fríggjadagur 21. september 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 21. september 2012 · Nr. 110
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fær barn títt røttu
avbjóðingina?
Fólkaskúlin eigur at vera
eitt stað, har barnið fær av
bjóðingar, nemur sær vitan
og
kunnleika
og
verður
stimbrað í kreativu evnun
um. Skúlin er støðið undir
samfelagnum
og
leggur
lunnar undir framtíðar lívi
og lærdómi hjá hvørjum ein
støkum.
Tað er staðfest at tón
leikur og list eru mennandi
fyri barnið, styrkir kon
sentratiónsevnini og ger tað
lættari at læra. Eisini mennir
tónleikur og list sosialu
eginleikarnar og lærir barnið
at samskifta og samstarva
við onnur.
Kreativa frálæran gevur
barninum succesupplivingar
og sjálvsálit, eins og hon gevur
barninum hugflog, nýhugsan
og dirvi til at úttrykkja seg á
ein náttúrligan hátt. Kreativa
frálæran ger tað stuttligt at
læra og gevur upplivingar.
Tann
kreativa
frálær
an setur menning í brenni
depilin.
Ítøkilig átøk
Lat okkum ikki vera bangin
fyri at ganga nýggjar leiðir,
sum kunnu vera við til at
gera ein so góðan skúla sum
til ber.
Skúlarnir kundu profiler
að seg hvør sær, eitt nú við
tónleiki, list og kreativum
tilgongdum,
við
serligari
kostskipan til børnini, við
rørslu, ítrótti, við serligari
námsfrøði o.s.fr.
Á henda hátt fingu vit
eitt meira fjølbroytt skúla
tilboð, sum ger størri gagn
av teimum ymisku lærara
førleikum sum eru, og eisini
í størri mun fær eggjað næm
ingin at taka lut í lærdómi.
Hetta krevur ikki meira
pening. Hetta krevur øðrvísi
hugburð.
Raðfesting av
kreativum lærugrein
um í barnaskúlanum
Fólkaskúlarnir í dag eiga í
størri mun at hava visjónir
um skúla og menning.
Frískúlin í Havn hevur
eina hugsjón við undirvís
ingini, og praktiserar hesa
hugsjón heilt ítøkiliga.
Slíkar visjónir høvdu ført
okkum tættari at einum
samfelagi, við fleiri og meiri
fjølbroyttum førleikum, við
einum fjølbroyttum vinnulívi
og við einum blómandi ment
anarlívi.
Tónleikur og list eru ein
týðandi partur av okkara
tilveru, tey fortelja okkum
um okkara samtíð og um
okkara søgu, og tey eru við
til at geva lívinum innihald.
Listin fylgir okkum alt lívið
og livir langt eftir at vit eru
farin.
Vit eru øll fødd grund
leggjandi kreativ og vit eiga
at menna hesi evni. Heim
urin hevði ikki verið so
framkomin hann er í dag,
um menniskjan ikki var
kreativ og nýskapandi og
hevði áhuga fyri gransking
og nýskapan.
Vit eiga at seta størri
fokus á listina í samfelagnum
og serliga í skúlunum tí list
er gagnlig og við til at menna
hesar førleikar.
Minka um bíðilistarnar
til Musikkskúlan
Tað átti at verið øllum í boðið
at nema sær undirvísing
í tónleiki, men tíverri er
tað langt frá so. Sum nú er
verða børn skrivað inn á
Musikkskúlan tá tey verða
fødd, men nógv av teimum
standa enn á bíðilista tá tey
eru hálvvaksin og sostatt eru
tað nógv børn sum ongantíð
fáa møguleikan at læra at
spæla eitt ljóðføri.
Tey síðstu árini eg havi
arbeitt á Musikkskúlanum,
hevur læraraflokkurin verið í
minking. Játtanin til Musikk
skúlan er fastfryst til 2017
og hevur verið tann sama í
nógv ár. Hetta førir sjálvandi
við sær at næmingatalið fer
sama veg.
Hetta má broytast.
Rógvi
á rógvu
kjak
Býráðssamgongan í Havn
hevur
tikið
ódnartøk
í
mentanarmálum. Samgong
an ásannaði, at høvdu vit
ikki góðar skúlar og góð
ar møguleikar fyri ment
anarligum virksemi, so var
ikki tann trivnaður, sum er
so neyðugur í einum góðum
samfelag.
Risastór tøk eru tikin á
skúlaøkinum og størri standa
fyri framman. Vit fingu eftir
fáum árum nýggjar fólka
skúlar í nýbýlunum við
Løgmannabreyt og á Argja
hamri. Snotilig skúlahús,
bygd
eftir
framkomnum
skúlahugsanum, og í báðum
skúlunum er rúm fyri frí
tíðarskúlanum.
Vit standa fyri at fara
undir ein Vesturskúla úti
á Fløtum at avloysa teir
gomlu heiðurskrýndu skúl
arnar, Kommunuskúlan og
Venjingarskúlan. Skúlastýr
ini í kommununi hava givið
sítt tilmæli, sum býráðið
hevur tikið undir við, og
bygginevnd er ávegis sett.
Vit standa fyri at fáa dag
føring av Eysturskúlanum
frá hondini og síðani at fara
undir at dagføra Hoyvíkar
skúla. Stórur tørvur er á
teimum báðum, men teir eru
slitnir. Hetta eru alt íløgur í
børnini og framtíðina.
Vit standa fyri at fara at
byggja ein tíðarhóskandi og
framkomnan musikkskúla
á fløtuni eystanfyri Norð
urlandahúsið. Hann kemur
í staðin fyri tann gamla ele
mentskúlan á Frúu trøð,
sum á sinni var bygdur til
fólkaskúlan sum ein fyribils
loysn.
Við hesi ætlan ásannar
býráðið tann stóra týdning,
sum tónleikafrálæran í Tórs
havnar Musikkskúla hevur
fyri tey ungu, og at hon eigur
at hava tíðarhóskandi um
støður. Næsta takið verður
at skipa fyri, at fleiri sleppa
upp í part. Projekteringin er
skotin í gongd.
Vit standa fyri at gera
spælistaðið, sum tónleikalívið
í býnum hevur longst eftir.
Býráðið hevur gjørt allar
neyðugar samtyktir um at
skipa Reinsaríið í Tórsgøtu
sum fyrst og fremst spæli
stað fyri tónleik. Hamrarnir
fara aftur at duka har, tá tey
allarseinastu myndugleika
loyvini liggja á borðinum,
ætlandi um skamma stund.
Føroya
størsti
skúli,
Kvøldskúlin í Havn, er komin
undir egið tak. Hann hevur
fingið egið hús ovast í Króka
brekkuni, har hann hevur
góðar umstøður til sína um
siting og neyðug hølir til
lærugreinir, sum ikki kunna
hýsast í fólkaskúlunum.
Annars heldur Tórshavnar
Kvøld-, ungdóms- og lista
skúli til í fólkaskúlunum
við sínum 2500 næmingum í
150 lærugreinum. Her verða
javnan boðin fram nýggj og
spennandi tilboð til ung sum
eldri, eisini arbeiðsleys.
Dansimentanin
hevur
fingið sítt. Býráðið stuðlaði
felagnum Dansifrøi at byggja
dansihúsið í Gundadali, og vit
vænta okkum nógv av dansi
undirvísingini í longdini. Vit
stuðla
filmsframleiðsluni
hjá Klipfisk á hvørjum ári.
Sama er at siga um eitt nú
Tjóðpallin, Sjónleikarhúsið
og Føroya Symfoniorkestur.
Eitt týðandi tak er tikið á
býarbókasavninum, kanska
týdningarmesta mentunar
stovninum í kommununi.
Tað er víðkað í veghædd
og gjørt meiri sjónligt fyri
almenninginum
við
inn
gongd úr gongugøtuni og av
greiðslu á somu hædd. Fleiri
stig eru í umbúnað til tess at
kunna veita bæði børnum,
ungum og vaksnum eina ný
tíðar tænastu.
Tilsamans
eru
hetta
ódnartøk, sum eru framd
seinastu
árini,
og
skal
okkum verða eitt gott og
innihaldsríkt lív lagað, so
verður ikki steðgað á her.
Ódnartøk í
mentamálum
Jógvan Arge
formaður í menta
málanevndini í Havn
Nú fekk Tórshavn eitt spælistað
Nú er endiliga tikin avgerð
um at vit borgarar í Havn
fáa eitt konserthús mitt í
býarhjartanum. Og tað er at
fegnast um.
Eftir at eg hava knoklað
í nógv ár fyri at betra um
tónleikaumstøðurnar,
sær
út til at síðstu loyvini eru
við at koma uppá pláss, og
kunnu vit í næstum fara í
gongd við at gera neyðugu
tillagingarnar fyri at umstøð
urnar verða góðar. Politikarar
í
Tórshavnar
Kommunu
hava verið ósamdir um hvat
Reinsaríið skuldi brúkast til,
og eg havi havt nógv sam
skifti við kommununa sein
astu árini. At enda eydnaðist
at fáa teir at velja eina góða
og mennandi loysn fyri Tórs
havn.
Hetta hava vit øll uppi
borið.
Eitt nýtt og spennandi
stig ímóti einum livandi og
spennandi býi har Reinsa
ríið verður okkara tónleika
miðdepil.
Arbeiðið
kann
byrja.
Reinsaríið skal rekast á pro
fessionellan hátt, har fíggjar
karmarnir hava týdning fyri
at húsið kann bjóða spenn
andi og fjøltáttaðan tónleik.
Rógvi
á rógvu