fríggjadagur 21. september 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. september 2012 · Nr. 110
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
66 ár síðani
fólkaatkvøðuna
Nú 14. september 2012 eru
66 ár liðin síðan vit á fólka
atkvøðu samtyktu at gerast
eitt sjálvstøðugt ríki.
Henda fólkaatkvøða var
samtykt á Føroya løgtingi
tann 10. mai 1946. Fyri at
fáa nakað samtykt í tingin
um skuldu í minsta lagi 12
tingmenn atkvøða fyri, og
eydnaðist at fáa hesar tólv
atkvøðurnar frá sambands
monnunum O. F. Joensen,
Andrass Samuelsen, Johan
M. Fr. Poulsen, Hans Iver
sen, Trygva Samuelsen og
Kristian Djurhuus, og javn
aðarmonnunum J. E. Jacob
sen, J. Fr. Øregaard, Jákupi
í Jákupsstovu, Johan Peter
Davidsen, Peturi Mohr Dam
og William Smith. Hevði bert
ein av hesum monnum ikki
atkvøtt, so var málið fallið, og
vit høvdu onga fólkaatkvøðu
fingið. Tann dag, ið Føroyar
gerast eitt sjálvstøðugt ríki,
fara allir hesir menn at
standa sum slóðarar fyri
okkara sjálvstøðuga landi.
Valkostirnir vóru tveir.
Annar var eitt uppskot frá
stjórnini um samstarv Dan
markar og Føroya millum
undir
somu
stjórnarskrá
(grundlóg), soleiðis at vit
fingu eitt ávíst kommunalt
sjálvstýri, ið var eitt sindur
rúmari enn tað aðrar dansk
ar kommunur høvdu. Hin
valkosturin var, at Føroy
ar skuldu gerast eitt sjálv
støðugt ríki.
Higartil hevði støða okk
ara verið tann, at vit vóru
saman við Danmørk sambært
bjørgvinarsáttmálan frá 29.
august 1450. Har var ásett,
at vit vóru teknar í einum
sjálvstøðugum
kongsríki,
men at vit høvdu kríggj og
frið (t.v.s. uttanríkispolitikk)
felags við Danmørk, og at
ríkini bæði høvdu skyldu til
at velja sama kong. Annars
stýrdi hvørt ríki sær sínum
egnu viðurskiftum. Um 1660
høvdu bæði ríkini samtykt at
velja kong einaferð med alla,
við tað at vit gingu við til at
kongstrónan skuldi ganga í
arv til eftirkomararnar hjá tí,
ið tá sat á henni, og at kongur
ikki nýttist at ráðføra seg við
umboð fyri fólkið í nøkrum
av ríkjunum, tá hann tók av
gerðir í innlendskum og út
lendskum málum.
Samtykt okkara frá 1450
um felags uttanríkispoltikk
var ein altjóða sáttmáli mill
um lond, sum frammanundan
ráddu fyri sínum egna uttan
ríkispolitikki. Fyri at sleppa
burtur úr hesum sáttmála
skuldu báðir partar játta
at
sleppa
sáttmálanum.
Men okkara samtykt um
at geva kongi rætt at ráða
yvir innlendskum málum
var okkara egna, og hana
kundu vit broyta um so var,
at vit hildu hana vera óhósk
andi fyri okkum, og har var
óneyðugt hjá hinum ríkinum
at leggja seg uppí, tí tað var
beinleiðis forboðið í bjørg
vinarsáttmálanum.
Sum kunnugt var ríki
okkara minkað við tí altjóða
friðarsáttmála sum kongur
okkara gjørdi í Kiel í 1814.
Tá mistu vit 15% av okkara
umráði. Hetta hevði kongur
heimild at gera, tí vit vóru
saman um kríggj og frið.
Meira ivingasamt var tá
kongur í 1918 loyvdi Íslandi
at fara burtur úr ríki okkara
uttan at spyrja grønlendingar
og okkum føroyingar eftir,
men við Ísland varð gjørdur
ein altjóða sáttmáli, og tá ein
slíkur er gjørdur ber ikki til
at koma afturumaftur.
Nú í 1946 var so ætlanin at
fáa okkum at sleppa okkara
støðu sum partur av tí ríki,
ið var saman við Danmørk
sambært bjørgvinarsáttmál
anum, soleiðis at vit gjørdust
ein partur av Danmarkar
ríki, ella at vit skuldu fara
burtur úr tí felagsskapi vit
høvdu við Danmarkar ríki.
