Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-21, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 31. august 2012 · Nr. 101 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Jóannes Hansen – Vit høvdu fýra skot í byrsuni, og nú eru trý eftir. Sunnudagin fáa vit aftur ein møguleika ímóti ÍF. Tað var jarðbundna niðurstøðan hjá Bill Jacobsen, eftir at B68, sum hann nú aftur hevur ábyrgdina av, sunnudagin hevði lagt rygg til 4-0 tap i Gundadali ímóti HB. – Í 1. hálvleiki sá tað ikki so galið út, men síðstu 40 minuttirnar skor­ aðu teir fýra ferðir, og teir kundu havt fingið fleiri mál. Í kvøld hava vit fjórðu venjingina í hesi vikuni, og tað gongur ikki minst út upp á at fáa spælararnar at hava álit á sær sjálvum og trúgva uppá, at tað kann bera til, sigur B68 venjarin. Í Gundadali sá Einar T. Hansen gult fyri 10. ferð í landskappingini, og tá ið hann eisini hevur eitt reytt kort á kontini, so er hann leikbannaður ímóti ÍF. Jann Ingi Petersen og Jónleif Højgaard eru tøkir aftur, eftir at teir vóru leikbannaðir í Gundadali. Emmanuel Ukpai, sum spældi síðstu løtuna ímóti HB, varð skaddur undir venjing fyrr í vikuni, og hann verður ikki við sunnudagin. Ibrahima Camara var á beinkinum sunnudagin. Tað er møguleiki fyri, at hann kemur á vøllin ímóti ÍF. Errin av sínum monnum ÍF venjarin Flemming Christensen hevur fleiri ferðir fyrr í ár – eisini í hesum teiginum – undirstrikað, at hann og ÍF hava fokuserað á ein dyst í senn. Nú sigur hann í sam­ røðu við bold.dk, at hann og ÍF miðja eftir gullinum: – Eg eri ovfarin av, at vit hava rokk­ið so langt. Í tíggju teimum sein­ astu umførunum hava vit vunnið 29 stig, og nú er tað upp til okkum sjálvar at gera av. Spælararnir eru sjálvandi spentir, men vit vita, at tað verður torført, nú tað er so lítið eftir av kappingini, og støðan er, sum hon er, sigur ÍF venjarin, sum fyri danska netmiðlinum út­greinar, hvør reseptin er, sum teir í Fugla­ firði hava arbeitt eftir: – Vit hava fokuserað á tríggjar lutir, og spælararnir hava verið øgiliga nærlagdir. Ein lutur er at syrgja fyri góðari dygd í venj­ing­ unum, ein annar er at skipa okkum væl í verjupartinum, og tann triði er, at vit hava lært okkum at stríðast fyri søkini, og eg skal lova fyri, at tað hava spælararnir gjørt, staðfestir ÍF venjarin, sum í løtuni er besta boðið upp á meistaravenjara í 2012. – Vit eiga B68 á Toftum, FC Suð­ ur­oy í Vági og so HB í síðsta um­fari á heimavølli. Felags fyri hesi liðini er, at vit hava vunnið tvær ferðir ímóti teimum fyrr í ár. Hetta ganga við­haldsfólkini sjálvandi høgt uppí, men hetta er ikki tað sama sum, at vit uttan víðari vinna fulla úr­tøku í trimum teimum seinastu um­før­ unum. Nú spæla aðrar mekanismur inn. Bæði hjá okkum, nú vit eru so tætt meistaraheitinum, og hjá mótstøðuliðunum, sum annaðhvørt kunnu spæla púra frítt, tí tað er greitt, hvussu endastøðan verður, ella stríðast fyri at varðveita plássið í bestu deildini, vísir Flemming Christensen á. Toppliðið hevur nógvur tær sein­astu ferðirnar havt Karl Løkin og Høgna Madsen á verjukendu mið­vallar­plássunum frammanfyri krút­sterku miðverjarnar Bartal Eliasen og Høgna Zachariassen. Á Svanga­skarði sunnudagin er neyð­ ugt at finna aðra loysn. Karl Løkin sá ímóti NSÍ síðsta sunnudag gula kortið fyri fimtu ferð í ár, og tí er hann leikbannaður ímóti B68. Av­ loysari verður Frank Poulsen ella Jákup Johansen. Í 2. umfari vann ÍF 2-0 á Svanga­ skarði. B68 - ÍF: Eiler Rasmussen sunnudagin klokkan 14.45 Óli Johannesen og TB fara eftir sigrinum í Runavík, men hann verður ikki á nakran hátt givin burtur, sigur NSÍ málverjin Kristian Joensen. Í vikuni hava illar tungur tutlað um, at nú er lag á manni hjá teimum í Runavík at vera skarprættarar, so grannarnir á Svangaskarði søkka