Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-21, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2012síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. august 2012 · Nr. 101 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Jóannes Hansen Felags fyri tey bæði felagsliðini – EB/Streym í Sundalagnum og Víking í Eystur kommunu – er, at tey hava verið við til at mynda toppin í ársins landskapping, og at tey nú eru komin í sovornar støð­ ur, at tey ikki sjálvi gera av, um tey skulu vinna FM. Soleiðis er tað eitt nú bæði liðini vóru partar av javn­ leikum. Víkingur var fremstur eftir 3. og 5.-9 umfar. Nú er Víkingur á fjórða plássi. Tað eru átta stig fram til EB/ Streym og ÍF, og harvið er møgu­ leikin at vinna FM í veru­leik­anum fokin. Setningurin er at vinna triðja plássið. Rætturin at spæla í Europa næsta summar varð tryggjaður við sigrinum í steypakappingini. Finalan ímóti júst EB/Streymi var mest dramatiski fótbóltsdysturin higartil í ár. Missa á stokkinum EB/Streymur hevur framum allar hinar kappingarneytarnar myndað toppin í ár. Steypasigurin reyk ímóti Víkingi, og eftir 1-1 ímóti KÍ á heimavølli mistsi EB/Streymur fremsta plássið í landskappingini, sum liðið hevur átt 10. til 15. umfar og aftur 19.-23 umfar. Nú er EB/ Streymur nummar tvey, og harvið er í løtuni sannlíkið størst fyri, at tað skal enda við silvurkrónum soleiðis, sum tað hevur øll árini síðani 2006, burtursæð frá í 2008, tá ið teir í Sundalagnum vunnu fyrsta og higartil einasta meistaraheitið. – Vit mugu ásanna, at tað nú ikki er upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu verða meistarar. Vit mugu fokusera á okkara avbjóð­ ingar, og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at ganga hjá ÍF, sum hevur verið ógvuliga støðugt síðani undan summarsteðginum, staðfesti Egil á Bø, liðformaður í EB/Streymi eftir javnleikin ímóti KÍ. Veruleikin er nú, at um tað ikki eydnast EB/Streymi at vinna í Sarpugerði, og um tað eydnast ÍF at vinna á Svangaskarði, so kunnu fuglfirðingar við sigri í Vági í næstsíðsta umfari so at siga tryggja sær FM heitið, áðrenn teir í síðsta umfari taka ímóti HB. Tí er tað stórt trýst á EB/Streymi undan vitj­anini í Gøtu. – At vit hava megnað silvur­ merkini øll árini síðani 2006 og gull í 2008 eru sjálvandi góð úrslit. Men eingin ivi skal vera í, at vit fegnir vilja verða meistarar, og vit fara at gera alt, sum vit megna fyri at røkka málinum. Um tað ikki eydnast, so er tað tí, at ÍF hevur uppiborið FM heitið, staðfestir Egil á Bø. Tølini tala fyri Víkingi Tølini siga, at tað er strevið hjá sundalagsmonnum ímóti Víkingi. Í 2. umfari vann Víkingur heimadystin 2-1, og í 13. umfari fór Víkingur úr Streymnesi við 1-0 sigr, og so var tað steypa­finalan, har tað eydnaðist Víkingi at svara aftur fleiri ferðir – í vanligu leiktíðini, í longdu leiktíðini og í brotssparkskappingini. Í fjør vunnu liðini hvønn sín heima­dyst, og í síðsta umfari var úrslitið 3-3 í Streymnesi. Seinastu vikurnar hevur tað ikki roynst so væl hjá Víkingi: – Hóast vit taptu á heimavølli ímóti ÍF og spældu javnt á útivølli ímóti TB, so eri eg heilt væl nøgdur við leikliga avrikið. Men tað eru mál­ini, sum telja, og tá ið vit ikki megna at vinna úrtøku burtur úr møgu­leikunum og at vinna fulla úrtøku, so ber tað ikki til at vinna seg upp á toppin, ásannar Jógvan Martin Olsen. Í báðum legunum verður sagt, at somu spælarar