Í báðum førum komu vit til
at skiljast frá Grønlandi, tí
tað var framvegis saman við
Danmørk sambært bjørg
vinarsáttmálan.
Hetta var ikki lætt í at
velja, men úrslitið gjørdist
at ein greiður meiriluti av
føroysku veljarunum, 50,7%,
heldur vildu gerast eitt sjálv
støðugt ríki enn ein donsk
kommuna.
Tann fyrsta viðmerkingin
til hetta úrslit kom frá
danska forsætisráðharranum
Knud Kristensen, sum eisini
hevði Føroyar sum málsøki
í donsku stjórnini. Hann
segði sum eyðsæð var, at før
oyska fólkið hevði vrakað ta
tilbodnu kommunalu skip
an og heldur vildu vera eitt
sjálvstøðugt ríki.
Hetta fekk beinanvegin
eina avleiðing í Føroyum,
sum fáur hevði ímyndað
sær.
Formaðurin í Sambands
flokkinum, Andrass Sam
uelsen, sum var ein av
stovnarum floksins 40 ár
frammanundan,
kom
við
eini viðmerking. Tað merkis
verda við hesi viðmerking
var, at hann úttalaði seg ikki
sum formaður í Sambands
flokkinum, men formaður
í einum higartil ókendum
politiskum flokki, sum æt
“Samarbejdspartiet”.
Hann hevur sostatt sum
tann fyrsti tikið fólkaat
kvøðuna til eftirtektar og
somuleiðis tikið avleiðing
arnar av støðu forsætisráð
harrans.
Støðan var jú klár: Sam
bandið, sum vit høvdu havt
við Danmarkar ríki síðan 1450,
var vrakað og nú skuldu árar
leggjast út til nýggjan róður.
Við at lata flokkin skifta
navn til Samarbejdspartiet
gjørdi hann greitt, at hetta
nýggja føroyska ríki skuldi
hava neyva samvinnu við
Danmark.
Nú hendi ymist annað,
sum forkom hesa fyrstu ætl
anina hjá Andrassi, og “Sam
arbejdspartiet” gjørdist ikki
navnið hjá hansara flokki.
Heimildin fyri at siga, at
hetta er farið fram, er tó í
lagi. Orðingin stendur í ein
um fjarriti, sum kom úr
Tórshavn til Ritzaus Bureau
í Keypmannahavn morg
unin eftir fólkaatkvøðuna
(endurprentað
í
bókini:
Fólkaatkvøðan
1946,
síða
560), og tann sum sendi
fjarritið var tíðindamaður
teirra
Georg
Lindenskov
Samuelsen. Hann var sonur
Andrass Samuelsen. Ein ann
ar sonur Andrass var Trygvi
Samuelsen, sum umframt
at vera løgfrøðingur var
løgtingsmaður
Sambands
floksins í Suðurstreymoyar
valdømi. Hann hevði eins
og faðirin og allir hinir sam
bandstingmenninir
greitt
atkvøðu fyri fólkaatkvøðuni
tann 10. mai 1946. Brøðurnir
Georg og Trygvi arbeiddu
neyvt saman, og tað er
fullkomuliga ósannlíkt at
hetta fjarrit er sent uttan
nágreinliga ráðlegging millum
Andrass, Trygva og Georg.
Hetta fjarrit er tí støðutakan
Sambandsfloksins til úrslitið
av fólkaatkvøðuni.
Hetta úrslit er eftir øllum
at døma ikki nakað sum
formaður floksins fegnast
um, men hann boyggir seg
fyri fólksins dómi í hesum
máli, sum hann sjálvur eins
og sonurin hevur biðið um at
fáa at vita.
Formaður Javnaðarflok
sins, Petur Mohr Dam, boygdi
seg eisini fyri úrslitinum.
Hann var sjálvandi ikki
ovurfegin, men í eini grein
sum hann skrivaði til Sosial
in tveir dagar eftir fólkaat
kvøðuna hevur hann hópin
av uppskotum um hvussu
stýrast skal so at tær sjálv
støðugu Føroyar kunnu klára
seg. Hann heldur, at einasta
leið fram er at skipa Føroyar
sum eitt sosialistiskt sam-
felag.
Men sum kunnugt kom
loysingartilgongdin inn á
villinigøtur.
Út frá tí skjalatilfari, sum
er í málinum, og sum er lagt
fram í bókini Fólkaatkvøðan
1946, er heilt greitt hvør ið
atvoldin er.
Tann
vanlukka,
sum
okkum var fyri, var at tann
maður, sum bráðfeingis sat
í amtmansstólinum, var ein
ótrúgvur tænari.
