hann, uttan løgtingið vil. Hetta er tí ikki annað enn bíligt valagn og tóm lyfti hjá býráðspolitikkarum at geva. Vanlig fólk vita, at skalt tú gjalda meira út, so mást tú antin hava meira inn ella fremja sparingar og íløgu­ steðg. Og tað er avgjørt ikki nøkur loysn í hesum tíðum, nú okkum tørvar at seta fulla ferð á alt virksemi í býnum fyri at skapa arbeiði til allar hendur, størri inntøkur og trivnað. HEÐIN MORTENSEN Borgarstjóri kjak Uttan mun til, hvussu Fólka­flokkurin setir hetta roknistykkið upp, so merkir tað, at tað verða 57 miljónir færri í kommunukassanum. Er hetta ætlanin, so má Fólka­flokkurin eisini siga fólki, hvørjar íløgur ikki skulu fremjast, og hvør rakstur skal skerjast – kanska tað er at siga starvsfólki upp? Er det en god ide? Var fyri løgnari hending á flogvøllinum í Kastrup, á veg til Washington D.C. Hevði knossað meg gjøg­ num meginpartin av trygd­ ar­eftitlitunum. Bara síðsti skansan manglaði, áðrenn myndugleikarnir lovaðu mær at trína inn í terminal 3. Tað hevði gingið rímiliga skjótt fyri seg, men hesaferð var eydnan ikki við mær, tí halin á røðini, ið skuldu vísa pass fyri myndugleikanum, var rættiliga langur. At standa og bíða í bíðirøð er ikki akkurát mín koppur av kaffi, men tað nyttar ikki at ilskast, so eg stóð og bíðaði í gott og væl tíggju minuttir, áðrenn eg slapp framat. Imperialisturin Tað er lítið hugaligt at standa til svars fyri myndug­leik­ an­um, tí onkursvegna ligg­ ur ein duldur ótti, sum krýpur seg upp í tilvitið, tá ið ein stillar seg framan fyri myndugleikan. Hvat nú, um passið er útgingið ella um okkurt manglar? Tit kenna møguliga til kensluna, men tá ið tú framm­anundan er komin gjøgnum trý trygdareftirlit, tá kann ikki ganga heilt galið. Eg handaði eftirlitsmann­ inum reyða passið. Maðurin hugdi at pass­ inum, síðani at mær, áðrenn hann samanbar persónin við passinum við persónin í passinum. Aftaná nøkur sekund, lat úr manninum: “Jeg har hørt, at færinger ønsker at løserive sig fra rigsfællegsskabet. Er det en god ide?” Hann segði tað við einum so forhánisligum tóna, ja, sum ein veruligur imperialistur, sum ikki loyvir íbúgvunum í lítlu koloniiunum at ríva seg leysar frá valdsharranum, tí tær eru ov smáar til at klára seg sjálvar. Var eg illur framm­anundan, gjørdist vreið­in uppaftur størri. Hevði maðurin ikki sitið hand­an skottryggumbúrið og samstundis vardur av anti-terrorlógini, sum gevur PET heimild til at halda einum persóni til fanga í upp til fleiri mánaðir, hevði maðurin fingið av at vita. Við hesum í huga, gjørdist aftursvarið eitt lunkað ja. I’m from here! Kom annars snikkaleysur gjøgnum restina av trygdar­ eftirlitunum, so eg var “all set to go”. Túrurin tvørtur um norðuratlantshavið tók átta og ein hálvan tíma, men tíbetur høvdu ferðafólkini í økonomiklassanum hvør sín sjónvarpsskíggja, so vit kundu dríggja tíðina við filmum og sjónvarpsrøðum. Imperialisturin varð skjótt gloymdur. Afturat hesum kundu vit fylgja við felagssjón­varp­ inum, sum uppdateraði ferða­ fólkini, hvussu langt var eftir á mál, ferðina á flogfarinum, og hvar á knøttinum flogfarið var statt osfr. Upplýsningarnir vóru hentir, tá ið eg prátaði við síðumannin. Hann greiddi frá, at hann arbeiddi við kemi­kaliir, at hann hevði verið í Kina, og nú skuldi hann til Washington D.C, áðrenn hann og daman fóru til Rhodos sunnudagin. Síðani spurdi hann meg, hvar eg var frá. Í somu løtu broyttist myndin á felagsskíggjanum frá ferðini á flogfarinum til at vísa, hvar á knøttinum vit vóru. “I’m from here,” svaraði eg honum. Tá flugu vit omanfyri Før­ oyar! Ja, tað er ein góður ide! Strategiskt liggja Føroyar ómetaliga væl fyri. Bæði tá ið tað snýr seg um loft-, men so sanniliga eisini um sjóferðslu. Fleiri milliónir krónur ferðast framvið oyggjarnar um árið, men koma tíverri ikki sam­ felagnum til góðar. Tískil er at fegnast um, at løgmaður hevur boða frá, at landsstýrið arbeiðir við møguleikanum at yvirtaka loftrúmið. Janus Rein, løgtingslimur fyri Fram­sókn, hevur roknað leys­liga upp á tølini, og hann metir, at Føroyar kunnu árliga fáa upp ímóti 100 mió. kr. við at yvirtaka loftrúmið, umframt at tredivu vitanar­ tungstørv verða skapt í land­inum. Hendingin í Kast­rup vísir somuleiðis, at danir eru farnir at hugsa meir um ríkisfelagsskapin, síðani løgmaður og forsetin í Grønlandi greiddu frá teirra sjónarmiðum um ríkis­fe­ lagsskapin í greina­røðini hjá Politikken. Tískil skilji eg óttan hjá eftirlitsmanninum, tá ið hann spyr, um tað ein “god ide”, um Føroyar gerast sjálvstøðugar, tí tá fara danir frá at vera stórar og knáar til lítlar og smáar. “Det er ikke en god ide” fyri Danmark og eftirlitsmannin, men teirra støða í altjóða samfelagnum skal ikki vera uppá bekostning av okkara inntøkum og sjálvræði. Tað kann til síðst nevnast, at danir skulu sjálvandi ikki skerast yvir ein kamb, men eg verði so spinnandi óður, tá ið fólk viðfara okkum á ein so forhánisligan hátt. Hevði av góðum orsøkum ikki stundir til tað í Kastrup, men mítt aftursvar hevði verið grunda á omanfyri nevndu grundgevingum. Hanus Samró Løgtingslimur fyri fólkaflokkin