Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-21, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. september 2012 · Nr. 110 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Faklig førleikakrøv Viðkomandi royndir innan: • Leiðslu • Tænastu • Virkismenning • Broytingar- og starvsfólkaleiðslu • Fíggjarstýring Persónligir førleikar • Menningarsøkin • Góð tænastuevni • Nýskapandi og skipað arbeiðslag • Fíggjarliga røkin • Góð leiðslu-, samskiftis- og samstarvsevni • Dugnaligur sparringspartnari (coaching) Setanartreytir Setanartreytirnar eru sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir Skrivligar umsóknir við CV og avritum av prógvum um førleikakrøv og møguligum viðmælum skulu vera Rúsdrekkasølu Landsins í hendi í seinasta lagi 8. oktober 2012. Umsóknir skulu sendast til Rúsdrekkasølu Landsins, Skálatrøð 14, FO 100 Tórshavn, ella á gudrid@rusan.fo. Vilt tú vita meira um starvið, vinarliga set teg í samband við Guðrið Ellefsen, sølu- og tænastuleiðara, á 340450 ella á gudrid@rusan.fo. Rúsdrekkasølan søkir eftir leiðara til handilin í Havn Til handil okkara í Havn søkja vit eftir leiðara at seta skjótast gjørligt. Í handlinum starvast millum 10 og 17 starvsfólk, harav 2 lærlingar. Sølan liggur um 50 mió kr. um árið. Handilin stendur fyri útivið helminginum av søluni hjá Rúsdrekkasøluni í Føroyum og er tí ein umráðandi táttur í virkseminum. Viðkomandi, ið settur verður, skal standa fyri leiðsluni av handlinum í Havn, herundir fíggjarstýring, sølu og starvs fólka- leiðslu. Í sambandi við at Rúsdrekkasølan setur fokus á at menna tænastuveitingar sínar, skal við komandi duga at standa á odda fyri hesi menning á sínum starvsøki. Umframt dagligu leiðsluna fevnir arbeiðið eisini um tvør- gangandi arbeiðs uppgávur, leypandi ad hoc uppgávur, íverk- seting og verkætlanarleiðslu. Arbeiðsuppgávan er breið og fjølbroytt, og tí er neyðugt við góðari stýring og fokusering. – skótar hjálpa – Skótahjálpin 2012 Í ár StuÐlar Skótahjálpin Familjulegu hjá autismufelagnum & Yeshua barnagarðin í Manila Føroya KFUK-skótar Føroya Skótasamband FH-skótar KFUM-skótarnir í Føroyum Endamál Stavnhaldið er, at frísk og ferð ug børn stuðla og hjálpa neyðstøddum, sjúk um og illa støddum børn um og ungum í Før oyum og uttanlands við peng um, sum á hvørj um ári eru savnaðir við arbeiði ella á annan hátt. Ár liga hjálpin fer til eina útlendska og eina før­ oyska verkætlan. Ein part ur fer í grunn til hjálp við brádliga ákomna neyð. Virkin skótalið eru á hesum støðum: Klaksvík, Húsum, Lorvík, Fugla­ firði, Runavík, Oyri, Hvalvík, Kolla­ firði, Kvívík, Tórshavn og í Vági. Umframt á nevndu støðum rættir Skóta hjálpin fegin eina hond eisini í grannabygdum. Fólk, sum vilja hava skótarnar at gera eitthvørt fyri seg, kunnu venda sær til tlf. 51 06 16 eftir kl. 17 ella við telduposti: malan.erlingsson@gmail.com Skótarnir hjálpa fegin við eitt nú: barnaansing, bilvaski, ganga ørindi, rudda í urtagarðinum, vaska vind­ eygu, ja, alt sum dugnalig børn og ung duga at gera. Takið væl ímóti teimum, tá ið tey koma á dyrnar.