Hann æt Cai Vagn-Han
sen og var beinleiðis undir
forsætisráðharranum. Setn
ingurin hjá einum og hvørjum
embætismanni er at útinna
tað sum ráðharri hansara vil
hava sett í verk. Teir skulu
finna grundgevingar fyri at
tað sum ráðharrin ger ikki
bert er lógligt, men eisini
rætt, og teir skulu fáa øll, sum
teir hava við at gera, at gerast
samd við ráðharran.
Tá forsætisráðharrin nú
hevði sagt, at fólkaatkvøðan
hevði avgjørt at Føroyar og
Danmørk skuldu fara hvør
til sítt, so hevði Cai Vagn-
Hansen sum embætismaður
ta einfaldu skyldu at virka
fyri at henda avgerð varð
sett í verk á bestan hátt.
Hann skuldi sjálvandi geva
forsætisráðharranum upp
skot um hvør háttur var
tann
besti,
men
eingin
skuldi kunna siga, at hann
ikki hevði gjørt alt sum stóð
í hansara makt til at hjálpa
forsætisráðharranum.
Men tað gjørdi hann als
ikki. Frá tí úrslitið lá fyri
skrivaði hann alt um hvat
ið gerast skuldi fyri at for
gera tað, sum fólkið vildi
hava. Hann hevði ein ser
ligan kærleika til ta grein
í løgtingslógini, sum ásetti
at kongur kundi loysa upp
løgtingið og útskriva nýval.
Hann visti eftir øllum at
døma ikki hví henda áset
ing var komin í ta fyrstu
løgtingslógina frá 1852, og
hvat tað vil siga at løgtingið
skuldi vera ráðgevandi. Eitt
ráðgevandi ting kundi sjálv
sagt eisini geva kongi tað ráð
at upploysa løgtingið, men
av tí stendst, at kongur ikki
kann upploysa tingið uttan
løgtingsins samtykt.
Munur var á tí sum Hilbert
førdi fram, tí hann var ein
trúgvur
embætismaður,
men hann var tíverri ikki í
Føroyum í hesum døgum, og
hevði hann verið, so hevði
málið helst fingið eina heilt
aðra vend, tí so høvdu vit
helst loyst í 1946.
Men tíðin sum farin er,
hevur gjørt tað støðugt greið
ari, at tað fólkið samtykti í
1946 var tað rætta, og at tann
dagur brátt fer at koma tá ið
fólksins vilji verður settur í
verk.
kjak
Zakarias
Wang
Nú veit eg ikki um fólka
floksgrannskoðarin við
barnakekkunum er ein
við ella uttan royndar
pappírum, men løgið
tykist tað, tá hann skriv-
ar og tosar um at lætta
um fíggjarliga fyri tey, ið
skrava botnin.
Tí nær í 72 ára gomlu
søgu fólkafloksins hevur
hesin flokkur so mikið
sum roynt at rætt hond
frá síðu fyri at hjálpt og/
ella at lívgað teimum, ið
gjøgnum tíðirnar hava
manna
niðastu
sam
felagsrøkurnar? Nær?
Annars eru barna
familjur og barnafamiljur
ógvuliga ymiskt fyri.
Millióningarnir
og
grannskoararnir við flat
skattalætta upp til kr.
100.000,00 eru neyvan
tey, ið eisini treingja til
barnakekkar.
Tey, ið reelt treingja
eiga at fáa tann stuðul
teimum nýtist, meðan
paraduuppskot
frá
fólkaflokkinum, hvørs
endamál eru tey somu,
sum tá ketta skøvir út
yvir lort, at krógva flat
skattaavleiðingar
og
fíggjarliga kúging ann
ars - tílíkt eigur at verða
avdúkað fyri tað, tað er -
hvørki meira ella minni.
Fólkaflokskapital
istar hava altíð dugað
særa væl til at kráma til
sín sjálvs og inn undir
seg sjálvar og eri slopnir
alt ov lætt til tað, alt
meðan teir hava hildið
vanliga fólkinum frá
fatinum.
Soleiðis hevur tað
verið - soleiðis er tað
- og soleiðis fer tað at
verða, tí til tess eru teir
stovnaðir.
Um tey fátæku og
kúgaðu vilja hava tað
liviligari, so hava tey
og teirra stuðlar bert
eitt at gera, og tað er at
halda fólkafloksfólki og
teirra høgraorienteraðu
samsintu frá politisku
maktini bæði lokalt og
nationalt.
Mangt skal
mann hoyra,
áðrenn oyruni
detta av
Dagfinnur Danbjørg