Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-21, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2012síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 110 · 21. september 2012 2 VIKUSKIFTI Vikuskifti Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í summar hevur Vikuskifti í Soialinum hvílt seg. Innleggið, sum vetrarhálvuna er partur av fríggjadags-Sosialinum, hev­ur seinasti tríggjar mánaðirnar havt frí, meðan avloysarin Summar hevur ver­ið partur av vikuskiftisblaðnum. Nú er fyrsta Vikuskifti í hesari sesong­ini komið á prent og út til tykkum lesarar. Vikuskifti hevur seinastu árini givið okkara lesarum ymiskt lesitilfar til viku­skiftið, og hildið verður fram við hes­um komandi mánaðirnar. Vikuskifti miðjar eftir at verða fjølbroytt blað, sum bæði kann bjóða samrøður við aktuellar persónar, bak­ grunds­greinar um ymisk viðurskifti, klumm­ur, góð ráð um móta og annað. Eisini fer Høgni Djurhuus aftur at skriva klummuna Umafturafturum í hvørj­um Vikuskifti frameftir. Vit hitta eis­ini fólk í táttinum 90 sekund. Sosialurin vil gjarna geva lesarunum gott vikuskiftistilfar, og vit bjóða tykk­ um vælkomin til hetta fyrsta Viku­skifti hendan veturin. Vónandi fáa tit gleði av tilfarinum í Vikuskifti, og hava tit hug­ skot ella góð ráð, eru tit altíð væl­komin at senda okkum eitt teldu­bræv á post@ sosialurin.fo. Sparka tey ungu av landinum Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Høgni Lisberg / Mynd: Eydbii Myndir klumman Inna Törnroos Vikuskifti í Sosialinum fer aftur í vetur at bjóða samrøður, bakgrundsgreinar, góð ráð, kjak, klummur og annað Tá eg var 19 ár, fór eg úr Føroyum. Tað vil eg siga var næstan lívsneyðugt fyri meg. Eg hevði brúk fyri at koma út um landoddarnar, hevði brúk fyri at síggja okkurt annað enn fjøll, firðir og mammu og pápa. Eg eri – og var eisini – sera heimkær. Føroyar eru tað besta, eg veit, og tí vendi eg nøsina heimeftir so ofta, eg fái. Tá eg var heima í summar, var kjakið um fráflytingina í hæddini. Djúpar, vælskrivaðar greinir um, hvussu gongdin skal broytast. Og hon má broytast, um Føroyar skulu yvirliva sum land. Loysnirnar og ráðini vóru nógv og góð í hesi greinarøð, men alt var ikki líka væl gjøgnumghugsað. Onkur vildi verða við, at besta loysnin er, um vit ikki sleppa teimum ungu avstað úr Føroyum. Fara tey avstað, er jú stórur vandi fyri, at tey ikki koma heimaftur. Hesum setningi kvakk eg við av. Sjálvandi skulu tey ungu sleppa avstað – tey skulu næstan sparkast avstað. Ung hava gott av at koma út í heimin og læra at kenna nýggjar mentannir, onnur mál og fólk, sum hugsa øðrvísi. At ung fólk skulu verða leinkjað í Før­oyar týðir upp á eitt land við vánaligum sjálvs­ áliti, sum ikki trýr, at tað hevur nakað at bjóða sínum íbúgvum. At seta búgv í Føroyum skal ikki verða nøkur neyðloysn, tí man ikki torir ella hevur hugflog til nakað´annað. At velja Føroyar sum heim skal verða líka mennandi, trygt og avbjóðandi sum nakra aðrastaðni. Sjálv búgvi eg í Svøríki, men havi búð í Føroyum í tíðarskeiðum seinastu árini. Tað, sum hagtalsfólkini gloyma, tá tey hyggja eftir sínum tølum, er, at heimurin er minni nú, enn hann var fyri nøkrum árum síðani. Tað ber til at búgva nøkur ár í Føroyum, síðani nøkur ár uttanlands, og so fara heim aftur til oyggjarnar. At seta búgv er ikki stoypt í betong á sama hátt, sum tað var fyri 20-30 árum síðani. So starið tykkum ikki blind upp á hagtøl – varðveit tað, sum er gott í Føroyum, og mennið tað, sum ger okkara tjóð enn betri. So segði hann... So er aftur Vikuskifti høgni lisberg dreymurin er ein illusión nr. 110 21. september 2012 sosialurin høgni lisberg dreymurin er ein illusión nr. 110 21. september 2012 sosialurin høgni lisberg dreymurin er ein illusión nr. 110 21. september 2012 sosialurin Fyri at siga sum tað er, so byrjaði eg at venja fitness miðvíst fyri umleið tveimum árum síðani, av tí at eg vildi síggja betri út. Robin Jønsson, sum vann fitness kapping farna vikuskiftið