fríggjadagur 21. september 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. september 2012 · Nr. 110
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nær ásannar samgongan, at
skattalættin ikki virkar sum ætlað?
Framsókn hevur, í sambandi
við flatskattauppskotið hjá
samgonguni víst á, at skatta
lættin – soleiðis sum hann
varð samansettur - ikki fór
at kikkstarta búskapin stór
vegis.
Undir viðgerðini í løgting
inum vístu vit á, at tað var rætt
at geva høgu inntøkunum ein
kappingarføran skattalætta,
men vístu eisini á, at um
lættin skuldi virka mennandi
í búskapinum, so var neyð
ugt at hesin eisini koma at
umfata miðalinntøkurnar
og barnafamiljurnar.
Tí gjørdi Framsókn eitt
broytingaruppskot til upp
skotið hjá samgonguni. Vit
mæltu til at barnafrádrátt
urin skuldi hækka við kr.
2000,- og at inntøkur millum
kr. 175.000 og 400.000 skuldi
fáa ein lætta, sum lá millum
kr. 1350,- og 3050,- um mán
aðin.
(Broytingaruppskotið
sæst á heimasíðu okkara
www.framsokn.fo)
Hesum loyvdi Sambands
flokkurin,
Fólkaflokkurin,
Sjálvstýrisflokkurin og Mið
flokkurin ikki – hetta hóast
at lættin var fult fíggjaður.
Samgongan
feldi
okkara
uppskot.
Uppskotið hjá lands
stýrinum er bara
ikki gott nokk
Eftir okkara bestu sann
føring og eftir nýggjastu
tølunum frá Hagstovuni hava
tær umleið 145 milliónirnar,
sum higartil eru útgoldnar
í ár, ikki virkað eftir ætlan.
Tvørturímóti er forbrúkið á
vanligum brúksvørum fall
ið.
Neyðugt er tí, at fíggjar
lógin fyri 2013 ger rúm fyri
at víðka um skattalættan
soleiðis, at hann rakar breiðari
og gevur miðalinntøkunum
og barnafamiljum rúmari
fíggjarligar ræsir. Hesum vil
Framsókn virka fyri.
“Barnakekkur” í
Tórshavnar Kommunu
Í Framsókn ásanna vit, at
fólkatalið í Tórshavn minkar
- einasti høvuðsstaður í
Norðanlondum sum minkar.
Orsøkirnar
er
allarhelst
fleiri, men ongin ivi er um, at
nógvar familjur í kommununi
– ikki minst barnafamilj
urnar - eru so hart kroystar
fíggjarliga, at avgerðin um
at flyta burtur verður um
hugsað alla tíðina.
Hetta er eisini orsøkin til,
at valevnini hjá Framsókn
til býráðsvalið í november
vilja, at barnafamiljur frá 1.
januar, 2013 fáa ein munandi
størri
fíggjarligan
styrk.
Kommunali barnastyrkurin,
sum í dag er kr. 5.500,- skal
hækkast við kr. 6000,- soleiðis,
at árligi barnastyrkurin fram
yvir verður kr. 11.500,- fyri
hvørt barnið undir 18 ár.
Hetta kemur at kosta
kommununi 28 mill - ella eitt
knapt skattaprosent (eitt
skattaprosent í Tórshavn er
í dag knappar kr. 32 mill).
Barnafamiljur eru besta
tilfeingið, sum kommunan
eigur, og tí er sera umráðandi,
at kommunan raðfestir við
hesum fyri eyga. Eru rokn
skapartølini hjá kommununi
røtt, so hevur kommunan ráð
til hetta, men tað skulu vit
koma nærri inn á seinni.
Stuðulin verður útgoldin
undir
heitinum
“barna
kekkur” og merkir hetta, at
peningurin verður útgoldin
uttanum
skattaskipanina.
Upphæddin skal fylgja barn
inum og koma tí til góðar. Tað
ger ein frádráttur í skattinum
hjá foreldrunum ikki í sama
mun.
Ásanna mistakið.
