Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-21, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2012síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 21. september 2012 · Nr. 110 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tórshavnar kommuna www.torshavn.fo byggifrøðingur Søkt verður eftir byggifrøðingi til Húsaumsitingina hjá Tórshavnar kommunu. Arbeiðsøki • at vera við í arbeiðinum at umsita og røkja kommunalar bygningar • at skráseta bygningar • at gera útbjóðingartilfar í sambandi við umvælingar og røkt av bygningum • at hava eftirlit við arbeiðnum • at syrgja fyri at myndugleikakrøv verða hildin • at dygdarmeta projekt, tá okkara egnu bygningar verða projekteraðir • at luttaka í ymsum arbeiði á deildini Førleikakrøv • tú skalt hava útbúgving sum byggifrøðingur • kunna tekna við AutoCad • førleika á brúkarastøði í niðanfyri nevndu forritum • tú skalt hava koyrikort Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber eftir sáttmála millum AKF og Fíggjarmálaráðið. Starvið er fulltíðarstarv. Umsókn Send okkum umsókn, viðmæli við upplýsingum um útbúgving og royndir í seinasta lagi mánadagin 15. oktober 2012 á hesa adressu: Tórshavnar kommuna, postsmoga 32, FO-110 Tórshavn. Merkið umsóknina „Húsaumsitingin“. Hevur tú spurningar so vend tær til Harald Bjørgvin, deildarleiðara fyri Húsaumsitingina, ella Jákup Egholm Hansen, tekniskan stjóra, telefon 302010. Les meira um starvið á www.torshavn.fo Arbeiðsfólk/bilførAri Kommunala Brennistøðin søkir eftir arbeiðsfólki/ bilførara til tangatømingina. Arbeiðsuppgávur • Tøma rottangar og reinsiverk, og viðgerð av rottangaevju. • Opa/spula rør og kloakkir v.m. • Røkt og reinhald av rottangabili, kálkblandara og aðrari útgerð, ið hoyrir til arbeiðsøkið. • Luttaka í vaktarskipan Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært serligari lønaravtalu millum Tórshavnar kommunu og Havnar Arbeiðsmannafelag. Starvið er mánaðarlønt, og fasta arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, men nakað av úrtíðararbeiði kann væntast, umframt vaktir. Starvið skal setast skjótast til ber. Meiri fæst at vita við at venda sær til Regin Haraldsen, arbeiðsleiðara, tlf. 302038, ella Bárð Michelsen, stovnsleiðara, tlf 302035. Umsókn saman við viðmælum, avriti av koyrikorti og upplýsingum um royndir, skal sendast til Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn. Umsóknin skal merkjast: „Arbeiðsfólk til tangatøming“ og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. oktober 2012 kl. 12. Les meira um førleikar á www.torshavn.fo PedAgogur og reingerðArfólk Tórshavnar Kommuna søkir vegna frítíðarskúlan á Argjahamri eftir einum pedagogi at arbeiða 25 tímar um vikuna at byrja 22. oktober 2012 ella eftir nærri avtalu. Um pedagogur ikki søkir verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Eisini verður søkt eftir einum fólki at gera reint um dagin at arbeiða 15 tímar um vikuna at byrja skjótast tillber. Setanarviðurskifti Starvið sum pedagogur verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Starvið sum reingerðarfólk verður sett sambært sáttmála við HAK. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal latast Frítíðarskúlanum á Argjahamri, Glyvursvegur 44, 160 Argir, ella sendast við telduposti til ftsargham@torshavn.fo í seinasta lagi fríggjadagin 5. oktober 2012. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ann Hansen, stovnsleiðara, tlf.282850. PedAgogur Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Lítlaskóg eftir einum pedagogi til vøggustovu at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 1. november 2012 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera Lítlaskógi, Djóna í Geilsgøta 51, 100 Tórshavn í hendi innan mánadagin 8. oktober 2012. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jensinu Magnussen, stovnsleiðara tlf. 219135. PedAgogur Vegna Býlingshúsið í Norðasta Horni verður søkt eftir einum pedagogi til vøggustovu at arbeiða 30-35 tímar um vikuna at byrja 1. november 2012 ella eftir nærri avtalu. Um pedagogur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Óla Midjord, stovnsleiðara, tlf. 210906. Ella við at hyggja inn á heimasíðuna www.123hjemmeside.dk/ nordastahorn Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Býlingshúsinum á Norðasta Horni, Granagøta 5, 100 Tórshavn í hendi seinasta lagi mánadagin 8.oktober 2012. Leys størv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja sera stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava eina nútímans og opnan leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta vit somuleiðis innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo