Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-21, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 110 · 21. september 2012 6 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ innu inna@sosialurin.fo Føroyskir sniðgevar spíla seg út, nú heystið er komið, og klædna­ skápið rópar eftir onkrum nýggjum. Vit hava valt nakað burtur úr stóru mongd av flottum tingum og klæðum, sum eru at fáa Nýtt og føroyskt í heyst Barbara í Gongini, ið annars mest nýtir svart til síni klæði, hevur gjørt hesa lekru bláu »oversize« blus. Merkið ErlaPerla ger sera flottar og sermerktar smúkkur úr pleksiglasi. Sum sæst eru tær væl egnaðar til føroysk klæði. Opin troyggja frá Barbaru í Gongini. Flottur jakki í kraftigum tilfari frá Barbaru í Gongini. Stjørnumynstraðir oyralokkar frá ErlaPerla. Guðrun og Guðrun klára onkusvegna altíð at eyndurnýggja sítt merki og gera pløgg, ið eru øðrvísi og trendy. Eitt gott dømi er troyggjurnar, ið minna um føroyska landslagið. Jóhanna av Steinum, ið hevur merkið Steinum, er farin eitt sindur frá teimum kláru neonlitunum til heldur døkkari litir. Men flottu mynstrini hevur hon varðveitt. Heit og modernað ponsjo frá Steinum. Sikksakkmynstrið er sera modernað og flott. Alt á myndini er frá Steinum. Flottur jakki við ballongermum frá Guðrun og Guðrun. Siðbundiðføroyskt turriklæð við litríkum dropum. Dávadóttir. Lysandi gul háls­ keta frá ErlaPerla. Merkið Dávadóttir hevur handil á netinum og ger stuttligar lutir og tilhoyri. Eitt dømi er bundna Ipad-hylki. Flottar húgvur til bæði hana og hann frá Elsu Bech. Elsa Bech hevur nógv nýtt í síni heyst/vetra kollektión. Hesin lekri budni vesturin er eitt gott dømi. Heit og lekkur turri­ kløð frá Elsu Bech. Elsa Bech.