Stutt eftir at býráðsvalevnini
hjá Framsókn boðaðu frá, at
tey vildu hækka fíggjarliga
stuðulin til barnafamiljur í
Tórshavnar Kommunu, kom
Fólkaflokkurin út við umleið
sama vallyfti. Hetta er gott -
og upp á tíðina.
Við
tí
skattapolitikki,
Tórshavnar Kommuna hevur
ført seinastu árini, kunnu
vit undrast á, hví flokkurin
hesi seinastu nógvu árini
ikki hevur sæð ta fíggjarligu
trongstøðu - sum børn og
barnafamiljur í kommununi
eru í.
Positivt er eisini, at Fólka
flokkurin við hesum ásannar,
at flatskatturin ikki fekk
ta ávirkan á búskapin, sum
flokkurin stívrendur hevur
hildið uppá. Tíðin er komin
til at viðurkenna hetta og
gera neyðugar broytingar.
Tað kostar nakað meira –
men ger allan munin.
Hesum vil Framsókn virka
fyri – bæði á bygd og bý.
Poul
Michelsen
Framsókn
kjak
Baksíðan av medaljuni
Hvussu kunnu vit lata eyguni
aftur fyri, at familjur ganga
svangar í Føroyum? At vit
hava heimleys fólk gangandi
á gøtunum? At støk fólk,
pensionistar,
einsamallar
mammur og pápar og aðrar
familjur ongan tjans hava at
seta føtur undir egið borð? At
tey ikki ein gang kunnu leiga
eina líkinda íbúð fyri ein prís,
tey hava ráð til? At børn mugu
vaksa upp í soppafongdum
kjallaríbúðum?
Hvussu kunnu vit liva
við, at tað er vorðið alt ov
dýrt hjá alt ov nógvum fólk
um at búgva í Føroyum? At
almennar tænastur og til
boð ikki kunnu liva upp til
støðið í grannalondunum?
At
sálarveik,
tey
eldru
og
heimleysir
føroyingar
verða
slept
á
fjall?
At
sitandi politiska samgonga
framvegis ikki hevur ásett
eitt
fátækramark?
At
eingin
almannagagnligur
íbúðarpolitikkur
verður
rikin? At eingin tykist at
leggja í at fáa staðfest, hví
kostnaðarstøðið í Føroyum
er eitt av heimsins hægstu?
Og at eingin veruliga ger
nakað fyri at tálma prís
vøkstrinum? Ynskja vit, at
fólk skulu flýggja í stórum
tali úr Føroyum?
Hetta sømir seg als ikki
einum
vælferðarsamfelag
sum okkara. Allir borgarar
í landinum hava rætt til
eitt sømiligt lív. Javnaðar
flokkurin kann ikki longur
finna seg í ójavnanum. Nú
má flokkurin traðka meira í
karakter og syrgja fyri at fá
skil í óskilið.
Samgongan niðurlagar
vælferðarsamfelagið
Javnaðarflokkurin arbeiddi
í nógv ár hart fyri at betra
um viðurskiftini hjá teimum
veikaru bólkunum í sam
felagnum, m.a. saman við
sambandsflokkinum.
Men
sambandsflokkurin
tykist
at hava svikið síni ideal og
heilt at hava slept sosialu
virðunum. Nú er alt ístaðin
farið at snúgva seg um at
gjøgnumføra fólkaflokshug
sjónina, har atlitini til tey
veiku verða ofrað, meðan tey
fáu skulu fáa best møguligt
høvi til at mjólka tey mongu
fyri virðir. Úrslitið er, at tey
ríku gerast enn ríkari og tey
fátæku enn fátækari.
Í eini slíkari ósolidariskari
samfelagsskipan
er
ein
hjartaleys regla galdandi: Alt,
sum ikki kann standa, má
falla! Hesin karráði politikkur
er í ferð við at niðurlaga tað
vælferðarsamfelagið,
sum
javnaðarflokkurin
hevur
roynt at bygt upp. Men
hetta fær ikki tey veiku til
at hvørva. Tey eru har enn
- uttan so at tey flyta uttan
lands, har tey fáa tær sømdir,
tey áttu at fingið her. Men er
tað rætt at turka hesa ábyrgd
av á onnur lond?