eru tøkir, sum síðsta vikuskifti vóru partar av javn­leikunum í Trongisvági og við Margáir. Hjá EB/Streymur er tað tó ein smeitur, at Pauli G. Hansen ikki er førur fyri at spæla alla tíðina. Ímóti KÍ varð hann settur á vøllin stutt eftir, at KÍ hevði javnað. joannes@sosialurin.fo Víkingur - EB/Streymur: Lars Múller sunnudagin klokkan 14.45 Hjá FC Suðuroy snýr tað seg um at hava so nógv stig sum møguligt við niður í næstbestu deildina Tað er framvegis møguleiki fyri, at HB skal kvalifisera seg til altjóða fótbólt næsta summ­ ar. Møguleikin er fyrst og fremst treytaður av, at tað fæst full úrtøka burtur úr í trimum teim­um síðstu umførunum, og at KÍ og Víkingur ikki vinna fulla úrtøku. Sunnudagin gók HB seg nærri altjóða luttøkuni, tí tá vóru bæði KÍ og Víkingur part­ur av javnleiki. Sunnudagin fer HB til Vágs, har tað í 2. umfari eydnaðist at vinna 1-0 við máli, sum Hallur Hansson skoraði, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Bæði HB og FC Suðuroy spældu í Gundadali síðsta sunnu­dag. HB vann 4-0 á B68, og FC Suðuroy tapti 3-1 ímóti B36. – Vit spæla fyri at vinna so nógv stig, sum vit kunnu, áðrenn vit fara í 1. deild. Tað hevur týdning fyri fyri­reik­ing­ arnar til næsta kappingarár, segði Palli Augustinussen eftir tapið í Gundadali. Bæði FC Suðuroy og HB hava teir somu tøkar, sum spældu síðsta vikuskiftið. joannes@sosialurin.fo FC Suðuroy - HB: Alex Troleis sunnudagin klokkan 14.45 Spurningurin er, um klaks­ víkingar, sum stríðast fyri europeiskari luttøku, hesa ferð megna tað á heimavølli ímóti B36, sum teir ikki hava megnað í fýra ár B36 er nummar seks, og møgu­leikin fyri at røkka fimta plássinum og harvið ein­um heimadysti eyka næsta kapp­ ingarár er ikki serliga sannlíkur. Heldur er møguleikin størri fyri, at sætta plássið skal gleppa árstalsfelagnum av hond­um og fara til NSÍ. KÍ hevur fokus á at varðveita bronsuplássið og harvið at vinna rættin næsta ár at taka lut í europeisku kappingunum. Bæði Víkingur og HB liggja framvið, og tí er alneyðugt at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti B36. Nógvu tær seinastu ferð­ irnar hevur tað verið soltið á heima­vølli ímóti B36. Í 2. umfari vann B36 2-0 í Klaksvík, og heldur ikki í fjør eydnaðist tað klaksvíkingum á heimavølli at fáa bóltin framvið fyrrverandi liðfelaga teirra í B36 málinum Meinhardti Joensen. Úrslitini í Klaksvík í fjør vóru 2-0 og 3-0 til B36. Síðst KÍ vann stig á heimavølli ímóti B36 var í 2009, tá ið tað í 12. umfari endaði 2-2. Síðstu heimasigrarnir á B36 vóru í 2008, tá ið úrslitini vóru 2-0 og 2-1. Hjá KÍ hevur miðverjin Jógvan Isaksen fimm gul kort á kontuni, og tískil er hann leik­bannaður. Tað er merkis­ vert, tí umframt málverjan Andras Gango er Jógvan Isaksen einasti KÍ spælarin, sum hevur verið á vøllinum allar min­uttirnar higartil í ár. Ivan Joensen er leikbannaður aftur hesa ferð. Hjá B36 er Súni Olsen tøkur aftur, eftir at hann hevur verið leikbannaður tríggjar ferðir. Símun Hansen er framvegis leikbannaður. Heini í Skorini og Rasmus Dan Sørensen fóru skaddir av vøllinum ímóti FC Suðuroy. KÍ - B36: Petur Reinert sunnudagin klokkan 14.45 effo-deildin upptakt 25. umfar HB droymir um Europa B36 stendur seg væl í Klaksvík Sundalagið er illa spert Fótbóltur Víkinga venjarin heldur ikki, at úrtøkan seinastu ferðirnar hevur staðið mát við leikligu avrikini, men ímóti EB/Streymi eru tølini hjá Víkingi góð