Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-21, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2012síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 31. august 2012 · Nr. 101 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tróndur Arge Millum nøvn sum Michael Laudrup, Brian Laudrup, Daniel Agger, Peter Schmeichel, John »Faxe« Jensen og Ebbe Sand, stendur nú René Shaki Joensen. 19 ára gamli føroyingurin kom á vøllin í venjingardystinum móti Íslandi í august mánaði, tá hann bleiv skiftur inn fyri Jónas Tór Næs, smáar tjúgu minuttir fyri tíð. Tá gjørdist hann somuleiðis lands­ liðs­leikari nummar 75 hjá Brøndby í søguni. Hósdagin var navnið hjá honum almannakunngjørt á lands­liðs­vegg­ inum hjá Brøndby. – Tú hevur ment teg ótrúliga nógv seinastu tíðina og tað er fult uppi­borið, at tú nú hevur fingið eitt pláss á landsliðsvegginum saman við øðrum stórum nøvnum, segði ítróttarstjórin í Brøndby, Ole Bjur Landsliðsveggurin er á sjálvum Brøndby leikvøllinum. – Tað er stórt at spæla sín fyrsta dyst fyri landsliðið, serliga sum bara 19 ára gamal. Vit vita at tú altíð ar­beiður málrætta fyri at røkka tín­ um málum. Heldur tú fram við at gera tað, so kemur tú at spæla fleiri dystir fyri Brøndby, segði Ole Bjur víðari. Byrjaði á ítróttarskúlanum Tíðin hjá René Shaki Joensen byrj­ aði á ítróttareftirskúlanum hjá Brøndby IF. Har fegnast tey eisini um, at ein næmingur hjá teimum er kom­in á landsliðsveggin hjá Brøndby IF og hevur spælt á besta lið­num. – Tú komst hertil sum ein lítil­ látin føroyingur, sum ikki orkaði meiri eftir bara fimm minuttir av fyrsta dystinum. Nógv er broytt síðani, staðfesti Bo Palle Jensen, sum er skúlastjóri á Brøndby IF ítróttar­eftirskúlanum. – Vit eru sera stolt av, at tú hev­ ur ment frá eftirskúlanum til ein A-landsliðsleikara. Tí vilja vit eis­ini gera teg til tað fyrsta stjørnu um­ boðs­mannin fyri ítróttarskúlan, segði segði Bo Palle Jensen. Takk til øll Seinasti maður at taka orðið var so René Shaki Joensen sjálvur, sum takkaði øllum, sum høvdu hjálpt honum á leiðini til at blíva yrkis­ leikari. – Eg vil takka felagnum fyri at geva mær møguleikan fyri at menna meg. Eg vil takka leikarunum, sum hava tikið so væl ímóti mær og takk til bæði fyrrverandi og nú­ ver­andi venjarar, segði René Shaki Joensen. René Shaki Joensen er næsti føroyingurin, sum er á listanum. Í 2003 kom Jón Rói Jacobsen á list­ an, sum tá umboðaði Brøndby. Hann spældi síðani við Frem og AaB áðrenn hann gavst at spæla fót­bólt. Visti av ongum René visti einki um landsliðsveggin fyrr enn hann kom aftur frá Íslandi. Tá søgdu leikarar við hann, at hann nú skuldi á landsliðveggin. – Eg visti ikki um landsliðsveggin, men síðani eg fekk debut á lands­lið­ num hava øll sagt tað við meg, sigur René Shaki Joensen við Sosialin. Í Brøndby hevur landsliðs­vegg­ urin stóran týdning fyri fólkið kring felagið. – Tey ganga høgt upp í lands­liðs­ veggin. Fólk allastaðni frá í felag­ num vóru komin saman til avdúk­ ingina, greiður René frá. Tað eru ikki hissini nøvn, ið eru á landsliðsvegginum hjá Brøndby IF. Størsta navnið er uttan iva tað fyrsta navnið, sum kom á listan. Tað var ongin minni enn Michael Laudrup í 1982. – Tað má verða ein æra hjá Michael Laudrup at verða á list­ anum hjá mær, heldur René skemt­ andi fyri. Føroyingurin hevur hvat ein lítlan skaða seinastu vikuna, men venur nú við fullari ferð aftur. trondur@sosialurin.fo René á landsliðsveggin hjá Brøndby Fótbóltur René Shaki Joensen er nú komin á landsliðsveggin hjá Brøndby IF. Hann er landsliðsleikari nummar 75 á landsliðsvegginum hjá Brøndby síðani Michael Laudrup sum tann