longri niður í armóðina, meðan TB avheintar fulla úrtøku við Løkin. Soleiðis hanga tingini ikki saman hjá teimum, sum síðani um ársskiftið hava fyrireikað seg og stríðst fyri at fáa NSÍ so langt upp á stigatalvuna, sum tað á nakran hátt ber til, og tað er einki at siga til tað, um hetta tosið argar teir í gulu og svørtu búnunum. – Fremsta málið í ár hjá nýggju manningini var at sleppa undan niðurflytingini. Tí mál­inum hava vit tíbetur rokkið, men tað vil ikki siga tað sama, sum at kappingarárið er lið­ugt fyri okkara viðkomandi, sigur tryggi NSÍ málverjin Kristian Joensen, sum vísir á nýggja málið, ið hann og lið­felagarnir hava sett sær í trim­um teimum síðstu um­ førunum: – Málmunurin hjá okkum er eftir 3-1 tapið í Fuglafirði -3. Vit hava sett okkum fyri, at mál­ munurin skal vera positiv­ur, tá ið 27. umfar er av. Tað er upp til okkum at gera tað av. Um tað fer at røkka til meiri enn 7. plássið fer tíðin at vísa. Hetta er fyrsta kappingarárið hjá Kristiani Joensen millum stólparnar á besta liðnum í barn­dómsfelagnum, og tað hevur gingið væl. Kristian er einasti NSÍ spælarin, sum hevur verið á vøllinum allar min­uttirnar í landskappingini, og hann hevur vunnið sær pláss í landsliðshópinum. Jens Joensen er tøkur aftur eftir leikbannið i Fuglafirði. Allir NSÍ spælararnir eru tøkir uttan Andras Frederiksberg. Gula kortið, sum hann sá í Fugla­firði seytjan minuttir undan leikloki, var tað fimta í ár, og tí er hann leikbannaður. 19 ára gamli Andras flutti undan hes­um kappingarárinum av Skála og til NSÍ, har hann hev­ ur vunnið fast pláss á sentrala miðvøllinum. Góður stimi Hóast stigatalvan boðar frá, at TB framvegis er í tungum sjógvi, so er lagið gott, og av­ rikini seinastu vikurnar hava vitnað um, at spælararnir stríð­ ast fyri møguleikanum. Tapið í Vági og tepra heimatapið ímóti ÍF vóru dyggir smeitir, men eftir javnleik í Klaksvík og á heimavølli ímóti Víkingi tykist liðið vera komið á beint aftur: – Vit hava spælt tveir góðar dystir, og vit trúgva upp á tað. Nú er tað upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu halda fram í bestu deildini, og tí møguleikanum ætla vit at taka av, sigur liðformaðurin Óli Johannesen, sum hevur tikið sera stóra ábyrgd á seg. Allir TB spælararnir eru klárir at fara um Suðuroyarfjørð og til Ruanvíkar. Tá ið TB í 2. umfari var við Løkin, vann heimaliðið 2-0. joannes@sosialurin.fo NSÍ - TB: Ransin N. Djurhuus sunnudagin klokkan 14.45 Í síðstu umførunum plagar fyrsta bríkslið í øllum fimm dystunum vanliga í at vera um somu tíð. Soleiðis er tað eisini í ár. Í Vági plagar dystartíðin at vera klokkan 14.45. Harvið hava gestirnir á Vágseiði ikki trupulleikar at sleppa norður aftur við Smyrli. Sunnudagin eigur FC Suðuroy heimavøll ímóti HB. Tí verður fyrsta bríkslið í øllum fimm dystunum í EFFOdeildini klokkan 14.45. Soleiðis verður tað eisini annan sunnudag, tá ið FC Suðuroy eigur heimavøll ímóti ÍF. 27. og síðsta umfar er á skránni leygardagin 6. oktober. Skráin sigur, at tá skal FC Suðuroy spæla í Klaksvík. Tá verður fyrsta bríkslið í Klaksvík og í øllum hinum fýra plássunum klokkan 15.00. nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 ÍF 24 15 4 5 51 22 +29 49 2 EB/Streymur 24 14 7 3 43 23 +20 49 3 KÍ 24 12 6 6 46 35 +11 42 4 Víkingur 24 11 8 5 36 28 +8 41 5 HB 24 11 5 8 49 33 +16 38 6 B36 24 9 6 9 37 32 +5 33 7 NSÍ 24 9 3 12 36 38 -2 30 8 TB 24 4 9 11 27 43 -16 21 9 B68 24 5 5 14 19 41 -22 20 10 FC Suðuroy 24 2 3 19 14 63 -49 9 Effodeildin effo-deildin upptakt 25. umfar NSÍ hevur nógv at spæla fyri Bríksla eitt korter fyrri Nú miðjar Flemming eftir gullinum Fótbóltur ÍF venjarin er errin av avrikunum, sum hansara menn hava víst, men hann roknar við torførum endaspurti, nú nógv stendur upp á spæl hjá bæði B68 og ÍF