Land og kommuna
hava felags ábyrgd
Vit kunnu ikki lata sum um,
at tey fátæku, tey heimleysu,
tey gomlu, tey sinnisveiku
o.o. ikki eru til. Tey hava eisini
rætt til at vera her. Vit kunnu
ikki renna undan ábyrgdini
at taka okkum av teimum.
Vit mugu viðurkenna, at tað
vil altíð vera ein partur av
fólkinum, sum hevur hjálp
og stuðul fyri neyðini frá
teimum, sum eru sterkari.
Summi mugu hava hjálp
til
sjálvhjálp.
Landið
og
kommunurnar mugu í felag
lyfta hesa uppgávu. Eingin av
pørtunum kann renna undan
ábyrgdini og turka hana av á
hin partin. Vit kunnu øll gera
nakað.
Ístaðin fyri at ríka tey fáu
upp við skattalættum, onn
ur mugu svíða fyri, kundi
peningurin verið brúktur
til at gjørt íløgur í íbúðar
bygging. Tað átti at borið til
at rikið ein íbúðarpolitikk
- um ikki annað her í Tórs
havnar Kommunu – sum
ikki er lagdur til rættis
fyri at geva nøkrum fáum
vinning burturúr, men har
íbúðarbyggingin skal hvíla í
sær sjálvum. Rakstrarkost
naðir og húsaleiga kann
soleiðis koma niður á eitt
støði, sum er til at gjalda fyri
vanligar
familjur.
Kunnu
fólk búgva lutfalsliga bíligt,
hava tey eisini meira keypi
orku eftir til annað. Hetta
hevði verið ein nógv meira
rættvísur máti at býtt virðini
út í samfelagnum, so øll fáa
ágóða.
Flatskattur við til
óbeinleiðis at seta
prísstøðið upp
Sum nú er, hava summi fingið
meira keypiorku enn onnur
orsaka
av
flatskattinum.
Tey spyrja ikki um prísir og
eru soleiðis óbeinleðis við til
at hækka prísstøðið. Hetta
gongur út yvir tey, sum ikki
fáa ágóðan av flatskattinum,
og sum ofta ikki eingang
hava ráð til keypa sjálvt
neyðsynjarvørur.
Her kundi tað almenna
hjálpt til við t.d. at leggja loft
á, hvussu nógvan vinning til
ber at roknað sær av eini vøru.
Til ber eisini at skilja ímillum
vørubólkarnar,
tá
MVG
verður ásett. Frukt, mjólk,
breyð, og o.a. lívsneyðugt
kundi bert verið álagt 13-
15% MVG. Aðrar vanligar
vørur kundu fingið álagt
18%, meðan marglætisvørur
so sum góðgæti, rúsdrekka
og parfuma vóru áløgd 25%
og uppeftir. Tað at gera mun
á vørubólkum eigur ikki at
vera nakar trupulleiki fyri
TAKS, um hetta verður gjørt
skipað. Kostnaðarstøðið má
og skal niður.
Vit í Javnaðarflokkinum
kunnu ikki longur stillisliga
verða vitni til, at so stórir
partar av fólkinum verða
sviknir
av
samgonguni.
Hetta
oyðileggur
okkara
samfelag og fær fólk at rýma.
Omanfyrinevndu
uppskot
kundu lætt um hjá fólki, men
kosta kortini ikki samfelag
num eyka. Tey eru tí nøkur
av teimum málum, sum eg
meti, at javnaðarpolitikkarar
eiga at seta í hásæti. Vit
mugu vísa, at vit leggja gerðir
aftan fyri orð okkara um at
virða menniskju og verja tey
sosialu virði, sum vit í eina
øld hava barst fyri.
Levi Mørk
Fyri Javnaðarflokkin
hjá Tórshavnar
Kommunu