fyrsti kom á listan í 1982 Tróndur Arge Á øðrum sinni varð skipað fyri stórsteypadysti í hondbólti í farnu viku. Neistin gjørdist vinnari hjá kvinn­unum við greiðum sigri á Stjørn­uni, meðan H71 vann sann­før­ andi á monnunum hjá Neistanum. Men sanni vinnarin gjørdist tey, sum njóta gott av gávunum hjá hjálpar­felagskapinum »Í menn­ iskjum góður tokki«. Í gjár hand­aði Rúni Djurhuus, stig­takari til stór­ steypa­dystirnar, Laufey Blaasvær, nevndarlimi í Í menn­iskj­um góður tokki, gávukort á áleið 20.000,- krónur frá Klávus. Næstan túsund børn fingu jólahjálp – Hetta kemur ótrúliga væl við, sigur Laufey Blaasvær, tá Rúni Djurhuus handar henni brævbjálvan við gávu­kortinum í. – Vit hava lyndi til, at halda at alt er so gott í Føroyum, men tað eru nógvar familjur, sum ikki fáa end­ arnar á røkka saman, vísur Laufey Blaasvær á. Tølini hjá felagsskapinum vísa, at heili 444 familjur fingu jólahjálp í fjør. Samanlagt vóru 910 børn í hes­ um familjunum. Tølini vísa somuleiðis, at fleiri enn 200 av teimum familjunum hava minni enn 2000,- krónur at liva fyri um mánaðin, tá allar tær føstu út­reiðslurnar eru goldnar. Tað svar­ar til bara 65,- krónur um dagin! Felagskapurin heldur eisini, at tað er ein stórur tøvur á at fáa ásett ein minsta mark fyri hvussu lítið ein familja skal hava fyri at lívbjarga sær í føroyska samfelagnum. Tann burturtagdi trupulleikin Ein stótur partur av trupulleikanum tykist verða, at hann verður tagdur butur. Bæði á politiska pallinum og tí tey, sum einki hava, ikki tora at siga frá. Tey skammast av teirra støðu og tora ikki at traðka fram. – Vit síggja ikki trupulleikan her sum aðrastaðni. Tú hevur til dømis ikki fólk sum bidda á gøtuni, vísur Laufey Blaasvær á. Tað er eisini ein trupulleiki, at hesa fólkini, sum hava brúk fyri hjálp, ikki vilja siga frá tí tey eitt nú skammast av støðuni tey eru í. – Tað er mangan grannar, vinir og familja, sum melda fólk til, sum tey meta ikki megna at fáa endar­ nar at røkka saman, greiður Laufey Blaasvær frá. Eg táraði Tað sigur Rúni Djurhuus um fyrstu ferð hann fekk eyguni upp fyri støð­uni hjá fleiri av familjunum í Føroyum. – Tað var eina ferð í fjør, at eg læs eina grein um Í menniskjum góður tokki. Eg táraði, eg næstan græt, tá eg læs hana, greiður Rúni Djurhuus frá, tá hann skal fortelja um hvussu tað ber til at hann valdi at lata yvir­ skotið fara til Í menniskjum góðum tokki. Í fjør skipaði Rúni Djurhuus fyri ein konsert fyri at stuðla felags­ skapinum. – Tað var so líka til. Eg havi jú Rex og kenni fleiri tónleikarar. Teir eru altíð sinnaðir at rætta eina hjálpandi hond, sigur Rúni Djurhuus. Tað er nógv sjálvboðin arbeiðs­ orka til eitt slíkt tiltak og tað er Rúni Djurhuus takksamur fyri. – Eg vil sjálvandi takka Neist­ anum, Stjørnuni og H71 fyri at vilja spæla dystirnar og dómarunum fyri at koma at døma. Og Neistanum og H71 fyri at skipa fyri á sjálvum degnum, sigur Rúni Djurhuus. Gávukortini eru frá leiku­toys­ handlinum Klávus, sum hevur lagt meiri í enn inn kom av peningi. 20.000,- krónur til fátakar familjur Hondbóltur Í farnu viku vóru stórsteypadystirnir hjá kvinnum og monnum í hondbólti í Hoyvíkshøllini. Yvirskotið av dystinum, sum er millum steypavinnararnar og meistararnar, er nú farið til føroyska hjálparfelagsskapin, Í menniskjum góður tokki Rúni Djurhuus, stigtakari til stórsteypadystirnar, handar Laufey Blaasvær, nevndarlimi í Í menniskjum góður tokki, gávukort frá Klávus upp á 20.000 krónur Mynd: Álvur Haraldsen Sí samlaða landsliðslistan á www.brondby.com Í fjør fingu 444 familjur jólahjálp frá Í menniskjum góður tokki í teimum familjunum vóru samanlagt 910 børn